fríggjadagur 22. juni 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 97 — 22. juni 1990
Sjónvarp Føroya
Fríggjadagin kl. 20.30:
Heiðið og kristið
Hetta er eitt nýtt umfar av tí vælum-
tóktu BBC-sendirødini um djóralæknar í
arbeiði. Sum tær fyrru sendirødirnar er
hendan bygd á bøkurnar hjá djóralækn-
anum og rithevundanum James Herriot.
Siegfried Farnon er sum hann er vanur
at vera, og bróðir hansara Tristan er líka
latur enn. Familjan Herriot býr framveg-
is í Skeldale House, beint við síðuna av
læknahølunum. Helen noyðist at liggja
leingi í songini, tí hon er sjúk í rygginum,
og hetta er ikki so heppið.
Ein nýggjur hjálparlækni er komin,
George Segal og Ruth Gordon
Fríggjadagin kl. 23.15:
Hvar er pápi?
Amerikanskur filmur frá 1970. Hevuðs-
leikararnir eru George Segal, Ruth Gord-
on, Trish Van Devere og Ron Leibman.
Gordon Hocheiser er ein ungur ógiftur
sakferari, sum býr saman við mammu
síni, og henni dámar væl at ráða. Allan
dagin hyggur hon at sjónvarpi, etur corn-
flakes og drekkur cola. Men tá ið Gordon
kemur heim við einari gentu, tá vaknar
mamman og oyðileggur alt.
Christopher Timothy sum djóralæknin
James Herriot
Calum Buchanan. Tað er John McGlynn
sum spælir.
Gordon er keddur um hetta og roynir
at fáa eina heimasjúkrasystir at taka
sær av mammuni, men tað er torført.
Meðan hann leitar, hittir hann dreyma-
gentu sína, Louisu. Hvat ger hann?
Beiggi hansara er giftur og hevur sítt at
hugsa um. Hann kann ikki koyra
mammu sína út, og serliga ikki, tá hon
ikki góðtekur, at maður hennara er deyð-
ur, hon spyr í heilum >Hvar er pápi?< —
kanska kundi okkurt verið gjert við
hetta?
Sunnudagin kl. 22.10:
Svensk hjørtu — (4:6)
Í fjórða parti av Svenskum hjertum eru
fólk vorðin meira opin fyri hverjum eðr-
um. Tað er eisini neyðugt, tí enn hevur
Henrik ikki sagt Kristinu um Elisabeth.
Marianna hevur fingið fast samband við
ein — men tað fær eisini enda
Og tað er eisini torfert hjá Elisabeth at
sleppa Torsten. Elisabeth og Torsten
bjóða Hellen og Berje til degurða...
Týsdagin kl. 22.45:
Billy Joel
Amerikanska superstjørnan Billy Joel
fer um stutta tíð at hava konsertir í Dan-
mark. Jergen Mylius hevur hitt sangar-
an og sangskrivaran í Rom, har hann sig-
ur frá tónleikasegu síni.
Billy Joel byrjaði í 60-unum við ókend-
um tónleikabólkum. Seinast í 70-unum
fekk hann fleiri Grammy prísir fyri m.a
>The Way Yuu Are«. Henda sangin skulu
vit eisini hoyra, og vit skulu eisini síggja
kut frá ferðum hansara í Sovjet
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
Kom inn og lat okkum geva
eitt boð uppá títt gamla sjón-
varp og fá eitt gott umbýt-
ingartilboð
EN
EFTIRLÝSING!
Vit sóknast eftir gomlum PHILIPS lit-sjónverpum
=
Vit bjóða tær ein góðan
prís fyri títt gamla PHI-
LIPS lit-sjónvarp, tá tú
keypir nýtt lit-sjónvarp
frá okkum.
Tað er stuttligt og spennandi at hyggja
eftir góðum fótbóltsdystum í heims
klassa - og enn stuttligar: er tað, um
ein hevur eitt dygdar-sjónvarp at hvc
gja í - kanska eitt spildurnytt mode
við útgerð til teldustyrt tekst-T
BBC) og stereohåtalarum
+ »fharsteimn VG