fríggjadagur 22. juni 1990síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sa
Scansat/TV 3
Fríggjadagin kl. 19.00:
Monte Carlo
Beint áðrenn Jerez Grand Prix tekur P.S
motorarnar hjá sær aftur frá Sainclair-
teaminum. Og ikki nóg mikið við tí —
Chazelles Remi verður myrdur, og Jo-
seph er millum tey illtonktu
Fríggjadagin kl. 20.00:
Diskutabelt
Kjaksending — og evnið hesa ferð er
nevaleikur
Verður tú býttur av at boksa, ella eru
tað tey, ið vilja banna boksing, sum eru
býtt?
Fey, sum luttaka í kjakinum, eru m.o.
Helga Risey, Noreg, Brettan Andersson,
Sveríki — tveir kvinnuligir nevaleikarar,
Bjern Rosengren, advokatur og fyrrver-
andi nevaleikari.
Fríggjadagin kl. 21.00:
The Cocoanuts
Amerikanskur filmur við breðrunum
Marx. Hetta er fyrsti filmurin, breðurnir
hava gjert. Frammanundan arbeiddu teir
sum artistar á ymiskum pallum í
Amerika. Henda segan fer fram á einum
fínum hotelli, har m.a. juveltjóvar eru —
og alt endar við einum »cirkus«.
The Four Marx Brothers
Leygardagin kl. 17.00:
Five Mile Creek
Tað eydnast Maggie at fáa bankamannin
Withers at geva henni eitt lán, sum er
nóg stórt til, at hon og Kate framhald-
andi kunnu reka steðina. Withers sendir
nakrar hermenn til Five Mile Creek, har
teir skulu royna at fanga ránsmenninar,
sum herja har um leiðir ...
Leygardagin kl. 19.00:
Golden Girls
Fyrrverandi maðurin hjá Dorothy, Stan,
kemur at vitja og sigur, at skattamynd-
ugleikarnir hava funnið nakrar villur í
sjálvuppgávu hansara, og nú vilja teir
sleppa at gjøgnumganga allar gamlar
sjálvuppgávur hjá honum. Dorothy legg-
ur einki í tað, inntil hon finnur útav, at
hetta eisini rakar hana. Hetta verður eitt
flokjasligt mál og fær avleiðingar fyri
bæði hana og Stan.
Leygardagin kl. 20.30:
Hon sá eitt morð
Meðan Jessica er í New York á fundi við
einum forleggjara, metir hon einum av
sínum gomlu næmingum, Elizabeth
Gordon. Hon er trúlovað við einum, sum
eitur Norman Amberson. Hann er stjóri
á einari smyrslfyritøku Lila Lee Cosme-
tics, og tey bjóða Jessicu til degurða.
Men Elizabeth kemur ikki fram til døg-
urðan. Jessica og Norman fara at leita og
finna hana myrda í íbúð hennara.
SERVERKSTAÐUR FYRI FERÐSLUSKAÐAR
Pf. BILRØKT
plátu- og sproytuverkstaður
v/ Símin í Dali
Akranesgøta 11 - Tlf. 15556
Okkara góðska - tin trygd
Få
#
a
FX 2283
Beau Bridges og Susie the Bear
Leygardagin kl. 21.00:
Hotel New
Hampshire
Vit fylgja hinum unga Win Berry frá stu-
dentatíðini, har hann hitti konu sína, til
eftir kríggið. Familjan er ekt, og tey
nærkast málinum — at fáa sítt egna ho-
tell. Tey hava altíð droymt um einaferð
at eiga eitt hotell, sum tað hann metti
konu síni á. Og so við og við verður tað
fyrsta Hotel New Hampshire veruleiki,
men skjótt steingir tað aftur. Men Win
gevur ikki upp, og skjótt letur tað næsta
hotellið upp.
Hetta er amerikanskur filmur frá 1984.
Sunnudagin kl. 21.00:
Sigurharrin
Enskur filmur frá 1983 bygdur á eina
veruliga hending.
Segan er úr hestaítróttarverðini, har
ein kendur jockey fær krabbamein. Alt
lív og virki hansara fer í sor, og megin-
partin av tíðini er hann í viðgerð bæði við
strálum og kemoterapi. Kortini er hann
vissur í at hann skal verða frískur aftur,
og sleppa við til ta harðastu kappingina
av ellum — Grand National.
Mánadagin kl. 21.00:
Millum tveir menn
Amerikanskur filmur frá 1970. Hin unga
svenska pianistinnan Karin Ullman fer
til Rom at lesa. Har hittir hon Bruno,
sum lesur medisin. Tey gerast góð,
men ein dagin er alt oyðilagt. Kona
Bruno kemur, Liliana. Karin visti ikki, at
hann var giftur, og hon er ólukkulig. Hon
fer heimaftur til Sveríkis og roynir at
gloyma hann. Nakrar mánaðar seinni
hittir hon amerikanska diplomatin
David, og seinni giftast tey. Fýra ár
seinni fær David arbeiði í Rom og tey
flyta. Tá er dóttirin, Cathy, eisini við. Í
Rom hittir Karin aftur Bruno, sum ong-
antíð hevur gloymt hana. Og kærleikin
teirra millum blómar aftur...
Lysid í sostalinum
Nr. 96 — 21. juni 1990
Tysdagin kl. 22.25:
M.A.S.H.
Hawkeye er argur um, hvussu nógv aðrir
læknar fáa í len, og sendir tí hernaðar-
leiðsluni eina rokning fyri sítt arbeiði.
Men teir nokta at gjalda, og tá fer Hawk-
eye í kríggj ...
Mikudagin kl. 19.00:
Lívið um tey 30
Ta seinastu tíðina hevur Elliot ikki verið
stórvegis áhugaður í arbeiði sínum, og
ikki fyrr enn Michael gevur honum upp-
gávuna at gera næsta reklamufilmin,
tekur hann seg saman. Miles og Ellyn
vildu heldur havt onkran annan leik-
stjóra, men Michael heldur fast við, at
Elliot skal fáa møguleikan, hóast hann er
eitt sindur bangin.
Mikudagin ki. 21.00:
Eydnan er ikki
til sølu
Vesturtyskur filmur. Erich Bauerman er
ein ungur bankamaður, sum livir eitt
gott og fridarligt liv. Men ein dagin hittir
hann Franzi, eina vakra gentu, sum bein-
anvegin hugtekur hann. Hon er við i ein-
um nýggjum sjónleikarabólki, og hon
vendir alt á hevdið. Samstundis verður
rán framt í bankanum, har Erich arbeiðir,
og hópurin av pengum endar í lumm-
unum hjá Erich, uttan hann veit, hvussu
teir eru komnir haðar.
Hósdagin kl. 21.00:
Virginity
Italskur filmur frå 1976. Antonio Manus-
co hevur altid roynt at gloyma, at hann er
ur Italiu. Hann byr i London, hevur skift
navn til Anthony M. Wilson, og kennir
seg sum ein bretskan matstovueigara,
hevur dýran bil, fin hús, kapprenningar-
hestar og eina enska frillu, Vanessu. Lív-
ið er frálíkt, til ein siciliansk genta, Lucis,
kemur til London. Tey eru í familju, og
hon hevur eitt bræv við frá einum pápa-
beiggja, sum biður Anthony ansa eftir
henni ... og hetta er ikki bara sum at siga
tað.