leygardagur 23. juni 1990síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
< 4
>;
08 4
Kvæð "Bøhmerlands |;
dronningen” fyri
Margretu
Tann 96 ára gamla Maria Eide kvæð i gjár
nókur ørindi úr "Bøhmerlands dronningen" fyri
Margretu, tá kongaliga fylgið vitjaði á Láar-
garði
A SOSÍalUPIN
rn
Nr. 98 — 23. juni 1990
Låargardur var fyrsta
staðið, drotningin vitjadi á
gjár. Og fyrsta fólkið hon
heilsaði uppá, var elsta
búfólkið á heiminum,
Maria Eide.
Eftir at tær høvdu heil-
sast og skift nøkur orð,
kvæd tann 96 åra gamla
Maria nøkur ørindi úr
visuni, og greiddi sidani
eitt sindur frå hvussu
leingi kvædi og visur hava
livad i Føroyum, og hvønn
tydning hetta hevur havt
fyri fólkið.
Altíð dámað
væl at kvøda
Maria Eide er fødd i
Nólsoy, men starvadist í
ein mansaldur sum lærari i
Funningi. Hon hevur eisini
skrivad fleiri sidsøguliga
bøkur, og verid åhugad
fyri = mentunarligum
viðurskiftum.
- Tá eg var lærari kvóðu
vit altíð nógv í skúlanum,
greiddi hon frá á Láar-
garði. - Eg haldi, at kvæð-
ini bera ein so góða læru,
segði hon. Tað góða fær
altíð sín rætt, og tað illa
má lúta.
Men hóast hon fram-
vegis kvødur nógv, segði
hon seg í gjár bera ikki
sørt av Ótta fyri, at hon fór
eitt gloyma okkurt.
- Hetta er fyrstu ferð eg
standi so frammarliga,
Margretha drotning var
ikki sért hugtikin av
Mariu Eide, sum kvæð fyri
henni
segði hon. Í mínum ungu
døgum var eg altíð sc
smæðin, og tordi ikki at
koma mær so nógv fram.
Men kvgðingin eydn-
aðist kortini sera væl hjá
Mariu, og bæði drotningin
og hini ið hjá vóru, vórðu
hugtikin.
Aðrenn tær skildust
ynskti Maria drotningini
alt tað besta, og ynskti
Guds vælsignilsi fyri
danska ríkið.
Síðani heilsaði drotn-
ingin uppá hini búfólkini á
heiminum, og starvsfólk
vístu henni runt í tí sera
hugnaliga og væl prýdda
húsinum.
S-S-
Maria Eide kvødir fyri
Margrethu drotning
ÉT