Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 98 — 23. juni 1990 Fimm ættarlið | og øll á lívi Týsdagin var ein smágenta fódd, og hon eigur bæði foreldur, ommu og abba, langommu og langabba, oldurommu og oldurabba - Eg minnist sjálv mina oldurommu og mín oldur- abba, sum doyðu, tá eg var smágenta. Tað sigur Vivian Ander- sen, sum týsmorgunin klokkan 8.05 átti dóttur á Landssjúkrahúsinum. Henda lítla eigur óvanliga nógvar forfedrar og for- móður, sum øll eru á lívi: Foreldur, ommu og abba, langommu og langabba, oldurommu og oldurabba. Olduromman hjá Vivian var 91 ár, tá hon doyði, men tað ber til at blíva old- uromma og oldurabbi, áð- renn ein er komin so høgt til árs. Olduromman og oldurabbin hjá tí lítlu hjá Vivianeru ikki meiraenn 76 ára gomul. Tað liggur til móðurætt- ina hjá Vivian at fáa børn á ungum árum. Vivian sjálv er bara 16 ára gomul, og mamma hennara var 19 ár, tá hon fekk Vivian. Omma Vivian var 18 ár, tá hon átti sína dóttir, men langomman var so gomul sum 23 år. Næstan øll búgva tey á Argjum. Pápin at barninum, sum eitur Finnur Hansen, býr tó á Strondum. Mamma Vivian eitur Sylvia Thomsen, pápin Mogens Holmquist Erik- sen. Tey búgva niðri. Vivian býr hjá ommuni, sum eru Viola og Thor Andersen. Og beint við hjá teimum býr elsta ættarliðið Gunhild og Sørin Pauli Midjord. I summar kemur mamma Vivian heim at vitja. Tå kunnu so øll fimm ætt- arlidini hittast. randi Vivian við síni nyføddu dóttur , sum eigur sjåldsama nógvar forfedrar og formødur á lívi Eldur kom í hálmin Eldur kom mikudagin í mál- ingahandilin Litaval í Vági, eftir at menn høvdu arbeitt við gassblussi á takinum Ísolatiónin undir takinum á Málingahandlinum Litavali í Vági er úr hálmi. Politiið upplýsir, at tað var hetta, eldur kom í mikudagin, tá menn arbeiddu við at bóta um takið og m.a. nýttu gassbluss. Hóast hetta er eldfimt tilfar, eydnaðist skjótt at basa eldinum, og skaðin av honum var ikki stórur. Hinvegin var rættiliga stórur vatnskaði á loftinum, skilst. S-S- Undirvísingar- leiðarar Í Landsskúlafyrisitingini eru 2 størv sum undirvísingarleiðarar leys at søkja til at seta sum skjótast. Størvini fevna í høvudsheitum um hvørt sitt virkisøki innan: sjómansútbúgvingar og studentaskúla- og HF-útbúgvingar Umsøkjarar eiga at hava hollan undir- vísingarkunnleika og gott innlit í eina av nevndu útbúgvingargreinum. Størvini verða lent samsvarandi 31. lønarflokki í tænastumannalógini um- framt 6000, - kr. í árligari viðbót. Tann, ið sett/ur verður, hevur skyldu til eftir ynski landsskúlastjórans at taka lut i gðrum arbeiði innan Landsskúlafyri- sitingina. Umsóknir skulu verða stílaðar til Før- oya Landsstýri og sendar Landsskúla- fyrisitingini, Falkavegi 6, Postrúm 379, 110 Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 12. juli 1990 kl. 16.00. Landsskulafyrisitingin, 20. juni 1990 Kassameistarin á kngunum: Tit sleppa til hús - áðrenn Brasila og Argentina verða í sjónvarpinum I morgin verður lokaluppgerð í Havn í 1. deild: B 36 og HB hittast í 1. deild hjá monnum. Tað plagar altid at borga fyri undirhaldi, - ikki altíð so góðum spæli, men so í hvussu er stríðsvilja og spenningi Og so er lokaluppgerðin eisini ein ervaupp- gerð: HB liggur áðrenn dystin á odda vid 11 stig- um, meðan B 36 hevur 10. HB-sigur og HB erv klárt á odda, javnleikur og stødan er óbroytt, B 36- sigur og B 36 fer framum. B 36-viðhaldsfólkini eru sjálvsagt fegin um, at liðið er so frammarlaga. Tað er kassameistarin hjá B 36 eisini, men ikki bara, tí B 36 eigur dystin og harvið inntøkurnar. - Tað er HM-kappingin, sum oyðileggur møgu- leikan at fáa fult burturúr peningaliga, sigur Kjart- an Mohr fyri Sosialinum. Hóast veðrið er gott og talan er upp toppdyst, so er trupult at fáa fólk nið- an í Gundadal, tá heims-elitan er á sjónvarps- skíggjanum, sigur B 36-kassameistarin. - Hetta hava vit tíkið til eftirtektar og hava framskundað dystin við einum hálvum tíma, sigur Kjartan Mohr. T.v.s., at dysturin millum Brasilia og Argentina er ikki meira enn byrjaður, tá fólk koma til hús. Og hvar verður Kjartan Mohr sunnudagin? - Eg verðið í Gundadali til dysturin er av, vissar Kjartan Mohr okkum um.