leygardagur 23. juni 1990síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Zouleika Lahmar, sum er ættað úr Tunesia.
ørkymladi trygdarfólkini, tá hon hósdagin
handaði Margrethu Drotning eitt bræv
Trygdarmaðurin hjá
Marrehu Drotning var
kvikur at rykkja Zouleika
burtur, tá hon á bryggjuni í
Leirvík fór til drotningina
við brævinum. Men tað
eydnaðist henni kortini at
handa brævið
Zouleika er 23 ára gomul,
Brahim 25. - Sleppa vit ikki
at verða her, so fara vit
sjálvandi, men vit kundu
hugsað okkum at verið her,
siga tey
Trygdarfélkini hjá drotn-
ingarhjúnunum vóru kvik at
toga Zouleika Lahmar burt-
ur, tá hon á bryggjuni í Leir-
vík mikudagin fór yvir til
Margrethu Drotning við
einum brævi. Men Marg-
retha Drotning fekk kortini
brævið. Og hon skuldi eisini
kunnað lisið tað,tí tað var
skrivað á fronskum, heldur
Zouleika.
Zouleika hevur búð her í
næstan eitt ár. Fyrst ein
mánað í Havn og síðan í
Leirvík. Maður hennara,
Brahim, kom fyrst til
Føroya, eitt hålvt ár undan
henni at arbeiða. Síðan fór
hann aftur til Tunesia, har
tey giftust og avgjørdu at
flyta til Føroya.
Zouleika hevur arbeitt á
Snælduni á Strondum, men
1. juni noyddist hon at
gevast, tí virkið hevði ov
nógv fólk. Zouleika hevur
síðan spurt seg fyri um at fáa
annað arbeiði, men arbeiðs-
loyvi hennara er bara til at
arbeiða á Snælduni. Skal
hon í annað arbeiði, má hon
søkja av nýggjum um ar-
beiðsloyvi, og tað tekur
nakrar mánaðir at fáa.
Uppihaldsloyvið er tó í lagi.
Maðurin Brahim arbeiðir
á Frost í Leirvík.
Tað er neyvan nakar ar-
beiðsgevari, sum torir at
taka útlending uttan ar-
beiðsloyvi í arbeiði, tí fær
løgreglan frænir av tí, fær
arbeiðsgevarin stóra bót.
Zouleika og Brahim hava
eitt sindur ilt við at skilja,
hví tað skal taka so langa tíð
at fáa arbeiðsloyvi, ið nú
bara verður givið fyri fáar
mánaðir í senn, sjálvt um
arbeiðsgevarin sigur seg
hava arbeiði fyri longri
tíðarskeið. Kriminalpolitiið
upplýsir, at tað tekur ein til
tveir mánaðir at fáa svar hjá
Nr. 98 — 23. juni 1990
útlendingi í Føroyum, og
tað er stutt sammmett við at
søkja úr Føroyum um ar-
beiðsloyvi i gðrum londum.
YRKJA OG TEKNA
Zouleika og Brahim trívast
sera væl í Føroyum. Nógv
betri enn í Tunesia, har hann
hevði verri lønt arbeiði á
einum sjúkrahúsi, og hon
ikki hevði annað arbeiði enn
í summarfrítíðini í onkrum
handlum. Men tað er ikki
bara ti, tey vilja vera her.
Tað er so róligt og frítt alt í
Føroyum, og teimum dómar
fólkið og veðurlagið. Tey
hava vinfólk her, og í
frítíðini fæst hann við at
yrkja, og hon teknar.
Zouleika skilir ikki, hví
trygdarmaðurin hjá drotn-
ingini skuldi taka soleiðis í
hana, tá hon gav henni
brævið.
- Tað lá einki aftanfyri.
Ég vildi bara siga Marg-
rethu, hvussu deiligt hetta
landið er, sigur Zouleika.
randi