leygardagur 23. juni 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SS S0SIalurin
Nr. 98 — 23. juni 1990
Eitt spildurnýtt danskt
kór, Dania Sonans, hevur
konsert í Glyvra kirkju
mánadagin 2. julí kl.
20.30.
Hetta verður ikki ein
konsert sum allar aðrar hjá
hesum stóra kóri. Hon er
søgulig, ti hon er tann
fyrsta. Kórið hevur av-
gjørt, at tað fyrstu ferð
skal syngja alment í Før-
oyum.
Teir 30 sangararnir
koma til Føroya 1. juli og
vera her eina viku. Fyrstu
dagarnar skulu tey búgva í
Glyvra skúla.
Týsdagin 3. julí kl.
20.00 hevur Dania Sonans
konsert í Christianskirkj-
uni. Og seinastu dagarnar í
Føroyum verður kórið við
í norðurlendska kórleiðara-
seminarinum í Havn.
Erling Kullberg í Árhus
stjórnar kórinum.
Fremstu
kórsangarar í
Danmark eru
í Dania
Sonans, sum
fyri fyrstu
ferð syngur
alment á
Føroyaferdini
i juli.
Ferðaleiðarar hjá kór-
inum verða Marianne Ben-
tsen og Frederik Madsen,
sum í 1988/89 búðu á
Glyvrum og undirvístu í
ávikavist Studentaskúlan-
um við Gøtugjégv og i
Glyvra skúla. Tey vóru
eisini leiðarar hjá Nes
sóknar Sangkóri hetta ár-
á Glyvrum |
ið. Tey syngja bæði 1
Dania Sonans og gleða
seg til at koma til Føroya
og hitta vinir og kenning-
ar og vísa hinum í Dania
Sonans landið.
LANDSKÓR
Dania Sonans er eitt lands-
kór. Góðir kórsangarar úr
allari Danmørk hittast
tvær ferðir um árið og, tá
brúk er fyri venjing fyri
konsertir.
Danska kórsambandið
KOR 72, sum hevur
9.000 limir, tók stig til at
stovna kórið. KOR 72 fær
ofta fyrispurningar um at
útvega eitt gott kór at um-
boða danskan kórsang, utt-
an- sum innanlands. KOR
72 avgjørdi ti fyri einum
ári síðani at bjóða góðum
Framhald á síðu 10
Nu fer hann
Mánadagin fer strandingurin Sólberg Poulsen við Norrønu til Bergen.
Við sær hevur hann 68 ára gamla seksmannafarið Elsbu, sum hann ætlar,
við seglum og árum, at sigla víkingaleiðina úr Noregi til Íslands. Ferðin
byrjar í Bergen og Elsba leggur at í Hetlandi og Føroyum á teininum
forfedrar okkara sigldu fyri góðum túsund árum síðani.
Nær Sólberg fer úr Bergen veldst sjálvandi um veður og vind.
Elsba lá í Vágsbotni í Havn mikudagin og eftir fløggum og merkjum á tí
gamla, svarta bátinum at dóma eru Statoil og Smyril Line sponsorar. hd
,
PÚRA TÆTT Løgreglan ansar framvegis eftir, at onki lekur út um innbrotsstuldur-
in á Oyrarbakka. Tann eini maðurin, sum er skuldsettur í málinum, var fyri í Føroya
rætti seinnapartin í gjár. Tad vil siga, hann var ikki hjástaddur sjálvur, bara verji hans-
ara. Ákæruvaldið fór at krevja, hann verður sitandi í varðhaldinum. Maðurin fekk eina
viku í grundlógaravhoyringini sunnudagin.
Akærin kravdi aftur hesaferð afturlætnar dyr, ti "offentlighedens vågne øjne” (tveir
tíðindamenn) vóru í rættarsalinum, tá rættarfundurin skuldi byrja. Verjin mótmælti
ikki og ákærin fekk viðhald. Grundgevingin var tann sama sum seinast. Tað kann
skaða kanningararbeiðið hjá løgregluni, at upplýsingar leka út. Ein grundgeving er tó
ikki longur: pengarnir eru funnir. Ákærin upplýsti, at eitt umfatandi kanningararbeiði
er í gongd.
Leysasøgur ganga í bynum um navnkend stød og fólk, sum eru sett í samband við ym-
iskan kriminalitet og teir skuldsettu í Oyrarbakkamålinum. hd