Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 1990síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 99 — 26. juni 1990 Alivinnan á einum vegamóti Fríu marknaðarkreftirnar ongantíð virkað í Førovum Alivinnan, sum framleiðir eit stórt útflutningsvirði á einum sera sunnum grundarlag við ongum almennum stuðli, men ovmikid av almennum forðingum, er um at líða "rentudeyðan" skrivar Jákup Nielsen, stjóri í Føroyar Tess í grein í blaðnum "Alarin" Jákup Nielsen heldur ikki, at friu marknaðarkreftirnar nakrantíð hava havt hóvi at virka í Fóroyum. At alingin er illa fyri eru oll samd um, men ikki hví. Sjálvsagt er rekinskapur ein lívsneyðug fyritreyt, men tað er nógv annað, ið bilar. Ég fari niðanfyri at visa á nakrar av teimum ytru darvandi karmum, ið ali- vinnan noyðist at virka innan. Aling og bygda- menning Tá farið var undir at reka alivinnu í Feroyum, var eitt av teimum politisku endamálunum, at alivinn- an skuldi vera ein týðandi partur i foroyskum bygda- menningarpolitikki. Poli- tikur landsstýrisins var frá fyrstan tíð, at nógvar smáar eindir skuldu fáa smærri loyvi, heldur enn at geva nekrum fáum stór loyvi. Soleiðis hevur landsstýrið longu frá fyrst í 80-unum lagt forðingar fyri ratiónellum rakstri av alivinnuni. Smoltstødir Eitt nå smoltstødirnar. Tær, id liggja Væl fyri hvat viðvíkur vatntil- gongd o.a., hava ikki fing- ið loyvi at framleiða tær nøgdir av smolti, tær hava verið førar fyri. Hetta samstundis sum myndug- leikarnir hava sett bann fyri at flyta inn livandi smolt úr Noregi ella Ís- landi. So er tað smoltprísurin, hann hevur verið ásettur av Aliráðnum og lands- stýrinum, partvís í sam- ráð við Havbúnaðarfelag- ið. Seluprísurin hevur verið settur eftir teirri treyt, at hann skuldi lív- bjarga smáum og kostn- aðarmiklum smoltsteðum. Í einum tilmæli til Ali- ráðið frá norska gransk- ingarstarvinum Akva- forsk í 1986, verður mælt til afturat teimum I11 smáu smoltsteðunum, ið tá vóru, at byggja tvær stórar smoltstødir, har álítandi vatnkeldur eru (Miðvágur og Eiði). Hóast tílíkt tilmæli heldur lands- stýrið fram at veita smá smoltloyvi á steðum, har vatntilgongdin er avmark- að. Smoltsteðirnar noyð- ast at gera dýrar ílegur í pumpur, filtur, súrevnis- skipanir, ið tryggja, at vatnið kann endurnýtast. Ikki verður tað betri av, at alisteðirnar ynskja sterri og sterri smolt 50-80 g móti 30 g fyrr. Alibrúkini So til sjálv alibrúkini. Eis- ini tey skulu lúka treytum hvat kapasiteti viðvíkur. Steddin á teimum fyrstu alibrúkunum lá um 10.000 m' og niðureftir. Hesar avmarkingar merkja, at framleiðslu- kapasiteturin bert er opti- malur teir mánaðir, tá stersta nøgdin av fiski er í brúkinum. Sum ellum kunnugt, er grundarlagið undir hverj- um einstøkum alibrúki tann virðiseking, ið fer fram dag um dag, meðan fiskurin veksur. Vekstur- in er ein prosentpartur av samlaðari fiskanegd pr. tíðseinheit. Altso stór fiskanøgd stór virdisøk- ing. Í uppleggi til alilóg grein 3, punkt 4 frå Aliråd- num er púra greitt hvat endamálið er og hugsjónin er — Man hevur eitt ynski um smáar alisteðir, til tess at kapitalurin aV stór- plássunum ikki umvegis skal vera neyðugur. Aliráðið ger eisini vart við, at verða loyvi givin kapitalsterkum at gera stórar alisteðir, ið taka bróðurpartin av tí tæn- astusteði, ið er til taks, verður ein avleiðing helst, at tær smærru steðirnar ikki fara at klára seg. (Kelda: Tilmæli til lands- stýrið »Aling i Føroyum«, Aliráðið 1988). Sjálvskaptir trupulleikar Hetta at velja smáar av- markaðar eindir er ein politikkur, ið ikki verður rikin av teimum, vit kappast við. Avleiðingar- nar kenna vit: — Smoltprísir uppá 17-24 kr./stk. (Í Noreg er smolt- prísurin ca. 7-12 kr.) — Tann steðugi veksturin í negd hevur gjert, at smoltframleiðslan fram- vegis ikki klárar at nekta eftirspurningin. — Feroysku alibrúkini hava vegna rikna politikk- in ikki verið før fyri at konsolidera seg tey fyrstu árini. Nú standa hesi í kapping við stórar kapi- talsterkar fyritøkur uttan- ifrå, i nyta allar fyrimun- irnar, id fylgja vid stør- bruki. Hesir trupulleikar eru skaptir av landsins mynd- ugleikum. Aling og marknadarkreftir Í londunum uttanum okk- um, verður alivinnan rikin sambært friu marknadar- kreftum. Framleidslan er styrd av eftirspurningi og útboð, og framleidarar, ið ikki standa seg í kapping- ini, fara skjótt á húsa- gang. Í Feroyum hava fríu marknaðarkreftirnar ong- antíð fingið hevi at virkað. Eftir stutta tíð hevur roynt verið at grundleggja eina alternativa fram- leiðslu við nógvum og smáum brúkum. Hesin politikkur, ið mest av øll- um minnir um »Planøko- nomi<, er sum omanfyri frágreitt um at gera av við tey annars sunnu alibrúk- ini her. Fíggjarmeguleikarnir, hvussu er við teimum — teir eru út av lagi vána- ligir. Hjálp frá tí almenna hevur verið lán og í ein- støkum førum veðhald frá Ídnaðar- og Menningar- grunninum. Hyggja vit at lánitreytum annars, er rentan sum vanlig banka- útlánsrenta, meðan trygd- in (fyrsti veðrættur) er sum hjá einum sparikassa. Írestandi kapitaltervin — uml. 80% — fíggja bank- arnir við kassakredittum, og leveranderar til alivinn- una fíggja ein part. Oll vita vit, at kassakre- dittur er sera kostnaðar- mikil, og stak óhóskandi til eina vinnu við langari framleiðslutíð uml. 20-27 mánaðar. Eitt vanligt ali- brúk rindar 1,2-1,8 mió. í rentum og þprovisión. Fíggjarkostnaður verður við hesum telum uml. 7-11 kr./kg, rokna vit við eini árligari framleiðslu uppá 150-180 tons, sum vanligt er á einum meðal føroysk- um alibrúki londum, vit kappast við, fær ein fyri- tøka, ið framleiðir eitt- hvert til útflutnings, laga- liga fígging. Langfreistað lán til lágar rentur. Tað fáa eisini jarðarbrúkarar og húsabyggjarar i Feroy- um. Men ikki alivinnan, hon rindar tverturímóti stórar toll- og avgjalds- upphæddir til landskass- an, og betur harvið um gjaldføri landskassans. Í teimum Síða 15 Jákup Nielsen, stjóri i Føroyar Tess. Mynd: Thomas/Alarin -I Føroyum hava friu marknadarkreftirnar ongantid fingid høvi at virka Fekk eitt alibruk t.d. eitt lán, við neyðugari trygd, uppá 10 mió. kr. til 10% í rentu, hevði rentu- byrðan verið uml. 1 mió. árliga, og minkaði honum samsvarandi niðurgjald- ing. Í dag er rentubyrðan nærum tann dupulta fyri somu lániupphædd Rentudeyði Ein kann ímynda sær ta steðu, eitt húski hevði komið í, um tey ikki fingu meguleika at umfíggja eitt byggilán, tá ið sethús teirra vóru liðug. Hevði henda familjan ikki eina sera hega innteku ella eitt byggilán langt undir van- ligan byggikostnað í dag, so leið henda neyðars familja ein fíggjarligan deyða, sum er nevndur »rentudeydin« Alivinnan, sum leiðir eitt stórt ingsvirði sunnum fram- útflutn- á einum sera grundarlag við ongum almennum stuðli, men ovmikið av almenn- um forðingum, er um at líða »rentudeydan« Alivinnan hevur brúk fyri einari lagaligari lang- freistaðari fígging (5-6 ár), fyri at fáa fíggingar kostnaðin pr. framleitt kg niður á tað steði, ið kapp- ingarfelagar okkara hava (3-6 kr. pr. framleitt kg.) Tíverri sýnist hetta sjónarmið ikki at vinna frama millum tey, ið mynda landsstýri okkara. Jákup Nielsen Heksabrenning í Sandágerði Góðu tit, sum skipaðu fyri mið- summarhaldinum í Sandá- gerði fríggjakveldið. Leitaði mær saman við soninum oman í tí góða veðrinum, og nógv fólk var komið saman. Jógvan Arge við mikrofonini, kakao og bollar, sangur og dansur og dýggjandi vát børn — alt var sum tað plagar. Men eg havi hug at gera eina viðmerking til tann — nýggja — siðin at brenna eina dukku/kvinnu/heks á bálinum. Bálið var rættiliga stórt, professionelt sett upp av royndum skótum og ovast uppi, bundin fest til ein trækross, hekk ein dukka. So víst spældi kirkjan ein aktivan leiklut, tey fleiri hundrað árini heksir, t.e. vanligar kvinnur, vóru brendar á báli, og kanska var tað hendan samanset- ingin — kvinnan á krossin- um — sum gjerði, at tað varð í so veruleikakent, 1 hvussu so er fór tað mær kalt niður eftir bakinum, tá ið nekur fólk klappaðu, í tí hon datt niður í logar- nar. Symbolskt ella ei — hver rættsiktaður persón- ur hevði funnið upp á at skipa fyri hugnaletu rund- an um ein symbolskan krematoriiovn, sum jedar og onnur vóru brend í? At siðurin at brenna »heksir« á báli á hásumri er gamal aðrastaðni, ger hann ikki minni barbarisk- tjak'og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. an og óhugnaligan. Tí — brennið mál, men latið tær ólukkuligu »heksirnar« hvíla i esku teirra. Kirsten Brix