Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. juni 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 17 RN Sosialurin Nr. 103 — 30. juni 1990 Føroyskt dollargrin Myndir: Brandur Øssursson 1956 Bilurin var stórur og nakað tungur at koyra. Hann er bygdur á eina Vauxhall rammu og prýddur við eitt nú Fordlutum. Motorurin var Vauxhall. Herfyri skrivaðu vit um bilin, sum norðmaðurin Almar Nordhaug gjørdi saman við nøkrum føroyskum hegnar- monnum í Havn 1955 - 1956. Brandur Øssursson hevur lænt okkum nakrar myndir, hann tók summarið 1956. Bilurin stendur í Nóls- oyar Páls getu við matstovuna hjá Ellingsgaard. Mynd- irnar vísa væl, hvussu óvanligur og "flottur" bilurin var. Hóast hesin hvíti og reyði bilur vakti stóran ans í Havnina, tá hann kom út at koyra, tykist ikki sum blødini skrivaðu um hann tá. Vit hava í øllum fórum ikki funnið nakað um hann. Bilurin var framman fyri sína samtíð. Hann hevdi millum annað bandavspælara og ikki færri enn fýra hátalarar. Onkur vil vera við, at Almar Nordhaug fall væl í eyguni hjá Havnargentum, tá hann kom koyrandi í stóra akfar: sínum. Og ongin ivi er um at hesin bilur hevði trodkad allar aðrar burtur í "rønigen- ini" á Bursatanga, kom hann oman har at standa Men tíverri er bilurin helst farin fyri skeytið Seinast, vitað er um hann við vissu, var hann prýðislutur í einum møblahandli i Oslo. Tann handilin er givin fyri nógvum árum síðani og hvat er vorðið av "føroyska” bil- inum, dugur Almar Nordhaug sjálvur ikki at siga. Hann angrar nú, at hann nakrantíð læt bilin frá sær. Hann læt hann í býti vid ein Studebaker í Ålesund. hd er Sum at hyggja inn i stýrihúsið í einum flogfari. Aftan fyri róðrið sæst tann eini hátalarin. Ein kúpa úr plexiglasi var at seta oman á. i 6 Tað hevði verið stuttligt at frætt, um onkur hevur myndir av bilinum ella veit um hann at siga, byggingina og tíðina hjá honum her í Føroyum og/ella í Noregi. Á síðunum vóru stór blunkljós