Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Frelstar sálir HELDUR enn at spyrja, hvar týdning- armiklu uppskotini um broytingar í fiskivinnunu blíva av, nú hesi uppskot, ikki minst sambart 14. September, fyri langari tíð síðani áttu at verið komin á ungborð, hevur 14. September nú í eina tíð heldur valt at brúka orkuna og krútið til eitt heilt annað mál, nevniliga ti! at fyrigykla føroyingum, at javnadarflokkurin má ikki koma ul valdið í Føroyum, tí tá enda vit beint í føvninginum á ti al- máttuga EF KROSSFISKAR, Símun, Per og Pól , -v. og hvat nú hesir dulnevndu sum nevndu tjóðveldismenn eita, so verð- ur nógv teigapláss brúkt í Fjúrtanda í hesum døgum at siga lesarunum, at størsta vandamálið í løtuni er ikki ein manglandi fiskivinnupolitikkur. Tað er harafturímóti EF, og av tí at Sostal urin hevur dittað sær at endurgeva orðini hjá einum av okkara fremstu vinnlivsmonnum, nevniliga stjóranum i Føroya Fiskasølu, um spurningin Í Førovar og EF, so verða nú bráddliga bæði Sosialurin og javnaðarflokkurin hongd út fyri at lirka og lumpa okkum inn i EF BEST vildi kanska verið, um vit k líki tvæti farið framvid bordinun men ok, nu ter allur og aftur júka um hetta sama, so lat teir so fáa nøkur orð á vegnum AT dylja álvarsspurningar sum mans mord, tí tað ikki júst tænir eins egnu áhugamálum og meiningum, átti ikki at verið fremta uppgávan hjá blød- unum, heldur ikki hjá 14. September. Tverturímóti halda vit, at eitt mál, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hevur týdning ella avleiðing fyri okkum, eigur at verða lýst væl og virðiliga, soleiðis at lesararnir kenna sjónar- miðini hjá teimum ymsu partunum í einum máli. Tað gevur tí ikki frelsta lesaranum besta útgangstøðið at gera eina ella aðra meining um eitt mál. Her hevur hann fleiri møguleikar at velja millum, hvønn av teimum metir hann skilabestan! SAMBART málgagninum hjá tjóð- veldisflokkinum, so finst bara ein meining, og tað er frelsta meiningin hjá teimum sjálvum. Og fyri at ikki órógv skal koma í skarðan av frelst- um tjóðveldissálum, so verða bara teirra egnu frelstu meiningar prent- aðar í 14. September. Hesa niðurstøðu hava vit ikki leitað okkum fram til. Hon lýsir so sjónsk út av blødunum dag um dag, tá bara tjóðveldisfólk, og tá helst við 3 til 4 myndum í sama blað, verða hevjad upp til skýggjað fyri teirra mæti. Einum rennur í hug einsrættaðu pressuna í kommunist- iskum og einarætisstýrdum londum. SEINASTA dømid um hesa aftur- vendandi nalvaskoðan er at lesa í oddagreinini nú leygardagin, har landsstýriskvinna teirra verður skammróst fyri næstan einsamøll at hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði Ábyrgdarblaðstjóri Jan Múiler | Blaðfólk Høgni Djurhuus | Utgevari P/t Sosialurin | Bústaður Fyritaksstjór:: Kristjan Dahi Randi Jacobsen | Uppseting P/f Sosialurin ! Ljósmyndar: Katmar Lindenskov Térfinn Smith Prent P'f Pressan 1981 } Teiefon Hetta er ræðumyndin um morgindagin, sum 14. September aftur og aftur brúkar at villleiða sínar lesarar við. åt Hetta er myndin, sum vísir okkum dagin helst ikki tosa um ímóti Dounreay-ætlanini. Well, tað er tá útmerkað, at hon fylgir við og ger vart við seg, men hví soleiðis upphevja bara hana sum tann stóra frelsaran í Fjúrtanda aftur og aftur! Ja, sama blað førdi alt valstríð tjóðveldisfloksins við nettup at upphevja somu kvinnu fyri hennara avbera og fantastiska dugnaskap sum búskaparmálaráðharri - og halt tær nú fast - nú gevur sama blað so Atla Dam og hansara monnum alla skyld- ina fyri ta vanlukku búskaparstóðuna, ja harvið eisini skylduna fyri, at tjóð- veldið við sera sera ringum tannabiti varð tvingað at fara út aftur í Tinga- nes saman við erkafíggindanum sambandinum - og hetta bara tí at javnaðarflokkurin hevði koyrt samfelagið á húsagang. Hvar er logikkurin í hesum, og hví hava tit ikki lært av ti, nú tit so ósmædnir eru farnir at geva somu landsstýriskvinnu „alla æruna fyri mótstøðu føroyinga móti Dounreay! Og fer tað ikki at hjálpa, so munnu tit fara at geva núverandi løgmanni skyldina fyri ringa úrslitið!! SUNN sál í einum sunnum likami er gott stavnhald at hava. Men á 14. September eitur tað Frelst sál í einum frelstum líkami. OG fyri at tað ikki skal sýnast at vera lygn, so latið okkum taka eitt brot burtur úr grein í blaðnum seinasta leygardag. Har stendur: "Fiskasølu- stjórin hevur fingið góða blaðrúmd á forsíðu Sosialsins, tá ið hann hevur tosað fyri føroyskum limaskapi, og hesa rúmd hevur hann fingið uttan, at hetta blað hevur sett ein tann einasta spurning við teir Ovurstóru vansar, ið høvdu fylgt við einum slíkum lima- skapi, um tann vanlukka skuldi hent okkum, at Javnaðarflokkurin saman við ultra høgrakreftunum her á landi fekk lirkað okkum uppí." dag. Og tað vilja tjóðveldismenn JÚ tað er rætt, at fiskasølustjørin varð endurgivin á forsíðu Sosialsins. Her legði hann fram nøkur nýggj sjónar- mið í øllum EF-máiinum. Tað má tå vera betri, at Føroya fólk longu nú kennir støduna hjá so mætum vinnulivsmonnum - enn at vera Gvil- andi um hana lika ul tann dag somu menn brúka sítt vit og sítt vald at fáa okkum uppí EF! Var tað uppgáva okkara at tiga tey í hel eins og 14. September, sum jú hevur sum stavn- hald, at tað bara skulu berast fram frelstar tjóðveldismeiningar, hvat tað so enn er fyri nakað, í málgagninum! MEN hví sigur blaðið ikki lesarum sínum frá, at vit á somu forsíðum í Sosialnum hava endurgivið fyrr so trúgvar tjóðveldismenn sum Tórmóð Dahl fyri at siga, at EF-limaskapur er størsti vandin fyri Føroyar og á eini aðrari forsíðu at kunngera úrslitið av spurnarkanning um EF, sum varð eitt stórt og greitt nei til EF-limaskap! Og soleiðis kundu vit hildið fram við at greitt lesarunum hjá 14. September frá, at vil tú vita nakað um vandarnar og sjálvandi eisini fyrimunirnar við at vera limur í EF, ja so lesur tú so sanniliga ikki málgagnið hjá tjóðveld- isflokkinum. Tí har kennir tú svarið frammanundan, og tað er eitt til allar tíðir frelst svar uttan samsvar við tíð og stað - uttan føling við nakað av tí, sum bylgist í samfelagnum. Ja hví fara tjóðveldismenn, sum síggja EF sum okkara størsta fígginda heldur í Sosialin við hesum sínum hugsanum enn í 14. September! Svarið er einfalt. Teir eru deyðans troyttir av hesum mono-solo-frelstu endurtøkunum í blaðnum hjá tjóðveldishetjunum Finnboga Ísaksyni, Hergeiri Nielsen og Jóngerð Purkhús. Tað finst eisini ein heimur uttanfyri! OG hví royna at fyrigykla fólki, at ein ávísur flokkur, te. javnaðarflokkurin saman við ultra høgrakreftunum fer at Argjavegur 26 Postadressaå: Postsmoga 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Telefax 14720 lirkað okkum uppí EF! Hver er tað, sum í løtuni situr í samgongu við somu ultra høgrakreftir, sum her verð- ur sipad úl.! Hvør annar enn somu tjóðveldismenn.! Vit minnast mynd- ina frá einum av undanfarnu valunum, har tjóðveldismaðurin Ísakson hálsfevnir hin ultra høgravenda Breckmann. Og hetta er tað tit gera enn. Hví nú leggja javnaðarflokkinum undir saman við fólkaflokkinum at lirka Føroyar upp í EF, nú tað eru tit sjálvir, sum sita í samgongu saman! Hetta gevur als onga meining og skal tað kanska heldur ikki, tí í hesi tíð, har tjóðveldisflokkurin hevur slept allan sín identitet, royna nevndir sum dulnevndir frelstir tjóðveldismenn at fóðra sína egnu veljarar við lygu- øgum, ja royna at fáa teir at gloyma tann beiska veruleika, at her situr tann fyrr so stolti tjóðveldisflokkurin í haftinum hjá mest høgravendu flokk- um í Føroyum, nevniliga fólkaflokk- inum og sambandinum. So kunnu tit blíva við at brúka EF-skrímslið sum tit vilja, tað reingir bara ikki tann veruleika, at tað eru tit, sum stýra hesum landi í dag, og ti verður spurningurin um EF-limaskap tykkara avgerð. FYRI okkum er eingin slingur í valsinum. Greitt nei til EF-limaskap. Vit vilja hava eina fríhandilsavtalu, soleiðis at vit sjálvir vera at stýra gongdini á klettum og havgki okkara. Men vit verða tó noyddir at fylgja gongdini í okkara grannalondum, so- leiðis at vit ikki vera svartiper ein sjónnan dag. Og tað er hetta, sum eitt nú Sosialurin metir sum uppgávu sína: at upplýsa breitt og at fáa fólk við ymsum áskoðanum at halda lív í orðaskiftinum, soleiðis at vit ikki tann eina dagin standa púra á berum, óvitandi og uttan nakran møguleika at gera vart við okkara áskoðan í einum fyri okkum so týdningarmiklum máli. SO kann 14. September gjarna halda fram undir sínum herrópi: frelst sál í einum frelstum líkami. Tað hava teir sín fulla rætt til, vit búgva jú í einum frælsum landi, men tað kundi hent, at fleiri tjóðveldismenn fóru at troyttast og fóru til onnur blød við sínum bidrøgum til almenna tjakið um m.a. EF-spurningin. (Tað undrar okkum annars, at 14. September skal koma við hesum tápuligu ålopunum móti Sosialinum, nú teirra egni blaðmaður hevur havt nakrar áhugaverdar og lesiverdugar greinar frá eini EF- vitjan. Tá kundu út einsvæl lagt hann undir líkt sum ólíkt, ja bara fyri at hava dittað sær av taka av eini innbjóðing at vitja EF-høvudssætid - og tað aftrat frá sjálvum EF. HUGSIÐ tykkum skrivingina í 14. September, um blaðmaður teirra ikki varð boðin við á ferðina! Lorta- spannirnar Sosialurin tá hevði fingið niður yvir seg - at lata seg misbrúka og villeiða av EF. Jú mín sann, tit gera tykkum stóran ómak at blása og hava mjøl í munninum um somu tíð - og úrslitið verður hareftir. jamii ——iiawewn ————————E——Ww—wiiicwi [ff pm ae