Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 43 - 4. mars 2003 Nr. 43 - 4. mars 2003 5 ØL Tíðindaskriv Føroya Bjór hevur nú gjørt av aftur at koma á markn- aðin við 1,25 litursfløskun- um við Gullølinum. Ølið í hesum plastfløsk- um heldur sær í fimm til seks mánaðir, og síðani á ólavsøku í 2001 hevur bor- ið til at keypt Veðraølið í hesum fløskum. Á jólum varð Jólaølið selt í hesum fløskum, og av tí at hetta var somikið væl umtókt, hevur bryggjaríið í Klaksvík gjørt av nú at lata Gullølið í hesar fløskur. Nú skal Brandur taka Danmark Útgávan av fløguni hjá Brandi Enni í Danmark er fram- skundað til 10. mars, og í døgunum áðrenn og aftaná skal før- oyski sangarin vitja í donskum sjónvarps- sendingum og syngja í Palads TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Nú verða øll segl sett fyri at fáa Brand Enni fram í Danmark. Unglingin av Tvøroyri verður fløguaktu- ellur í Danmark um eina góða viku, og tá skal hann eisini vera við í donskum sjónvarpssendingum. Sunnudagin 9. mars verður Brandur við í barna- sendingini hjá Bubber á TV 2. Her skal Brandur syngja og práta við Bubber. Hetta er sama sending, sum Brandur í fjør var við í. Hetta hevur gjørt, at út- gávan er framskundað nakrar dagar, og mánadagin 10. mars kemur fløgan hjá Brandi í sølubúðirnar í Danmark. Dagin eftir verður útgáv- an hildin við einum stórum tiltaki í Palads í Keyp- mannahavn. Har vera fjøl- miðlafólk, plátufeløg og onnur boðin innar at frætta nærri um føroyska popp- idolið, og Brandur skal eis- ini framføra nakrar sangir til hetta tiltakið. 13 sangir Mikumorgunin skal Brand- ur vera gestur í morgun- sendingini hjá TV 2, og iva- leyst verður nógv at síggja til hann í donskum fjøl- miðlum annars í sambandi við útgávuna. Útgávan hjá Brandi verð- ur kallað upp eftir sangar- anum sjálvum, og á fløguni vera 13 sangir, sum eru á enskum máli. Allir teir ensku sangirnir frá útgávuni Waiting in the Moonlight eru við, og har- afturat eru nakrir nýggir sangir við á fløguni, sum hava verið at hoyrt á kon- sertum og eru útgivnir á stakfløgum. Ein sangur, sum ongantíð hevur verið frammi áður, Boys from America, er eis- ini við á donsku útgávuni. Brandur Enni skal í næstu viku vera við í donskum sjónvarpssendingum, og hann skal eisini syngja á stórum tiltaki í Palads í Keypmannahavn Føroya Bjór Gull í stórum fløskum Løgmaður gongur undir Irak-samtykt Ein stórur meiriluti í løgtinginum gongur nú saman um at mót- mæla, at USA saman við m.a. Bretlandi gongur einagongd í einum møguligum álopi á Irak. Uttan fyri stendur Fólkaflokkurin við løgmanni á odda. An- finn Kallsberg lovar kortini at gera eftir einari samtykt hjá løgtinginum, men iv- ast, hvagar hann skal venda sær KRÍGSHÓTTAN Ingi Rasmussen Tað eydnaðist Javnaðar- flokkinum at fáa tríggjar aðrar flokkar á løgtingi at taka undir við einum upp- skoti um spentu støðuna í Irak. Sostatt er tað ein breiður meiriluti í løgting- inum, ið krevur, at eitt møguligt álop á Irak bert skal fremjast, um Sam- eindu tjóðir samtykkja tað. Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Javn- aðarflokkurin og Sjálvstýr- isflokkurin hava skrivað undir løgtingsmálið, ið hevur til endamáls at boða frá einari felags almennari føroyskari støðu til krígs- hóttanirnar í Miðeystri. Bara Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vilja ikki skriva undir fráboðanina. Uppskotið er stutt og ljóðar soleiðis: »Føroya Løgting staðfestir, at øll til- tøk til tess at fáa Irak og Saddam Hussein at ganga undir ST-samtyktirnar skulu góðkennast av ST. Samstundis heitir løgtingið á løgmann um at boða frá løgtingsins síðu«. ST skal stýra Teir fýra flokkarnir siga í viðmerking til uppskotið, at ST varð stovnað eftir seinna heimsbardaga til tess at fyribyrgja kríggi millum heimsins lond, og ST hevur í nógvum førum staðið sína roynd, tá heims- friðurin hevur verið í vanda. Uppskotstillararnir siga, at hetta er einasti pol- itiski felagsskapur, har allar heimsins tjóðir kunnu møt- ast og viðgera heimsviður- skifti av ymiskum slag. Men seinastu árini er valds- javnvágin í heiminum broytt munandi, soleiðis at eitt stórveldi, sum er USA, hevur stungið seg fram um øll hini. »Vit meta tað sera avger- andi fyri at varðveita heimsfriðin, at ST felags- skapurin verður varðveittur. Somuleiðis at ætlaðar neyðugar avgerðir ímóti londum, sum ikki ganga undir treytir, settar av ST, verða tiknar í ST høpi«, siga Sambands-, Tjóðveldis-, Javnaðar- og Sjálvstýrisflokkurin í sínum felags uppskoti til samtyktar. Sostatt eru tað bara sam- gonguflokkarnir, Fólka- flokkurin og Miðflokkurin, sum ikki hava undirskrivað uppskotið. Og tað er júst í Fólkaflokkinum, sum ikki stuðlar uppskotinum, at løgmaður ræður fyri borg- um. Ongin adressa Fólkaflokkurin hevur áður givið alment til kennar í einum brævi, at hann styðj- ar avgjørda politikkin hjá USA, sum streingir á at loypa á Irak fyri at fáa Sad- dam Hussain frá valdinum. Anfinn Kallsberg løg- maður ásannar, at Fólka- flokkurin hevur eina heilt aðra støðu til málið, enn teir fýra flokkarnir. Hann lovar kortini at ganga undir eina samtykt hjá løgtinginum. – Ein og hvør samtykt, sum løgtingið ger, skal um- sitast. Tað er mín leiklutur, og tað fari eg sjálvandi at gera, um eg veri biðin. Eg havi bara eitt sindur ilt við at síggja, hvar eg skal boða frá hasum, tí í uppskotinum er ongin adressa. Er tað ST? Ella eru tað tær mannagongdir, sum slík mál hava sambært heima- stýrislógini?, spyr Anfinn Kallsberg og sipar til, at so skal fráboðanin ganga umvegis Danmark. Løgmaður væntar kort- ini, at tað fer at koma fram undir viðgerðini í løgting- inum, men hann sigur seg ivast í, um Tjóðveldisflokk- urin og Sambandsflokkurin eru samdir. – Tað er neyvan av tilvild, at tað er so ógreitt orðað, sigur Anfinn Kallsberg. Løgin støða Løgmaður kann stostatt koma í ta støðu, at hann skal boða altjóða samfel- agnum frá einari støðu, sum gongur ímóti hansara persónligu og politisku sannføring. Kennist tað løgið? – Jú, tað kanst tú siga. Men hvat eg haldi, er ikki áhugavert í hesum føri. Løgmaður hevur skyldu til at umsita tann politikk, sum løgtingið samtykkir, og tað sleppi eg ikki undan, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður. 35 tingmál í evstu løtu LØGTINGIÐ Ingi Rasmussen Fríggjadagin var síðsta freist at handa løgtings- skrivsstovuni uppskot, sum skulu koma fyri løgtingið hesa tingsetuna. Ofta er stórur aktivitet- ur upp undir evstamark- ið hjá løgtinginum, og soleiðis var eisini hesa- ferð. 35 uppskot komu til løgtingsskrivsstovuna fríggjadagin, og tey vera alment løgd fyri løg- tingið í dag. Tey 35 upp- skotini býta seg soleiðis, at landsstýrið eigur tey 25 og andstøðan tey 10. Hjá landsstýrinum er fyrst og fremst talan um lógaruppskot, meðan andstøðuuppskotini bæði eru uppskot til samtyktar og lógarupp- skot. 35 løgtingsuppskot kunnu ljóða av nógvum, men hetta er heldur minni, enn tað onkuntíð hevur verið. Tað mesta, fólk minnast, var í 1997, tá yvir 100 uppskot vóru løgd fyri tingið á síðsta framløgudegi. Síðstu ár- ini hevur tað ligið um sama tal, sum í ár. Freistin at leggja upp- skot fyri tingið er annars 4. mars, men av tí, at tey skulu vera løgtings- skrivsstovuni tríggjar dagar frammanundan, var freistin at fáa tey av- greidd fríggjadagin. Er okkurt átrokandi á skránni, kunnu 17 ting- menn fáa eitt uppskot fyri løgtingið áðrenn ólavsøku. Uppskot til samtyktar »Føroya Løgting staðfestir, at øll tiltøk til tess at fáa Irak og Saddam Hussein at ganga undir ST- samtyktirnar skulu góðkennast av ST. Samstundis heitir løgtingið á løgmann um at boða frá løgtings- ins síðu«. Fakta Logarnir standa frá »stars and stripes« undir einari mótmælisgongu í Manama, høvuðstaðnum í Bahrain, har fimta flotadeildin hjá US Navy heldur til. 3000 fólk mótmæltu, at USA áhaldandi senda fleiri hermenn til Golf-økið Mynd: Reuters C M Y K 5 4