Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 43 - 4. mars 2003 Nr. 43 - 4. mars 2003 7 Kattakongur úr Avstralia Ein av kattakongun- um, sum varð kosin í KÍ høllini leygardagin, var avstraliudrongur- in Nick, sum er komin til Klaksvíkar sum skiftisnæmingur. Um- leið 600 fólk vóru til árliga tiltakið hjá Klaksvíkar Horn- orkestri TUNNUSLÁTTUR Orð: Solby A. Eliasen Myndir: Kl. Hornorkestur Klaksvík: Tíggju tunnur hingu uppi inni í høllini, og børnini vórðu býtt upp eftir skúla- aldri. Tað vil siga, at ein tunna var til tey undir skúla- aldur, tvær vóru til fyrsta flokk og síðani ein til hvønn flokkin upp til áttanda. Og so var ein tunna til fram- haldsdeildina, sum var rímu- liga væl umboðað til tunnu- slátturin henda dagin. Katta- kongurin hjá framhalds- deildini var ein drongur, sum er komin úr Avstralia sum skiftisnæmingur. Hann kom til Føroya mánadagin í sein- astu viku og gongur í Tekn- iska skúla. Hann fegnaðist um heiðurin at gerast katta- kongur hjá teimum elstu børnunum. Onkur av teimum undan- farnu árunum, hevur ongin næmingur í framhaldsdeild- ini verið at sligið, so tá hava páparnir tikið sær av tí tunnuni. Níggju onnur børn vórðu eisini kosin kattakongar henda dagin, og sum vinning fingu tey gullheiðursmerki og ein stóran posa av bomm. Øll børnini fingu annars ein pakka av bomm í part fyri teirra luttøku í tiltakinum. Tey vaksnu hugnaðu sær við einum kaffimunni, meðan børnini slóu tunnurnar. Eis- ini var eitt risastórt køku- tombola, har yvir 400 vinn- ingar vóru. Vinningarnir vórðu latnir av ymsum stuðlum, umframt, at limir í hornorkestrinum høvdu latið teirra part. Tíðin er farin frá at bomm verður fylt í tunnur- nar, tí royndir hava eisini víst, at tað verður alt ov rokaligt tá eini 4-500 børn tveita seg eftir bommunum, tá tunnan er farin í gólvið. Tað gekk ikki meira enn góður hálvur annar tími, so vórðu allar tunnurnar í gólv- inum. Síðani varð vakrasta grýlan funnin, og mynd tikin av øllum kattakongunum. Og eitt avbera væleydnað tiltak var komið at enda. Onkur hevði tó hug at fílast á, at tað bert var tann eina tunnan til børn undir skúla- aldur. Tað er ein breiður aldursbólkur, og eisini er tað stórur munur á, hvat eitt trý ára gamalt barn megnar og so eitt sum er seks ella sjey. So ta einu løtuna beint eftir, at slátturin var byrjaður, var sera ilt at fáa eyga á hvar røðin hjá teimum børnunum var. Men tað lagaði seg sjálvt eftir eina løtu, tí fleiri av teimum smæstu sláa bara ta einu ferðina, og so letur tað til, at tey ikki tíma meira. Frá Hornorkestrinum verður sagt, at tey lata væl at undirtøkuni fyri tiltakin- um, og hevur hon verið jøvn tey seinnu árini. Henda fitta grýlan varð kosin at vera tann vakrasta í høllini leygardagin Tíggju kattakongar fingu gullheiðursmerki og ein stóran pakka av bomm Grýlurnar vóru nógvar í tali og sera ymiskar. Tað var stuttligt at síggja, hvussu nógv fleiri høvdu gjørt burturúr Eini 600 fólk vóru til tunnuslátturin leygardagin í KÍ høllini Henda fitta gentan varð íklødd sum ein álvafljóð Guðrun Sólja Jacob- sen er framvegis ovast á 15 teimum bestu, har bólkarnir Mind’s Eye, Crashwave og Flux nú eru komnir upp í part við live- upptøkum Prixnum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Guðrun S. Jacobsen heldur seg aftur hesa vikuna framman fyri tær russisku genturnar í TATU, tá ið tað snýr seg um best umtókta sangin í landinum. Fram- førslan av Promise Me hev- ur rættiliga hugtikið føroy- ingar, og eisini tey ungu eru fallin fyri sanginum. Rockbólkurin Mind’s Eye streyk leygarkvøldið inn á 15 tær bestu við sang- inum Know my name, sum er ein live-upptøka frá inn- leiðandi umfarinum í Prixnum. Bólkurin er nú nummar 9 á listanum, og er hástøkk hesa vikuna. Aðrir royna seg Eisini Flux og Crashwave komu inn á listanum við sangum frá Prixnum. Skizo hjá Crashwaev er nummar 12, og Ticket for life hjá Flux er nummar 13 á listan- um hesa vikuna. Umframt hesar sangir er Skótin á Bø eisini á 15 teimum bestu, hesa vikuna er hann nummar 11. Tríggir aðrir Prix-bólkar hava ein eykasang við á hit- listanum hjá Útvarpinum hesa vikuna. Talan er um S . C . A . T . G . O . H , onkikanndiskuterast.alt kann og Side Effect. Prix-bólkar inn á hitlistan Guðrun S. Jacobsen er aftur hesa vikuna framman fyri russisku genturnar í TATU á okkara hittlista, 15 tær bestu Erland Viberg Joensen, cand. mag. skal verja Ph. D. ritgerð um Lossingarmenn í Havn fríggjadagin PHD RITGERÐ Tíðindaskriv Fríggjadagin 21. mars 2003 fer Erland Viberg Joensen, cand. mag. at verja Ph.D.-ritgerðina »Lossingarmenn í Havn« við Fróðskaparsetur Før- oya. Í dómsnevndini hava sitið Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri, Ph.D., Jonathan Wylie, profess- ari, Ph.D., við Massachu- setts Institute of Techno- logy og Elisabeth Vester- gaard, granskingarleiðari, Ph.D., við European Science Foundation í Strasbourg. Sjálv verjan, sum er almenn, fer fram í høllini á Føroya Sjómansskúla. Byrjað verður klokkan 13.00. Ritgerðin “Lossingar- menn í Havn” liggur al- ment frammi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróð- skaparsetrinum frá fríggjadegnum 28. feb- ruar 2003. Hon verður eisini at fáa til keyps í bókabúðunum í næstum. Føroya Fróðskaparfelag gevur bókina út sum Supplementum nummar XXXVII til Fróðskapar- rit. Bókin fer at kosta 280,- krónur. Nýggi kunningaleið- arin í Vágum hevði sín fyrsta arbeiðsdag mánadagin. Fyrsta takið verður at læra oynna at kenna, sigur hann KUNNING Edvard Joensen Vágar: Nýggi leiðarin á Kunningarstovunik í Mið- vági, Terji Nielsen, hevði sín fyrsta arbeiðsdag mána- dagin. Nýggi leiðarin er settur í starv av Felagnum Vágar og skal vera leiðari á Kunn- ingarstovuni í Vágum. Kunningarstovan er samtak millum øll vinnufeløg, her undir ferðavinnuna, í oynni, sum eru skipað í Felagið Vágar. Terji Nielsen er 31 ára gamal og ættaður úr Havn. Hann hevur fortíð í ferða- vinnuni, har hann hevur arbeitt í eini trý á hjá Smyril Line. Millum annað á incoming deildini hjá felagnum. Hann er útbúgv- in lærari, og hevur seinastu tíðina arbeitt sum lærari í Danmark. Terji Nielsen, sigur við Sosialin, at hann nú fyrst av øllum má læra oynna at kenna, áðrenn hann kann fara undir at selja hana. Tí tað er tað, hann skal. Ein av uppgávunum hjá nýggja kuningarleiðaranum verður at samskipa tiltøk av ymsum slagi, sum vera í Vágum. Tað verið seg bæði fyri ferðavinnu og handils- lív. Ítróttarfeløg og hvat nú vera kann, sigur Terji Nielsen Kunningarstovan hevur higartil hildið til í Komm- unuhúsinum í Miðvági, og tað verður eisini her, Terji Nielsen fer at starvast fyrstu tíðina. Tí arbeitt verður við ætlanum um at flyta. Miðvágs Kommuna hevur sjálv brúk fyri hølun um, og eisini verður hildið, at tað er í so trongligt, har Kunningarstovan nú heldur til. Væntandi verður avgjørt í hesi vikuni, hvar nýggju hølini hjá Kunningarstov- uni vera. Kunningarleiðarin í Vágum byrjaður Onkur postur lá fyri nýggja kunningarleiðarnum, tá hann møtti til arbeiðis mánamorgunin Mynd: Edvard Joensen Erland skal verja Ph.D. ritgerð C M Y K 7 6