Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 43 - 4. mars 2003 Nr. 43 - 4. mars 2003 9 Sunnudagin 9. mars fer danska barna- stjørnan Razz at hava barnadiskotek í Føroyum. Hann fer at upptraðka bæði í Havn og í Fuglafirði. Razz er kendur í Dan- mark fyri at vinna bæði tað danska og tað norðurlendska barnagrandprixið BARNASTJØRNA Ingrid Bjarnastein 13 ára gamli Rasmus, ella Razz, sum hann verður kallaður, fer nú at leita vegin fram til Føroya. Hann gjørdist av álvara kendur í Danmark seinasta ár, tá hann vann bæði tað danska og tað norðurlendska barnagrandprixið. Sunnudagin tann 9. mars bjóðar Razz, sum bæði rappar og syngur, øllum føroyskum børnum í barna- diskotek. Razz fer tá á pall í Platform í Havn og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta er fyrsta ferðin 13 ára gamli danin er í Føroyum. Barnastjørnan hevur eisini eina fløgu klára við 14 løgum. Sagt verður, at fløgan inniheldur øll møgu- lig tónleikasløg. Longu áðrenn barna- grandprixið hevði Razz verið í fýra sjónvarpssend- ingum, har hann upptraðk- aði bæði sum Michael Jackson og Elvis. Lagið, sum hann vann Grand Prixið við, Kick- flipper, hevur selt umleið 90.000 fløgur við fyrstu fløguni við sama navni. Nú gevur unglingin næstu fløguna út. Hon eitur »Kast dine hænder op«. Komandi skúlaár verða heili seks flokkar í Tórshavnar Kommunuskúla uttan heimastovu. Pláss- trotið er stórt, og at ætlaði skúlabygning- urin ikki verður lið- ugur 1. desember sum ætlað, ger málið bara verri SKÚLI Ingrid Bjarnastein – Vit hava fingið at vita, at útbyggingin fer helst at taka eitt sindur longri tíð enn ætlað, tí nú er alt ikki heilt í lagi við byggingini, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla. – Hetta kann tykjast sum ein øvugt mannagongd. Plásstrotið á Kommunu- skúlanum er stórt. Kom- andi skúlaár verða tað heili seks flokkar, sum ikki fara at hava eina heimastovu. Men samstarvið við Til- haldið fer at halda fram, sigur Hanus Joensen. – Vit hava eina avtalu um, at tveir flokkar sleppa at vera har niðri inntil skúlin er liðugur útbygdur. Og nú verður taðhelst longri enn ætlað. Tað er ein trupulleiki, men tað ber til at strekkja tolið, tá ein veit, at tað verður gott, tá alt er liðugt. Hanus Joensen sigur, at tíðin komandi árið á skúl- anum verður stríggin, tí sera trongligt er inni. 600 næmingar koma at ganga í Tórshavnar Kommunu- skúla komandi skúlaár. – Hesi børnini koma nú heldur ikki úr bláari luft. Vit hava vita av tí leingi. Skúlarnir eru allir fullir í býnum, og tað er torført at finna pláss. Hanus Joensen sigur tó, at umstøðurnar í tilhaldin- um eru hampuligar og ein kann liva við teimum, men leggur tó dent á, at tað er nú einaferð bara í eina av- markaða tíð. – Tey hava Grasagarð, har tey kunnu vera í fríkort- erinum. Skúli var jú í til- haldinum í síni tíð, men stovurnar eru smáar. Annar a og annar b eru niðri í Til- haldinum í løtuni, men enn er ikki avgjørt, hvør skal oman har komandi skúlaár. Razz hevur barnadiskotek Seks heimleysir flokkar Kommunuskúlin skuldi 1. desember í ár fáa nýggjan bygning til fyrsta og annan flokk. Men av tí, at útbyggingin nú er steðgað, verður plásstrotið komandi skúlaár uppaftur størri enn væntað Nýggj nevnd í Føroya Blað- mannafelag Leygardagin hevði Føroya Blaðmanna- felag aðalfund. Nýggj nevnd er vald, og eisini hevur fel- agið fingið nýggjan formann AÐALFUNDUR Ingrid Bjarnastein Føroya Blaðmannafelag hevði leygardagin aðal- fund í Hornahúsunum í Havn. Formaðurin tvey tey seinastu árini, Jústinus Ejdesgaard legði frá sær, og skuldi eisini nýggj nevnd veljast. Bara eitt uppskot til nýggjan formann var, og var tað Edvard Joensen. Hann var eisini valdur, og í nevndina komu Ingolf Olsen og Bjørt Samuel- sen, meðan tiltakslimirnir eru Kalmar Lindenskov og Helgi Jacobsen. Øll nevndin er nývald. Edvard Joensen er nýggjur formaður í Føroya Blaðmannafelag – Lønarsamráðingar eru um at fáa rættvísa løn fyri arbeiðið, men skattalættin er nakað heilt annað, sigur formaðurin í Starvs- mannafelagnum LØNAR- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen Starvsmannafelagið heldur fast við, at tað fer ikki at ávirka lønarkrøvini í sam- ráðingunum í heyst, at skatturin verður lækkaður. Orðini frá Landsstýris- manninum í fíggjarmálum í Sosialinum í farnu viku um, at hann ivaðist ikki í, at skattalættin, sum ætlanin er seta í verk, fer at føra við sær, at lønarkrøvini fara at verða eitt sindur linari, enn tey annars høvdu verðið. Men formaðurin í Starvs- mannafelagnum endurtekur einaferð enn, at skattalættin fær onga sum helst ávirkan á lønarkrøvini. – Eg taki skattalættan sum eitt tekin um, at Løgtingið hevur tikið ov nógv inn frá borgarunum og einki ann- að. Og tað er sjálvsagt kær- komið at fáa ein skatta- lætta. – Men tað er ein spurn- ingur um at blanda ymisk viðurskifti saman. – Lønarsamráðingar hava onki við skattapolitikk at gera. Lønarsamráðingar snúgva seg um at fáa rætt- vísa løn fyri arbeiðið og onki annað. Tí fer skattalættin ikki at ávirka lønarsamráðingarn- ar. Annars er formaðurin í Starvsmannafelagnum ikki heilt vísur í, at skattalættin fer at geva so nógv, sum útrokningarnar hjá fíggjar- málaráðnum vísa, tí tað eru ymsar meiningar um tað. Hann sigur, at hann fer ikki at gera viðmerkingar til tað, fyrrenn Starvs- mannafelagið hevur gjørt sínar egnu útrokningar. Gongdin er móti brúkaragjøldum Karsten Hansen er heldur ikki samdur í tí, sum fakfel- øgini føra fram um, at brúkaragjøldini, sum eru sett í gildi, fara kanska at føra til enn størri lønarkrøv, tí hann heldur, at tað eru ongi brúkaragjøld sett í gildið uttan at sjónvarps- gjald og ferðaseðlaprísir eru hækkaðir, umframt okkurt annað - men at tað er ein avleiðing av, at løn- irnar eru hækkaðar. – Vit vita, at nøkur brúk- aragjøld eru hækka. Men vit vita eisini, at politiski boðskapurin er, at fleiri og fleiri øki skulu privatiserast og tað fer at føra við sær fleiri brúkaragjøld. Tað er ein politiskur veruleiki, sum ikki ber til at burtur- forklárast. Hetta fer at føra til, at gjøld, sum vit øll hava verið felags um umvegis skattin, nú skulu leggjast á hvønn einstakan av okkum. – Eg kann veita fulla vissu fyri, at ongin sum helst ætlan er um at leggja fólka- skúlan undir kommunurnar at umsita, sigur Høgni Hoydal, sum umsitur Kommunumál í Landsstýrinum SKÚLAMÁL Áki Bertholdsen – Tað er ongin sum helst ætlan yvirhøvur um at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at umsita. Høgni Hoydal, landsstýr- ismaður í kommunumálum afturvísir upp á tað harð- asta, at ætlanin er at leggja fólkaskúlan undir komm- unurnar at umsita. Hann hevur eisini hoyrt søgur um, at ætanin er at leggja fólkaskúlan undir kommunurnar at umsita, men hann veit ikki, hvussu hesar søgurnar eru íkom- nar. Tí hann leggur dent á, at tað er als onki í teimum. Hann sigur, at tað er ongin loyna, at Landsstýrið ar- beiðir fyri, at leggja fleiri málsøki út til kommunurn- ar at umsita. – Tað er okkara heilt greiði politikkur, at fleiri øki skulu leggjast undir kommunurnar at umsita. Men tað skal vera fult samsvar ímillum fíggjarliga ábyrgd og avgerðarrættin. Tað er eisini heilt greitt, at frá fyrsta degi skulu umboð fyri kommunurnar vera við í arbeiðum. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tað er eisini tann heilt greiði politikkurin, at kommunurnar skulu ikki tvingast at leggja saman við lóg. – Vit leggja ábyrgdarøki út til kommunurnar og so mugu tær sjálvar finna út av at samstarva um at umsita hesi økini. Eldraøkið brúkast til barometur Spurningurin er so, hvørji øki skulu leggjast undir kommunurnar at umsita? Høgni Hoydal sigur, at fleiri álit eru gjørd um, hvørji øki kunnu leggjast undir kommunurnar at um- sita. – Fyribils hava vit bara tikið avgerð um, at eldra- økið skal undir kommun- urnar. Og fyrrenn vit vita, hvussu tann royndin hepn- ast, verður avgerð ikki tikin um nakað sum helst annað. Hann sigur, at eldraøkið fer at seta stór krøv til um- sitinginga hjá kommunun- um, tí tær skulu bæði hava fyrisiting, skipanir í sam- bandi við roknskap og løn- arútgjaldingar o.s.fr. – Eldraøkið er eitt stórt øki og tað er júst tí, at vit hava gjørt av at byrja við einum stórum øki, tí júst eitt stórt øki setir stór krøv til kommunurnar. – Eldraøkið verður royndarsteinurin at vita, hvussu tað hepnast. Og tá ið vit hava fingið tað at hepnast, verður støða tikin til onnur øki. Høgni Hoydal sigur, at hann hevur boðað frá, at ongin sum helst avgerð verður tikin um at leggja onnur øki undir kommun- urnar at umsita, fyrrenn vit hava royndirnar frá eldra- økinum, tí júst eldraøkið fer at føra við sær, at kommunurnar fáa ein fyri- sitingarligan førleika at umsita tey ymsu økini. – Og tá hava vit heilt aðr- ar fortreytir at viðgera støð- una útfrá og tá kunnu vit viðgera støðuna utfrá ítøki- ligum royndum. – Men vit hava eisini boðað frá, at ongi øki eru útihýst frá at verða løgd undir kommunurnar at um- sita og sostatt kunnu øll øki koma upp á tal. – Sostatt er fólkaskúlin heldur ikki útihýstur frá at verða lagdur undir komm- unurnar. Men tað er ikki tikin støða til tað yvirhøvur. Hann sigur, at í teimum álitum, sum eru gjørdar, stendur eisini fólkaskúlin nevndur sum eitt málsøki, ið kann verða lagd undir kommunurnar. – Men fyrrenn vit vita, hvussu royndirnar av eldra- økinum verða, taka vit ikki støðu til nakað av hinum málunum, sum eru nevnd í álitunum. Mál skulu út Høgni Hoydal sigur, at hansara prinsipilella mein- ing er, at tey øki, sum snúgva seg um tænastur í nærsamfelagnum, eiga at verða løgd undir kommun- urnar, tí tað hevur nærsam- felagið bestan kunnleikan um. – Tað verður hesin hug- burður, sum ger av, hvørji øki verða løgd undir kommunurnar og ikki, hvussu øki eitur. – Men tað skal gerast eftir eini greiðari ætlan, har fíggjarlig ábyrgd og av- gerðarrættur fylgist, so at onki samanbland verður ímillum land og kommunu. Hann vísir á, at ímeðal eldraøkið var ein saman- blanding av landi og kommunum, var tað for- sømt so tað munar, tí alt ov lítið varð gjørt. – Men síðani kommun- urnar eru farnar at átaka sær ábyrgdina, er nógv hent og tað vísir, at kommun- urnar eru nógv betri førar fyri at umsita tey málsøkini og at veita borgarunum eina nógv betri tænastu, enn hann hevði framman- undan. Skattalættin er kærkomin men krøvini verða tey somu Høgni Hoydal manar spøkilsi aftur í jørðina Tað hevur onga ávirkan á formannin í Starvsmannafelagnum, at Karsten Hansen dyrgir eftir, at hann skal slaka í lønarkrøvunum afturfyri skattalættan, sum ætlanin er at seta í verk. Skattaløtti og lønarsamráðingar eru heilt hvør sítt mál, sigur Gunnleivur Dalsgarð – Fyrrenn vit vita, hvussu royndin hepnast at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita, verður ongin støða tikin til at leggja onnur málsøki undir kommunurnar yvirhøvur C M Y K 9 8