týsdagur 4. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 43 - 4. mars 2003
Nr. 43 - 4. mars 2003
11
Línumenn eru í øðini
um, at gamla Ågot
kemur aftur í flotan.
Tá skipið fer til
fiskiskap, fer tað at
økja veiðitrýstið við
40 prosentum og fer
eisini at taka
fiskidagar frá øðrum
línuskipum, siga teir
FISKIDAGAR
Edvard Joensen
Fiskivinnuumsitingin tekur
støðið undan fiskidaga-
skipanini við at ganga beint
í móti ætlanini við fiski-
dagaskipanini.
So avgjørdir eru bæði
formaðurin í felagnum
Línuskip og formaðurin í
vinnunevndini hjá Løgting-
inum. Beinleiðis orsøkin til
úttalilsini er tann, at línu-
skipið Ågot er komið aftur í
flotan, eftir at tað varð
strikað úr skipaskráseting-
ini í november 2001.
Línuskipið
Ågot
úr
Klaksvík varð í november
2001 strikað úr skipaskrá-
setingini og selt norskum
felag, sum aftur seldi eigar-
unum av Ågot annað skip í
staðin.
Nú hevur felagið Nakkur
í Klaksvík keypt Ågot aftur
frá norska felagnum og ger
tað út til fiskiskap undir
Føroyum. Fiskiloyvið er
fingið við at leggja loyvini
hjá linuskipinum Skørini
og útróðrarbátinum Barin-
um saman. Talan er um eina
øking á veiðitrýsið við um-
leið 40 prosentum.
Fiskiloyvi hjá Barinum er
beinleiðis úr útróðrarflot-
anum, meðan Skørin, tá
hon kom til Klaksvíkar av
Toftum, eisini fekk eitt út-
róðrarloyvi. Skørin varð
nevniliga keypt uttan fiski-
loyvi.
Rólant Poulsen, formað-
ur í felagnum Línuskip,
sigur, at talan er beinleiðis
um undirgraving av fiski-
dagaskipanini. Og hann fær
viðhald frá formanninum í
vinnunevnd Løgtingsins,
Henriki Old.
– Beinleiðsi fylgjan av
hesum verður, at tá fiski-
dagar skulu býtast av
nýggjum á ólavsøku, fer at
mangla í hjá línubátunum,
og allir fara at merkja ein
niðurskurð, sigur Henrik
Old.
Eisini Meginfelag Út-
róðrarmanna mælir í móti
hesum
ávísa
málinum.
Meginfelag Útróðrarmanna
og Felagið Línuskip fara
sum ein maður at berjast í
móti hesi gongdini, siga
báðir formenninir.
Ført hevur verið fram í
hesum málinum, at Anfinn
Kallsberg, løgmaður, sum
umsat fiskivinnumál eitt
skifti í vetur, hevur staðið
aftan fyri hetta ávísa skipa-
málið. Men Anfinn Kalls-
berg sigur í stuttari við-
merking, at hann hevur als
ikki verið uppi í hesum
málinum yirhøvur. Talan er
um eina tilsøgn, sum givin
er fyri umleið einum ári
síðan, sigur hann.
Meira verður at frætta frá
málinum í komandi blaði
Sandavág Kommuna
hevur sett leiðari til
nýggja dagstovnin,
sum letur upp í vár
DAGRØKT
Edvard Joensen
Sandavági:
Sandavágs
Kommuna hevur sett Her-
vør Olsen sum leiðara á
nýggja dagstovninum í
Sandavági.
Hervør Olsen er útbúgvin
pedagogur og hevur eisini
leiðsluroyndir sum slík.
Hon er ættað úr Sandavági,
men býr í løtuni í Nykøb-
ing á Sjællandi. Familjan
flytir til Føroya, nú Hervør
skal taka við nýggja starv-
inum í Sandavági.
Tað vóru fýra umsóknir
til starvið sum leiðari fyri
nýggja dagstovninum hjá
Sandavágs
Kommunu.
Leiðarin fyri verandi dag-
røktini, sum nú verður nið-
urløgd, var ikki millum um-
søkjaranar,
sigur
Rósa
Samuelsen, borgarstjóri í
Sandavági.
Nú nýggi dagstovnurin
verður tikin í brúk og ver-
andi dagrøktarskipan verð-
ur niðurløgd, eru allar dag-
røktarmammurnar
upp-
sagdar. Men í næstum verð-
ur søkt efir fólki til nýggja
stovnin, og so stendur teim-
um sjálvandi frítt at søkja á
jøvnum føti við øll onnur.
Rok um fiskiloyvi
Gamla Ågot kemur nú aftur
í flotan undir navninum
Jógvan S. Skipið fer at økja
veiðitrýstið við umleið 40%
Mynd: Solby Eliasen
BARNAROK
Argja Skúli
Fríggjadagin 7. og leyg-
ardagin 8. mars verður
barnarok á Torginum í
SMS. 9.a úr Agja Skúla
skipar fyri.
Her verður bóltakast,
bommtombola, loppu-
marknaður, andlitsmál-
ing og nógv annað á
skránni.
Sera forvitnislig verð-
ur
hundakappingin
fríggjadagin, sum Bibi
Haraldsen skipar fyri.
Her verður kappast um
størsta, minsta og best
røktaða hund. 3 steyp
verða at vinna. Luttøkan
er ókeypis. Neyðugt er
at melda til áðrenn
fríggjadagin kl. 12 á
telefon 511150.
Eisini er barna-sumo
kapping leygardagin har
børn verða ílatin sumo-
draktir. Tað kostar 10 kr.
í part at taka lut. Tað er
ikki neyðugt at melda til
framman undan
Skrá:
Fríggjadagin 7. mars
kl. 10 byrjar tiltakið
kl. 11 andlitsmáling
kl. 14 tak eina mynd av
barni tínum og Angelu
kl. 16 Líggjas og Flóvin
úr Deja Vu upptraðkar
kl. 17 hundakapping
Leygardagin 8. mars
kl. 10 byrjar tiltakið
kl. 11-13.30 barna-sumo
kapping
kl. 13 Líggjas og Flóvin
úr Deja Vu upptraðkar
Barnarok í SMS
Dagstovnaleiðari settur
í Sandavági
Nýggi dagstovnurin í
Sandavági, sum fer at hýsa
bæði barnagarði og
vøggusovu, verður liðugur at
taka í nýslu einaferð seinni í
vár
mynd: Edvard Joensen
Tríggjar tær vakr-
astu grýlurnar fingu
ein sodavatnskassa í
part
FØSTULÁVINT
Vilmund Jacobsen
Barnatiltakið í Mentan-
arhúsinum í Fuglafirði
seinasta leygardag eydn-
aðist sera væl og tey um-
leið 300 børn og vaksin,
sum komin vóru saman
at hyggja at Angelu og
klovninum,
Hannibal,
hugnaðu sær óført.
Flestu børnini komu í
grýluklæðum, og tað var
ikki sørt, at onkur vaksin
eisini hevði pyntað seg
eitt sindur.
Tey eru ófør
Tiltakið byrjaði við, at
Angela
og
Hannibal
høvdu sína framførslu,
sum vardi ein tíma ella
so.
Samson Nesá, sum
starvast í Mentanarhúsin-
um, sigur, at børnini vóru
ógvuliga hugtikin av
teimum báðum.
- Tey høvdu eina góða
og undirhaldandi fram-
førslu, og tað er áhuga-
vert at síggja, at Angela
og Hannibal ikki standa í
stað, men broyta seg alla
tíðina, sigur hann.
Barnatiltakið í Ment-
anarhúsinum vardi einar
tveir tímar tilsamans.
Børnini fingu føstulá-
vintsbollar og sodavatn,
og tey vaksnu fingu
kaffi.
Børnini hugnaðu sær
óført...
Tríggjar tær vakrastu
grýlurnar fingu ein kassa
av sodavatni í part frá
Faxe, sum Poul Michel-
sen umboðar.
Atgongumerkini
til
barnatiltakið kostaðu 50
kr.
Onnur tiltøk
Men
Mentanarhúsið
hevði eisini nógv onnur
tiltøk á skránni í viku-
skiftinum.
Stórt, kalt borð var
leygarkvøldið, og seinni
var 60-ára dansur við
Silly Boys og Thunder-
birds.
Sunnudagin var vísu-
konsert við Stanley Sam-
uelsen og Hanusi G. Jo-
hansen.
- Tunnan, sum verður
sligin á sjónum, skal
ikki styrkjast, men av
misgávum varð hon
styrkt í ár, sigur for-
maðurin í Tórshavn-
ar Froskmannafelag,
Heri Andreassen
FØSTULÁVINTSTILTAK
Vilmund Jacobsen
Leygardagurin fyri føstu-
lávint er ein stórur dagur
hjá
Tórshavnar
Frosk-
mannafelag. Í fleiri ár und-
an føstulávint hava limir í
felagnum og onnur, sum
hava átt ein froskmanna-
búna, sligið tunnu við
Bursatanga.
Soleiðis var aftur í ár.
Eini 25 menn og kvinnur
hugnaðu sær soleiðis sein-
asta leygardag við tunnu-
sláing.
Heri Andreassen, for-
maður í Tórshavnar Frosk-
mannafelag, sigur, at tað er
fastur táttur, at Brandstøðin
kemur oman á bryggjuna
við bili og syrgir fyri, at
tunnan hongur, har hon
skal, tá ið tunnusáingin
byrjar.
- Væl av fólki plagar at
hyggja at, og soleiðis var
eisini í ár. Men áskoðara-
talið avhongur av veðrin-
um. Fyrrapartin leygardag-
in var meira illfýsið, men
sum leið um middag, gjørd-
ist veðrið betur og fólk, ið
vóru komin oman at hyggja
at, hugnaðu sær saman við
froskmonnunum.
Tunnan ov sterk
Heri sigur, at tað tók langa
tíð at bróta tunnuna.
- Tunnan, sum verður
sligin á sjónum, skal ikki
styrkjast, men tað høvdu
teir gjørt, ið høvdu riggað
hana til. Vit plaga eisini at
sláa tunnu eftir nátturða
hendan sama dagin, men tá
er tað uppi á turrum. Hetta
tiltak fer fram í garaguni,
sum vit hava. Av misgávum
vórðu
báðar
tunnurnar
styrktar.
Heri sigur, at tað eydnað-
ist froskmonnunum umsíð-
ir at fáa tunnuna niður, men
tað tók langa tíð. Katta-
kongur
gjørdist
Símun
Klein, og hann fekk eitt so-
nevnt barnasett við fitjum,
masku og snorkli.
- Tað er ikki av tilvild, at
vinningurin er eitt barna-
sett. Vit plaga at vera í
svimjihøllini mikukvøld,
og tá hava við eisini børnini
við, sigur hann.
Hevur 150 limir
Tórshavnar Froskmanna-
felag hevur umleið 150
limir. Flestu eru úr høvuðs-
staðarøkinum, men felagið
hevur eisini limir úr øllum
landinum.
- Vit húsast á loftinum á
gamla Reinsarínum yvir av
Sjómansheiminum í Havn.
Ein garaga er íbygd gamla
handilin hjá Waldemari
Lützen, og her hava vit
nýggja bátin, vit eiga, sigur
Heri Andreasen, formaður í
Tórshavnar Froskmanna-
felag.
Tað var eisini í garaguni
hjá felagnum, at tunnuslá-
ingin fór fram eftir, at
froskmenninir vóru lidnir á
Bursatanga.
Tunnan hjá froskmonn-
unum alt ov sterk
Væleydnað
barnatiltak í
Mentanarhúsinum
Tunnusláingin við Bursatanga er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Froskmannafelag.
Mynd: Finnur Justinussen
Tað er óføra stuttligt at hyggja at, meðan froskmennnir hugna
sær.
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
11
10