týsdagur 4. mars 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 43 - 4. mars 2003
Nr. 43 - 4. mars 2003
13
Eitt tað mest skrivaða og brúkta orðið í føroysku miðlunum
nú í longri tíð man vera tunnil. Vágatunnil, Norðoyartunnil,
Øravíkartunnil og nú Gud hjálpimeg eisini Toftatunnil. Tað
er líkasum komið inflatión í hetta við tunlum og er tað
kanska ikki heilt óføroyskt heldur. Vit kenna tað so væl aftur
úr søguni: tá ein skuldi fara í gongd við okkurt, so vildu fleiri
aðrir sleppa at gera tað sama, tað verið seg innan vinnulív,
handil "You name it".
Nýggjar tíðir – peningaliga og tøkniliga – hava við sær
nýggjar avbjóðingar. Fyri bert fáum árum síðani var tað einki
minni enn ørvitistos og ábygdarloysi at taka undirsjóvar-
tunlar uppá tunguna. Og tá kreppan gjørdi um seg vóru vit
føroyingar av donskum miðlum og politikarum skýrdir ørir
og ábyrgdarleysir fyri at hava bygt teir mongu tunlarnar á
landi. Í dag hevur pípan fingið annað ljóð. Nú verður kappast
um at raðfesta tunlar, og seinasta skotið á stammuni er ein
ella kanska tveir undirsjóvartunlar millum Eysturoynna og
Streymoynna.
At hava visiónir og at brúka tøl til tess at rationalisera og
effektivisera eitt samfelag úr enda í annan er væl ikki skeivt.
Tað er náttúrligt. Tað verður sagt so oftani, at vit kunnu ikki
steðga útviklinginum. Spurningurin er tó eisini, hvønn
útvikling, menning vit ynskja. Henda vegin ella handa vegin.
Hvussu vilja vit brúka skattapengarnar osfr.
Í dag eru flestu føroyingar fegnir um, at vit hava fingið
Vágatunnilin. Hóast vit í løtuni ikki kenna allar tær positivu
og negativu avleiðingarnar av hesum nærsagt unduri, so
tykjast flestu okkara nøgd. Ikki minst tí tað er skjótari og
lættari at koma til og frá flogvøllinum. Semja tykist eisini
vera um tað skilagóða í at gera tunnil undir Lorvíksfjørð, og
í Suðri eru tey á einum máli um, at ein tunnil má gerast aftrat
har eisini.
So kemur Toftatunnilin. Tøl og útrokningar síggja bjørt og
skilagóð út, tað verður skjótari og lættari at ferðast til og frá
høvuðsstaðnum, og samfelagið sparir harvið orkuútreiðslur.
So far so good sum tikið verður til. Men hvussu við tí økta
trýstinum á høvuðsstaðin, sum ein av borgarunum í býnum,
Hallur Hjalgrímsson so rætt nemur við í grein í bløðunum!
Hvat verður gjørt fyri at forða fyri, at allir teir mongu tunlar-
nir ikki skapa uppaftur størri ferðslukaos í høvuðsstaðnum!
Hallur vísir skilagott og beinrakið á tað ómetaliga trýst, sum
longu er á býin úr øllum ættum. Økta ferðslan setir proppar
í alla staðni, havnarborgarar sleppa ikki í barnagarð, skúla og
til arbeiðis rættstundis. Hvussu verður stætt fáa vit nú eisini
undirsjóvartunnil millum størstu menningarplássini í
landinum, høvuðsstaðarøkið og Eysturoynna. Vit mugu hava
eitt breitt alment orðaskifti um hesar spurningar heldur
Hallur og hesum kunnu vit taka fult undir við. Vit hava
eisini á hesum stað sóknast eftir orðaskifti um trygd og
ferðslumentan í kjalarvørrinum á undirsjóvartunlum. Men
lítið røkist fyri, at ikki minst avvarandi myndugleikar vilja
brúka orku til tað. So tað er sum tað plagar: tað skal also
henda ein stór vanlukka, áðrenn tungan kemur á glið.
Tað kann sjálvandi eisini koma inflatión í orðaskifti, men
kortini er tað ein av lunnunum undir menningini – har vit
brúka royndir og sunna fornuft og miðvísa landsplanlegging
til at seta út í kortið framtíðar útviklingin. Men tað kemur
ikki altíð av sær sjálvum. Tað góða – tað skilagóða – orðið er
tað, sum skal føra okkum á mál – á tað skilabesta málið.
Hervið taka vit Hall á orðið og bjóða okkara lesarum til at
debatera ætlanina við tí nýggjasta tunnilsprojektinum. Eisini
um teir møguleikar slíkt kann geva so sum at tung ferðsla
kann leggjast uttan um Havnina og nakað av virkseminum
kann flytast út um høvuðsstaðin. Gott orðaskifti. Og gott í
teg, sum legði upp til tað.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tunlatíðir og hvat so!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Lat meg byrja við at siga, at
tað eru nakrar viðmerking-
ar ella pástandir sum ikki
eiga, ella skulu verða svar-
aðir, men eg havi lisið nak-
að av tí, tygum hava skrivað
fyrr, og havi eg altíð hildið
tað verið væl undirbygt.
Undirritaði hevur kanska
ein veikleika í so máta, at
gerast eitt sindur keddur
ella illur, tá undirritaði
verður ákærdur at fara lætt
um sannleikan, og at verða
kallaður lygnari, tað haldi
eg ikki, eg havi uppiborið
frá nøkrum, og heldur ikki
tygum. Mítt fremasta mál
sum politikari hevur verið,
er, og vil altíð verða, »sann-
leiki og rættvísi«.
Lat meg skera tað út í
papp enn einaferð, hvat
undirritaði segði í greinini,
sum tygum heftu tygum við
»Skotland er limur uttan at
verða sjálvstøður« hettar
haldi eg fast við at hettar er
rætt, tí at eg veit, at soleiðis
er tað.
Lat okkum so hyggja eft-
ir, hvat tygum siga »Skot-
land hvørki er ella hevur
nakrantíð verði sjálvstøð-
ugur limur í ES.
Undirritaði hevur, sum
víst er á, ongantíð sagt at
Skotland er sjálvstøðugur
limur í ES, men haraftur-
ímóti segði undirritaði at.
»Skotland er limur uttan at
verða sjálvstøðugur«.
Síðani siga tygum í end-
anum á greinini, at hettar er
ikki fyrstu ferð, at Kaj Leo
Johannesen tvætlar í fjøl-
miðlunum, tað ger hann
eisini, tá hann t.d roksaði
um skotska mjólk.
Tað kann væl verða, at
undirritaði tvætlar í fjøl-
miðlunum, tað kunnu onn-
ur døma um, men um tyg-
um kunnu grundgeva fyri,
heilt konkret, hvat undirrit-
aði tvætlaði um, tá talan er
um mjólk, so kundi eg
møguliga eisini rættað tær
misskiljingarnar av veg-
num, tí eisini við mjólkini
veit undirritaði, at hann
hevði rætt.
Víðari siga tygum, at
skotska parlamentið er
nærmast ein joke, nú kenni
eg ikki skotska parlamentið
innanifrá, tað hevur sum so
heldur einki við meg at
gera, men eg kenni tað
skotska fólkið, tað er eitt
tað stoltasta fólkið í heim-
inum, uttan at hava tíni kri-
teriu fyri sjálvstýri ella
fullveldi.
Tygum kalla meg lygn-
ara, tað er burturvið og ein
umbering hevði verði upp á
sítt pláss, men sum sagt, eg
kenni tygum ikki, so eg fái
ikki gjørt meira enn hesi
fátæku orð.
Eg fari at enda við at
ynskja tygum alt tað besta
framyvir.
Palli Jacobsen
Við ítróttarkvøðu
Er tað rætt, at lata Jarnbard
umboða Føroyar á Scilliy-
oyggjunum í ár
Tá kappingin var av sein-
asta summar, var Jarn-
bardur við kvinnum besti
bátur fyri summarið og
harvið tann bátur, sum
skuldi umboða Føroyar á
Scillyoygginum.
Hesar megnar gentur
høvdu gjørt tað bragd eina-
ferð enn at vinna allar
summarstevnurnar.
Tað er eitt ómetaliga stort
bragd at gera hetta, og
harvið burdu tað verið tær,
sum verða sendar út í heim
at umboða Føroyar.
Men eitt er summarið
2002 og eitt heilt annað er
várið 2003!
Sambart
blaðgrein
í
Sosialinum, har megnar-
róðrarkvinnan, Jannie Dam
Jacobsen greiðir frá, at hon
nú skal til Scillyoyggjarnar
fyri triðju ferð. Men sam-
stundis sigur hon, at allar
hinar av manningini, sum
vóru við til at smyrja hinar
manningarnar av summarið
2002, eru farnar fyri vág og
vind, og báturin als ikki er
mannaður
til
komandi
summar?
Út frá hesum má eg sum
gl. róðramaður undrast!
Genturnar á Jarnbardi,
sum vóru tær best kvali-
fiseraðu til Scillyoyggjar-
nar aftan á seinasta summar
- eru allar uttan Jannie -
givnar at rógva?
Og Jarnbardur er ikki
mannaður enn, til summar-
stevnurnar í ár?
Hvør ferð so til Scilly-
oyggjarnar við Jarnbardi? -
Hannis og hinir í róðrar-
sambandinum kanska?
Hetta ljóðar ikki rætt í
mínum oyrum!
Serliga tá eg veit, at
manningin á Smyril bert
var eitt pláss aftan fyri
Jarnbard (Smyril var nr. 2 á
Noroyastevnu) og har øll
manningin er til taks, um-
framt at eg veit, at teir
longu nú, eru komin væl
ávegis í venjingini, til kom-
andi summar.
Undir slíkum umstøðum,
skuldi ongin ivi verið um,
hvør manning eigur at um-
boða Føroyar á Scilly-
oygginum í vár!
Sofus Olsen og Sannleikin
Jarnbardur til Scillyoyggjarnar?
Leivur Hansen
býráðslimur
Hallur Hjalgrímsson spyr í
bløðunum fríggjadagin 27.
februar, hvørja støðu lim-
irnir í minnilutanum í Tórs-
havnar býráð hava til ætl-
aða
undirsjóvartunnilin
millum Skálafjørðin og
Havnina.
Skal í hesum sambandi
upplýsa, at spurningurin
hvørki hevur verið við-
gjørdur í minnilutanum ella
býráðnum yvirhøvur.
Mær kunnugt er talan
(fyribils) bert um eitt hug-
skot. Og sambært lands-
stýrismanninum, ið varðar
av hesum málsøki, verða
pengar ikki tøkir á fíggjar-
lógini til eina slíka verk-
ætlan í bræði.
Hallur og ivaleyst mong
við honum stúra av røttum
fyri tí ferðsluruðuleika, ein
tílíkur tunnil fer at hava við
sær í høvuðsstaðarøkinum.
Ringt er jú sum er!
Her eigur og má høvuðs-
staðurin
sjálvandi
fáa
stundir til m.a. at takla
henda trupulleika, áðrenn
landfast verður inn á Skála-
fjørðin.
Við hesum í huga, havi
eg persónliga onki ímóti, at
eysturoyingar arbeiða víð-
ari við ætlanini, bara teir
skunda sær spakuliga!
Skunda sær spakuliga
VIÐMERKINGAR
Palli Dalsgaard
Nú fyrsti undirsjóvartunnil-
in er komin í Føroyum
hevur ljóðað, at næsti tunn-
il verður millum Norð-
oyggjar og meginlandið, og
sum nr. 3 skal verða tunnil
til Sandoynna. Men sum
ikki einaferð, tá nakað skal
henda í Føroyum, so er tað
altíð onkur annar, sum skal
hava tað sama. Tað sær út
sum fólk hava gloymt, at
tað er landfast millum
báðar tær stóru oyggjarnar.
Hóast vit her suðuri hava
fingið munandi betri um-
støður at ferðast til Havnar,
sær tað út sum tað ikki
gevur møguleikar til at ung
fólk seta seg í búgv aftur
her. Hugsi serliga um tær
smærru bygdirnar, sum eru
fýra í tali. Tann eina er av-
toftað og tað sær út sum um
hinum trimum bygdunum
ikki býður í bøtur, um ikki
nakað munagott verður
gjørt. Vit liggja so nær
Havnini, at var tað koyrandi
ímillum, er lítil ivi um, at
tað lat seg væl gera at búð
her suðuri.
Umstøðurnar
at
seta
búgv her eru av teim allar-
bestu. Lendið er slætt og
víddin stór og tað verður
gjørt tað, ið gerast kann,
fyri at fáa fólk at trívast.
Tað er harmiligt, at bygdir,
sum í øldir hava lívbjargað
nógvum fólkum, skulu
sovna burtur, tí tað er so
nógv betri aðrastaðni.
Tað kemur at liggja ein
stór ábyrgd á teimum fólk-
um, sum verða bygdaráðs-
limir, tá tann tíðin kemur, at
tunnil nr. 3 skal borast. Tí tá
má eitt krav koma frá
Sandoynni, sum fyrnd er í.
Tí skulu menn nú við tað
sama seta seg niður at tosa
um at leggja kommunurnar
saman til eina kommunu,
tað skuldi verið gjørt fyri
árum síðan, men betur seint
enn ongantíð. Tað vil vera
eitt heilt annað krav, ið
kemur frá eini stórari
kommunu, enn eitt krav frá
fleiri spjaddum, smáum
kommunum.
Míni ráð til tykkum eru
hesi: Latið tað, ið farið er,
fara, síggið stórt uppá
tingini og brúkið vit og skil,
gerið eina stóra kommunu.
Tí tað, sum er størsti mein-
bogin hjá okkum, eins og
hjá suðuroyingum, er frá-
flytingin. Tey pláss, har lítil
og eingin fráflyting er, hava
ikki tann meinbogan at
stríðast við, sum vit í Sand-
oynni
og
suðuroyingar
hava.
Undirsjóvartunnil í Sandoynna
Sofus Joensen
Havi júst sitið og lisið
javnstøðulógina ígjøgnum.
Sigast má, at ikki fyllir
hon nógv, bert tvær A4
síður!
Nú leitaði eg eftir, hvar
nakað stóð um javnstøðu
viðvíkjandi børnum og
foreldramyndugleika. Har
var einki! Bara um arbeiðs-
marknaðarmál! Men tað er
jú heldur ikki neyðugt at
seta nakað um sovorðið í
eina lóg, tí har er jú
javnstøða, ha?
Nei tvørturímóti! Har er
als eingin javnstøða! Vit
pápar fáa 20% av árinum
sum mest vanligt minsta-
mark at verða saman við
børnum okkara, og kunnu
eisini missa rættin, ella
søkja um at fáa hann øktan!
Skuldi tað verið neyðugt?
Skuldi tað ikki verið so-
leiðis, at okkum ikki nýttist
at søkja um at fáa tað økt?
Skuldi tað ikki verið so-
leiðis, at vit í kraft av javn-
støðulógini fingu 50%?
Eg tosaði við eina kvinnu
sum segði, at um hon kom í
ta støðu, at maðurin fekk
børnini eftir ein hjúna-
skilnað, so bleiv hon svøk!?
Hesari støðu hava vit pápar
verið í, síðani fyrsti hjúna-
skilnaðurin var veruleiki!
Og sigið mær eitt! Skulu
vit pápar ikki blíva svakir??
Nei, vit skulu bara finna
okkum í tí!!
Tá so til barnafrádráttin
kemur, ja so fellur hann
eisini til tann, sum fær
foreldramynduleikan!
"Tann" vísir til kvinnuna!
Og so aftrat hesum, skulu
vit pápar gjalda barnapeng-
ar!!
Hevði tað ikki verið eitt
hugskot, at broytt lógina
soleiðis, at vit pápar fingu
50% av foreldramyndug-
leikunum, sum verða deild-
ir út (ikki felags foreldra-
mynduleika!), 50% av sam-
verutíðini, 50% av barna-
frádráttinum, og so gloymt
barnapengarnar? Tí barna-
pengarnir hava verið, eru
og fara altíð at vera ein
fløkja og eitt haft um bein-
ini hjá honum, ið skal
gjalda!!
Eg meini so við, skal
javnstøða verða í øllum
málum á arbeiðsmarknað-
inum, so skuldi ikki verði
annað enn rímuligt, at javn-
støða eisini var hesum
viðvíkjandi! Tí tað er júst
tað, sum javnstøðulógin er:
Eitt amboð at deila rættvísi
ímillum kynini!!
So er eisini vert at nevna,
at varð býtt helvt um helvt,
so hevði tað ikki verið heilt
so lokkandi, at fari í holt
við ein hjúnaskilnað, sum
nú er! Kanska eitt evni hjá
Miðflokkinum
at
tikið
upp!?
Sjálvandi eru hjúnabond,
sum ikki eru til at bjarga,
men eg ivist ikki í, at hetta
hevði minkað nakað um
trupulleikan!
Eisini hevur verið í ÚF, at
børn hjá einsamøllum for-
eldrum verða verri fyri í
samfelagnum, og hava eitt
hægri sjálvmorðsprosent,
enn børn hjá foreldrum, ið
liva saman! Og tað eru jú
børnini vit hugsa um, ikki
so??
Við hesum haldi eg, at vit
høvdu sligið fleiri flugur
við ein smekk: Javnstøðu á
hesum økinum, møguliga
færri hjúnaskilnaðir, og
síðst, men ikki minst, so
hevði landið spart hasar
vælsignaðu 6-7 milliónir-
nar, sum teir hava krøkt seg
í!
Annars haldi eg eisini, at
tað verða eykajáttanir sam-
tyktar til bæði líkt og ólíkt,
so um einki er sett av á
fíggjarlógini til stuðulin til
okkum pápar, skuldi tað
slett
ikki
verið
nakar
trupulleiki at bara samtykt
eina eykajáttan!
Javnstøða á øllum økjum!
STABBI OG TONGUL
( feðgarnir báðir)
lag: Ein gomul kista av kamfertræ
Hetta er kvæðið um hvalin tann,
sum feðgarnir keyptu á sinni,
til skemt og gaman, sum vera man,
bæði hjá manni og kvinnu:
"Hetta her var eitt ordans kubb,
men kvikir, tí longu kvøldar."
Nú var bert eftir at skera upp
og fáa matin til høldar.
Teir høvdu verið í vási fyrr
og kendu til luffur og limir,
bein og bygnað og spik og pirr
og vóru í hondunum fimir.
Brynjaðir standa teir lið um lið,
mála og meta um slagið,
nærkast síðan so við ov við
og leggja so báðir í vaðið.
Tongul stendur og gríslar tenn
við brýndum knívi í hendi.
"Eg haldi, at hvalurin livir enn!"
og knívin í bøkslið hann rendi,
turkar sær sveittan og svør ein eið
og stingur av almakt í blástrið:
"So nú mátti hvalurin pínadoyð..."
Men hann noyddist heim eftir plástri.
So verður flensað og skorið upp,
men ein, sum er kønur í kristni,
stillar seg gleivandi hendur í hupp:
"Nú, fáið nú ikki slysni!
Verið varnir, vælsignaðu menn!"
Og mælir á øðrum sinni:
"Setið ei hol á búkin enn,
tí kanska er Jónas har inni!"
Stabbi opnar sín telgimudd,
tá hoyrist ein veldigur brestur.
Tað er sum at hoyra Graham Ruud
og hansara blásiorkestur.
Fer so at skera frá stertinum av
umvavdur í vil og garnar -
men tað var brátt annar armurin svav,
og so fekk hann krampa í tærnar.
Tongul gongur á hvalin upp
og rópar púra forfardur:
"Eg havi leitað við lykt og lupp,
men eg finni ongar bardur!"
Tá heldur Stabbi tað vera nokk,
og hann hevur hug at skamma` hann:
"Heldur seg vera Dorethu Block,
nei tú, bardurnar tær sita framman!"
Tongul leitar sær burturfrá,
man djúpt í huganum grava,
heimi í bygdini steðgar hann á:
"Jú, víst skal eg bløðruna hava!"
Loypur so út aftur sjógv á bak
og bløðruna slítur úr kviði -
at blása gjørdist eitt ódnartak,
tí ei hevði hvalurin migið.
Feðgarnir týða til fornan sið,
tí teir skulu vilini draga;
snøggliga fara teir báðir á glið,
so ymislig lagnan er lagað:
Annar lá undir (og hin omaná)
og hevði so snediga stemmu,
undirvørrin var gul og blá,
tí høvdið var komið í klemmu.
Umsíðir liggur alt tvøstið har,
men illa tað gongur at býta;
báðir vilja teir nøra at sær,
teir guva og harka og spýta.
Partar tveir og hálvt annað skinn,
teir rokna og dividera -
tað er sum at spæla "skava og vinn"
og lata tí heldur vera.
Svá eru gávur og evni mans
at krutla og kalkulera;
tí treða teir báðir ein grindadans,
sum grindamenn plaga at gera.
Gloymd er tuggan, teir kvøða hátt,
størri er gleðin enn sorgin -
reypa óført og semjast brátt:
"Vit keypa ein annan í morgin!"
X
C
M
Y
K
13
12