týsdagur 4. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 4. mars 2003
15
Í gjár var føstalávints-
mánadagur og varð
tað hátíðarhildið á
skúlunum kring
landið. Í skúlanum á
Argjum varð eisini
nógv gjørt burturúr,
og mánamorgunin
kundu argjafólk
síggja eini 300 grýlu-
klødd børn og vaksin
ganga túr áðrenn tey
fóru oman aftur í
skúlan at sláa tunnu
FØSTALÁVINT
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Álvur Haraldsen
Føstalávintsmánadagur var
í gjár, og hetta varð eisini
hátíðarhildið á rættan hátt á
skúlunum kring landið. Á
Argjum vóru eini 300
grýluklødd børn og vaksin
farin at ganga túr mána-
morgunin. Soleiðis fingu
øll argjafólk høvi at síggja
allar tær stásiligur grýlur-
nar henda morgunin.
Aftaná gongutúrin savn-
aðust allar grýlurnar á skúl-
anum. Har vórðu tey stillað
upp í flokkum, og síðani
dansaðu
tey
føroyskan
dans. Áðrenn kattakongar-
nir skuldu finnast, fingu
børnini okkurt leskiligt frá
skúlanum.
Nærum allir næmingar-
nir vóru í grýluklæðum, og
fleiri av lærarunum eisini.
Har vóru brúðrar, gamlir
menn við stórum búki, Bat-
man, Spiderman, Pippi, ein
fartelefon, ein pylsa við
pylsubreyði,
Superman,
Snjóhvíta, firvaldar og
nógv, nógv annað. Hug-
flogið hevði veruliga verið í
gongd hjá teimum ymsu.
Lagið var ógvuliga gott,
og hugnaðu børn og lærarar
sær óført. Sjálvt um veðrið
ikki var av tí allarbesta, so
skuldu tunnurnar nokk fá-
ast av vegnum – tað søgdu
børnini í øllum førum.
300 grýlur í Argja skúla
15
14
Nr. 43 - 4. mars 2003
Leygardagin 22. februar
hevði Føroya Postfelag sín
árliga aðalfund í B36 hús-
inum. Helst eru tað sam-
ráðingarnar, ið verða í
heyst, sum skaptu stóra
áhugan. 110 limir møttu til
fundin.
Nógv
mál
vórðu
á
skránni. Millum málini ið
høvdu størst áhuga, var
nýggja lønarskipanin, sum
felagið hevur sett sær fyri
at avgreiða við komandi
samráðingar, og tær stóru
broytingarnar fyri Post-
verkið og starvsfólkið sum
liggja fyri framman.
Fyri vali stóðu Jákup Páll
M.Mortensen, Agnar Bech
og Elin Danielsen. Jákup
Páll var afturvaldur, meðan
Agnar Bech og Elin Dan-
ielsen tóku ikki við aftur-
vali. Fyri tey vóru vóru
valdir Johannes A. Ellings-
gaard og Hendrik Thom-
sen. Nýggja nevndin hevur
nú skipað seg og sær hon
soleiðis út: Sunleiv Høj-
gaard, formaður, Hendrik
Thomsen, næstformaður,
Finngerð Hansdóttir, kassa-
meistari, Jákup Páll M.
Mortensen og Johannes A.
Ellingsgaard.
Í dag, 4. mars, fyllir Regin
Olsen í Havn sjeyti. Regin
er sonur Armgarð, f. Eg-
holm, og Napoleon (kal-
laður Bona) Olsen, bakara-
meistara hjá Frants.
Regin gekk í skúla og tók
millumskúlaprógv í Havn.
Longu sum 16 ára gamal
fór hann at arbeiða í Sjó-
vinnubankanum, og banka-
maður var hann í mong ár.
Í 1955 sendi táverandi
stjórin í Sjóvinnubank-
anum, Rasmus Olsen, tann
tá bert 21 ára gamla Regin
til Klaksvíkar at vera
leiðara í tí nýstovnaða
Norðoya Banka, sum var
Norðoya deildin av Sjó-
vinnubankanum. Tað starv-
ið røkti hann, til Rasmus í
1964 sendi boð eftir honum
at koma aftur til Havnar,
har hann gjørdist fulltrúi í
bankanum. Í 1976 tók hann
við sum bankastjóri saman
við Steingrími Nielsen,
eftir at Rasmus Olsen hevði
lagt frá sær. Tað starvið
røkti hann til 1990, tá hann
segði seg úr starvi.
Hann legði tó ikki árar-
nar inn, men tók við sum
stjóri í Marr & Co, um-
framt at hann hevur havt
fleiri nevndarstørv, eitt nú í
Landsbankanum, Ídnaðar-
grunninum, á Norðis á Eiði
og í Vaðhorn. Hann er
framvegis virkin í trimum
teimum seinastu.
Regin hevur mangt ítriv.
Eitt er at fara á flot. Hann
er góður miðamaður, ser-
liga í Nólsoyarfirði og her
um leiðir. Hann er bara
einaferð komin aftur ongul
í reyv, og tað var tá hann
royndi seg sum útróðrar-
mann saman við sváginum
Finnboga Ísakson.
Eisini er maðurin fittur í
hondunum. Í kjallaranum
hevur hann lítlan verkstað,
har hann hugnar sær við at
gera grindaknívar, prýðis-
lutir, rammur og útsker-
ingar. Tann, sum fer inn á
gólvið, sær mangt av slík-
um. Og abbabørnini hava
fingið mangan lutin, sum
teimum dámar væl og fer at
dáma betur, sum
árini líða.
Í Klaksvík
rann saman mil-
lum Ruth Isak-
sen og Regin.
Tey giftust val-
dagin 8. no-
vember 1958 og
eiga trý børn:
Jákup Napol-
eon, sum er
giftur við Dorrit
á Fløtum. Ann-
iku, sum er gift
við Niels Winther
Poulsen. Og Armgarð,
sum er gift við Oyvindi
Brimnes. Ruth og Regin
eiga átta ommu- og abba-
børn og tað níggjunda er í
nánd.
Føðingardagin er Regin
burturstaddur.
NØVN Í VIKUNI
Føroya Postfelag nýggjar nevndarlimir
Regin Olsen 70
Alexandra á Dul
deyð
Leygardagin 15. febru-
ar andaðist Alexandra á
Dul í Klaksvík, 86 ára
gomul. Hon var var
fødd 5. august 1916,
dóttir Sáru og Jens Clæ-
mint Isaksen. Alex-
andra var fødd og upp-
vaksin í Klaksvík.
Í 1939 fór hon á hús-
arhaldsskúla í Dan-
mark, og tvey ár seinni
giftist hon í Keyp-
mannahavn við Páll á
Dul. Tey vóru millum
tey mongu, ið ikki
sluppu heimaftur, tá
kríggið brast á.
Saman við manni sín-
um hevur Alexandra
verið samkomuni í Be-
tesda ein hollur stuðul.
Í nógv ár var hon vertur
hjá teimum mongu út-
lendsku trúboðarunum,
sum
gjøgnum
árini
komu at vitja sam-
komuna.
Alexandra og Páll
fingu børnini Sáru,
Agnar og Maritu.
r.s.
1. mars tók Katrin Petersen
við sum virkandi leiðari á
mentanardeildini
hjá
Sjónvarpi Føroya. Katrin er
útbúgvin journalist við
journalistháskúlan í Århus
við
starvsvenjing
á
Dimmalætting. Seinastu 3
árini hevur hon starvast hjá
SVF.
Katrin Petersen
mentanarleiðari í SvF
Leygardagin,
1.
mars,
hevði Ronnie Midjord, um-
sjónarmaður á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, 30 ára starvs-
dag. Ronnie er føddur og
uppvaksin
á
Tvøroyri.
Hann er útbúgvin skriv-
stovumaður. Hann lærdi á
Suðuroyar Sjúkrahúsi og á
Landssjúkrahúsinum. Síð-
an 1986 hevur hann verið
umsjónarmaður á Suðuroy-
ar Sjúkrahúsi. Ronnie er
giftur við Tinu, f. Niclasen,
og eiga tey børnini Egil og
Ingun.
Fyrstilærarin við Hvalvíkar
Skúla, Sjúrður Ferjá, er
farin frá sum lærari. Sjúrð-
ur, sum í dag er 62 ára
gamal, er føddur og upp-
vaksin við Gjógv. Hann er
sonur Jógvan Sofus Ferjá,
f. Joensen, og Kristinu
Sofíu, f. Christiansen, bæði
frá Gjógv. Sjúrður er giftur
við Marjun, f. Kollslíð, av
Eiði. Hann tók læraraprógv
á Føroya Læraraskúla í
1962. Eftir tað var hann
lærari í Fuglafirði frá
1962-66. Síðan 1966 hevur
hann verið lærari við Hval-
víkar Skúla. Hann hevur
eisini tikið skeið í føroysk-
um á Fróðskaparsetri Før-
oya. Frá 1. januar 1977 til
31. desember 1984 sat
hann í Hvalvíkar bygdar-
ráð, tey fyrstu fýra árini
sum formaður. Sjúrður
hevur týtt barnabókina
"Víki víkingur" eftir Runar
Jonsson.
Sjúrður Ferjá farin
frá sum lærari
Fríggjadagin 28. februar
hátíðarhelt
Tórshavnar
Bátafelag, at felagið var
vorðið 5 ár. Í hesum sam-
bandi var móttøka frá kl. 16
– 19 í felagshølunum í
Vágsbotni, har nógv fólk
møttu. Stigtakarar til felag-
ið vóru Øssur Hjalt, Kartni
Olsen og Heðin Ólavson.
Formaður
felagsins
er
Kartni Olsen, Øssur Hjalt
er næstformaður, kassa-
meistari er Alvi Nielsen,
hinir í nevndini eru Páll
Klein og Erhard Morten-
sen. Felagið hevur í dag
næstan 600 limir. Felags-
hølini eru opin mánakvøld,
mikukvøld og leygardag
fyrrapart.
Tórshavnar Bátafelag 5 ár
Hendrik Thomsen
Johannes A. Ellingsgaard
Ronnie Midjord 30 ár á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
Nevndin í Bátafelagnum: F.v.
Alvi Nielsen, Páll Klein,
Øssur Hjalt og Kartni Olsen.
Erhard Mortensen vantar á
myndini
C
M
Y
K
14