Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað mundi koma illa við hjá bæði Stjørn- uni og VB, at eingin dómari var komin til Klaksvíkar, tá kanska avgerandi dysturin í FM-stríðnum hjá VB skuldi spælast. Brek á samskiftinum tykist vera orsøkin HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eingin dómari er komin! Hetta var støðan, tá Stjørnan og VB sunnudagin gjørdu seg til at spæla dyst- in, sum kanska skuldi verða avgerandi fyri gullánirnar hjá VB, samstundis sum dysturin hevði stóran týdn- ing fyri stríðið hjá Stjøruni um bronsumerkini. Hetta er fyrstu ferð í ár, at slík hending er komin fyri, men tíðspunktið kundi neyvan verið valt verri. Bara tað at støðan er íkom- in, er í sjálvum sær nakað, sum ongan tíð kann góð- takast, men til ein slíkan dyst... Samskiftisbrek Tað er líkt til, at øll miseran um væntandi dómararar er íkomin av eini røð av brek- um í samskiftinum millum dómarar, heimalið og hond- bóltssambandið. Í øllum førum siga bæði HSF og Stjørnan, at tey í øllum førum hava røkt síni fráboðanarskyldu, meðan dómararnir hinvegin siga seg ikki vita av nøkrum. Kappingarleiðarin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, sigur at dystaryvirlitið til bæði dómarar og feløg verður sent umvegis teldu- post í góðari tíð. Fyri eini fjúrtan døgum var tó greitt, at onkur broyting mátti gerast, tí ein flogbóltsdyst- ur skuldi spælast í Klaks- vík, samstundis sum dyst- urin millum Stjørnuna og VB stóð á skránni, men eisini hendan broyting er fráboðað øllum pørtum. Í Klaksvík vilja tey eisini vera við, at alt er gjørt, so- leiðis sum tað skal. Formaðurin í hondbólts- deildini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, Geir Wardum, sigur at tey kanska kundu havt sagt dómarunum um- vegis telefon, men hinvegin heldur hann ikki, at hetta skuldi verið neyðugt. - Vit hava sent fráboðan- irnar út umvegis teldupost. Vit kundu kanska havt sagt frá umvegis telefonina, men hinvegin hava vit nú nýtt teldupostin heilt leingi, og tað hevur alla tíðina rigga væl, so tú mást spyrja dómararnar um, hví teir ikki vóru á staðnum, sigur Geir, sum annars sjálvur var dómari í dystinum. Hin dómarin í dystinum var annars Egil Steintórs- son, sum av arbeiðsávum er búsitandi í Klaksvík í løt- uni, eftir at hann annars í nógv ár hevur búleikast í Vági. Soleiðis vóru tað tveir dómarar við tilknýti til hvør sítt felag, sum stóðu fyri dømingini, og sum skilst á lagnum, so gekk hendan eisini væl. Eingin fráboðan komin Høvuðspersónarnir í málin- um tykjast sostatt at vera dómararnir, sum av HSF vóru settir at døma dystin. Sambært yvirlitinum skuldu hesir vera Jákup Símun Simonsen og Hallur Danielsen úr H71, men hesir siga seg ongan tíð hava fingið nøkur boð um at koma til Klaksvíkar at døma. - Eg plagi vanliga at fáa ein teldupost við teimum dystum, sum vit skulu døma, men hesa ferð havi eg so einki fingið at vita. Hvørki frá HSF ella Stjørn- uni, segði Jákup Símun Simonsen, tá vit mánadagin fingu orð á hann. - Og eg dugi væl at síggja, at hatta er ein keði- lig støða, sum eg harmist um er íkomin, men stórt meira enn tað, fái eg so ikki gjørt. Høvdu vit fingið boðini, so vóru vit sjálv- andi farnir avstað, er ein- asta viðmerkingin, sum Jákup Símun hevði um málið. Hvussu var og ikki, so spældi alt tó so toluliga væl av. Men hendingin sjálv má í øllum førum seta spurnar- tekin við, hvussu fráboðan- arskyldan skal verða fram- yvir. Í meldrinum av kunn- ingum, sum ferðast um- vegis alnetið er í øllum førtum skjótt, at ein frá- boðan ella ein teldupostur verður burtur. Nr. 43 • týsdagur • 4. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Toppdystur uttan dómara Kappingarleiðarin hjá HSF sigur, at Hondbóltssambandið hevur sent fráboðanir um dystin út í góðari tíð. Tað sama sigur Stjørnan seg hava gjørt, men dómararnir hava onga fráboðan fingið 17 16 Nr. 43 - 4. mars 2003 USA revsar Týskland Amerikanska verjumálaráðið hevur samtykt at avlýsa fleiri íløgur, sum ætlanin var at gera á teimum amerikansku herstøðunum í Týsklandi. Talan er um fleiri byggiætlanir, og avgerðin fer serliga at raka økið Rheinland-Palatinate, har USA hevur fleiri herstøðir. Týski verjumálaráðharrin, Peter Struck, avsannar, at amerikanska avgerðin hevur nakað samband við týsku mótstøðuna ímóti USA í Irak-málinum, men eygleiðarar ivast ikki í, at júst týska mótstøðan er orsøkin til, at amerikanarar skerja sínar íløgur í Týsklandi. Fyri fjúrtan døgum síðani skrivaði bretska blaðið The Observer, at USA fer at taka sínar hermenn og herstøðir úr Týsklandi, og at amerikanararnir ætla at kvetta alt hernaðarligt samstarv við Týskland, aftur fyri at stjórnin hjá Gerhardi Schrøder, kanslara sýtir fyri at styðja USA í Irak-málinum. Clinton nevningur Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, kann gerast limur í einum nevningatingi, sum skal døma í einum rættarmáli í New York. Eins og hini evnini fekk Clinton eitt spurnarblað at fylla út. Spurningarnir snúðu seg um ymisk persónlig viðurskifti, men navnið á honum, sum fylti spurnarblaðið út, stóð ikki uppi á tí. Tað, sum kortini avdúkaði Clinton, var spurningurin um fyrr- verandi størv, tí har hevði viðkomandi skrivað: Forseti í USA. Sakførarin hjá Bill Clinton, David E. Kendall, sigur, at fyrrverandi forsetin er til reiðar at taka sæti í rættinum, fær hann boð um tað. Men tað er kortini ivasamt, at hann verður valdur, tí dómarin ber ótta fyri, at fjølmiðlarnir fara at gera alt ov nógv burtur úr rættarmálinum, verður Clinton millum nevning- arnar. Oljan kann elva til óhepnar avleiðingar Vinstraflokkurin í Noregi ávarar myndugleikarnar ímóti at loyva oljufeløgunum at fara undir at vinna gass og olju í Barentshavinum. Flokkurin heldur, at alt ov lítið er gjørt fyri at kanna, hvørjar avleiðingar oljuvinnan kann fáa á økið, og í einari landsfundarsamtykt um vikuskiftið vísti flokkurin eisini á, at aterkar lokalar kreftir í Norðurnoregi eru ímóti oljuvinnu í Barents- havinum, tí tað kann fáa óhepnar avleiðingar. Tí heldur Vinstri, at myndugleikarnir eiga at seta fleiri kanningar í verk, og at einki oljuvirksemi verður, fyrr enn úrslitið av øllum kanningunum er greitt. Flokkurin sigur, at talan er ikki bara um, hvørja ávirkan oljan kann fáa á umhvørvið, men eisini á búsetingarmynstrið í Norðurnoregi. Diana fær minnislund Diana prinsessa, sum doyði í einari ferðsluvanlukku í París í 1997, fær nú eina minnislund í London. Býarmyndugleikarnir í London hava gjørt av, at prinsessan skal fáa eina minnislund í Hyde Park. Minnislundin verður sum ein fótbóltsvøllur til støddar við rennandi vatni og blómum, og kostnaðurin liggur um 34 milliónir krónur. Ein amerikanskur arkitektur hevur teknað minnis- lundina, sum ætlandi verður liðug á sumri næsta ár. Diana prinsessa var sera væl umtókt millum bretar, og síðani hon doyði hevur tað verið eitt fólkakrav, at hon skuldi fáa ein minnisvarða. UTTAN ÚR HEIMI Amerikanarar vóna, at tann tikni Khalid Sheikh Mohammed kann geva teimum upplýsingar um, hvat Al-Qaeda ætlar, og hvar vin Laden er YVIRGANGUR Árni Joensen -Hatta var óført! George W. Bush, forseti var ovurfegin, tá trygdar- ráðgevi hansara, Condo- leezza Rice, kunnaði hann um, at pakistansku mynd- ugleikarnir høvdu tikið sjálvan Khalid Sheikh Mo- hammed í býnum Rawal- pindi leygardagin. Sambært amerikanskum fjølmiðlum vóru tað em- bætismenn, sum arbeiða fyri amerikansku fregnar- tænastuna CIA í paki- stanska høvuðsstaðnum Is- lamabad, sum høvdu kunn- að pakistansku løgregluna um, at tann kendi yvir- gangsmaðurin var í Rawal- pindi. Khalid Sheikh Moham- med verður hildin at vera tann triðovasti leiðarin í al- Qaeda. Amerikanararnir vilja vera við, at tað var hann, sum legði atsóknirnar tann 11. september í 2001 til rættis, og teir halda eis- ini, at sami maður skipaði fyri atsóknini at ameri- kanska herskipinum "Cole". Somuleiðis verður hildið, at tað var Khalid Sheikh Mohammed, sum gav boð um at myrða amerikanska tíðindamann- in Daniel Pearl í Pakistan fyri einum ári síðani. Kendi yvirgangsserfrøð- ingurin Magnus Ranstorp á lærda háskúlanum St. Andrews í Skotlandi er ikki í iva um, at handtøkan kann fáa alstóran týdning. - Hann hevur lyklarnar. Hann veit um allar ætlanir, sum eru lagdar, hvør er uppií, og hvar teir eru. Hetta er ein rættiligur frammaná hjá al-Qaeda, tí Khalid Sheikh Mohammed er bindiliðið millum al- Qaeda og allar teirra menn kring heimin, segði Magn- us Ranstorp við New York Times í gjár. Longu sunnudagin ljóð- aði, at pakistanar høvdu flýggjað amerikansku myndugleikunum Khalid Sheikh Mohammed, men tað avsannaði pakistanski innanríkisráðharrin seinni. Hann legði afturat, at paki- stanar ætla sær at avhoyra mannin, áðrenn støða verð- ur tikin til, hvat skal henda honum. Amerikanskir embætis- menn dylja ikki fyri, at teir eru ovurfegnir eins og for- setin. - Maðurin kann avdúka allar ætlanir, og so veit hann ivaleyst eisini, hvar Osama bin laden er, sigur ein embætismaður. Amerikanarar og bretar fara at leypa á Irak seinni í hesum mánmaðinum, sama hvat ST-trygdarráðið sigur. IRAK-KREPPAN Árni Joensen Hóast amerikanskir og bretskir diplomatar alment royna at gera tað, sum ger- ast kann, fyri at fáa hini limalondini í ST-trygdar- ráðnum at taka undir við tí seinasta Irak-uppskotinum, hevur atkvøðugreiðslan ongan veruligan týdning. Tí USA og Bretland hava longu gjørt av at leypa á Irak um tvær ella tríggjar vikur. Tað skrivar bretska blað- ið The Dilay Telegraph, sum sigur seg hava tíðind- ini frá ónevndum ráðharr- um í Blair-stjórnini. - Álopið kemur seinni í hesum mánaðinum. Um tvær ella tríggjar vikur. Ikki seinni, verður ein av ráð- harrunum endurgivin fyri at hava sagt við blaðið. Hann veit helst hvar bin Laden er Leypa á Irak um tvær ella tríggjar vikur Um vikuskiftið vóru nógvar mótmælisgongur ímóti ætlanini at leypa á Irak. Hendan myndin er úr flógvalandinum Bahrein, har fleiri túsund fólk mótmæltu krígsætlanini. Fimti amerikanski herflotin hevur støð í Bahrein í hesum døgum Mynd: Reuters C M Y K 16