Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 4. mars 2003 19 Tætt er í toppinum í sterku GM-kapping- ini í Linares. Hálvt stig eftir Kramnik og Leko koma Kasparov og Anand, nú fimm umfør resta í. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Siðvanda Linares kapping- in hevur havt sama vinnara seinastu fýra árini, nevnliga Garry Kasparov. Og oftani hevur hann vunnið leikandi lætt og við fleiri stigum niður til næsta mann í røðini. Í fjør gav tann tá 18 ára gamli Ponomariov tó honum dygga mótstøðu, og tað var ikki fyrren í næst- seinasta umfari, tá Kaspa- rov vann á júst Ponomariov, at avgerðin fall. Í ár er manningin petti sterkari við eitt nú Kramnik og Leko, ístaðin fyri Shirov og Ivanchuk sum leiktu við í fjør. Shirov hevur annars júst vunnið eina sterka kapping í Reykjavík, framman fyri Korchnoi, Macieja og Sokolov. Kasparov reist seg — Kramnik ósigraður Sum nevnt varð í seinasta talvteigi, vann 15 ára gamli Radjabov á Kasparov í øðrum umfari. Radjabov er síðani ógloymandi sigurin steðgaður upp, meðan Kasparov hinvegin hevur reist bringu við góðum sigrum á Ponomariov og Anand. Sunnudagin bleiv hann tó steðgaður av Kram- nik, sum fekk kærkomnan javnleik við svarta fólkin- um. Kasparov valdi, tá hann ikki sá seg føran fyri at vinna talvið, at offra mann fyri at fáa ævigt skák. Kramnik er einasti telvari sum er ósigraður. Fimm javnleikir og tveir sigrar stendur higartil á konto hansara, og er tað ikki ein óvæntað skora av tí altíð støðuga russaranum. Leko, sum somuleiðis hevur hálvtfimta stig, hevur vunnið trý, leikt tríggir javnleikir og tapt eitt talv. Anand varð banamaður hansara. Leko er annars kendur fyri at sínar mongu javnleikir og varliga spæl, men seinasta árið er hann vorðin skarpari í spælistíl- inum. Sjey luttakarar eru, og tískil hevur ein telvari frí- umfar í hvørjum umfari. Bert spaniólin Vallejo hev- ur leikt eitt talv færri enn hinir. Støðan eftir sjey umfør Kramnik (2807) 4,5 av 7 Leko (2736) 4,5/7 Kasparov (2847) 4,0/7 Anand (2753) 4,0/7 Radjabov (2624) 2,5/7 Ponomv. (2734) 2,5/7 Vallejo (2629) 2,0/6 Dupultumfar verður leikt, og sunnudagin bleiv fyrsta talvið í seinnu helvt leikt. Fimm umfør resta í, og ringt er at meta um nakran kláran favoritt. Kramnik hevur leikt síni talv móti Kasparov, og hevur eisini hvítt móti hinum oddafisk- unum, Anand og Leko. Tí hevur hann kanska bestan møguleika. Kasparov hevur vunnið tíggju slíkar superstór- meistarakappingar á rað (!) og vil sjálvandi halda fast í hesum frálíka stima. Tapið ímóti Radjabov kann koma at kosta honum dýrt, men hinvegin er hann kendur fyri góðar endaspurtar og telva sítt allarbesta tá á stendur. Nógvar talvheimasíður fylgja við Linares. www.chessbase.com hevur øll talvini, frásagnir og myndir úr kappingini, og er annars ein frálík heimasíða fyri talváhugaði. Eisini www.weekinchess.com er skjót við dagføringum og tíðindum kring talvheimin. Útisetar vunnu — men eru nr. 2 Nú er bert eitt umfar eftir í donsku liðkappingini, og føroyingar stríðast um upp- flyting til bestu deildina. Næstaseinasta umfar í vikuskiftinum varð eitt lítið afturstig, hóast tepran 4,5 — 3,5 sigur á Arbejdernes Skakforening (AS 04). Eyðun Nolsøe, Heini Dan- ielsen og Terji Petersen vunnu; Nikolaj Borge, John Arni Nilssen, og Carl Eli N. Samuelsen leiktu javnt meðan Heini Olsen og Regin Reinert taptu. Finn Nøhr gav tíverri avboð, og tí traðkaði liðformaðurin Regin inn á 8. borð. Hillerød, sum framman undan lógu á triðja pláss- inum, vunnu knúsandi 7-1 sigur á botnliðnum Øbro. Júst Øbro hitta føroyingar í seinasta umfarinum, sum verður eitt satt nervaumfar. Hillerød møta Fredriksberg sum er hampiliga sterkt, og hóast Hillerød eru hálvt- annað stig framanfyri okk- um, kunna útisetarnir við stórsigri á Øbro væl møgu- ligt vinna deildina. Áttanda og seinasta umfar verður 16.mars. Støðan í toppinum Hillerød 29,5 Føroyar 28,0 Helsingør 27,0 Fredriksberg 26,0 Talvið hesa vikuna Kramnik,V (2807) - Radjabov,T (2624) XX SuperGM Linares ESP (6), 28.02.2003 1.e4 e6 (Radjabov leikar nærum altíð fronsku byrjanini. Og hví skuldi hann ikki eisini roynt seg við somu byrjan sum hann vann við ímóti Kasparov?) 2.d4 d5 3.Ric3 Rif6 4.e5 Rifd7 5.f4 c5 6.Rif3 Ric6 7.Be3 cxd4 8.Rixd4 Bc5 9.Fd2 0—0 10.0—0—0 a6 11.Ff2 Rixd4 12.Bxd4 Fc7 13.Bd3 b5 14.Fh4! (hetta er í roynd og veru ein teoretisk nýggjheit í hesum varianti. Leikurin tykist logiskur, og sterkur. Fyrr varð Rie2 roynt) 14...h6 15.Rie2 f6 (hvítur hótti g4-g5, og tí leikar Radjabov hendan passiva leik) 16.Fg4 Bxd4 17.Rixd4 (17.Fe6+? Kh8 18.Rixd4 Rixe5!) 17...Ric5 18.Fg6 Rixd3+ 19.Rxd3 Fc4? (hetta hevur svartur ikki tíð til. Ff7 var treystasti leikur) 20.Rhd1 Ra7 21.Kb1 Fc7 22.f5! (skræðir svørtu støðuna sundur) 22...Fb6 23.Rh3 fxe5 24.Rxh6 Rf6 [24...exd4 25.Fh7+ Kf7 26.f6! og hvítur vinnur] 25.Fe8+ Rf8 26.Rh8+ Kxh8 27.Fxf8+ (støðan er nú fullkomiliga vunnin) 27...Kh7 28.Rif3 Fc7 29.fxe6 e4 30.Rig5+ Kh6 31.h4 Kh5 32.Ff5 g6 33.g4+Kxh4 (stuttlig støða, við svarta konginum sum fremsti brikkur) 34.Rh1+ Kg3 35.Rg1+ Kh4 36.Ff6 og svartur verður mátaður í fáum leikum. Radjabov gavst 1—0 Kramnik og Leko á odd Føroysku talvútisetarnir vunnu tepran sigur, men mistu tó í oddinum, har Hillerød nú er hálvt annað stig frammanfyri, eftir at teir vunnu 7-1 í sínum dysti 19 18 Nr. 43 - 4. mars 2003 Dómararnir møttu ikki til avgerandi dystin, har gestirnir dugdu betur at gera mál. Heimaliðið misnýtti fýra brotskøst og nógvar opnar kjansir KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk VB fekk fulla úrtøku burtur úr longu ferðini úr Vági og norður til Klaksvíkar um vikuskiftið. Tá ið liðini hittust í fyrru hálvu, vóru tað klaksvíks- kvinnur, sum vunnu, men hesaferð helt oddaliðið í kvinnudeildini seg framm- anfyri allan dystin og vann at enda við tveimum mál- um. Hóast VB var á odda alla- tíðina, so var Stjørnan fleiri ferðir um reppið at koma inn í dystin aftur, men tær vóru ikki nóg drúgvar, tá tað snúði seg um at gera mál. Fyrsta partin av dystinum gekk javnt á, men stórur munurin var, at VB-kvinn- urnar fingu fleiri mál. Stjørnan misnýtti tvey brotskøst beinanvegin, og aðrir opnir kjansir vórðu eisini tveittir burtur frystu 20 minuttirnar. Verjuspælið hjá heimaliðnum gekk væl hendan partin av dystinum, men tær vóru eiðasørar í hinum endanum. VB fekk tak á VB fekk betur skil á sínum verjuspæli síðstu 10 min- uttirnar fyri hálvleikin, tær vórðu meira kontantar og betri skipaðar, og so var hurðin mest sum latin aftur, og munurin millum liðini vaks til fýra mál. VB brúkti nógva tíð til at byggja álopini hjá sær upp, og við hvørt tóktist tað, sum um dómararnir, sum ikki vóru teir, ið áttu at døma dystin, góvu odda- liðnum í so langan snór. Tá ið liðini hildu steðg, vóru fýra mál á muni, og tá tóktist tað, sum um VB hevði fingið rættiligt tak á støðuni. Tær royndu Stjørnan legði harðliga fyri í seinna hálvleiki og mink- aði beinan vegin um munin, men tær kláraðu ongantíð at koma upp á javnt. Tá ið tað stóð á hjá oddaliðnum, høvdu tær onkursvegna orkuna til at býta frá sær aftur, og so kláraðu tær at halda seg frammanfyri. Stjørnan hevði miskeiðis í seinna hálvleiki at minka munin til eitt mál, men spælandi venjarin hjá Stjørnuni, Danijela Erke- vic, misnýtti brotskastið, og síðani tørnaði VB til aftur og økti leiðsluna upp í fimm mál. Móti endanum hevði heimaliðið umsíðir strítt seg fram til, at eitt mál var á muni, men so fekk VB brotskast og skoraði til endaliga úrslitið, 18-16. Sum gongdin í dystin var, tóktist tað ósannlíkt, at heimaliðið kundi vinna. Hvørja ferð tær minkaðu og royndu at berja seg upp á javnt, hevði VB avlopsorku til at gera fleiri mál. Eingir dómarar Dysturin var seinkaður nakað, tí dómaraparið, sum var sett at døma hendan avgerandi dystin, kom ikki fram. Orsøkin segðist vera, at dómararnir høvdu ikki fingið boðini frá Hond- bóltssambandinum um, at dysturin var fluttur nakað fram. Hetta var í øllum førum óheppið fyri spælararnar og dystin, og slíkt skal ikki koma fyri. Liðini bæði samdust um, at tveir avbygdamenn í Klaksvík dømdu dystin, og teir báðir, Geir Wardum og Egil Steintórsson, komu væl frá uppgávuni. Dysturin í tølum: Stjørnan-VB 16-18 (6-10) Málskjúttar: Stjørnan: Danijela Ercevic 8(4), Natasha Stamenkovic 6, Joan M. Joensen 1, Gunnvør Isaksen 1 VB: Daiva Toumaite 7(4), Reda Kurkuaskiena7(1), Arnleyð Hjelm 2, Gurið Mortensen 1, Rannvá Augustinussen 1 Brotskøst: Stjørnan 8, VB 7 Útvísingar: Stjørnan-2, VB 1 Dómarar: Geir Wardum & Egil Steintórsson Við sigrinum á Tjaldri vunnu Kyndilskvinnurnar seg fyri fyrstu ferð í ár upp á bronsupláss- ið í landskappingini KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast kappingarárið hjá Kyndli hevur verið nakað nógv meira misjavnt, enn tær sjálvar høvdu vónað við kappingarársbyrjan, so hava misjøvnu úrsliltini tó ikki sent liðið heilt úr heið- ursmerkjastríðnum. Eina mest tí somikið fá av hinum liðunum hava megna at sýnt nakað støðugt hond- bóltsspæl. Tí visti Kyndil undan dystinum í Runavík, at hes- in kundi senda liðið upp á bronsuplássið, nú Stjørnan hevði trupla heimadystin móti VB á skránni. Trygt allan vegin Tað var tó ikki úrslitið í Klaksvík, sum Kyndil skuldi dúva uppá, men fyrst og fremst syrgja fyri at vinna sín dyst, og tað gjørdu tær so eisini uttan stórvegis hóvasták. Í roynd og veru, so varð dysturin longu avgjørdur fyrstu 20 minuttirnar ella so, tá Kyndil fyrst og fremst hevði eitt gott tak á álops- spælinum hjá Tjaldri. Mun- urin kom hesa løtuna upp á fimm mál, og nakað mun- andi nærri enn hesum kom Tjaldur ongan tíð aftur í dystinum. Kanska royndu tær at gera ein lítlan vørr í seinna hálvleiki, men tá tær so sjálvar misnýttu tvey brots- køst, og Kyndil síðani rætti- liga setti ferð á, varð øll luftin so dyggiliga tikin úr teimum. Eina løtu hótti eitt veruligt stórtap, men sein- astu 10 minuttirnar tóku gestirnir sær aftur av løtt- um, soleiðis at Tjaldur hóast alt kundi pynta nakað um úrslitið. Hørð kapping Sum sagt, so lyfti sigurin Kyndil upp á trijða plássið í kappingini, men hóast hetta er hægri, enn tær hava verið seinastu tvey árini, so er tað tó eingin orsøk til at hvíla seg hjá teimum grønu. Á pappírinum munnu tær nevnliga vera liðið við tor- førastu eftirverandi skránni. Næst á skránni er heimadystur móti VÍF, og síðani er talan um útidystir móti StÍF, VB og Stjørnuni, so lætt verður tað undir ongum umstøðum. Hinveg- in, so er útgangsstøðiðið nú tað besta, sum tað hevur verið í ár, so tað røkist kanska fyri, at Kyndil eftir enn eitt turbolent ár kortini kann fáa okkurt slag av løn fyri stríðið. Hjá Tjaldri er hinvegin líkt til, at stríðið hevur ver- ið til fánýtis. Eitt skifti í vár sá annars ikki heilt galið út, eftir at liðið hevði vunnið heimadystin á Neistanum, men síðani hevur bara gingið skeiva vegin. Mun- urin upp til Neistan er nú seks stig, og tó at tað á pappírinum enn eru 12 stig at spæla um, so munnu sjálvt mest optimistisku runavíkingarnir nú ásanna, at slagið er tapt, og at liðið aftur má taka til takkar við aðru deildar hondbólti komandi kappingarár. Dysturin í tølum Tjaldur-Kyndil 17-21 (7- 11) Málskjúttar: Tjaldur: Lenka Ribaric 7(1), Oddvá Fossdalsá 5, Mona Langgaard 2(1), Vesna Tomajek 1, Kristine Ellingsgaard 1, Ann Mari Østerø 1 Kyndil: Sonja Smiljic 4, Ann Mari Wang 4, Lotte Sørensen 4(1), Marjun Tróndarson 3, Annika Thomsen 2, Hildur Mikkel- sen 2, Ileana Manolescu 1, Heidi Maria Akselsen 1 Brotskøst: Tjaldur 5, Kyndil 3 Útvísingar: Tjaldur 3, Kyndil 2 Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen Stjørnan-VB 16-18 (6-10): VB vann í Klaksvík VB var samanumtikið betra liðið, og tó at Stjørnan helst iðrar seg um misnýttu møguleikarnar, so mundi talan hóast alt vera um ein uppibornan sigur Tjaldur-Kyndil 17-21 (7-11): Kyndil á heiðursmerkjunum C M Y K 18