týsdagur 4. mars 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 4. mars 2003
21
StÍF-Tjaldur 23-
17 (11-9):
Tryggur
heima-
sigur
Tjaldur fekk ikki
gjørt stórvegis við
botnstøðuna, tá
tær hittu StÍF
hóskvøldið
KVINNU-
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Dysturin millum liðini
bæði skuldi uppruna-
liga
verið
leiktur
mikukvøldið í farnu
viku, men varð tá út-
settur. Hósdagin vóru
teir 60 minuttirnir so
avgreiddir, men av
misgávum høvdu vit
ikki úrslitið við í leyg-
ardagsblað okkara.
Um dystargongdina
er annars at siga, at
Tjaldur fyri ein stóran
part var rættiliga væl
við. Fram til hálvan
seinna hálvleik var lítil
og eingin munur, men
tá StÍF so skoraði fýra
ferðir á rað, var einki
at gera hjá gestunum,
sum enn eina ferð
máttu taka til takkar
við tapi.
Dysturin í tølum
StÍF-Tjaldur 23-17
(11-9)
Málskjúttar:
StÍF: Asta
Petrauskiene 8, Alina
Olaru 4, Anna Maria
Berthelsen 4, Anna B.
Danielsen 4, Poula D.
Olsen 2, Sunfríð
Jacobsen 2(1), Elin
Jacobsen 1
Tjaldur: Milica Ergic
8(1), Lenka Ribaric 5,
Oddvá Fossdalsá 1,
Mona Langgaard 1,
Heidi Heinesen 1,
Kristine Ellingsgaard
1
Brotskøst: StÍF 2,
Tjaldur 1
Útvísingar: Tjaldur 5
Dómarar úr Stjørnuni:
Flemming Jacobsen &
Kartin Joensen
Í tjúgu minuttir beit
StÍF frá sær á sama
hátt, sum teir gjørdu í
grundspælinum, og
tó at teir síðani tóku
sær av løttum, so
mundi avrikið sunnu-
dagin geva góðar
vónir undan topp-
brakinum móti VÍF
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var um at vera seinasta
útkall hjá StÍF, tá teir
sunnudagin vitjaðu hjá
Neistanum. Gamaní hava
strandingar sum einasta
liðið enn ikki tapt nakran
dyst í grundspælinum. Men
spælið hevur langt ífrá
verið á sama sannførandi
støði, sum tað var í grund-
spælinum, og tveir javn-
leikir móti ávíkavist Kyndli
og KÍF høvdu viðført, at
VÍF hevði vunnið seg tvey
stig framum á stigatalvuni,
har strandingar tó áttu ein
dyst tilgóðar.
Hesin dysturin var tann
móti Neistanum, sum var á
skránni sunnudagin. Eitt
neistalið, sum als ikki tyk-
ist hava nátt somu hæddum
í endaspælinum, sum teir
gjørdu í grundspælinum,
men tað hevði StÍF tó
heldur ikki. Í øllum førum
ikki fyrr enn sunnudagin.
Gullglottar
Tí tað var skjótt at stað-
festa, at nú er StÍF um at
koma fyri seg aftur. Fyrstu
20 minuttirnir var talan
mest sum um uppvísing í,
hvussu hondbóltur eigur at
spælast. Við útgangsstøði í
eini ágangandi og framrætt-
aðari verju trýstu teir alla
tíðina mótstøðumenninar,
og tá hesir so framdu okk-
urt mistakið, gekk tað
skjótt fyri seg hinvegin.
Í løtum tóktist dysturin
mest ganga tann vegin, at
meðan gestirnir koyrdu á
við fullari ferð, so royndu
teir á heimaliðnum mest
sum bara at toga ferðina
niður, men tað var tó heldur
misjavnt,
hvussu
hetta
hilnaðist.
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki tóktist gongdin í
løtum vera hin sama, sum
hon hevði verið fyrra um-
farið. Nú kanska einamest
tí heimaliðið hevði givið
skarvin yvir. Har var als
einki bit í skotroyndunum,
sum Marian Cirloganescu
sjáldan hevði nakrar stór-
vegis trupulleikar av, og so
við og við bendi alt meira
og meira á stórsigur til
strandingarnar.
Ivaleyst roknaðu geistnri
eisini við, at so var, og tá
teir so ótilvitað settu ferð-
ina nakað langt niður,
bragdaði
brádliga
hjá
Neistanum. Áki Mørk og
ikki minst Morgan Kneze-
vic, sum annars hevur verið
ein skuggi av sær sjálvum
síðani jólasteðgin, tóktust
nú brádliga at fáa ferð á.
Átta mála leiðslan minkaði
niður í helvt, og ein vón
hómaðist hjá teimum bláu,
men tað var tó skjótt, at
eisini hendan varð sløkt.
Strandingar settu ferðina
eitt lítið vet upp afturat, so-
leiðis at tað kundi stað-
festast, hvat liðið var hitt
betra, og so kundi tað vera
líkamikið, at Neistin aftur
slapp at minka nakað um
munin seinastu minuttirnar.
Klárt til gullbrakið
Við sigrinum vann StÍF sær
sjálvandi tvey sera týdning-
armikil stig, sum bera við
sær, at tað stendur á jøvn-
um, nú vestmenningarnir
koma inn á Skála miku-
dagin.
Kanska meira týdningar-
mikið var tó, at strandingar
í løtum sýndu sama slag av
spæli, sum undan vetrar-
steðginum førdi teir á ov-
astu rók á talvuni. Kvika
ágangandi
spælið,
har
mótstøðuliðini sjáldan fáa
meira enn brotpartar av
sekundum at umráða seg í,
var nú aftur sett á dags-
skránna. Eitt spæl, sum er
undirhaldandi at hyggja at,
og ikki minst eisini sera
effektivt, tá alt gongur í
eina hægri eind, soleiðis at
mótstøðuliðini sjáldan hava
nakað mótvápn, tá StÍF
rættiliga sleppur ígongd.
Um talan bert var um eitt
eingangsupplivilsi
hjá
trúgvu áskoðarunum, ella
um hetta er linjan, sum nú
verður løgd, ber sjálvandi
illa til at siga enn. Men tað
líktist í løtum spælinum,
sum kann tryggja strand-
ingum gullið, og so er
spurningurin bara, um teir
aftur – og helst yvir longri
tíðarskeið enn 20 minuttir –
eru førir fyri at finna tað
fram mikudagin.
Fyri Neistan var dysturin
hinvegin enn ein staðfest-
ing av, at liðið ikki skal
verða partur av oddastríð-
num í ár. Tað var annars
nógv, sum bendi tann vegin
eftir grundspælið, men síð-
ani er nógv broytt. Enn
heldur liðið tó fast um
triðja plássið, men grannar-
nir úr Kyndli hava nú togað
seg upp á sama stigatal, so
heiðursmerkini standa upp
á spæl, tá grannauppgerð
verður í Havn komandi
mikukvøld.
Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 25-30 (9-13)
Málskjúttar:
Neistin: Áki Mørk 6,
Morgan Knezevic 6(2),
Ræni Slættanes 3, Helgi
Justinussen 3, Ragnar
Stakksund 2, Kári Mort-
ensen 2, Dann Tholeifsson
2, Birgir Kass 1
StÍF: Costin Dumitrescu
9(4), Sveinur Justinussen
5, Kristjan Petursson 4,
Bent Djurhuus 4, Andre F.
Danielsen 3, Alexandur
Johansen 3, Jón Ramussen
1, Artur Johansen 1
Brotskøst: Neistin 4, StÍF 4
Útvísingar: Neistin 1, StÍF
3
Dómarar úr Tjaldri:
Hartvig Joensen & Trygvi
Mortensen. Komu væl frá
uppgávuni. Ikki minst tí
teir alla tíðina royndu at
hava samband við
leikararnar.
Neistin-StÍF 28-30 (9-13):
Gulltenninar hómaðust
Við útgangsstøði í ein i vælvirkandi verju trumlaði StÍF Neistan niður fyrstu 20 minuttirnar av dystinum, og eftir hetta ráddi bara um at halda tørn hjá
oddaliðnum, sum veruliga tykist hava funnið stórformin undan brakinum á Skála mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
21
20
Nr. 43 - 4. mars 2003
Hondbóltsfepurin í
Hoyvík hevur nátt
nýggjum hæddum, nú
yngsta høvuðsstaðar-
felagið hevur fingið
fótin inn um í heið-
ursmerkjastríðnum
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hoyvíkingar halda fram-
vegis kósina móti hægru
luftløgunum. Leygardagin
skúgvaðu teir sambúgvar-
nar úr KÍF til viks í bronsu-
stríðnum, har tú nú fyrst og
fremst eru tey trý havnar-
feløgini, sum stríðast um
seinasta
heiðursmerkið,
eftir at VÍF og StÍF vænt-
andi hava tikið sær av
teimum báðum fremstu
plássunum.
Hoyvíkingar vóru annars
nakað skerdir, eftir at leik-
andi venjarin, Uni Ward-
um, fekk reyða kortið í
seinastu sekundunum av
dystinum móti Tjaldri. Júst
tað at Uni gjørdist leikandi
og ikki bara venjari hevur
annars verið ein av høvuðs-
orsøkunum til framgongd-
ina hjá H71, ,men leygar-
dagurin prógvaði í øllum
førum, at alt ikki stendur og
fellur við honum.
Fyrstu løtuna gekk tað
kanska nóg so striltið, og
fyri tað mesta vóru tað
kollfirðingarnir,
sum
høvdu munin, men so rakn-
aði H71 við. Seinastu løt-
una
undan
steðginum
vunnu teir við átta málum
móti trimum, og so var
grundarlagið lagt undir
sigrinum.
Og tað var ongan tíð so-
leiðis, at sigurin kom í
vanda seinna umfarið. Við
at ansa Damir Oros væl,
varð einasta veruliga skot-
hóttanin hjá kollfirðingun-
um tikin úr spælinum, og
sum minuttirnir gingu líkt-
ist tað alt meira einum
trivaligum stórsigri.
Sum tað tó ofta hendir í
slíkum førum, so settu
hoyvíkingarnir tó ferðina
niður
móti
dystarenda.
Munurin var tó vorðin alt
ov stórur til at nakar spenn-
ingur av nøkrum slag kom í
aftur dystin, men um ikki
annað, so fingu kollfirðing-
ar soleiðis avmarkað tapið
til tey seks málini, sum
talan varð um.
Full ferð á
Við sigrinum – tí fjórða í
seks dystum í endaspælin-
um – hava hoyvíkingarnir
av álvara strítt seg inn í
heiðursmerkjadystin. Ein
støða, sum vildi verið
óhugsandi, ta´farið varð inn
í endaspælið.
Og tað kann væl verða, at
hoyvíkingarnir
fara
at
vinna seg enn longur upp.
Góða gongdin í endaspæl-
inum byrjaði við einum
fullkomuliga óvæntaðum
sigri á Neistanum, og
seinni dysturin móti Neist-
anum er tann, sum er næst-
ur á hoyvíkskalendaranum.
Kollfirðingar mistu hin-
vegin eitt fet í stríðnum um
at koma inn í bronsudystin,
og sum endaspælið hevur
lagað seg, so er einki at
taka seg aftur í, at kollfirð-
ingarnir munnu iðra seg um
mistu møguleikarnar. Hesa
ferð var tó ikki so nógv at
gera, men dysturin sýndi tó
týðiliga, at kollfirðingarnir
framvegis í ovurstóran mun
dúva upp á skotstyrkina hjá
Damir Oros. Liðið hevur tó
fleiri aðrar leikarar við
góðum hondbóltsevnum,
men enn hava hesir so til
góðar at sýna, at teir eisini
eru førir fyri at taka ábyrgd
á seg, tá rákið er ímóti.
Dysturin í tølum
KÍF-H71 23-29 (13-17)
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 8(6),
Petur Martin Poulsen 5,
Mirko Milenkovic 4, Vagn-
ur Johannesen 2, Regin
Petersen 2, Finn Heri
Johannesen 1, Gert Hansen
1
H71: Halgir Dahl Olesen
7(1), Niels Viggo Niclasen
5, Kristian Eli Zachariasen
5, Bárður Brimvík 4,
Brandur Johansen 3,
Johnny Durhuus 3, Ann-
finnur N. Debess 2
Brotskøst: KÍF 6, H71 1
Útvísingar: KÍF 2, H71 5
Dómarar úr Neistanum:
Sámal Hansen & Kristian
Johansen
Steypavinnararnir
úr Kyndli eru nú
ájvanir Neistanum á
triðja plássinum,
eftir at teir sunnu-
dagin fingu øll stig-
ini við sær úr Runa-
víkini
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast eitt heldur mis-
javnt kappingarár, har
upp- og niðurtúrarnir
hava verið nógvir, hevur
Kyndil í øllum førum
fingið
eitt
gullmerki
burturúr, tá teir vunnu
steypafinaluna herfyri.
Kanska var steypasig-
urin júst tað, sum teir
grønu úr Havn høvdu
tørv á, tí í øllum førum
hava teir síðani hetta
klintrað upp móti triðja
plássinum á talvuni við
fullari ferð.
Sunnudagin
vitjaði
Kyndil í Runavík, og har
komu enn tvey stig á
kontina, soleiðis at teir
nú eru ájavnir grannun-
um úr Neistanum á triðja
plássinum.
Átta á rað avgjørdu
Tað var tó ikki so, at
Kyndil hevði lætt spæla
alla tíðina í Runavík.
Tvørtur ímóti, so var tað
Tjaldur, sum tóktist greitt
omaná, tá dysturin var
hálvrunnin. Liðini høvdu
annars fylgst allan fyrra
hálvleik, men seinstu
fimm minuttirnar tóktist
alt at skrædna hjá Kyndli,
og við seks málum á rað
struku
heimamenninir
avstað.
Tí var setningurin hjá
Kyndli
greiður
eftir
steðgin, men tað var giv-
ið, at fortreytirnar til
hetta ikki vóru av teim-
um bestu. Liðið var nak-
að skert, nú bæði Heini
Bendtsen og Regin Jo-
hannesen vóru úti við
skaða – Heini verður
kanska ikki við aftur í ár.
Hóast hesir kanska ikki
hava talst millum størstu
nøvnini á liðnum, so
hevur serliga Heini mar-
kerað seg væl eftir jóla-
steðgin, og tað er ikki
minst skoringum hansara
av veinginum at takka, at
Kyndil seinastur dystir-
nar hevur havt somikið
góða breidd í álopsspæl-
inum.
Leingi sá eisini út til,
at tað skuldi gerast sera
striltið hjá Kyndli, men
brádliga slerdu teir grønu
turbona til. Átta mál á
rað innan átta minuttir
settu líka sum allan iva til
viks, og so ráddi bara um
at halda fast.
Tað gjørdu teir grønu
eisini uttan stórvegis
hóvasták. Hóast Tjaldur
royndi at seta ferðina
upp, so megnaðu teir
ongan tíð at skapa spenn-
ing í aftur dystin, og
gestirnir kundu sostatt
fara aftur til Havnar við
tveimum stigum.
Bronsan er nær
Stigini førdu við sær, at
Kyndil nú hevur vunnið
seg ájavnt grannunum úr
Neistanum, sum hinvegin
tykjast vera steðgaðir
fullkomuliga upp. Júst
Neistin er næsta mót-
støðuliðið hjá Kyndli,
sum
soleiðis
hevur
møguleikan at skrykkja
seg mest sum leyst í
oddinum, áðrenn verj-
andi meistararnir úr VÍF
standa fyri framman ann-
að vikuskiftið.
Tjaldur er hinvegin
framvegis einsamalt í
botninum, og sum støðan
er í løtuni, so tykist fjar-
støðan til ovaru liðini
bara at vaksa. Niðurflyt-
ing er tó framvegis ikki
aktuel, men eftir upp-
túrin, sum liðið hevði í
endaspælinum í fjør man
tað kortini kennast nakað
hugstoytt, at liðið aftur í
ár hevur lagt seg niður á
botnin á talvuni.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Kyndil 27-32
(16-13)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic
8, Mortan Hansen 6,
Zoran Sarcevic 5(1),
Arnfinn Langgaard 3,
Ken Bærendsen 3, Áki
Hansen 1, Kári Hansen 1
Kyndil: Finnur Hansson
7(1), Ken Zachariasen 6,
Jacob Jónsson 5, Høgni
Klein 5, Hans Áki Dal-
Christiansen 5, Janus
Einar Sørensen 3, Leif
Mikkelen 1
Brotskøst: Tjaldur 4,
Kyndil 2
Útvísingar: Tjaldur 2,
Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen &
Sámal Hansen.
KÍF-H71 23-29 (13-17):
Nú er stuttligt
í Hoyvík
KÍF hevur veruliga fingið ferð á seinastu dystirnar. Liðið hevur nú strítt seg upp í bronsustríðið, og tann støðan var í øllum
førum púrasta óhugsandi fyri bert tveimum mánaðum síðani
Mynd: Álvur Haraldsen
Tjaldur-Kyndil 27-32 (16-13):
Kyndil eftir
heiðurs-
merkjunum
C
M
Y
K
20