hósdagur 12. juli 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
er
$
€
£
Fr
Nr. 108 — 12. julí 1990
sparast skal, har sparast kann við skili. Men tað ber
heldur ikki til at spara, so alt steðgar upp og inntøku
grundarlag landskassans fellur burtur. Eitt dygdargott
alment virksemi er fortreytin fyri privata vinnulívinum
og fyri politiskum metingum.
Bert eitt hækkað útflutningsvirði kann loysa trup-
ulleikarnar, vit hava í løtuni. Tað er í dag 800-900
miljónir, og skal - og kann - vaksa 500-600 miljónir
fyri at koma uppá tað virðið, fiskurin hevur, tá hann
verður drigin úr sjónum; útflutningsvirðið kann helst
eisini koma uppá 1800-2000 miljónir krónur. Tað krev-
ur at vit rætta teir grundleggjandi skeivleikarnar í høv-
udsvinnuni.
Grundleggjandi trupulleikin er tann koddin, ið vit hava
latið høvudsvinnuna - íroknað sgluliðið - hvílt á. Vit
hava framleitt soleiðis, at fiskurin er minkaður í virði
eftir at hann er komin úr sjónum. Umfordeilingin yvir
skattaskipanina er bara vaksin, tí minni og minni partur
av tí, sum skuldi til avdråttir, rentur og nýskipanir cr
komið úr útflutningsliðnum. Men nú eru sjálvt borgar-
ligir samgonguflokkar farnir at ganga í seg sjálvar á
hesum gki. Trekarnir í hesi skipan skulu linkast, men
marknaðarbúskapur loysir einki einsamallur. Aftrat hon-
um eiga at vera almennar fyriskipanir og almenn
stýring, serliga viðvíkjandi peninga-umfarinum.
Sum er sita bæði vinnulívsmenn og bankar lamnir.
Bankarnir tykjast í stóran mun at dúva uppá, at lands-
kassin kann roytast uppaftur meira, áðrenn farið verður
undir at sanera vinnulívið. Men peningastovnarnir hava
seinastu 10 árini økt eginkapitalin við eini miljard og
skattafrítt sett aðra miljard til viks fyri at standa ímóti
tapi, so teir eru væl fyri og kunnu ikki bara sita og
bíða. Samvinna má fáast við hesar stovnar un
Ll k k T 1
K ||
tøkurnar. HøvuOsregian verður helst, at fyritøkurnar fara
av knéranum sum liður í saneringini og so meðvirkar
man til at fáa gongd á aftur
Rentuspekulatiónin, sum í helst er orsøkin til 2-3
milliardir av teimum 8-9 milliardunum, ið uttanlands-
skuldin er, eigur at verða steðgað við broyting í rentu-
skattaskipanini; lagt verður upp fyri, at broytingin ikki
rakar húsalán o.a uppsparingar, eins og skattingin av
rentu-innistødum verður óbroytt.
A s0Sialurin
Hvat fer at henda í næstum?
Einki av hesum hendir undir hesi samgongu. Hon rekur
bankanna politkk gjøgnum låntøku uttanlands ella við
tvangsuppsparing; hetta hevur verið neyðugt, tí yvir
skotið hjá undanfarna landsstýri ikki longur stendur í
virdisbrøvum uttanlands. Tað ódámligasta í hesum er
sostatt tann Gtryggleikin, ið bæði móttakarar av al-
mannaveitingum og fólk í lønandi vinnu mugu liva við:
tey mugu standa og líta at, meðan samgongan áleggur
teimum milliardabyrðar í nýggjum lánum, og harvið
flytir privata skuld yvir á landskassan. Eg metti í
desember 1989, at hendan samgongan fór at megna at
flyta 2-3 milliardir av uttanlandsskuldini frå tí privata
yvir á landskassan, áðrenn hon leggur frá sær, men talið
verður helst 3-4.
Tær 630 miljónirnar, sum tosað verður um, verða
helst 700-800 við árslok. Fólk vinna minni, hava minni
eftir av tí, tey vinna orsakað av rokningunum frá sam-
gonguni, og tað hevur sett eina ketu-reaktión í gongd
(handlar og virkir stongja), og harvið versnar inntgku-
grundarlag landskassans. Gamaní, innflutningurin mink-
ar, men tað er einki mál í sær sjálvum, men skapar
nevndu trupulleikar, ið mugu loysast.
Men samfelagið kann ikki steðga upp, so samgongan
hevur einki val: í heyst ella til várs noyðist hon aftur út
at læna fleiri hundrað miljónir við ymiskum ngvnum:
likviditet til húsalángrunnin, likviditet til fiskivinnuna
0.s.fr.; avleidingin er tann sama: skattgjaldarin kemur at
bera stórri og stórri part av eini uttanlandsskuld, hann
eigur so lítið í. Hetta er ein stóða, ið er munandi Ødrvis
nn tær 200 miljønimar, landskassin skyldaði í 1988
Men longri tíð, 10 gongur g fOIk missa vor
Í 0 dugna
Er nýval ein hugsandi og kanska ynski-
lig loysn?
Fyri 13 mánaðum síðani fekk samgongan Skak-Niels
at siga, at ráð vóru ikki til nyval. Men fyri hvønn dag,
hendan samgongan situr aftrat, er tað dýrari at lata vera.
Nýval hevði verið besta loysnin, men í aktuellu støduni
er einki, ið fær ein at rokna við, at samgongan torir at
taka eitt val nú. Situr samgongan ikki skeiðið út, so
verður helst ikki fyrrenn á várið ella á sumri 1992.
Hvat fer at henda í næstum?
Alt er vorðið útsett og útsett og eingin loysn komin
enn; tískil fara trupulleikarnir at hópa seg meira og
meira upp. Fólk orkar ikki at bíða og samfelagið kann
ikki bíða, 'massafluktin' úr Føroyum fer at halda fram
og svart arbeiði fer at vinda uppá seg orsakað av skattum
v.m. Færri hendur vera sostatt at bera byrðarnar í sam-
felagnum.
Sum er eru eingi eingi útlit til nakra loysn, tí teir
hava rent seg fastar. Samgongan fer óivað at læna seg
burturúr trupulleikunum: tað er lætt og einfalt, men eis-
ini tað mest vandamikla uppá longri sikt, tí uttanlands-
skuldin vaksur. Eg vænti, at tað verður trupult at
fíggjað tær 600 miljónirnar, og tað sum verri er: eg
vænti, at talið verður stórri við árslok.
Er nýval ein hugsandi og kanska ynski-
lig loysn?
Samgongan eigur at leggja frá sær! Tað er neyðugt at
síggja veruleikan í eyguni: samgongan tænir ikki sam-
felagsins áhugamálum. Tað er týðuligt, at áhugamálini
hjá einstaklingum og flokslimum í samgonguni rgkka
fram um samfelagsins áhugamál. Tí er arbeiðið hjá sam-
gonguni dømt til at miseydnast, og tað er longu prógvað
til fulnar. Men helst er tað so, at hendan samgongan tor-
ir ikki at fara út í val í úrtíð.
Lassi Klein: - Landsstýrið hevur ikki gjórt tað minsta
fyri at vinna á trupulleikunum
Lesið leygardagin!
Finnbogi ivast í, um tal-
an er um meirútreiðslur, og
heldur annars, at summar al
mennar konti kunnu hækk
ast; Tordur meinar, at
samgongan samtykti eina
'sum um'-fíggjarlóg og bara
letur standa til; Anfinn
meinar, at talan er um góðar
400 miljónir og ikki 630
Síða 7
Edmund Joensen:
Politiskur
kleyvarskapur
at meirútreiðslurnar eru farnar á glid. Tað var
júst hesum, ið hendan breiða samgongan skuldi
forða fyri. Táttast má í og undirskotið má
lánfíggjast
630 miljónir fara at resta í á fíggjarlógini.
Hverja viðmerking hevur tú til hesi tíð-
indi?
Eg eri ikki klakkur av, at inntøkurnar eru munandi
lægri - 200 miljónir krónur - enn roknað var við. Tá
fíggjarlógin var samtykt, vóru vit ikki á einum máli
við samgongufelagar okkara. Vit roknaðu við, at
útflutningurin fór at verða óbroyttur, men aktivitet-
urin annars skuldi minkað og harvið eisini grundar-
lagið fyri inntøkum landskassans.
Tá talan er um meirútreiðslurnar uppá 431 miljónir
krónur, so er talan um beinleiðis politiskan kleyvar-
skap. Tað var júst hesum hendan stóra samgongan
skuldi hava rygg ul at halda.
Hvat eigur at verða gjørt? Hvussu skal
landskassaundirskotið fíggjast?
Meiri skatt kann talan ikki verða um, heldur ikki um
meiri toll. Eftir er so bara ein møguleiki, og tað er at
lánfíggjað undirskotið í tann mun tamarhald ikki
fæst á útreiðslunum. Men låntøkur eru ikki ein
loysn, ið kann brúkast framhaldandi.
Hvat fer at henda í næstum?
Samgongan hevur sett sær nógv fyri, so vit fara at
streingja á fyri at røkka hesum málum. T.d. at forða
fyri, at talan ikki verður um fleiri meirútreiðslur, at
fremja broytinganar á fiskivinnugkinum 0.s.fr.
Hvussu er arbeiðslagið í samgonguni?
Tað veit eg ikki... viljin er góður, men tað hendir lít-
ið.
Er nýval ein hugsandi ella ein ynskiligur
møguleiki?
Nú ert tú so nærspurdur. Um tað er ein hugsandi
møguleiki havi eg onga meting um. Hvert tað er ein
ynskiligur møguleiki? Til tað havi eg bara at siga, at
ein avtala er ein avtala: antin er man í samgongu og
arbeiðir fyri tí, man hevur sett sær fyri ella brýtur
man avtaluna, og so er talan um eina nýggja stóðu...