Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 1990síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Orð um miljónir Halda framrokningarnar og 600-700 miljónir fara at vanta í hjá landskassanum við árslok, so verður undirskotið um 20 % í mun til samtyktu figgj- arlógina, ið javnvigaði við knapt trimum miljard- um. At ein landsfíggjarlóg ikki heldur, er einki 6- vanligt, - hvørki her ella aðrastaðir. Tvgrturímóti. Tað er vanligt, at figgjamevndin góðkennir frávik og at eykafíggjarlógir verða samtyktar eftirfylgj- andi. Men hvussu nógv við síðuna av kann ein fíggjarlóg vera. 5 %, 10 ella 20...? Í búskapar- politiska og -búskaparvísindaliga orðaskiftinum verður ikki tosað um nakað ávíst mark, ið kann verða fyri frávikinum. Buskaparfrødingar í Det økonomiske Råd í Dan- mark og å Økonomisk Institut å Københavns Universitet, sum vit hava spurt, eru kortini samdir um, at 600 miljónir í mun til tríggjar milliardir eru rættiliga nógv, - serliga í einum búskapi vid stórari uttanlandsskuld. Hvat siga umboð fyri føroysku flokkarnar á tingi. Vit hava spurt teir um viðmerkingar til tíðindini um tær 631 miljónirnar, ið fara at resta í, sambært útrokningarnar, ið Ivan Johannesen, fíggjarmálaráðharri hevur latið gjørt; hvat teir meta vera rættast at gera, hvat teir vænta fer at henda, og um teirra hugsan um nýval. Bæði meiningar og metingar teirra eru sera ymiskar, og leggja upp til eitt parlamentariskt orðaskifti. Í blaðnum í dag siga Atli Dam, Lassi Klein og Edmund Joensen sína hugsan, og í blaðnum leygardagin verða tað Finnbogi Ísakson, Anfinn Kallsberg og Tordur Niclasen, ið fáa orðið. ówh 630 miljónir fara at resta í kassanum, tá árið er av, sigur kanningin, ið Ivan Johannesen hevur latið gjørt - - +jÅ ahlaÆ Atli Dam, Jvnfl.: Nr. 108 12. juli 1990 Politikkur bankanna - har privat skuld verdur flutt yvir i landskassan. Undirskotid hjå landskassan- um verður helst stórri enn 630 mió. krónur 630 miljónir fara at vanta í. Hvørja við- merking hevur tú til hesi tíðindi? Mín forsøgn í desember var, at 600-700 miljónir fóru at mangla í, tí skerjingarnar, sum samgongan legði upp til, vóru órealistiskar: við tí munandi skerda aktivitet- inum í samfelagnum fóru inntgkurnar at svíkja. So meg undrar tað ikki. Tað mest ódámliga er, at samgongulimir sjálvir vóru greiðir yvir hetta. Men Pauli Ellefsen hevði so væl í teymarnar, at hann fekk eitt politiskt ynski gjøgnum- trumfað: hann kundi úteftir vísa á, at sparingar vórðu framdar á fíggjarlógini; í veruleikanum samtykti man eina almenna meirnýtlsu. Eftir allar hesar skerjingar spyr ein seg sjálvan, hvar allur tann búskaparligi dynamikkurin, sum løgmaður segði skuldi standast av skerjingunum, er vorðin av. Samgongan hevur ikki gjørt annað í hálvtannað år enn tikið lán og útvegað bankunum likviditet vid at royta skattaborgaran, og kortini røkka endamir ikki saman. Tað einasta, sum hent er, er, at privat skuld er flutt, so hon í alt stórri mun gerst landskassaskuld, ið skatta- borgarin fær at dragast við. Til tess at varðveita og økja inntøkugrundarlagid i samfelagnum og harvið hjá landskassanum er neyðugt at fáa eitt stórri útflutningsvirði fyri okkara fiskavørur, men samgongan hevur ikki sett eina einastu av teimum nógv umtalaðu strukturbroytingunum í verk. Hvat átti at verðið gjørt? Hvussu skal landskassa-undirskotið fíggjast (lán; hægri skattur, tollur og avgjøld; skerj- ingar á fíggjarlógini)? Varð okkara uppskot til fíggjarlóg saman hinum polit- isku tiltøkunum, ið vóru fortreytin fyri uppskotinum, samtykt, so var undirskotið hjá landskassanum ikki so stórt, sum tað er í dag. Tað ber ikki til at áseta hægri skatt og toll. Í mesta lagi 100-150 miljónir kunnu sparast á fíggjarlógini, og Lassi Klein, sj.fl.: Svart arheiði vindur uppå seg ti okið er so tungt. Alt verður útsett ulleikarnir hópa seg upp 630 miljónir fara at vanta í. Hverja við- merking hevur tú til hesi tíðindi? i Þ p r 1 AM gar cgo: seg Nava loysnir á øltum trupulicik unum í samfelagnum og at fíggjarlógin var eitt tydn ingarmikið amboð í hesum arbeiði. Í Men kósin hjá samgonguni var skeiv, og tað undrar ikki onnur, at fíggjarlógin ikki heldur; men eg eri sera skelkaður av, at metingin er heili 20 % skeiv. Hetta váttar bert tað, vit boðaðu frá beinanvegin: hendan samgongan er ikki før fyri at stjórna samfelagn- um. Samgongan hevur misrøkt og svikið øll lyftir, og stødan, sum hon hevur ført landið út í, er ræðulig. Fylgjurnar eru kyniskar og bera boð um sorg og armóð hjá hundraðtals familjum. Hvat átti at verðið gjørt? Hvussu skal landskassa-undirskotið fíggjast (lán; hægri skattur, tollur og avgjøld; skerj- ingar á fíggjarlógini)? Longu nú er heimildarloysi stórt hjá fleiri almennum stovnum. Trupulleikin kann ikki loysast við at áleggja meiri skatt og toll ella at spara nakrar fáar rakstrarút- reiðslur. Her og nú er ein munandi skerjing av almenna sektorinum eingin loysn, tí tað fer at hava eitt ótal av uppsøgnum við sær. At lána seg burturúr trupulleik- anum ber heldur ikki til. Einasti møguleikin er, at allur samfelagsstruktururin verður tikin til nýggja viðgerð undir einum Almenna umsitingin eigur at verða skipað neyvt eftir teimum inntøkumøguleikum, sum eru til staðar. Strand ferðslan, Bygdaleiðir, Telefonverkið o.s.fr. skulu um skipast til partafelagslíknandi feløg, og målsetningur teirra og arbeiðslag broytast samsvarandi. Talan er ikki um privatisering, men um effektiviserandi umskipan, ið ger raksturin meira gevandi og eisini meira óheftan av politiskum myndugjeik n; ein slík ninka tænastustødi nakað arkreftirnar mugu fåast at virka aftur Produktiva vinnan må fåa betri kor at virka undir, m. a. skal skattatrystid å hana minkast. Alternativir inntøku- møguleikar mugu setast í verk. Skattatrýstið á tann ein staka eigur at verða minkað, so peningurin, ið fólk vinna, fær møguleika at vera í umfari í samfelagnum í stórri mun enn higartil. umskipan fer at Fríu me irknad ERE EEN een