hósdagur 12. juli 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
KA
á
OK
jalvbodid
arbeidi spart
- Tað hevur verið strævið, men eisini spennandi!
siga nøkur av teimum, sum hava verið við í
sjálvbodna arbeiðinum við bygdarhúsinum líka
síðani tað byrjaði fyri 20 árum síðani
Eitt hús sum Bygdarhúsið
í Miðvági hevði kostað 12
miljónir, skuldi ein bygt
tað í dag. Men kortini er
samlaða skuldin í nýggja
húsinum einans 2,6 mil-
jónir! Ella einar 10
miljónir minni enn tað er
vert!
Og orsgkin kann sigast í
tveimum orðum: sjálv-
boðin arbeiðsmegi! Líka
síðani arbeiðið við húsi-
num byrjaði, hava fólk
nýtt kvøld og frídagar
sínar fyri at dreymurin um
egið bygdarhús skuldi
gerast veruleiki.
Strævið - men
stuttligt
Nú er so langt síðani at
arbeiðið byrjaði, at fleiri
av teimum sum tá vóru
við, eru deyð.
Men nøkur eru kortini
sum hava verið við alla
tíðina - og sum eisini
verða við, tá húsið verður
tikið í nýtslu í kvøld.
Ein teirra er Elida
Niclasen. Hon minnist tá
fleiri konur mitt í
sjeytiunum hittust at binda
ymiskt, sum so var latið til
eydnuhjól til frama fyri
bygdarhúsið.
- Vit plagdu at vera
einar 15-20 konur, sum
hittust trý kvøld um
vikuna í tríggjar vetrar upp
í slag, sigur hon.
Harumframt skipaðu tær
fyri loppumarknaði og
ødrum tiltøkum, fyri at fáa
pening til vega.
- Tað var mangan
strævid, og vidhvørt vóru
vit um at missa mótið um
at húsið nakrantíð fór at
verða liðugt, sigur hon.
Men stuttligt hevur tað
kortini verið, og at síggja
tað standa liðugt í dag, er
ein sannur lætti.
- Nú vóni eg bert at tey
sum fara at brúka og reka
húsið duga at virðismeta
tað arbeiði sum er gjørt,
og fara væl um tað, leggur
Elida afturat.
Skrivaðu seg
upp til stoyping
Ein annar sum hevur verið
við alla tíðina, er Eyðun
Samuelsen.
Hann greiðir frá at tá
útgrevsturin og stoypingin
—
vóru fyri, plagdu menn at
skriva seg upp til
sjálvboðið arbeiði eini
tvey-trý kvøld um vikuna.
Teir hittust so eftir
nátturða, og arbeiddu einar
tríggjar tímar hvort kvold.
- Tað var sjálvandi
strævið, men felagsskap-
urin var avbera góður, og
vit hava nógvar stuttligar
Miðvingar hava arbeitt av kraft seinastu vikurnar fyri at fáa húsið liðugt til
vestansteynuna. So seint sum týsdagin fingust Árni Samuelsen og Jóan Jakku
Magnussen við at leggja loftið í matstovuni
Fyri tveimum døgum
síðani sá soleiðis út í
bygdarhúsinum. Men teir
vóru kortini vísir í, at alt
fór at verða liðugt til
stevnuna
løtur at minnast aftur å,
sigur hann.
Stoypiarbeiðið í húsi-
num varð alt gjørt uppá
gamla máta - við blandi-
maskinu, spaka og tryllu-
býrðu. Men har vóru
nógvir ið hjålptu til, so
arbeiði gekk skjótt kortini
S-S-
Summarfrí
Stongt verður frá 16. juli til 13. august.
Matrikulstovan
VALUTAKURSIR
Ultimo
11.7 síðsta mán.
Dollari .. 626,00 635,85
Pund ... 1132,85 1108,95
Markur . 380,68 380,40
Króna .. 99,18 99,05
Frankur . 113,35 113,31
Frankur . 18,481 18,523
Frankur . 449,50 449 40
Gyllin ... 337,70 337,95
0,5194 0,5187
162,90 162,20
10,70 10,70
54,115 54 095
6,210 6,196
4,3420 4 3310
540,50 544,40
. 42 4,1735
1021,40 1020.30
3,8850 3,8910
USA
Bretland
V-Týskland
Svøriki
Noreg
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Island
Eysturríki
Spania
Skillingur
Pesetas .
Portugal Escudos
Kanada Dollari ..
Japan Yen ...
Irland Pund ..
Grikkaland Drakmur
Kelda: Føroya Sparikassi
Sosialurin å
vestanstevnu
Vit fara at hava fråsagnir og pråt um ymiskt sum
hevur samband vid vestanstevnuna i blaðnum
leygardagin. Týsdagin hava vit sum vanligt
myndir og frásagnir frá kappróðrinum