Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 1990síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 20 ára gamal dreymur er veruleiki Byggarhúsið I Miðvági tikið Takkað verið sjálvbodnari arbeiðsmegi og vælvild bæði frá almennum og privatum, kunnu miðvingar í kvóld taka frálíka bygdarhús teirra í nýtslu - 20 ár eftir at farið varð undir arbeiðið kveld kl. 20.00 verður pið hús í nýggja bygdar- úsinum í Miðvági. Har verður ókeypis smyrji- cyð og okkurt leskandi zð ul børn og vaksin, og kur fer at siga nøkur orð im húsið, og tað arbeiði, jørt er fyri at fáa henda ireymin til veruleika. KI. 23.00 byrjar fyrsti almenni dansurin í húsi- num, har vága-orkestrini Ghost Riders, Jóannes á Co. og Hips um Haps fara at spæla. Hesi orkestrini fara eisini at skiftast um at spæla til dans komandi stevnukvøldini. Sjålvbodid arbeidi At kunna fara i dans i heimbygdini, er ikki nakað miðvingar eru vanir við. Onki veruligt felagshús hevur verið í bygdini, og at kalla alt frítíðarvirksemi - uttan ítrótturin - er ti farið fram í granna- bygdunum. Eisini brúd- leyp og aðrar stórri sam- komur hava miðvingar verið noyddir at hildið aðrastaðni. Men tá MB-vøllurin var liðugur í 1970 hildu fleiri, at bygdin eisini skuldi hava sitt egna felgshøli. Í 1972 tók so ein opin arbeiðsbólkur stig til at savna pening til enda- málið, og fá ár seinni varð farið undir at grava út. Tá var ætlanin at byggja eina itréttarhøll, men tá felags høllin á Giljanesi kom, varð í staðin stílað ímóti bygdarhúsinum, sum í dag stendur liðugt. Og áhugin fyri ætlanini var sera stórur millum bygdarfólkið. Bæði út- grevstur og betongarbeiði er gjørt sjálvboðið - kommunan hevur bert latið grundstykkið og lænt teimum amboðini til byggingina. Annars er alt farið fram heilt leyst av kommunukassanum. Nr. 108 — 72. juli 1990 Hóast virðið á nýggja bygdarhúsinum í Miðvági er um 12 mið. kr., er samlaða skuldin bert 2,6 miljónir. Landið hevur stuðlað nakað - men mestu æruna fyri at tað gjórdist so bíligt eiga tey, sum uttan at taka nakað fyri tað hava nýtt stóran part av síni frítíð til hetta arbeiði Alt á einum stað Sum tað stendur í dag, er húsið ein frálíkur karmur um alskyns mentunarligt virksemi í Miðvági. Í ovaru hæddini, sum var liðug fyri einum fimm árum síðani, heldur Miðvágs Skúli til í fimm skúlastovum, og harum- framt er samkomuhøll við palli, sum nýtast kann til konsertir, sjónleik 0.a. I nedra - ti partinum sum just er lidugur - er stór dansistova, ungdóms- hóli, matstova umframt eitt høli til eldri fólk. Men til stórri samkomur og veitslur kunnu gll fýra hølini leggjast saman í eitt, og tá rúmast lættliga eini 150 fólk inni. 300.000 um árið í 16 ár Fyri at kunna fara undir byggingina, tók arbeiðs- bólkurin eitt lán uppá 2,7 mió. kr. úr Danmark. Rentan er 9%, og aftur- gjaldingin verður 300.000 kr. um árið í 16 ár. Men hóast kommunan als ikki er við fíggjarliga, rokna tey ið hava staðið fyri byggingini ikki við, at trupulleikar verða av at gjalda lánið aftur. - Tí vit skulu minnast til, at miðvingar higartil hava brúkt ein hóp av peningi í grannabygd- unum, sum í framtíðini verður nýttur her í staðin, sigur Hans Jørgensen, kassameistari. - Ungdómurin er farin aðrastaðni í dans, brúd- leyp, veitslur, døgurdar - alt er hildið aðrastaðni. Hesin peningur fer nú til bygdarhúsið í staðin, og tað vænti eg verður nóg mikið til at rinda lánið við, sígur hann. Tað verður ein sjálvs- ognarstovnur, sum fer at standa fyri húsinum í framtidini. I nevndini sum fer at standa fyri rakstri- num, verda fimm limir. Tveir teirra verða valdir av MB, aðalfundurin velur tveir, og Miðvágs Bygda- ráð velur ein. S-S- Trý teirra sum í samfull 20 ár sjálvboðið hava arbeitt fyri at fáa eitt bygdarhús upp at standa í Miðvági, her avmyndað frammanfyri tað lidna húsið. Frá vinstru: Hans M. Niclasen, Elida Niclasen og Eyðun Samuelsen Myndir: s-s- TT AN