Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 12. juli 1990 tíðindablaðið HU Einki óvanligt at SEV slítur streym í — hetta gongur sjálvandi fyrst og fremst út yvir teir ringasti skuldararnar, upp- lýsir SEV. Tíðindi hava gingið um at SEV hevur úr at gera hes- ar dagarnar at slíta streymin hjá skuldarum kring alt landið, og at tað ongantíð fyrr hava verið so nógvar slítingar. John Danielsen, fyrisitingar- stjóri hjá SEV, avsannar hesi tíðindini. „Hetta er eitt arbeiði, sum vit hava leypandi gjøgnum alt årid«, sigur John Danielsen í samreðu við Sosialin. >Vit fylgja við viðskiftafólkunum, og av og á gjøgnum árið taka vit eina »rundu« og slíta ringastu skuldararnar. Vit gera hetta fleiri ferðir um árið, soleiðis at hetta er einki nytt«. >Vit kunnu ikki upp- lýsa, hverji vit hava slitið, men talið av teimum er ikki størri nú enn tað plag- ar at vera. Vit slíta nakað nú og so gjøgnumganga vit alt aftur einaferð um hálvan august og tá slíta vit aftur tey, sum tá eru illa fyri. Men tað er rætt at vit hava verið runt í bý- num, ikki bara her í Havn, men kring alt landið í gjár og í dag«. John sigur, at tann van- liga mannagongdin hjå SEV var tann, at teir fyrst senda út 2 rykkjarar og sidan ein rykkjara vid åvaring um slíting. »Tey, sum ikki hava goldid el-rokningina, fåa enntå eitt bræv afturat vid fråbodan um, nær streymurin verður slitin. Hesa ferð skrivaðu vit út eitt bræv 25. juni til øll, sum skuldu slítast, við fráboðan um, at tey blivu slitin tann 10. juli«. Fólk kunnu ikki venda sær til SEV og fáa eina avtalu í lag um inngjald- ingar. >Tað nyttar ikki hjá við- skiftafólkunum at venda sær til okkara og biðja um avtalu, tá tey eru komin út í eina skuld, sum ger, at vit verða noydd til at slíta. Vit royna at viðgera øll eins, geva ikki onkrum ávísum fordeilaktuga av- talu, og vit lata ikki upp- hæddina vera avgerandi fyri, um fólk fáa avtalur ella ikki«. >Tað er ongin sensation i hesum«, sigur SEV-fyri- sitingarstjórin. »Vit gera hetta fleiri ferðir um árið, og telefonverkið ger tað sum kunnugt hvenn mán- ada«. etj. 4 = = i Fl ( 0) ar fer | F Fil nt AWI 33 - stórur áhugi var fyri hesum føroyska báti á ScanFishing "90 í Herning Klokkan hálvgun tólv týsdagin fór hesin bilurin útav vegnum við Leitis- vatn á Vágoynni. Ein 16 ára gamal dron- gur sum var á legu á Zarepta hevði "lænt" bilin, og var farin sær ein túr. Men helst hevur hann hildið seg dugað betur at koyra enn hann gjørdi, tí ikki var hann meira enn leysur av Vatnsoyrum, tá hann við nógvari ferð fór útav vegnum. Og tað má sigast at vera et satt undur, at hann ikki kom til skaða! Bilurin bóltaði tríggjar ferðir runt, og var heilt samankroystur tá hann steðgaði. Tað einasta sum hendi dreingi- num, var, at hann fekk nøkur skurðsl í andlitið. S-S- Gott úrslit á selustevnu P/f AWI Boats í Runavík fekk nógv burturúr at vera við á stóru sølustevnuni Sc: Fishing '90 i Herning í síðsta mánað. verður upplýst í einum tíðindaskrivi frá Mc« center Heming. AWI Boats var einasta fyritøku av sínum slag á stevnuni og fekk einar fyrispurningar at arbeiða víðari við. Báturin AWI 33 vakti ans á ! serbygdi til alivinnuna. Hesin hevur damm å dekkinum AWI Boats ætlar sær við aftur, næstu ferð sølustev na fyri fiskivinnu og búnað verður í Herning. | : stevnuni, serliga í