leygardagur 14. juli 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Georg Magnussen
FN SOSiðlUNN
Fotboltsbygdin
Í Miðvági búgva 1.000 fólk. 500 teirra eru limir í MB. Og í
bygdini eru 240 virknir fótbóltsleikarar...
Tað munnu vera fá
føtboltsfeløg í landinum,
sum hava so góða undir-
tóku millum bygdarfólkið,
sum høvudsfyrireikarin av
vestanstevnuni i dag.
240 virknir fótbólts-
leikarar eru á teimum 15
liðunum, MB hevur
meldað til kappingina í år.
Og tilsamans hevur fe-
lagið 500 limir. Ella
annaðhvert fólk í komm-
ununi.
MB betur enn
fyritøkan
Georg Magnussen er for-
madur i MB. Dagliga
arbeiði hansara er at veita
maskin- og skipstekniska
ráðgeving, men henda
fyritøka gongur ikki ser-
liga væl í løtuni.
- Tá er frægari við MB!
sigur Georg. Har hendir
nógv alla tíðina, og tað er
stuttligt at arbeiða við ein-
um felag, sum er í
menning.
Tað sum sjálvandi er
farið við mesta partinum
av tíðini í seinastuni, er
graslikisvøllurin. Hóast
tað nú er nakað síðani at
hann varð hann lagdur á,
er lánið ikki komið
endaliga upp á pláss fyrr
enn nú, og framvegis er
onki goldið.
Men tey næstu uml. 20
árini skulu so einar
450.000 gjaldast aftur um
árið. Kommunan rindar
150.000, MB kann arbeiða
hjá kommununi fyri aðrar
100.000 - og hinar
200.000 skal felagið sjálvt
fáa til vega.
300 til hvønn dyst
Hesum syrgir serliga
stuðulsfelagið fyri, men
300 áskoðarar geva eisini
12.000 kr. í kassan fyri
hvønn heimadyst.
Og so er tað vestan-
stevnan! MB fær 2/3 av ti
ið inn kemur fyri tivoliið,
umframt at felagið skipar
fyri føroyskum dansi.
- Men alt snýr seg ikki
bara um pengar. Á tí
ítróttarliga økinum plagar
eisini okkurt rokið at vera
vidhvørt, sigur Georg, og
sipar til tær afturvendandi
gølurnar við dómara-
seðlunum.
Hann heldur ikki nógv
um arbeiðsháttin hjá
démsnevndini í hesum
málum, og felagið hevur
eisini skrivliga mótmælt
seinastu avgerðini í hesum
samband: MB-GI dystin.
- Tað haldi eg vit eiga at
gera. Um tað hjálpir, er so
ein onnur sek...
S-S-
Fjørdan flytir kapprodurin
Breiddin á kappróðrar-
økinum
er um 180 metrar. Men
tá tað fjarðar gerst
trengri - og full fjórða
verður leygardagin kl.
15.30.
Tað er tá at einar 15
gentumanningar eftir
réttum áttu at rógvið. -
Men tí er snøgt sagt
ikki pláss fyri!
Hetta er orsøkin til,
at fyrireikararnir hava
avgjørt at flyta róðurin
tveir tímar fram.
KI. skuidi
framvegis verið nóg
i dj: 16
i5.00
råmligt hjå gentu-
båtunum, og åtta- og
'iggjumannaførini, sum
nú fara at rógva á
fullari fjórðu í staðin,
eru ikki so nógv at tað
bilar.
Nr. 109 — 14. juli 1990
Graslikisvøllurin kostar
4.000
kronur
i part!
- Men at kalla allir miðvingar
stuðla innsavningini til vøllin
av fullum huga
Nyggjasti graslikisvøllurin
i Føroyum er í Miðvági.
Og av teimum bygdum ið
hava tílíkan vøll, er Mið-
vágur ein tann minsta.
Bert 1.000 fólk eru í
kommununi. Og vøllurin
kostar fýra miljónir. Ella
4.000 kr. fyri hvgnn ein-
asta íbúgva. Sum skulu
gjaldast mitt í eini
krepputíð...
Tað er skiljandi at nógv
rista á hgvdinum yvir
graslikisvøllirnar sum
heild. Men í Miðvági
tykist vitloysið vera stórri
enn nógva aðrastaðni.
Nógvan stuðul
Men tað halda miðvingar
kortini ikki!
Stutt eftir at avgerðin
um at fáa sær egnan
graslikisvøll var tíkin á
heysti 1988, varð eitt
sonevnt "stuðulsfelag"
stovnað, við tí eina enda-
máli at fáa pening til vega
til graslikisvøllin.
I arbeiðsbólkin vórðu
vald níggju fólk, og tey
hava nú í hálvt annað. ár
skipað fyri tiltøkum av
øllum hugsandi slagi fyri
at fáa pening til vega.
Longu nú
300.000 kr.
Og tær døpru metingarnar
frammanundan,
dyggiliga
skammar!
Eftir bert hálvumgðrum
ári hevur arbeiðsbólkurin
savnað yvir 300.000
krónur. Tær eru komnar
inn við eydnuhjóli,
uppbodssølu av seyði,
fløskusavning o.m.a. Eisi-
ni fór peningurin ið kom
inn fyri sjónleikin
"Astarbragd" einar
40.000 kr. - óskerdur á
konto hjá stuðulsfelag-
num.
Men tey hava eisini
beinleiðis biðið fólk um
eru so
gjørdar til
pening, við at leggja
brævbjålvar út í øll húsini.
Og at ynskið um graslíkis-
vøll er felags fyri øll, sæst
kanska best av, at ikki
færri enn 75% av
brævbjålvunum komu
aftur vid størri ella smærri
gåvum i!
Mest tad sosiala
Ein av teimum sum hevur
verid vid i studulsfel-
agnum hjå MB alla tidina,
er Johannes Ellefsen. Vit
hava spurt hann um tað er
longsulin eftir einum
føroyameistaraskapi til
MB, sum er orsøkin til, at
fólk eru so íðin at stuðla
nýggja vøllinum.
- Nei, sigur hann. Hóast
tað at hava tílíkan vøll
sjálvandi hevur nakað við
stoltleikan hjá bygdini at
gera, og hóast eitt føroya-
meistaraskap avgjørt hevdi
verið stuttligt, so trúgvi eg
at tað meira er tann sosiala
síðan, fólk hugsa um.
- Ti vøllurin er ikki bara
ætlaður teimum ellivu 1.
deildarleikarunum hjá
MB. Vit hava ein hóp av
ødrum liðum, og har-
afturat er vøllurin upptikin
frá morgni til kvølds av
børnum, 10 nyta hann til
spæliplåss. Tad er tf ein
sera stórur partur av
bygdarfólkinum, ið hevur
gleði av honum
Halda fram at savna
Hóast studulstelagid hevur
savnað 300.00 kr. longu
nú, fara tey at halda fram
við tiltókunum
- Hetta er bert nóg
mikið til tvey tey fyrstu
árini, sigur Johannes
Ellefsen. Men lánið er
stórt, og einar 150.000
Skulu gjaldast aftur hvørt
år, so vit gevast kki at
savna, fyrr enn vøllurin er
lidugt goldin!