Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 109 — 14. juli 1990 Nýggjur stilur úr Vagunum Bert fáar vikur eftir at Hips um Haps sendu "Hålvavegna" á marknaðin, kemur eitt annað vágaorkestur, Ghost Riders. við síni fyrstu útgávu. Tey nýggju lógini verða at hoyra í bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld Ghost Riders spælir til vestanstevnudans i nyggja bygdarhúsinum í Miðvági i kvøld. Millum løgini teir fara at framføra, verða fleiri, sum tey flestu ongantíð hava hoyrt fyrr. Bólkurin hevur nevni- liga júst givið út band við tíggju spildurnýggjum, heimagjørdum løgum. Nyggjur vågastilur Teir kendu vágabólkarnir - Tinganest og Sørvings - hava havt sín egna sermerkta stíl, bæði hvat viðvíkir tónleiki og sangum. Og á "Hálva- vegna" hjá Hips um Haps kennir tú eisini henda serliga "vágastílin" aftur. Men tað gerst tú ikki á nýggja bandinum. Talan er um meira vanligan og reinan rokk- og country- tónleik. Tekstirnir fevna víða, men teir ið fella fyrst í Oyruni eru teir revsandi "10/1 - 90", "Høgir harrar" og "Palleba". Bilig útgáva Vestanstevnuframsyningin í gamla skúla Ítróttur, list og vinnuliv Í gamla skúla í Miðvágið verður bygdarsøgan lýst úr fýra sjónarhornum Eitt tað mest áhugaverda tiltakið á vestanstevnuni, er framsýningin í gamla skúlanum. Framsýningin lýsir søguna hjá Miðvági úr fýra sjónarhornum. Tað mest spennandi eru kanska tær gomlu myndirnir. Fyrireikararnir hava funnið fram bæði privatar og meira almenn- ar myndir úr Miðvági langt aftur í tíðina, og til tær flestu eru eisini negativini til skjals, so- leiðis at tær fáast til keyps. Steyp frá 1913 Elsti luturin á framsýn- ingini um MB, er heilt afturi frá 1913. Tað er eitt steyp, táverandi bretski => * Tórfríð Johansen frá Miðvágs Róðrarfelag og Sjúrður Poulsen frá badminton- felagnum, sum hava savnað lutirnar til framsýningina Teir sum manna Ghost Riders eru Holgar Jacob- sen, guitar/sang; Jan Johannesen, guitar/sang; Mamer Hansen, bass/sang; og Andras Davidsen, trummur. Teir byrjadu at spæla saman fyri einum fimm årum sidani, men hetta er fyrstu ferð teir geva nakað konsulin í Føroyum læt føroyskum fótbóltsfe- løgum at kappast um - og vinnari var MB. - = Síða 13 út. Kortini hevur Holgar, sum m.a. er kendur frá Sørvings, verið við til bandútgávu fyrr. Nýggja bandið (sum ikki hevur nakað navn), er tikið upp í MOL-studio, og at hjálpa sær við tónleikinum hevur bólku- rin havt Hans M. á Høgab6li, Finnbjørn Han- Annars eru steyp, medaljur og liðmyndir av bæði mans- og dreingja- liðum hjá felagnum langt sen og Boða Olsen. Prísurin má sigast at vera sera góður: Tey 600 bondini, framleidd eru, hava við bæði upptøkum, ulfarid og ødrum útreiðs- lum bert kostað 45.000 kr. S-S- aftur í tíðina. Á sama hátt eru eisini søgurnar hjá róðrar- og badmintonfelagnum lýstar. 15 modelskip Úr vinnusøguni hava fyri- reikararnir fingið savnað fimtan modelskip av øllum slagi, sum hava ella hava havi heimstað í Vágum. Tað eru Eyðolv Nicla- sen úr Miðvági, og Birgir Simonsen úr Havn, sum hava bygt tey flestu. 10 málarar Í stovuni við málningum eru einir 10 málarar, ið sýna fram. Teir eru bæði royndir og óroyndir, ken- dir og minni kendir. - Kortini hava framsýnar- arnir tað til felags, at tey øll eru úr Vágum S-S-