Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 43 - 4. mars 2003 Nr. 43 - 4. mars 2003 33 SÚKKLA YNSKIST Dreingjasúkkla til 6-8 ár ynskist til keyps. Tlf. 317061 PEUGEOT SKUTARI 3 ár, lítið brúktur, til sølu fyri 9.000 kr. Hjálmur og eitt dekk fylgja við. Tlf. 251996 SKUTARI VIÐ SKAÐA TIL SØLU Yamaha airox við skaða til sølu fyri uml. 2.000 kr. Tlf. 317039 ella 262557 KNALLERT TIL SØLU við nógvum eykalutum. Ring eftir kl. 16 Tlf. 222806 ER TAÐ NAKAR ið hevur ein skutara til sølu, so vinarliga ring tlf. 316238 eftir kl. 16 TIL SØLU Eldri yamaha knallert við nógvum eykalutum til sølu. Tlf. 258714 SUZUKI GSX 600F Árg. 1989, sær gott út, til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 214964 SKUTARI TIL SØLU Gráur skutari Yamaha, JOG CS 50 frá aug. 2002. Koyrt 104 km. Tlf. 264886 DERBI 50 Er tað onkur, ið eigur eina Cross 50 at selja mær fyri ein sámuligan prís. Ring so á Tlf. 256878 millum 17-21 TIL SØLU KTM knallert og tvær Rocky dreingjasúkklur við 18 gearum til sølu fyri 500 kr. stk. Tlf. 442190 KONDISÚKKLA YNSKIST til keyps. Tlf. 317031 ella 255407 Teldur PLAYSTATION TIL SØLU Ein playstation 1 við 2 joystikkum, 11 spølum og 2 nýggjum memorykortum til sølu fyri 1500 kr. Tlf. 316422 TIL SØLU Telduborð 60 x 110 til sølu fyri 500 kr. Tlf. 333399 TELDA VIÐ PENTIUM III 1200 mhz, 512 mb ram, 40 gb. hd. CD drev, brennari, Geforce 3 128 mbram, grafikkort, USB, moden, netkort, tv-out, Lofitech tráðleys og optisk mús, til sølu fyri 7.000 kr. Tlf. 321025 ella 320456 PC-SPØL TIL SØLU Arcanum, Startopia, Kahan, Comanche 4, Commandos 2, Age of Wonders 2: 250 kr. stk. Sudden Strike, Warlords Battlecry, Starcraft (+Broadway): 100 kr. stk. Diablo: 150 kr. Tlf. 261437 TELDUSKERMUR TIL SØLU Brúktur telduskermur til sølu, Helwett Packard Ergo 1280 upploysn, 600 x 800 60-85Hz, 1024 x 768 60-85Hz, 1280 x 1024 60- 85Hz. Nevndar upploysnir eru royndar við krevjandi 3D forritum. - hvítur- prísupskot: kr. 1900,- Tlf. 510070 DREV TIL SØLU Eitt Mozkowiser Drev Bravo Tvo. Tlf. 229941 TIL SØLU UTTAN SKERM Athlon XP 1800, 40 GB, 256 MB Dor, netkort 10/100, spøl, WinXP Pro Modem, tastatur, hátalarar og mús! Hægstbjóðandi yvir 5.750 kr. Tlf. 722435 PC SPØL TIL SØLU Unreal Tournament 2003, 350 kr. Grand Theft auto 3, 350 kr. Operation flashpoint cold war crisis, 300 kr. F1 2001, 100 kr. Fifa 2001, 100 kr. Disciples, minnir nógv um heros of might and magic, 200 kr. Tlf. 261089 ella 317034 Tónleikur KORG EL KLAVER til sølu fyri 4.500 kr. Nýprísur 21.800 kr. Tlf. 312483 TIL SØLU Wurlizer stovuorgul við 2 manualum til sølu fyri 2.500 kr. Tlf. 333399 IBANEZ GUITAR TIL SØLU Ibanez guitar av slagnum RG-560, v. kuffert, til sølu fyri 5.000 kr. Ring 251819 FLØGUR Eg havi danskar og útlendskar - bæði brúktar og óbrúktar. Eg leiti eftir føroyskum fløgum.Fax. +45 86411111 og Tlf. +45 86428627 og +45 26747474 BASS FORSTERKARI TIL SØLU Ein Fender »Bassman 100« til sølu fyri 6.500 kr. Hann er hálvt ára gamal, og í super standi. Nýprísur 7.900 kr. Vinarliga ring 441093 KLAVER TIL SØLU Brúkt klaver av merkinum Shullmann (Eysturríki) til sølu fyri 14.500 kr. Tlf. 321615 e. kl. 16:00 TRÁÐLEYSUR UHF SENDARI og móttakari av merkinum Shure til el-guitar til sølu fyri 3.000 kr. Nýprísur 5.500 kr. Tlf. 220588 TIL SØLU Eg havi danskar og útlendskar fløgur, bæði brúktar og óbrúktar. Eg leiti eftir føroyskum fløgum. Tlf. +45 86428627, +45 26747474 - fax +45 86411111 STEREO ANLEGG Pioneer x 99 anlegg við equaleisara bíliga til sølu. Anleggi er frá 1980 og hevur ongar hátalarar. Tlf 448352 Ymiskt PROFESSIONELT MYNDATÓL TIL SØLU Myndatólið er tað sera vælumtókta Nikon F4 v/ boostara. myndatólið verður efturkannað á góðkendari verksmiðju innan sølu. Har fylgir eitt Nikon SB24 Flash og ein Sigma 28 - 85 mm linsa við keypinum. - e- mail: moforj@moes.hum.au.dk - Kostnaður: kr. 12500,- Tlf. (+45) 8627 864 BARNAROK Á TORGINUM Í SMS Hundakapping fríggjadagin 7. mars kl. 17. Bibi Haraldsen skipar fyri. Kappast verður um størsta, minsta og best røktaða hund. 3 steyp verða at > vinna. Luttøkan er ókeypis. Neyðugt er at melda til áðrenn fríggjadagin kl. 12 á telefon 511150. Barna-sumo leygardagin 8. mars kl. 11-13.30. Kostnaður 10 kr. Tilmelding á staðnum. Vit síggjast. 9.a í Argja Skúla FERÐAST SAMAN frá Billund til Føroyar í mars og niður aftur 7-12 dagar seinni fyri 2.360 kr. Ella vikuskiftisbillet fyri 1860 kr. Tlf. 215240 ella 60629835 JØRÐ Á EIÐI TIL SØLU 4 gyllin og 19 skinn í Norðurhelvt, 3076 fermetrar innangarðs, um hóskandi boð fæst. Tlf. 423434 FERÐAST SAMAN! Úr Keypmannahavn 12.3. til Vágar, og úr Vágum 30.3. til Keypmannahavn. Vinarliga ring 51505258 TIL SØLU Garaguhurð bíliga til sølu. Ongantíð brúkt. Tlf. 310612 eftir kl. 18.00 PRÍSMASKINA Ein Meto prísmaskina, eitt sigarettstativ (til loft) 1 pengasleða (til kort). Verður selt bíliga. Tlf. 213388 ella 310767 MÁLNINGUR TIL SØLU Um nóg høgt boð fæst, er ein málningur av Jóannis Kristiansen til sølu. Stødd 65,5 x 51 uttan rammu. Myndin kann síggjast á www.hebo.fo/mynd. Tlf. 211088 ella 315762 RUDDI NÚ ÚT – LOFT OG KJALLARA Tikið verður ímóti lutum til loppumarknað fríggjadagin 7. mars frá kl. 16-20 uppi í Studentaskúlanum í Hoydølum. Alt frá bókum til klæðir kann brúkast. 02q LOPPUMARKNAÐUR Stórur loppumarknaður verður 8. mars kl. 10-17 á Studentaskúlanum í Hoydølum, tombola, andlitsmáling og café. Øll eru hjartaliga vælkomin. 02q ÍSLAND - FØROYAR Kom við 12. manni til Íslands 3.-8. juni. Tað eru enn pláss eftir. Vit flúgva við Altantsflog til Reykjavíkar hósdagin 5/6. Gista 3 nætur á hotelli mitt í býnum. Síggja Ísland- Føroyar leygardag, og fáa leygarkvøld í Reykjavík við. Flúgva heimaftur sunnukvøldið 8/6. Kostnaður 4.995,- kr. Alt íroknað. Ring og hoyr meira.www.footballsupporters.fo 12. Maður, tlf. 213212 FRIENDTEX KATALOGIÐ er komið og kann heintast á hesum støðum. Hanna, Undir Fossum 46, 700 Klaksvík. Tlf. 456827 opið: mán-frí 17-19. Leygardag 10-14, annars eftir avtalu, tlf. 216827, Marjun, Rættarvegur 2, 420 Hósvík, tlf. 422772, fartlf. 268052. Opið: mán-frí 16-19, annars eftir avtalu. Tlf. 456827 - tlf. 422772 GRUNDSTYKKI Um hóskandi boð fæst, verður ognin matr. nr. 338b í Vestmanna seld. Tlf. 424295 FOTOTÓL TIL SØLU Eitt ógvuliga lítið brúkt Olympus fototól til sølu. Hevur 35-120mm zoom, dato kann veljast, kann taka panorama bíløt og hevur nógvar aðrar møguleikar. Nýprísur 1800 kr., til sølu fyri 1000 kr. Tlf. 322292/227645 TIL SØLU Óbrúkt Nokia 5510 til sølu fyri 1800 kr. Tlf. 317564 HYGG HER! Um nakar hevur nakað ið skal flytast, fari eg til Danmarkar 13. mars og havi tá rúm fyri 30 kubikkum. Ring á tlf. 0045 20973888 FERÐAST SAMAN Er tað nakar, sum ætlar sær til Føroyar tann 13.03. og aftur til Keypmannahavnar 17.03. Ring +45 20783348 ella 316976 RADIATORUR TIL SØLU Stødd 2400x600 mm. Nývirði 3.500 kr. Nú 1.200 kr. Sær út sum nýggjur. Ring á Tlf. 217686 ÓBRÚKT KJALLARAHURÐ Høgra inn. Hevur rút í. Stødd 80x210 cm. verður seld fyri 3.200 kr. Nýprísur 4.000 kr. Ring á Tlf. 217686 HEIMAGJØRD HURÐ Er nakar, ið kann gera mær eina hurð við okum, klinku og hongslum? Tlf. 449996 / 224087 GRUNDSTYKKI Í SØRVÁGI Eitt 1375 fermetrar stórt grundstykki, ið kann býtast í tvey stykkir. Allarbesta útsýni yvir allan fjørðin. Og bygdina. Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 332614 - 225090 SIEMENS C45 til sølu fyri 1.000 kr. Ladari og 1 eyka cover fylgja við. Tlf. 224819 ella 224820 PANASONIC GD 87 mobiltlf. til sølu. Tlf. 215089 PLAST- OG TRÆVINDEYGU TIL SØLU 3 stk. nýggj hvít plast h: 118,5 b: 98,5 + 2 stk. træ brúkt h: 98,5 b: 118,5. Tlf. 423488 eftir kl. 18.00 TIL SØLU Ein ALU-garaguhurð, óbrúkt til sølu. Tlf. 224408 Í Sumba verður nógv gjørt burturúr á føstulávint og tá tunnusláttur er, so eru kvinnur og menn í serstøkum búnum. Siðurin at sláa tunnu har er á leið øld gam- al og hetta við búnum kom í fimtiárunum. Í ár kom sonevnda øl- kappingin eisini væl við í Sumba, tí bryggjaríini kappað- ust um plássið at leska sterku sumbing- arnar FØSTULÁVINT Orð og myndir: Dagfinn Olsen Føstulávint er kring landið og ymiskt er, hvussu gjørt verður burturúr. Í Sumba er siðurin við at sláa tunnu øld gamal og síðani 1953 hava sumbingar havt serstakar búnar. Vakrar skjúrtur, flagglitt silkiband og kasjett. Byrjað verður eftir døg- urða og ofta verður hildið longi á. Í Sumba verður kastað lut um, hvør skal slá fyrst. Hesin fær so sam- stundis eisini heiðurin at vera skonkjari. Hetta verð- ur hildið at vera stór upp- gáva, ið skal røkjast væl. Dansað og sungið verður eisini, meðan sligið verður, ella tá steðgur er. Sterkt Siðurin at sláa tunnu er gamal og serstøku búnarnir komu í 1953. Í sjeytiárunum fóru kvinnur eisini at sláa tunnu. Í dag hanga tvær tunnur í Sumba á føstulávint, ein til mannfólkini og ein til konufólkini. Tunnan til menninar er væl styrkt, tí sumbingar eru jú tiltiknir sterkir, tunnan hjá kvinnunum er eisini styrkt, men ikki eins nógv, og tann hjá monnunum. Í eini 36 ár hevur verið skipað fyri føstulávints- veistlu. Eftir ein betri bita, fáa kattakongarnir steyp, og so verður dansað til ljósa morgun. Hvør maður hevur sín gassa, ella kepp, sum sagt verður í Suðuroynni. Dømi eru um keppar, sum eru meira enn fimti ára gamlir, so sterkir eru teir. Eisini teir eru oftast í flagglitunum. Tað sigst, at eftir ringa ódn, sum jarðlegði telefon- steyrarnar í Akrabyrgi , nýttu sumbingar tann partin av steyrunum, sum hevði verið undir jørð, til gassar ella keppar. Hetta var krút sterkt. Ølkappingin kom væl við Kappingin millum bryggja- ríini kom væl við í Sumba. Bryggjaríini vildu fegin eiga plássið at leska sterku sumbingarnar, og eftir til- boð frá høgru og vinstru, tóku sumbingar av og drukku Føroya Bjór á føstulávint. Dagurin, leygardagin, var sannur hátíðardagur, veðrið av tí fagrasta og kátur ung- dómur í vøkrum búnum kring tunnurnar. Sangur og gott lag. Eisini tey, sum undir húsavegginum eygleiddu tunnuslátturin, fingu uppí nevið, so væl sum skonkj- arin røkti uppgávu sína. Kattakongur hjá monn- unum gjørdist Páll Magnar Kjærbæk og hjá kvinnum Annika úr Svínoy. Sumbingar í stási sláa tunnu Sannur hátíðardámur í Sumba leygardagin, har tunnisláing var fyri kvinnur og menn. Gamalt er við serstøkum búnum Sumbingar er tiltiknir sterkir og tunnan er væl styrkt Siðurin at sláa tunnu er gamal í Sumba og summir av gassunum, keppunum, eru heilt gamlir. Keppurin hjá Róin Hentze sigst vera 50 ár Síðani sjeytiárini hava eisini kvinnurnar sligið tunnu Kendur løgreglumaður hevur leitað sær aftur á slóðina at royna mátt og megi Kappingin millum bryggjaríini kom bara væl við hjá sumbingum, sum fingu góð tilboð. Hóast sumbingar eru tiltiknir stórir og sterkir, eydnaðist at fáa fýra uppá eina mynd. Maðurin uttast høgrumegin, Birgir, hevur í ár sligið tunnu í Sumba í 25 ár C M Y K 33 32 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Koparbrúðarparið Frida og Hannis Hjartaliga tillukku á degnum 01. mars 2003. Ynskja systrarnar við fam.