leygardagur 21. juli 1990síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Øll, sum ikki kendu svarið, hildu andanum, tå
talsmaðurin hjá nevningunum byrjaði at les:
fyrsta spurningin, nevningarnir góðar tveir
tímar frammanundan hgvdu fingið frá
rættarformanninum.
Tað tók øgiliga langa tíð, virkaði so, men
endiliga kom svarið:
Fagnaðarróp, gleðistár, maðurin, alt snúði seg um, tók hondina hjá verjanum inn
at sær og helt henni, meðan neiini komu eitt fyri og annað eftir.
Ein øgiligur lætti. Í 11 mánaðir hevur ein ungur maður havt sitandi á sær, at tað
var hann, sum setti eld á Havnar Timburhandil og rossafjósið í Havnardali, har
trý ross fingu ein ræðuligan deyða í eldi og royki.
Kl. 20.00 hósdagin 19. juli 1990 var henda byrða lætt av herðum hansara og øll-
um hansara avvarðandi, ikki minst móður hansara, sum var honum ein dyggur
stuðul allar 25 timarnar, nevningatingid vardi. Í einum rættarsali, Arbeiðseftirlit-
10 hevði stongt við brestin, fekk tað bod um hann. Kókandi hiti og ongin luft vóru
umstødurnar,bodnar vóru teimum, sum upplivdu hesa ótrúligu ferð gjøgnum jur-
idisku og pedagoisku frumskógina.
Serliga stóð nógv á verjanum, Trygva Jacobsen og hjálparmanni hansara, Hans
Trygva Henriksen. Teir arbeiddu við málinum langt út á náttina millum dagarnar
í Dómhúsinum. Leitaðu og leitaðu eftir onkrum, sum kundi koma ti åkærda til
góðar.
Og álitið á løgreglu og ákæruvaldi fekk eitt álvarsligt bakkast.
Klokkan var 17.40 hós-
dagin, tá teir tólv nevning-
arnir fóru í einrúm í kjall-
aranum í Dómhúsinum.
Teirra lutur var nú at at-
kvøda um 23 spurningar.
Tey skuldu avgera, um
hesir skuldu svarast ja ella
nei.
22 høvudsspurningar,
eins nógvir og ákærumar,
vóru um sektina, sekur
ella ikki sekur. Í minsta
lagi átta skuldu atkvøda
fyri, skuldi svarið verða
ja.
Ein eykaspurningur var,
um maðurin, varð hann
funnin sekur í einari ella
fleiri ákærum, var órevsi-
verdur.
Klokkan 19.55 komu
nevningarnir upp aftur í
rættarsalin. Framsøgu-
maðurin las høvudsspurn-
ingarnar, ein og ein, og
svar nevninganna við
hvønn. Svørini vóru 10
nei og 12 ja.
Nevningarnir funnu tann
21 ára gamla mannin sek-
an í at sett eld á í átta før-
um og fyri roynd at seta
eld á fýra fórum. Tá nevn-
ingatingið byrjaði týs-
morgunin, játtaði maðurin
seg sekan í øllum hesum
ákærunum. Talan er um
allar tilburdirnar í Ribe
(uttan tann í tokinum),
Nr. 112 — 21. juli 1990
ruskbingjuna á Skålatrød
og teir triggjar tilburdirnar
i varðhaldinum í Havn.
Svarið við eykaspurn-
inginum var ja. Maðurin
er órevsiverdur, tí hann, tå
hann framdi gerðirnar, var
evnaveikur í "lettere grad"
ella í einari stóðu, sum
kann javnmetast við tað.
Her skuldu í minsta lagi
sjey atkvødur vera fyri.
Rættarformaðurin, sor-
inskrivarin, góðtók av-
gerðina hjá nevningunum.
NÆSTA STIG
Nú kom so spurningurin
um framtíðina hjá tí unga
manninum.
Akærin segði, at málið
hevur verið hjá ríkisadvok-
atinum, sum mælir til, at
maðurin skal á "særlig
lukket sikringsanstalt" og
tad er ein deild å Kofoeds
Minde, sum er å Rødby-
gård. Hetta fyri at fyri-
byrgja, madurin ger fleiri
lógarbrot, segði ákærin.
Talar atferðin hjá mann-
inum fyri tí, kann avgerð-
in takast fram aftur í rætt-
inum, sum kann fáa
mannin fluttan á opnan
stovn, vísti akærin á.
Verjin helt ikki, maður-
in skuldi á stovn yvirhgv-
ur. Hann hevði klárað seg