leygardagur 21. juli 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Amy, Robert og Tommy.
Móður og tveir synir. Øll
við eftirnavninum Fuglø.
Innast inni føroyingar.
Men búsitandi í Danmark.
Hesar seinastu dagarnar
hava vit hoyrt og lisið um
mammuna og sonin, sum
hava havt framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík.
Amy og Tommy Fuglø.
Hon vid teimum fyri
okkum heldur sjåldsomu
blómumyndunum. Hann
við sokallaðu airbrush-
myndum og við klaverið.
Amy Fuglø er ættað av
Vidareidi. Foreldrini Jens
Elenius og Sigrid vóru i
Danmark, tá kríggið brast
å. Tey blivu verandi har.
Tey fingu try børn, teirra
millum Amy. Hon búði í
Føroyum frá 1968 til 82
og flutti so aftur til
Danmarkar, har hon í dag
arbeiðir sum
fysioterapeut. Hon vitjar
brekað fólk í heimum
teirra og hjálpir teimum
har.
Men Amy hevur altíð
dámað væl at mála og
tekna, og so hevur longs-
ulin eftir Føroyum altíð
verið livandi. Hesi evni og
hesar kenslur hava so
givið sum úrslit ein hóð av
málningum og tekningum,
sum Amy hevur roynt at
selt, tá hon hevur vitjað í
Føroyum.
Og so var eisini hesa-
ferð. Hetta er fjórðu ferð
hon hevur framsýning í
Smiðjuni, og hetta er so
kanska eisini hennara
seinastu ferð.
-Mær hevur dámað sera
væl at vitjað í Føroyum.
Her havi eg fingið sera
nógva inspiratión til mál-
ningar og tekningar, sum
eg so havi selt í Føroyum
ella í Danmark.
Amy sigur, at hon
hesaferð serliga hevur lagt
seg eftir at vitja úti í
náttúruni og har hevur hon
serliga kannað tær mongu
hagablémurnar.
-Føroyingar vita als
Nr. 112 — 21. juli 1990
Mynd: Jens Kristian Vang
Amy Fuglø og synirnir
Robert og Tommy í
Smiðjuni í Lítluvík
ikki, hvussu vakrar hesar
blómur eru og hvussu
nógvar tær eru. Eg havi so
roynt at málað nakrar
teirra, men tað sýnist sum
hetta við at vísa fram
málningar við blómum á
er so fremmant fyri føroy-
ingar sigur Amy, sum
visir å, at danir hava størri
åhuga fyri slikum måln-
ingum.
Hon vísir eisini á, at tað
er lættari at selja ab-
straktar málningar í Dan-
mark enn i Føroyum.
Føroyingar vilja helst
h naturalistiskar
málningar og tað hevur
hon so eisini gjørt nakað
við.
Hvussu gekst so hesa
ferð í Smiðjuni!
--Eg haldi ikki eg skal
klaga, tá ein hugsar um
ringu tíðirnar her heima,
men tað fer so neyvan at
dekka meira enn útreiðsl-
urnar til tilfarið, og tað er
so eisini í lagi fyri meg, tí
tað er serliga gleðin yvir
ava