Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 44 - 5. mars 2003 Nr. 44 - 5. mars 2003 3 Í fiskimálaráðnum er ringt at fáa orð á fólk, sum kunnu siga nakað um fiskiloyvini hjá Skørini og Jógvani S FISKILOYVI Edvard Joensen Hvørki landsstýrismaurin við fiskivinnumálum ella embætisfólk, sum varða av fiskiloyvum í Fiskimála- ráðnum, hava verið at hitt, tá roynt hevur verið at fing- ið orð á tey frá mána- morgni, til blaðið fór til prentingar týsdag. Menn eru á fundi, verður svarað, og hóast boð eru løgd við ynski um at fáa tey at seta seg í samband við blaðið, frættist heldur einki. Biðið er um alment innlit í skjølini, sum hava við málið um fiskloyvið hjá Jógvani S at gera, men sambært lóg um alment innlit kunnu ganga upp til 10d agar, til Fiskimálaráðið hevur skyldu at svara um- sóknini tíansheldur út- flýggja skjølini. Bæði frá fólki í fiskivinn- uni og frá politikarum verð- ur áhaldandi sagt, at málið um fiskiloyvið hjá Jógvani S er ikki so einfalt, at tað bara snýr seg um Jógvan S og tey bæði skipini, sum hann hevur fingið fiski- loyvi frá. Sagt verður, at annað av teimum skipunum, Skørin, skal brúkast aftur við øðr- um loyvi. Og her er rætti- liga talan um øking av veiðitrýstinum, sambært vinnufólki og politikarum. Tí ætlaði Sosialurin at seta landsstýrismanninum við fiskivinnumálum hesar spurningar: 1) Er tað rætt, at útróðrarbát- urin Leitið (19,76 BT) av Viðareiði skal lata línuskip- inum Skørini (80,05 BT) úr Klaksvík veiðiloyvi sítt? 2) Er tað rætt, at línubáturin Skørin út Klaksvík síðani skal fáa snellukvotuna hjá trolbátinum Gáshøvda av Viðareiði, sum hesin fekk við, tá hann í fyrru helvt av nítiárunum varð keyptur til Viðareiðis og síðan hevur varðveitt og selt ár um ár til snellubátarnar, sum royna eftir upsa undir Íslandi, meðan Gáshøvdi øll árini sjálvur hevur trolað undir Føroyum? Leitið og Gáshøvdi hava sama útgerðarmann. 3) Er tað rætt, at gamli Stapin, sum saman við Skørini misti veiðiloyvi, tá nýggjur Stapi varð keyptur, skal inn aftur í fiskiflotan fyri út- róðrarbátin Gullborg (ex. J.C. Svabo) og sostatt økja veiðitrýstið munandi, um- framt at hann so verður fimta stállínuskipið yvir 110 tons, sum fiskar av út- róðrardøgum uttan fyri seks fjørðingar? Tað er beinleiðis brandólógligt, sum gjørt er í málinum um fiskiloyvið hjá Jógvani S, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður FISKILOYVI Edvard Joensen Tað er í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap at lata einum línuskipi upp á meiri enn 300 tons tvey útróðrar- loyvi. Í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum er frá 10. mars 1994, stendur í grein fimm stk. 12 soleiðis: »Fiskifør kunnu ikki skifta høvuðsbólk sambært § 28, stk. 1, aftaná at henda áset- ing hevur fingið gildi.« Men ta, sum hent er í hesum førinum er júst, at Jógvan S, sum er stállínu- skip yvir 110 tons, fær tvey fiskiloyvi frá bátum undir 110 tons og sostatt skiftir í lægri bólk. – Hatta er beinleiðis brandólogligt, sigur Tór- bjørn Jacobsen, løgtings- maður, sum hevur sett landsstýrismanninum við fiskivinnumálum fyri- spurningin á tingi um sjey punkt í hesum ávísa málin- um. Tað stutta av tí langa er, sigur Tórjørn Jacobsen, at nú liggur fiskivinnuumsit- ingin hjá okkum og etur fiskidagaskipan okkara úr báðum endum og holar hana út innanífrá. Hesa somu skipan, sum fyrrver- andi landsstýrismaðurin var heilt suðuri móti Antarktis og reypaði av herfyri. – Hetta, sum hendir nú, eigur at fáa fylgjur fyri bæði umsiting og politikar- ar, sum varða av fiskivinn- uni, heldur Tórbjørn Jacob- sen. At Anfinn Kallsberg, løgmaður nú rekur Annlis Bjarkhamar úr landsstýris- sessinum, metir Tórbjørn Jacobsen sum eina roynd at fáa vent eygunum burtur frá hesum málinum um fiskiloyvið hjá Jógvani S og í øðrum lagi at fáa Tjóðveldisflokkin at slíta samgonguna, so Fólka- flokkurin sleppur úr Fiski- málaráðnum. Formaðurin i vinnu- nevndini er ikki kløkkur av hesum málinum um fiski- loyvið hjá Jógvani S. Hetta svansið er ikki annað enn væntandi var, sigur hann FISKILOYVI Edvard Joensen – Eg ávarðaði í móti júst hesum, beinanveg fólka- floksmenn fóru at tosa um økta umsetiligheit í fiski- vinnuni, sigur Henrik Old, formaður í vinnunevnd løg- tingsins. Hann sigur, at hetta er ikki annað enn tað, hann var púra greiður yvir, fór at henda. Og nú eru longu fýra dømi um, hvussu hen- dan økta umsetiligheitin virkar. Hann vísir á, at JógvanS er fjórða stóra línuskipið, sum fiskar við einum ella øðrum »bastardloyvi«, sum ongastðani kann flokkast reiðiliga eftir lógini um vinnuligan fiskiskap. Línuskipini West Freezer, Fuglfirðingur og Hoyvíkingur fiska øll á leiðunum hjá stóru línuskipunum yvir 100 tons uttan fyri seks fjórðingar við veiðiloyvum, tey hava keypt upp fýra útróðrarbátum undir 110 tons. Nú kemur so Jógvan S afturat, vísir hann á. Hetta er beinleiðis í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap, sum ikki loyvir flyting av førum millum høvuðsbólkar, er hann samdur við Tórbirni Jacob- sen í. Hetta bara versnar, og nú havi eg ikki samvitsku til at vera partur av hesum meira, sigur Heini O. Heinesen, løgtingsmaður tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum FISKILOYVI Edvard Joensen Tjóðveldistingmaðurin í Norðoyggjum heldur, at málið við fiskiloyvinum hjá Jógvani S er uttan fyri lógarinnar áseting. Eisini hann vísir til lóg- ina um vinnuligan fiski- skap og flokkingina millum bólkarnar. Hann heldur, at her er politikkur uppií, og sigur, at nú er tíðin komin til at taka samstarvið við Fólka- flokkin til álvarsliga við- gerð. Sjálvur hevur hann mestan hug at sleppa burtur úr hesi samgnguni, men vísir á at hann er bara ein av tjóðveldisatkvøðunum á tingi. – Men eg má siga tað, at eg havi ikki samvitsku til at sita í eini samgongu, sum styðjar slíka framferð sum hesa við høvuðstilfeingi okkara, sigur Heini O. Heinesen. Eingin at hitta Viðgerðin er ólóglig Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismann- inum við fiskivinnumálum sjey spurningar í samband við veiðiloyvið hjá Jógvani S Væntaði hetta svansið Nú talar samvitskan at Sosialurin ætlaði at spyrja landsstýrismannin við fiskivinnumálum, um tað er rætt, sum sagt veðrur, at Skørin skal brúkast til annað fiskiloyvi, nú hennara egna er latið Jógvani S. Men landsstýrismaðurin hevur verið upptikin á fundi í eina tveir dagar – Hetta er ikki annað, enn alla tíðina var væntandi frá fyrsta degi, fólkafloksmenn fóru at tosa um økta umsetiligheit, sigur Henrik Old. løgtingsmaður Nú talar samvitskan at, sigur Heini O. Heinesen C M Y K 3 2