Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 44 - 5. mars 2003 Nr. 44 - 5. mars 2003 5 eg meg kortini fyri á løg- mansskrivsstovuni, og hað- ani fekk eg at vita, at tað hevði eg loyvi til, sigur Annlis Bjarkhamar. Hon ásannar, at hon stendur í andsøgn til sítt egna embætisverk, og tað er óheppið. Men hon heldur hinvegin ikki, at hon blint eigur at fylgja teimum tilmælum, sum hon fær frá sínum fakfólkum. – Er tað mín uppgáva at gera sum embætisverkið sigur? So nýtist okkum ikki politikarar. Eg skal taka eina avgerð, og tá tey ikki hava megnað at ráðført meg nøktandi, so má eg sjálv taka avgerðina eftir míni bestu sannføring, sigur Annlis Bjarkhamar. Glað um fleiri mál Hóast Annlis Bjarkhamar sostatt noyðist at lúta fyri einum lutvíst lítlum máli, so angrar hon onki. Men hon ásannar, at hon er kedd um, at hon ikki fær borið nøkur av teimum málum í land, sum hon hevur sjósett. – Tað harmar meg, at eg ikki fái gjørt tað stóra ar- beiðið, sum er sett í gongd við fólkaskúlanum. Tað er eisini við tógvi stríð, at eg havi fingið eina semju um, hvussu fólkakirkjan skal yvirtakast, og tað kundi eg sjálvandi eisini hugsað mær at gjørt liðugt. Men eg kann fegnast um, at eg havi fing- ið Tjóðpall Føroya lagdan fyri tingið, so hann kann setast á stovn í 2004. Og so fegnist eg serliga um, at eg havi fingið ungum menn- ingartarnaðum eitt skúlatil- boð eftir summarferiuna, tá tey fara úr Sernámsdepl- inum, sigur Annlis Bjark- hamar. Ongin kæra Fyri nógv hevur málið um landsantikvarin verið eitt stríð millum embætisverkið og politikaran. Nú Annlis mátti lúta, kann tað tykjast, sum embætisverkið hevur valdið. – Spurningurin er, hvør hevur valdið, og kanska er embætisvaldið størri, sigur Annlis, sum kortini ikki hevur hug at siga meira um tað. Hon ásannar samstundis, at tað var stak óheppið, at setanarnevndin var mannað við hennara hægstu embæt- isfólkum, tí tað gjørdi, at hon varð fullkomiliga av- byrgd. Men hon heldur fast um, at ongin uttanífrá hev- ur trýst hana at taka eina avgerð. Hana eigur hon púra einasamøll. Annlis hevur áður boðað frá, at hon ætlar sær at kæra málið fyri umboðsmannin, um løgmaður gekk ímóti hennara avgerð, men nú hon staðfestir, at løgmaður hevur tikið eina politiska avgerð, ger hon ikki meira við tann partin. Próvtøkan kallar Annlis Bjarkhamar fekk níggju mánaðir á hægstu politisku rókini, og nú hon fer frá, ætlar hon at gera seg lidna við sína læraraút- búgving, sum hon breyt av síðsta summar. Tvær próv- tøkur eru eftir, men poli- tikkurin verður kortini ikki heilt sleptur. – Tað er ivasamt, um eg komi í slíkan sess aftur, men eg vil gjarna halda fram í royndini at ávirka sjálvstýrispolitikkin onk- ursvegna. Eg má siga, at tann partin havi eg saknað, og má bara staðfesta, at sjálvstýrisgongulagið hev- ur verið út av lagi vinglut, sigur Annlis Bjarkhamar. Hon er fimti landsstýris- maður við mentamálum síðan 2000. Nú tann sætti skal setast, er tað ikki greitt, um Tjóðveldisflokk- urin fer at seta hann. Men hvør tað so verður, so krevst ein sterkur vilji. – Hetta er eitt ógvuliga breitt øki, sum ikki hevur tann størsta áhugan millum politikarar, og tí er tað eitt trupult mál at fáa á dags- skránna. Mín eftirmaður má hava ein sterkan vilja og gott handalag, skal nakað koma á skafti, sigur Annlis Bjarkhamar. – Hetta málið prógvar, at føroyskur politikkur framvegis er ein barna- garður, heldur Høgni Hoydal, sum er sera skuffaður av, at løg- maður ikki vildi bíða við avgerðini, til part- arnir høvdu tosað saman UPPSØGN Eirikur Lindenskov – Hetta er tað mest óan- stendiga eg havi upplivað í mínum politiska lívið. Tað undrar meg sera nógv, at løgmaður ikki er maður fyri at siga hetta mann til mann, men kemur við hesum, meðan eg eri uttan- lands, segði Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisflok- sins, við Sjónvarp Føroya á middegi í gjár. Høgni Hoydal er staddur í Stókholmi í Svøríki, men hann tosaði við løgmann mánakvøldið, tá løgmaður boðaði frá avgerðini, og gav Annlis Bjarkhamar høvi sjálv at siga seg úr starvi. – Tað allar minsta var, at løgmaður vildi tosa við okkum um hetta, so vit kundu finna eina semju. Men tað var hann ikki mað- ur fyri, segði Høgni Hoy- dal, sum minti á fleiri onn- ur viðurskifti viðvíkjandi landsstýrismonnum, tá løgmaður hevði góða tíð. Hann nevndi t. d. tá John Petersen, landsstýrismaður og fólkafloksmaður var skuldsettur fyri neyðtøku, tá hevði løgmaður góða tíð at bíða. Hann nevndi, tá Finnbogi Arge, landsstýrismaður og fólkafloksmaður setti og koyrdi ein ein landsverk- frøðing yvir eina nátt. Tá hevði løgmaður góða tíð og gjørdi kortini einki, fyrr enn samgongan tók seg saman at krevja av løg- manni, at hann gav lands- stýrismanninum eina nøs. Hann nevndi eisini málið um niðurstøðuna hjá kann- ingarstjóra um Jørgin Niclasen, landsstýrismann og fólkafloksmann, sum heldur ikki hevði skund hjá løgmanni, og sum endaði við, at Tjóðveldisflokkurin mátti taka undir við einum misálitisuppskoti. Høgni Hoydal vil ikki siga, um ella hvørjar av- leiðingar hetta fær fyri landsstýrissamgonguna. Men hann sigur, at tað sum sigast skal, verður sagt við Anfinn Kallsberg, mann til mann og ikki varpað út í fjølmiðlunum áðrenn røttu viðkomandi hava fingið boðini. Høgni Hoydal: Tað mest óanstendiga eg havi upplivað Hon fekk bert níggju mánaðir í starvinum sum landsstýris- kvinna við menta- málum. Men hóast hon fekk sekkin, so fellur hon ikki fátt, tí hon heldur seg onki skeivt hava gjørt. Hon fegnast um tey mál, sum hon hevur loyst úr lagdi. Hennara hjartabarn er, at hon hevur fingið ungum menningartarnaðum skúlatilboð eftir summarferiuna FARVÆL Ingi Rasmussen Har fall onki tár, tá Annlis Bjarkhamar boðaði frá, at hon hevði fingið sekkin sum landsstýriskvinna við mentamálum. Hetta er ein støðugur møguleiki, tá tú ert politikari á ovastu rók, heldur hon. – Eg eri væl fyri. Tá tú tekur avgerðir, so noyðist tú eisini at vera til reiðar at taka avleiðingarnar. Eg havi gjørt mítt besta, og eg eri framvegis sannførd um, at eg onki galið havi gjørt, sigur Annlis Bjarkhamar. Løgmaður boðaði henni longu seint mánakvøldið frá, at hann fór at siga henni upp dagin eftir. Um- leið klokkan 10 fyrrapartin týsdagin kom uppsagnar- brævið. Og eftir at Annlis hevði lisið brævið, heldur hon seg kunnað staðfesta, at talan er um eina reina politiska uppsøgn. – Eg eri ótrúliga lætnað um, at løgmaður onga- staðni vísir á, at eg havi framt eitt brot á nakra lóg ella reglu. Løgmaður hevur kannað málið í 14 dagar, men kann hann hvørki peika á fyrisitingarlógina, setanarpolitikk ella stýris- skipanina í sínum grund- gevingum fyri uppsøgnini, sigur Annlis Bjarkhamar. Í egnar hendur Spurd, um tað ikki kortini er ímóti góðari siðvenju, tá fólk skulu setast, at hon er farin beinleiðis inn í málið og hevur viðgjørt tað fyri- sitingarliga, svarar hon kortini játtandi. – Tað er óvanligt, men hetta er eisini eitt óvanligt mál. Orsøkin er, at eg fekk ikki nakað nøktandi tilmæli frá setanarnevndini. Eg bað hana grundgeva gjøllari fyri sínari innstilling, men eg fekk onki nøktandi svar. Tí noyddist eg sjálv at gera tað arbeiðið. Fyrst spurdi Tann fimti landsstýris- maðurin við menta- málum síðan 2000 noyddist úr starvi týs- dagin. Rokið um nýggja landsantikvarin førdi til, at løgmaður hand- aði Annlis Bjarkhamar uppsagnarbræv UPPSØGN Ingi Rasmussen Fyrrapartin týsdagin segði løgmaður Annlis Bjark- hamar úr starvi sum lands- stýriskvinna við menta- málum. Hann handaði henni eitt skriv klokkan 10, har hann gjørdi greiðu fyri sínari niðurstøðu í málinum, sum hann hevur kannað eina tíð. »Málið um setan av landsantikvari er handfarið soleiðis, at eg sum heild meti, at tú hevur sett trú- virðið á okkara umsiting í vanda. Eisini meti eg, at tín handfaring av málinum kann vera til stóran skaða fyri framtíðar setanir av al- mennum starvsfólki,« skrivar Anfinn Kallsberg løgmaður í brævinum til Annlis Bjarkhamar. Løgmaður harmast sam- stundis um, at landsstýris- kvinnan ikki legði uppfyri sínum viðmerkingum undir sjálvari setanartilgongdini og staðfesti setanina, hóast løgmaður bað um frágreið- ing um málið. Løgmaður vendi sær til Annlis Bjarkhamar 5. febr- uar 2003 og bað hana lata sær eina nágreiniliga lýsing av málinum og kravdi øll viðkomandi skjøl útflýggj- að. Skjølini fekk hann 13. februar, og hann hevur eis- ini fingið viðmerkingar frá landsstýriskvinnuni og aðalstjóranum í Menta- málaráðnum. Sum kunnugt setti Annlis Bjarkhamar danan Steffen Stumman Hansen í starvið sum landssantikvar, hóast setanarnevndin í tveimum umførum peikaði á virk- andi landsantikvarin Símun V. Arge. Grundað á gjøgnum- gongd av skjølunum í mál- inum um landsantikvarin metir løgmaður, at »fleiri viðurskifti eru, sum benda á, at málið ikki er handfarið á nøktandi hátt«, skrivar løgmaður í brævinum til Annlis Bjarkhamar og leggur afturat, at »tað av røttum er sáddur ivi um embætisførslu tína í hesum sambandi«.. Løgmaður metir málið av stóran meginregluligan týdning, tí grundleggjandi trúvirðið á almennu fyrisit- ingina liggur í avgerandi mun í starvssetanum. Tað hevur stóran týdning, at mannagongdir og siðvenjur verða fylgdar, tá starvsfólk verða sett. »Tað er siðvenja, at tað eru embætisfólk, sum fyri- reika málini, tá avgerðir um almennar setanir skulu takast, eins og tað er sið- venja, at embætisfólk hava um hendi umsitingina av slíkum málum. Í hesum máli hevur tú luttikið í málsviðgerðini á ein óvan- ligan hátt. Tí kunnu spurn- artekn setast við, um tað einans eru tikin saklig atlit, tá avgerð varð tikin um at seta landsantikvar, serstak- liga tí hetta varð gjørt beint ímóti teimum tilmælum, sum setanarbólkurin gav tær«, er greiða niðurstøða løgmans. Hann vísir til almenna setanarpolitikkin og stað- festir, at tað er ein týðandi avgerð fyri bæði starvsfólk og arbeiðspláss, tá nýggj starvsfólk verða sett. Ikki minst tá leiðarar verða settir. Tí mugu ávísar mannagongdir fylgjast. Setanarpolitikkurin skal tryggja, at umsøkjarar, sum ikki fáa starv, kunnu vera vísir í, at avgerðin er farin fram á rættan og rættvísan hátt. Og tað metir løgmaður altso ikki, at umsøkjararnir kunnu vera í hesum føri. Sostatt noyðist Annlis Bjarkhamar at handa lykil- in til mentamálaráðið víð- ari. Hon er fimti landsstýri- maðurin við mentmálum síðan 2000. Nú skal tann sætti royna seg. Lætnað í skilnaðarstundini Løgmaður afturvísir ógegni Ein roynd at grugga málið. Soleiðis kallar Anfinn Kallsberg løgmaður ákær- urnar um, at hann skal vera ógegnigur í málinum um landsantikvarin LANDSANTIKVAR Ingi Rasmussen Róð hevur verið fram- undir, at Anfinn Kalls- berg løgmaður er ógegnigur í málinum um setan av nýggjum landsantikvari, sum hann er farin inn í. Tað eru familju- viðurskifti løgmans, sum skulu eitast at verða ein forðing. Andrass Mortensen, sum sat í setanar- nevndini, ið tvær ferð- ir mælti til at seta Símun V. Arge í starv, er systirsonur løg- mann. Systir løgmann starvast eisini í skriv- stovuni hjá Fornminn- issavninum, og har hava starvsfólkini harðliga mótmælt, at Símun V. Arge varð vrakaður av lands- stýriskvinnuni við mentamálum Annlis Bjarkhamar. Tí hava ávís fólk alment skírt Anfinn Kallsberg ógegnigan at taka støðu í málin- um. Men løgmaður vísir hesum ákærum aftur. – Tað er spurningur- in, hvussu tú roynir at grugga málið. Løg- maður hevur sambært stýrisskipanini eftirlit við sínum landsstýris- monnum. Og mær vit- andi eri eg ikki á nakr- an hátt ógegnigur mót- vegis nøkrum lands- stýrismanni. Tað er tað, sum telur í hesum føri, sigur løgmaður. Løgmaður loyst Annlis Bjarkhamar úr starvi – Er tað mín uppgáva at gera sum embætisverkið sigur? So nýtist okkum ikki politikarar. Eg skal taka eina avgerð, og tá tey ikki hava megnað at ráðført meg nøktandi, so má eg sjálv taka avgerðina eftir míni bestu sannføring, sigur Annlis Bjarkhamar Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4