mikudagur 5. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 44 - 5. mars 2003
Nr. 44 - 5. mars 2003
7
Mánadagin hittust øll
tey vardu verkstøðini
í landinum í
Skálanum í Klaksvík
til hugnaløtu við
tunnusláttri og
diskoteki
TUNNUSLÁTTUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Yvir 100 fólk
frá teimum flestu vardu
verkstøðunum í landinum
vóru savnað til hugnaliga
samveru í Skálanum mána-
dagin. Tað gera vardu verk-
støðini vanliga á hvørjum
ári, og í ár varð tað so hildið
í Klaksvík. Tó vóru tey á
verkstaðnum Virkni og tey
úr Suðuroy ikki við, tí tað
er ov langt og ov trupult hjá
teimum at ferðast.
Gestirnir komu niðan í
Skálan um tólvtíðina. Har
fingu tey pylsur og pasta-
salat, áðrenn sjálvur tunnu-
slátturin byrjaði. Øll vóru
fegin um at síggjast aftur,
og tey prátaðu og hugnaðu
sær, meðan tey ótu.
Tað gekk lívliga fyri seg,
tá tunnuslátturin fór í
gongd. Tað bleiv rópt og
heppað á øll, so hvørt sum
tey góvu tunnuni eitt slag.
Og hvørja ferð okkurt datt
niður av henni, ljóðaði tað
næstan sum um, at katta-
kongurin var funnin. Ta
einu ferðina, tá ein maður
hevði langað til, duttu eitt
ótal av smáum bommpakk-
um undan tunnuni, og eftir
hetta fingu tey sær ein
bommpakka hvørja ferð tey
høvdu sligið. Seiga tunnan,
sum fekk av at vita, fór tó
mest sum heil í gólvið, tá ið
Símun Petur úr Klaksvík
gav henni tvey sløg, so tað
rungaði í. Og so var katta-
kongurin funnin.
– Tað er snýt, tí hann
bleiv eisini kattakongur í
fjør, søgdu fleiri, men tað
sást væl, at tað var ikki illa
meint, og at tey unnaðu
kattakonginum tað væl. Tey
flokkaðust um hann bein-
anvegin, og Jóna, leiðarin á
verkstaðnum á Brekku,
handaði honum góðgæti,
heiðursbræv
og
sjálva
krúnuna.
Karl Martin Samuelsen
var komin í Skálan, tí hann
skuldi standa fyri tónleikin-
um til diskotekið. Og so
skjótt sum tónleikurin byrj-
aði fyltist gólvið við fróum
fólkum, sum dansaðu alla-
tíðina. Har vóru sangir heilt
frá rundferðini hjá HB til
Emma´s Blues Band, og
gólvið var fult allatíðina.
Tað var sera stuttligt at
síggja, hvussu væl øll
dugdu at hugna sær. Eisini
at síggja, hvussu avbera
glað tey eru, tá eitthvørt
tiltak er fyri tey.
– Tey eru so erlig teirra
útrykki, sigur Jóna Olsen,
leiðari á verkstaðnum á
Brekku. Hon letur væl at
tiltakinum og sigur, at so-
leiðis hevur tað verið
hvørja ferð. Tunnuslátturin
er ein siður hjá verkstøðun-
um, og verður hann aftur á
skránni í 2004.
Tunnusláttur
og dansur
Jacobina var væl fyri, og tunnan fekk av at vita, hvørja ferð
hon slóð
Súsanna ætlaði so avgjørt at gerast kattakongur. Og tað kundi
tað sama verðið hon, tí hon stóð beint aftan fyri sjálvan
kattakongin. – Hann gjørdi tað bara, tí hann visti, at eg stóð
aftanfyri, segði hon skemtandi aftaná
Símun Petur Zachariassen gjørdist kattakongur, og her handar
grýluklædda Jóna Olsen honum heiðursbræv, góðgæti og
krúnuna
Aftaná tunnuslátturin skipaði Karl Martin Samuelsen fyri diskoteki til mikla gleði fyri tey yvir
100 fólkini, sum vóru savnað í Skálanum
Rúni Hentze spyr um veiðiloyvir
- Fyri stuttum vórðu
tveir partrolarar
skiftir út við tveir
størri innfluttar
bátar. Fyri at javna
munin á veiðiorkuni
hjá gamla og nýggja
parinum verður
veiðiloyvi hjá lemma-
trolara, sum er lagdur
med alla fyri 4 –5 ár-
um síðani, innrokn-
að. Løgtingsmaðurin,
Rúni Hentze, vil hava
at vita frá landsstýris-
manninum í fiski-
vinnumálum, um
henda framferð er
sambært lógini um
vinnuligan fiskiskap
VEIÐILOYVIR
Vilmund Jacobsen
Løgtingsmaðurin hjá Tjóð-
veldisflokkinum í Sand-
oynni, Rúni Hentze, hevur
sett landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum skrivlig-
an fyrispurning um veiði-
loyvir.
Fyrispurningurin
varð
settur,11. februar, og eri
ikki svaraður enn.
Rúni vil í fyrsta lagi hava
at vita, um heimildir eru í
lógini at leggja veiðiloyvir
hjá partrolara og lemma-
trolara saman, og hvør
mannagongdin fyri slíkari
samanlegging. Hann spyr
eisini eftir hvørjum reglum,
veiðiorkan hjá partrolara og
lemmatrolara verður rokn-
að út.
Í fjórða lagi spyr Rúni,
hvør heimildin er fyri hes-
um reglum, tá ið kunngerð-
in um, hvussu veiðiorkan
verður roknað út, enn ikki
er gjørd.
At enda vil løgtingsmað-
urin hava at vita, hvussu
leingi eftir, at eitt fiskifar er
lagt med alla, landsstýris-
maðurin eftir umsókn kann
veita tilsøgn um veiðiloyvi
til annað skip í staðin, sum
síðan skal verða skrásett
innan 2 ár eftir, at tilsøgnin
er givin.
Eingin kunngerð
Í viðmerkingum sínum,
vísir Rúni til lógina um
vinnuligan fiskiskap, § 8.
Her stendur, at loyvt er at
flyta veiðiloyvi frá einum
fiskifari, sum er lagt med
alla, yvir á innflutt fiskifar
við minni ella somu orku.
- Í stk. 3 stendur, at veiði-
loyvi frá tveimum fiskifør-
um, ið eru løgd med alla,
kunnu verða flutt yvir á
annað far svarandi til, at
fiskiorkan
ikki
verður
størri enn fiskiorkan til-
samans hjá fiskiførunum,
sum veiðiloyvini verða flutt
frá. Í stk. 4 stendur, at verð-
ur fiskifar lagt med alla,
kann eigarin fáa tilsøgn um
veiðiloyvi til annað far í
staðin innan 2 ár frá tí degi,
tilsøgnin er givin.
Løgtingsmaðurin
vísir
eisini til stk. 7 í lógini, har
sagt verður, at landsstýris-
maðurin ásetir í kunngerð
reglur um, hvussu fiskiorka
verður roknað út og um
mannagond fyri saman-
legging.
- Men henda kunngerð er
ongantíð gjørd, sigur hann.
At enda vísir Rúni til § 5
í lógini, stk. 12. Her stend-
ur, at fiskifør kunnu ikki
skifta høvuðsbólk.
Undarlig javning
- Fyri stuttum vórðu tveir
partrolarar skiftir út við
tveir størri innfluttar bátar.
Fyri at javna munin á veiði-
orkuni hjá gamla og nýggja
parinum verður veiðiloyvi
hjá lemmatrolara, sum er
lagdur med alla fyri 4 –5
árum síðani, innroknað,
sigur løgtingsmaðurin.
Løgtingið samtykti, 12.
februar, at fyrispurningurin
skal svarast.
Tá ið fyrispurningurin
varð reistur, var Anfinn
Kallsberg virkandi fiski-
málaráðharri.
Síðan
er
Jacob Vestergaard komin í
hansara stað, og tí verður
tað hann, ið fer at svara løg-
tingsmanninum.
Løgtingsmaðurin, Rúni
Hentze, hevur sett lands-
stýrismanninum í fiskivinnu-
málum ein skrivligan fyri-
spurning um veiðiloyvir.
Hann spyr, um lógin loyvir
at leggja veiðiloyvir hjá par-
trolarum og lemmatrolarum
saman, og hvør manna-
gongdin er í slíkum føri.
Krúnborg og Tróndur
í Gøtu høvdu 2500
tons av lodnu í part
undan Íslandi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Trý skip hava landað til
Havsbrún fyrst í hesi vikuni.
Írski báturin, Western
Endowour, sum er úr
Dublin, hevði 2300 tons av
svartkjafti, sum teir fingu
vestanfyri Írland.
Jákup Oluf Joensen á
Havsbrún sigur, at írski
báturin hevði tvey samdøg-
ur av fiskileið til Føroya.
Lodna úr Íslandi
Týsmorgunin lá Krúnborg
og landaði á Havsbrún. Teir
høvdu 2500 tons av lodnu
undan Íslandi.
Síðstu nátt kom Tróndur í
Gøtu, eisini undan Íslandi,
og eisini við 2500 tonsum
av lodnu.
Jákup Oluf Joensen sig-
ur, at skipini hava fingið
lodnuna vestanfyri Vest-
mannaoyggjarnar, vestur
ímóti Grindavíkini.
Hann væntar ikki, at fleiri
føroyskar landingar verða
hesa vikuna, men kanska
leggur onkur útlendskur
bátur leiðina hendanvegin.
Svartkjaftur og lodn á
Havsbrún
Krúnborg landaði 2500 tons av lodnu í Fuglafirði týsmorgunin
Kjakfundur var á
Strondum mána-
kvøldið um út-
lendskan kapital í
føroyskari vinnu
FUNDARTILTAK
Vilmund Jacobsen
Mánakvøldið skipaði sam-
bandsfelagið í Eysturoy,
Samhald, fyri kjakfundi í
Stranda
Centrum
á
Strondum. Evnið var út-
lendskur
kapitalur
í
vinnuni teir, sum sótu við
pallborðið, vóru løgtings-
menninir, Kaj Leo Jo-
hannesen og Heini O.
Heinesen.
Eini 40 fólk nýttu høvið
at líða á, hvat hesir báðir,
sum hava stóran áhuga í
vinnuni, høvdu at siga.
Heini var fyrstur við síni
framløgu og síðan Kaj
Leo. Eftir framløgurnar,
høvdu áhoyrararnir høvi at
seta spurningar.
Ein eldri maður, sum var
millum
áhoyrararnar,
segði eftir fundin, at hann
hevði ikki vitað, hvør var
sambandsmaður, og hvør
var tjóðveldismaður, um
hann
ikki
visti
tað
frammanundan.
Politiskir karmar
- Eg haldi, vit vóru samdir
um, at flestu lond leita
eftir kapitali og royna at
fáa útlendingar at gera
íløgur. Kortini er tað
soleiðis, at tá ið einum
landi ikki vantar kapital,
hava vit hug at steingja
fyri - og øvut, tá ið tørvur
er á kapitali.
Kaj Leo sigur, at skulu
vit loyva útlendskum kapi-
tali, er neyðugt, at polit-
isku karmarnir eru teir
røttu, og at stabilitetur er í
samfelagnum.
- Eg haldi, vit vóru
rættiliga samdir um, at
neyðugt er við eini betri
lóggávu á økinum, um vit
skulu lata upp fyri út-
lendskum kapitali í før-
oyskari vinnu. Her gongur
sjón fyri søgn, sigur Kaj
Leo.
Hann ásannar, at spurn-
ingurin um fiskiríkidømi í
føroyskum
sjógvi
er
kensluborin, og tí eiga vit
at ansa væl eftir, hvussu
fram verður farið.
- Vit vóru samdir um, at
lóggávan fyri útlendskum
kapitali í føroyskari vinnu
er ikki nøktandi.
Ávísur ótti
Kaj Leo sigur, at hann
tosaði um globalisering og
vísti á, at øll lond hava ein
ávísan ótta fyri tí út-
lendska og fremmanda.
- Eg legði dent á, at veg-
urin til framburð er út-
búgving og kapitalur, sig-
ur Kaj Leo Johannesen,
løgtingsmaður.
Sosialurin fer at venda
aftur til fundin á Strondum
Útlendskur
kapitalur í vinnuni
C
M
Y
K
7
6