mikudagur 5. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 44 - 5. mars 2003
Nr. 44 - 5. mars 2003
9
Avleiðingin sum hvarv
Nakað fyri jól kravdi
Løgmaður, at ALS
skipanin varð broytt
beinanvegin, annars
fór tað at fáa avleið-
ingar fyri Bjarna
Djurholm, landsstýr-
ismann og kanska
fyri hann sjálvan eis-
ini. Men onki hendi,
og avleiðingar fekk
tað heldur ongar
ALS
Áki Bertholdsen
– Tað kann ikki góðtakast,
at Føroya Løgmaður ber
seg soleiðis at.
Á aðalfundinum í Starvs-
mannafelagnum seinasta
leygardag fanst Gunnleivur
Dalsgarð, formaður, hvass-
liga at løgmanni.
Hann minti á tað, sum
var hent beint fyri jól í
sambandi
við
ALS
skipanina.
– Tá spældi løgmaður
hart út og kravdi broytingar
í ALS skipanini alt fyri eitt.
Í umsitingini vóru tey
komin eftir, at ALS- gjaldið
varð ein skattur, tí tað var
skyldbundið hjá øllum at
gjalda.
Og tað er bara Løgtingið,
sum kann áleggja fólki
skatt. Sostatt er ALS ikki í
samsvari við stýrisskipan-
arlógina.
Og nú hevði landsgrann-
skoðarin spurt løgmann,
hvat hann ætlaði at gera fyri
at fáa viðurskiftini í rættlag.
Løgmaður kravdi tí at
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, beinanvegin
broytti skipanina, so at
ongin ivi var um lógar-
grundarlagið, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð.
– Víst var á, at ætlanin
var at seta ein arbeiðsbólk
at endurskoða ALS. Men
tað kundi Løgmaður ikki
bíða eftir. Hann vildi tí
hava bráfeingisbroytingar í
skipanini, so at lógar-
grundarlagið var fingið í
rættlag.
Og hetta var so álvarsligt,
at tað skuldi gerast beinan-
vegin, annars fór tað at fáa
avleiðingar fyri landsstýris-
mannin
í
vinnumálum,
Bjarna Djurholm, og kanska
løgmann eisini. Talan var jú
um, at sjálv stýrisskipanin
var brotin og tað kundi hann
ikki liva við.
Tað sum lá undir var, at
ALS skipanin varð løgd
undir fíggjarmálaráðið og
at inntøkurnar komu á
fíggjarlógina.
Men hvørki fakfeløg ella
stýrið fyri ALS, lótu seg
ikki taka av fótum og nokt-
aðu at broyta skipanina í
óðum verkum.
Endin var, at ongar
broytingar vórðu gjørdar,
men at ætlaði arbeiðsbólk-
urin varð settur at endur-
skoða skipanina.
Kann ikki góðtakast
Gunnleivur Dalsgarð sigur
í
ársfrágreiðingini
hjá
Starvsmannafelagnum, at
ongin ivi er um, at politiska
valdið hevur sera gott eyga
á skipanum, sum hava eitt
gott fíggjarligt støði at
standa á og roynir at kráma
eftir hesum ognum, m.a. til
at fíggja tiltøk við, sum tað
sjálvt ikki er ment at loysa.
– Hetta skulu vit leggja
okkum í geyma. Men vit
hava fult álit á okkara um-
boði í ALS-stýrinum, at her
verður ikki gingið við til, at
slaka í okkara krøvum og
dýrtkeyptu rættindir.
Men hann heldur ikki, at
tað kann góðtakast, at
Løgmaður ber seg soleiðis
at.
– Onki hendi í málinum
uttan tað, sum alla tíðina
var ætlanin og at arbeiðs-
bólkurin varð settur.
– Men avleiðingarnar,
sum løgmaður hótti við,
síggjast ikki aftur.
Gunnleivur
Dalsgarð
heldur, at hetta mest sær út
sum um ein roynd at trýsta
partarnar á arbeiðsmarkn-
aðinum við hóttanum at
góðtaka at ALS skipanin
varð løgd undir landið.
– Tað kann als ikki góð-
takast at landsins ovasta
leiðsa slongir slíkir hóttanir
út og soleiðis roynir at
trýsta sín vilja ígjøgnum.
– Tá ið gongdin ikki
verður, sum hóttanin og
trýstið legði upp til, verður
latið sum luft og ongin
avleiðing stendst av hesum,
segði Gunnleivur Dalsgarð.
Løgmaður hótti við avleið-
ingum fyri jól. Men tá ið tað
ikki gekk, sum hann ætlaði,
gloymdi hann alt um avleið-
ingar, sigur Gunnleivur Dals-
garð, formaður í Starvs-
mannafelagnum
Starvsmannafelagið
heldur lítið um mát-
an, sum Landsstýrið
hevur handfarið eftir-
lønarmálið uppá,
men nú eiga fakfeløg-
ini at fáa frið til at
byggja sínar egnu
skipanir upp
EFTIRLØN
Áki Bertholdsen
– Meginreglan má vera, at
tað er ein landsuppgáva at
tryggja fólki eina ordiliga
eftirløn. Men nú eiga fak-
feløgini at fáa frið til at
menna tær eftirlønarskip-
anir, tey eru farin undir.
Starvsmannafelagið hev-
ur ógvuliga lítla virðing
fyri mátanum, sum lands-
stýrið
hevur
handfarið
málið um eftirlønarskipan-
ina uppá.
– Eftirlønarmálið er eitt
tað løgnasta politiska málið
tey seinastu árini, sigur
Gunnleivur Dalsgarð, for-
maður í Starvsmannafelag-
num, í ársfrágreiðing síni
til aðalfundin seinasta leyg-
ardag.
Hann segði, at fyri um-
leið fimm árum síðani,
varð lagt til brots av and-
bráðum landsstýrisfólki:
Nú skuldi borgarin fáa eina
eftirlønarskipan, sum veru-
liga fór at gera tað gjørligt
at lívbjarga sær á ellisárum,
samstundis sum fólkapen-
sjónin skuldi avtakast.
Men síðani er snøgt sagt
onki hent, segði formaðurin
í Starvsmannafelagnum.
– Gamaní eru landsstýr-
isfólk farin frá og onnur
komin í staðin. Men enn er
sjabbið tað sama at nú
skuldi okkurt henda og
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum verða boðsendir
fyrsta dagin til at orða ein
eftirlønarpolitikk
saman
við myndugleikunum.
Skúgvaði alt til viks
Gunnleivur Dalsgarð segði,
at tað seinasta, sum hendi,
var, at sjálvur løgmaður,
sum annars onki hevur við
slík mál at gera, skúgvaði alt
til viks og kunngjørdi eina-
ferð enn, at nú verður tað.
– Hann barslaði við ein-
um fundi, har allur arbeiðs-
marknaðurin var boðin við,
og har eftirlønarmálið eis-
ini skuldi vera á dagskrá.
– Men hetta tiltak hans-
ara var so út av lagi illa
fyrireika, at mest sum allur
arbeiðsmarknaðurin vendi
tummilin niðureftir.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum segði, at í
veit hann ikki, hvat nú fer
at henda.
Men at brúka arbeiðs-
marknaðin til jarnbrot tí at
hansara egna umsiting ikki
fæst at virka, kann løg-
maður gloyma alt um, segði
hann.
– Nú hevur spuningurin
um eftirløn ligið og rikist
ímillum fleiri ymisk ráð hjá
Landsstýrinum, til Løg-
maður segði, at hann fór at
taka um endan. Men tá ið
hann sær, at hann ikki kem-
ur longri, kallar hann ar-
beiðsmarknaðin á fund -
fyri at fáa eina politiska
kabal at ganga upp.
– Og á fundinum millum
arbeiðsmarknaðin og Løg-
mann kom tað ikki fram
fyrrenn allarseinast, at ætl-
anin er at fáa ein arbeiðs-
bólk at fáa greiði á eftirløn-
arskipanini.
– Men málið er so
ógreitt, at tað bar ikki til hjá
okkum at vera við. Skal
arbeiðsmarknaðurin vera
við, skal uppleggið vera
púra greitt, sigur Gunleivur
Dalsgarð.
Ligið sjóvarfallið av
sær
Gunnleivur Dalsgarð sigur,
at ongin ivi er um, at pol-
itiski myndugleikin eisini í
hesum máli hevur ligið
sjóvarfallið av sær.
Hann sigur, at nú hava tey
flestu fakfeløgini sjálvi tikið
hetta málið upp sjálvi, sum
tað almenna hevur forsømt,
og eru farin undir sínar egnu
eftirlønarskipanir.
– Tað hava tey gjørt, júst tí
at tey hava ikki álit á polit-
ikarunum. Nú eru vit komin
hartil, at vit hava staðfest, at
okkara
skipanir
skulu
byggjast út og mennast til
veruligar skipanir.Og nú
vilja vit eisini hava frið til at
menna og útbyggja okkara
egnu skipanir, so at vit sjálvi
kunnu byggja upp eina
skipan, sum er nøktandi.
Hann legði tó dent á, at
politiski
myndugleikin
skuldi gera sær greitt, at
hann sleppur ikki undan at
tryggja, at allir borgarar
landsins hava eina so góða
eftirlønar- og tryggingar-
skipan, at at teir væl og
virðiliga fáa lívbjarga sær
á ellisárum ella um illa vil
til, áðrenn.
Hann sigur at øll hava
ikki eins góðar skipanir. Og
í hesum førum er tað sum í
so nógvum ørum førum, at
tey, ið eru á ovastu rókun-
um og sostatt skuldu havt
bestu møguleikarnar at
spara, ið hava bestu skipan-
irnar, men tey,sum hava
lægri løn framvegis mugu
berjast fyri at bøta um sínar
skipanir, sum í flestu førum
eru alt ov vánaligar. Haraft-
urat koma so eisini tey, sum
als ongar skipanir hava og
tey sum ikki eru í lønandi
vinnu.
Gunleivur Dalsgarð sig-
ur, at meginreglan má
verða, at eftirlønarskipanir
eru ein almenn uppgáva.
– Í øllum førum eigur
hetta at vera reglan í einum
vælvirkandi vælferðasam-
felagi. At so alt fleiri fak-
feløg seta sínar egnu skip-
anir á stovn, sigur meira um
væntandi álitið, ið feløgini
hava á politikarar okkara.
– Virðingin fyri teirra
handfaring av hesum mál-
inum er ongin, sigur Gun-
leivur Dalsgarð.
Nú eiga fakfeløgini at fáa frið at gera sína egnu
eftirløn
At fakfeløg seta sínar egnu
eftirlønarskipanir í gildið,
frítekur ikki tað tað al-
menna, tí tað er ein almenn
uppgáva at tryggja øllum
eina nøktandi eftirløn, sigur
formaðurin í Starvsmanna-
felagnum
Minni enn 20 metrar
vóru millum eitt
norðurkoreanskt
jagaraflogfar og eitt
amerikanskt
kanningarflogfar.
USA fer at mótmæla
NORÐURKOREA-USA
Árni Joensen:
Amerikanska stjórnin fer at
mótmæla, at fýra norður-
koreansk
jagaraflogfør
steðgaðu einum amerik-
anskum kanningarflogfari í
altjóða loftrúmi yvir Jap-
anska Havinum sunnudag-
in.
Sambært verjumálaráðn-
um Pentagon var eitt av
teimum norðurkoreansku
flogførunum minni enn 20
metrar frá amerikanska
flogfarinum. Sagt verður
eisini, at ein av teimum
norðurkoreansku flogskip-
arunum nýtti radaran á ein
slíkan hátt, at tað sá út, sum
at hann ætlaði at leypa á
amerikanska flogfarið.
Pentagon sigur, at norð-
urkoreansku
flogførini
fylgdu kanningarflogfarin-
um í 22 minuttir, áðrenn tey
tóku seg burtur. Amerik-
anska flogfarið vendi aftur
til støðina í Kadena í Japan.
Ein talsmaður hjá Penta-
gon segði í gjár, at kanning-
arflogfarið var á einari
regluligari ferð, og at USA
fer at mótmæla tilburðin-
um. Hann segði, at USA fer
at ráðføra seg við síni sam-
eindu í økinum, áðrenn
mótmælið verður orðað.
Jeff Davis, sum er tals-
maður hjá Pentagon, sigur,
at seinasti tilburðurin av
hesum slagnum var í 1969,
men ta ferðina skutu norð-
urkoreansk
flogfør
eitt
amerikanskt
kanningar-
flogfar niður. Øll tey 31,
sum vóru við amerikanska
flogfarinum, doyðu.
Fleiri av teimum umleið 200 útlendingunum, sum
fóru til Irak at virka sum livandi skjøldur í einum
møguligum amerikanskum álopi á landi, eru farin
heimaftur.
Millum teirra, sum fóru til Irak, vóru fleiri norð-
menn, men nú eru bara fimm eftir. Norska uttan-
ríkisráðið sigur, at irakskir hermenn eru hjá teimum
alla tíðina, og tey fimm hava eins og hinir útlend-
ingarnir fingið boð um, at tey skulu virka sum liv-
andi skjøldur á irakskum herstøðum og orkuverkum,
ið mugu metast sum amerikansk bumbumál. Fýra av
teimum fimm norðmonnunum eru í løtuni á einum
vatnverki uttan fyri Bagdad.
Uttanríkisráðið í Oslo sigur, at iraksku myndug-
leikarnir misnýta tey útlendsku friðarfólkini. Tað
sama sigur felagsskapurin Human Shields, sum sig-
ur, at fleiri av hansara stuðlum eru farnir úr Irak.
Tað gloymda kríggið
Rockstjørnan Bono spyr nú, hví fólk í milliónatali
ikki fara út á gøturnar at mótmæla tí gloymda krígn-
um í Afrika, krígnum ímóti AIDS.
Bono vísir á, at í síðsta mánað gingu fleiri milli-
ónir fólk mótmælisgongu ímóti tí ætlaða krígnum
við Irak. Hann sigur, at verður einki munagott gjørt
alt fyri eitt, fara milliónir av fólki at doyggja av
AIDS í Afrika.
– Tað frøir meg at síggja, at fleiri milliónir fólk
royna at verja mannalív í Irak, men í Afrika fara
tvær milliónir fólk at doyggja tey bæði næstu árini,
tí tey fáa ikki heilivág. Hví mótmæla fólk ikki
hesum gloymda krígnum? Hvussu nógv virða við
lívið hjá einum svørtum, spyr tann kenda tónleika-
stjørnan, sum herfyri varð innstillaður til friðarheið-
ursløn Nobels.
Hatta tosa vit ikki um!
Amerikanska stjórnin vil ikki gera viðmerkingar til
tíðindini um, at amerikanarar hava avlurtað alt sam-
skiftið hjá sendinevndunum hjá hinum limalondun-
um í ST-trygdarráðnum.
Tað var bretska blaðið The Observer, sum fyri
nøkrum døgum síðani avdúkaði, at amerikanarar
hava avlurtað alt samskiftið hjá sendinevndunum
hjá øllum londunum í trygdarráðnum uttan Bret-
landi. Sambært The Observer var tað tann serliga
trygdartænastan NSA, sum stóð fyri avlurtingini.
Endamálið var at fylgja við, hvat hini londini ætlaðu
sær at gera í Irak-málinum.
Hvítu Húsini vilja hvørki vátta ella avsanna tíð-
indini. Talsmaðurin hjá foprsetanum, Ari Fleischer,
sigur, at stjórnarumsitingin ger ikki viðmerkingar til
nakað, sum hevur við fregnar- ella trygdartænast-
urnar at gera.
Avnoktar holocaust
Svenski løgfrøðiprofessarin Gøran Englund avsann-
ar, at fleiri milliónir jødar doyðu í gassrúmum í
teimum týsku týningarlegunum undir seinna heims-
bardaga.
Við Aftonbladet sigur Gøran Englund, at tað finn-
ast eingi prógv fyri, at gassrúmini yvirhøvur vórðu
nýtt. Sambært teirri vanligu uppfatanini doyðu
umleið tríggjar milliónir jødar í teimum týsku gass-
rúmunum, meðan aðrir tríggjar milliónir jødar
vórðu fyribeindir á annan hátt.
Men hetta er ikki so, sigur Gøran Englund. Hann
sigur, at serfrøðingar, sum hava kannað tey gomlu
týsku gassrúmini, komu til ta niðurstøðu, at tey
vórðu ongantíð nýtt. Hann sigur, at tað finnast
heldur eingi skjøl, sum prógva, at jødar vórði tiknir
av døgum í teimum týsku gassrúmunum.
Jóhannes Páll pávi
Annar umhugsar at
fara til New York at
halda eina friðarrøðu
í ST-trygdarráðnum
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Jóhannes Páll pávi Annar
hevur ongantíð dult fyri, at
hann er ímóti amerikansku
ætlanini at leypa á Irak, og í
dag fer sendimaður han-
sara,
kardinalurin
Pio
Laghi, til Washington at
tosa við George W. Bush,
forseta fyri at fáa hann at
loysa kreppuna við Irak á
friðarligan hátt.
Vil amerikanski forsetin
ikki lurta eftir kradinalin-
um, ætlar tann 82 ára gamli
pávin sær at fara til New
York at halda eina serliga
friðarrøðu í ST-trygdar-
ráðnum. Fer pávin til USA,
ætlar hann eisini at halda
eina bøn á staðnum, har
World Trade Center stóð.
Jóhannes Páll pávi hevur
sagt, at eingin kann rætt-
vísgera eitt álop á Irak, men
talsmenn hjá Bush hava
fyrr sagt, at forsetin fer
neyvan at lata seg ávirka av
hugsan pávans. Kortini er
tað ein sannroynd, at pávin
hevur stóra ávirkan á fleiri
amerikanskar stjórnarlimir,
sum verða mettir sum
trúgvandi menn.
Næskir norðurkoreanskir
flogskiparar
Tað var eitt kanningarflogfar av hesum slagnum, sum norðurkoreansk jagaraflogfør steðgaðu yvir Japanska Havinum.
Misnýta livandi
skjøldur
Pávin ætlar at halda
friðarrøðu í ST
C
M
Y
K
9
8