Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 44 - 5. mars 2003 Nr. 44 - 5. mars 2003 11 Tey seinastu árini hevur verið óvanliga lítið orðaskifti um búskapin og um hvørja búskapar- politiska kós, ið vit eiga at halda. Hvør orsøkin er kunnu vit bert gita um, men tað kann hugsast, at henda annars so týðandi síðan av samfelags- orðaskiftinum er druknað í fullveldisorða- dráttinum. Men nú er hesin orðadráttur mestsum tagnaður, og tað tykist sum teir størstu flokkarnir nærkast hvørjum øðrum í hesum spurningi og vilja halda eina meira realistiska kós. Eitt búskaparpolitiskt orðaskifti er neyðugt fyri samfelagið og tí er tað mikið spell, at so lítið hoyrist til eitt nú politisku flokkarnar. Men nú tykist tað sum eitt búskaparpolitiskt orðaskifti so smátt er við at taka seg upp. Framstandandi politikkarar í samgonguni eru farnir undir at markera nýggj og áhugaverd sjónarmið í hesum høpi. Lagt verður út við óvanliga klárum meld- ingum um, at nú er tíðin komin at tátta í búskap- arliga. Hetta sjónarmið verður grundgivið við, at ein strammur búskaparpolitikkur er neyðugur til tess at komast kann fram til republikkina. Í hes- um sambandi verður víst til tað, sum hendi í fíggjarnevndini fyir jól. Tað, sum liggur aftan fyri er sjálvsagt tann nýggi veruleikin við tí nógv minkaða blokkinum. Víst eru hesi sjónarmið nýggj og víst eru tey áhugaverd. Tey eru nýggj tí, at tað so klárt verð- ur meldað út við sera konservativum búskapar- ligum sjónarmiðum. Og tey eru áhugaverd, tí at hesi sjónarmið vísa, at nú tykist at vera saman- fall í búskaparpolitiskum sjónarmiðum millum partar av Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkin- um. Tíðin vil vísa, um hetta røkkur víðari. Út- meldingin kemur ikki frá fíggjarmálaráðharr- anum, men frá einum limi Tjóðveldisflokksins í fíggjarnevndini. Henda útmelding er ikki minst áhugaverd við tað, at hon kemur frá politikara, ið er kendur fyri víðgongd vinstravend sjónar- mið. Men her er so vent í holuni og semja tykist nú vera millum báðar teir stóru samgonguflokk- arnar í fíggjarnevndini um at táttast skal hart í búskaparliga. Hetta er áhugavert ikki minst í einum ári við sáttmálasamráðingum á arbeiðs- marknaðinum. Nú verður áhugavert at hoyra, hvat restin av Tjóðveldisflokkinum og ikki minst hvat andstøðan meldar út. DAGSINS MEINING Sosialurin Konservativ búskapar- politisk útmelding VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Katrin Dahl Jakobsen Eftir at hava lisið samrøð- una, sum Sosialurin hevur við Høgna Hoydal í týs- dagsblaðnum, er ruðuleikin fullkomin. Vit kunnu stað- festa, at vit hava ein lands- stýrismann í kommunumál- um, sum í minsta lagi hevur tvær tungur í høvdinum. Høgni Hoydal, landsstýris- maður í kommunumálum sigur, at eisini hann hevur hoyrt søgur um, at ætlanin er at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita, men ger seg so óvitandi um, hvussu hesar søgurnar eru íkomnar. Stendur so púrasta spyrjandi. Hvør skal siga- tað er øgiligt, sum fólk kunnu finna uppá! Í samrøðuni sigur hann, at ongin sum helst ætlan yvirhøvur er um at leggja fólkaskúlan út til komm- unurnar, og tí vil hann við hesi samrøðuni mana hetta spøkilsið í aftur jørðina. Hetta er lítið mansligt og prógvar manglandi polit- iskt dirvi. Er tað veruliga so, at Høgni Hoydal bara tosar fólki eftir munninum? Tí, tað er eingin ivi um, hvør hevur skapt hetta spøkilsið. Tað vita øll. Spøkilsið, søgurnar og allar útsagnir um at leggja fólka- skúlan út til kommunurnar, eigur Høgni sjálvur og eingin annar. At hann nú hevur fingið trupulleikar av, at hann sjálvur á fundi við stýrið í Kommunusam- skipan Føroya hevur verið so avgjørdur fyri at leggja skúlan út, og nú heldur seg hava tikið munnin ov full- an, tí hann har helt seg tosa fólki eftir munninum, gev- ur honum ongan rætt til at látast, sum um hetta eru søgur, onnur hava íspunnið. Hetta við at flyta yvir á onnur er eisini partur av kommunikatiónssnildi, sum er hent amboð, tá veruleikin gerst ov ágang- andi. Ikki ein spurningur um- men nær Kommunusamskipan Før- oya bað Høgna Hoydal koma á fund at greiða frá, hvørjar ætlanir landsstýrið í roynd og veru hevði. Hetta tí, at Annlis Bjarkhamar herfyri svaraði forkvinnuni í Føroya Lærarafelag, at landsstýrið ongar ætlanir hevði um at lata kommun- urnar yvirtaka fólkaskúlan. Svarið var greitt. Sam- gongan heldur fast við hesa ætlan, hevur Høgni Hoydal greitt frá fyri stýrinum í KSF og vissaði stýrið um, at tað Annlis Bjarkhamar bar fram var ikki eftirfar- andi, má okkara niðurstøða so vera. Tó visti hann ikki at siga, nær hetta verður gjørt. Hetta stendur eisini at lesa á heimasíðuni hjá tjóð- veldisumboði í Tórshavnar Býráð. Samrøða í vetrarbúna Í samrøðuni, sum er tann bera ull, roynir Høgni Hoy- dal at gera øllum til vildar og skavar í allari neyðini útyvir, at hann og tjóðveld- isflokkurin eru komin í dýrastu neyð av, at teirra landsstýrismenn tosa í eyst og vest um somu tíð um sama mál. Í øðrum lagi afturvísir hann uppá tað harðasta at fólkaskúlin skal leggjast út til kommunur- nar. Ikki talan um!, so at siga. Fáar reglur seinni sigur sami maður, at "eingi øki eru útihýst frá at verða løgd út, og sostatt kunnu øll øki koma uppá tal", tí hetta er greiði politikkurin hjá samgonguni. "Sostatt er fólkaskúlin ikki útihýstur frá at verða lagdur undir kommunurnar", sum um onkur heilt annar ger hetta av enn landsstýrið sjálvt. Hetta við tí greiða, tað mugu vit smyrja okkum við, at tað má vera á einum serligum Hoydalskum skala. Tí ikki gerast vit klókari av, at sami maður sigur, at skúlin ikki skal leggjast út, men tó sigur at hann skal leggjast út til kommunurnar. Høgni ja-Annlis nei At vit hava tveir lands- stýrismenn, enntá úr sama flokki, Annlis Bjarkhamar og Høgna Hoydal, sum koma við hvør sínum boð- skapi, sum ikki á nakran hátt kunnu sameinast, mugu tey sjálvi tora at standa við. Tað hevði verið spenn- andi at vitað, hvat tjóðveld- isflokkurin veruliga mein- ar, og hvørja meining landsstýrið hevur í hesum málinum. Hvat er nú eftirfarandi? Tað Annlis sigur, ella tað Høgni sigur? Bæði kunnu so ikki hava rætt. Ella er hetta bara ein máti at gera seg áhugaverdan, tá ikki ber til at fáa nakað í lag av innanhýsis klandri ikki bara í samgonguni. At mana spøkilsir í aftur jørðina er so víst størsta avbjóðingin tjóðveldis- landsstýrismenn hava havt til dags dato - so nógv størri enn setan av lands- antikvari. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í trupulleikum TRIVNAÐAR- MÁLARÁÐIÐ Eirikur Lindenskov Enn ein leiðari í heimarøkt- ini hevur nú sagt seg úr starvi. Herfyri søgdu leiðarin fyri heimarøktini, Jákup Foldbo og tveir leiðarar undir honum, seg úr starvi. Nú hevur eisini leiðarin fyri stuðulsfólkaøkið á deildini fyri heimarøkt og serforsorg í Trivnaðarmála- ráðnum sagt seg úr starvi, og nú bendir mangt á, at talan er um ónøgd onkurs- vegna. Eingin hevur enn viljað sagt nakað um orsøkirnar til uppsagnirnar, men fleiri feløg hava undrast, eitt nú hevur Sinnisbati heitt á løgmann um at kanna upp- sagnirnar. Higartil hava fýra fólk í leiðandi starvi í Trivnaðar- málaráðnum sagt seg úr starvi. Fjórði leiðarin í heimarøktini sagt upp Mánadagin varð Aslaug Olsen úr Æðuvík sett í starv sum fyrstilærari við Hvalvíkar skúla. Hon er 38 ára gomul og tók útbúgving sum lærari á Føroya Lær- araskúla í fjør. Framman- undan hevði hon í nøkur ár virkað sum vikarur við skúlarnar í Kollafirði, á Oyrabakka og í Hvalvík. Aslaug er fødd Hansen og gift Oddfinni Olsen. Tey búgva í Æðuvík, og eiga tvær døtur og tveir synir í aldrinum 8-20 ár. r.s. NØVN Í VIKUNI Aslaug Olsen fyrstilærari í Hvalvík Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo 1. mars varð Bjørt Samuel- sen sett í starv sum journal- istur á tíðindadeildini hjá Sjónvarpi Føroya. Bjørt tók sína journalistútbúgving í Norra, har hon m.a var við í eini brúkarasending í NRK. Bjørt er eisini út- búgvin matvøruverkfrøð- ingur. Seinasu tvey árini hevur hon starvast í Útvarpi Føroya. mg Bjørt Samuelsen í SvF Í dag fyllir elsta fólkið í Føroyum, Anna Ask- ham, 102 ár. Hon býr á ellisheiminum og er enn so byrg, at hon er frammi hvønn dag, og gongur sær ein túr innandura. Men ikki bara árini eru vorðin mong, tí eftirkomarar hennnara eru nú líka nógv í tali, sum árini FØÐINGARDAGUR Rúna Sivertsen Anna Cathrina Askam er fødd Mørkøre, dóttir Sofíu og Jákup Mørkøre. Mamma hennara var úr Kollafirði, og pápi hennara var leirvíkingur. Tey bú- settu seg í Havn. Anna var gift Símuni Askham. Tey fingu 8 børn, men tvey av teimum doyðu sum smá. Tá hugsað verður um, hvussu mong árini eru vorðin, er Anna bara væl fyri. Hon er frammi hvønn dag og er enn púra klár. Oyruni bila, so hon fær ikki fylgt so væl við sum fyrr. Heldur ikki hevur hon sæð væl, men eftir viðgerð við laserstrálum fyri stuttum, sær hon nú aftur. Nú Anna fyllir 102 ár, telja eftirkomarar hennara júst sama talið. Anna eigur 6 børn, 26 ommubørn, 63 langommu- børn og 7 oldurommubørn. Ein eftirkomari fyri hvørt árið Eftir at hava verið til upptøkuroynd í Glasgow er 17 ára gamli trompetspæl- arin, Jóhan Hentze á Kambsdali, sloppin inn á the Royal Scottish Aca- demy of Music and Drama í Glasgow. Jóhan er sonur Annmari og Leivur Hentze á Kambsdali. Útbúgvingin tekur fýra ár. Tá útbúgving- in, sum byrjar í september, er liðug, er hann "Bachelor of Music" í trompetspæli. Tað krevst tó at næming- arnir eisini duga annað, sum t.d. at spæla klaver og at syngja. Fleiri í familjuni duga at spæla ymisk ljóð- føri, og Jóhan spælir við í Fuglafjarðar Hornorkestri. Eisini er hann við í Føroya Symfoniorkestri. Jóhan hevur ætlanir um at blíva yrkistónleikari. Hann ar- beiðir á einum flakavirki í Fuglafirði, til hann byrjar á akademinum. mg Jóhan Hentze á tónleikaakademi í Glasgow 24. februar fylti Carl Ole Olofson, sølumaður hjá Goodyear í Danmark, 60 ár. Carl Ole er útbúgvin bil- mekanikari, og hevur hann arbeitt hjá Goodyear síðan 1977. Hann hevur vitjað í Føroyum í arbeiðsørindum so at siga hvørt ár síðan 1980. Fyrstu árini seldi bilverkstaðurin Essan í Søldarfirði Goodyear. Seinastu fimtan árini hevur hann ferðast kring landið saman við starvsfólkum hjá Super Dekk í Havn. Carl Ole er kendur sum ein sera fryntligur og fyrikomandi maður. mg Carl Ole Olofson 60 ár Í dag fyllir Anna Askham i Havn 102 ár C M Y K 11 10