mikudagur 5. mars 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 44 - 5. mars 2003
Nr. 44 - 5. mars 2003
13
Hátíðarhildu runda dagin
Vøggustovan og
Barnagarðurin á
Konmansmýru
hátíðarhildu
leygardagin 20 ára
dagin hjá stovninum
FØÐINGARDAGUR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
20 ár vóru leygardagin liðin
síðani Vøggustovan og
Barnagarðurin á Konmans-
mýru byrjaðu á staðnum
tey eru nú. Annars var tað
Nancy Björklund, sum í
1965 saman við Birthe
Toftagarð, stovnaði vøggu-
stovuna Yviri við Strond í
Havn.
Men leygardagin kundi
stovnurin halda 20 ára dag
á Konmansmýru, og sigur
Elsebet Bolstad, leiðari av
barnagarðinum, at tey eru
ógvuliga væl nøgd við føð-
ingardagin.
– Føðingardagurin gekk
væl, og her vóru væl av
fólki, sigur Elsebet. – Vit
høvdu opið hús, har fólk
kundu koma at hyggja eftir
myndum og síggja stovnin
sum heild.
Fleiri, sum sjálvi hava
gingið í barnagarði og
vøggustovu á Konmans-
mýru, komu at vitja leygar-
dagin, og tey hildu sjálv-
sagt, at tað var ógvuliga
stuttligt at síggja teirra
gamla stovn aftur.
– Vit eru ógvuliga væl
nøgd við dagin. Nú høvdu
vit arbeitt nógv við honum
áðrenn, og nú hevur hann
endiliga verið.
Um kvøldið var veitsla
fyri
starvsfólkunum,
nevndini hjá stovninum og
stovnaranum,
og
sigur
Elsebet Bolstad, at tey
fingu øll eina hugnaliga
løtu burturúr.
Føroya
Tele
hevði
metár
Føroya Tele hevur
havt nevndarfund,
har ársrokniskap-
urin fyri 2002 varð
lagdur fram og
góðkendur. Úrslit-
ið hjá fyritøkuni
gjørdist 53,5 mió.
krónur
ROKNISKAPUR
Ingrid Bjarnastein
Føroya Tele hevur havt
nevndarfund, har árs-
rokniskapurin fyri árið í
fjør var lagdur fram og
góðkendur.
Vøksturin hjá fyritøk-
uni helt fram í 2002, og
er tað eitt sindur hægri
enn tað í 2001. Ársúr-
slitið er sostatt tað besta
nakrantíð.
Úrslitið gjørdist 53,5
mió. krónur eftir at 13,1
mió. krónur eru settar av
til skatt og 1,0 mió.
krónur eru goldnar til
landskassan fyri rakstur
av Fjarskiftiseftirlitin-
um.
Nettosølan hækkaði
við 6,3 prosentum úr
276,0 milliónum krón-
um til 293,4 milliónir
krónur í fjør. Vøksturin
stavar mest frá GSM
fartelefoni, har nevnast
kann, at felagatalið vaks
til 30.700 felagar. Hetta
vil siga, at 65 prosent av
íbúgvunum í Føroyum
høvdu fartelefon frá
Føroya Tele við árslok
2002.
Í fjør vóru íløgur
gjørdar fyri 65,1 mió
krónur, samanborið við
64,7 mió. krónur í 2001.
Íløgurnar vera eisini
væntandi størri í 2003
enn í 2002.
Eginpeningurin í fel-
agnum var 258,1 mió.
krónur við árslok 2002,
eftir at vinningsbýtið er
útlutað til partaeigaran.
Vinningsbýtið er áljóð-
andi 3 mió. krónur.
Økt kapping og lækk-
andi prísir hava havt við
sær, at inntøkurnar ikki
hækkaðu seinast í árin-
um, og Føroya Tele
væntar ikki eins gott
úrslit í 2003 og í 2002.
Nancy Bjørklund stovnaði í 1965 vøggustovuna yviri við Strond. Her stendur hon við einari av teimum gomlu sengrunum
Teir mongu gestirnir skuldu
eisini skriva í gestabókina
Køkur og okkurt leskiligt var
eisini at fáa
Herfyri varð Eyðun
Elttør, landsstýris-
maður í oljumálum á
kunningarferð í Bret-
landi. Har hevði hann
m.a. fundir við fleiri
oljufeløg. 2. útbjóðing
stendur fyri framm-
an, og skal støða tak-
ast til 9 ára loyvini
eisini
OLJA
Jan Müller
Fyrst og fremst fiskivinnan
og harnæst alivinnan eru
ryggurin í føroyska búskap-
inum. Men hvussu bleiv við
tí triðja búskaparliga bein-
inum, oljuni, sum skuldi
vera við til at tryggja okk-
um eina framtíð og møgu-
liga eisini gera okkum før
fyri at standa á egnum
beinum spyrja helst mong
undrandi í dag. Ella kanska
er tað so, at tey fægstu seta
henda spurningin, nú tey
hava vant seg við, at oljan
ikki longur setur dag-
skránna ella eigur tær stóru
yvirskiftirnar í fjølmiðl-
unum meira. Er oljuævin-
týrið, sum so nógv varð
tosað og skrivað um í 90-
unum, bara ein hvørvisjón,
"wishfull thinking" uttan
ítøkiligt innihald ella fram-
tíð?
Og hvussu tá við teimum
mongu fólkunum, sum sett
eru at skapa okkum eitt
trygt
grundarlag
undir
framhaldandi leiting og
vónandi eisini eini virðis-
miklari framleiðslu!
Eftir øllum at døma verð-
ur nú "bíðað" eftir Agip og
Føroya Kolvetni. Feløgini,
sum skulu fara undir 4. bor-
ingina á føroyska land-
grunninum
um
góðar
tríggjar mánaðir. Men
innan fyri múrarnar í Olju-
málaráðnum, sum nú eisini
hevur útjaðarauppgávur at
røkja umframt umhvørvi og
olju, eru tey so smátt farin
at fyrireika seg til enn eina
oljuútbjóðing. Uppskot til
slíka útbjóðing skal fyri-
reikast væl og leggjast fyri
tingið til umrøðu og góð-
kenningar, áðrenn oljufeløg
aftur
kunnu
fyrireika
nýggjar boringar.
Ein partur av hesi fyri-
reiking eru fundir og sam-
røður við stovnar, myndug-
leikar og feløg umframt at
fylgja við í øllum tí, sum
fer fram innan oljuvinnuna
og her ikki minst í granna-
landi okkara Bretlandi.
Tað var tí eisini ein huga-
góður landsstýrismaður í
oljumálum, sum saman við
sínum aðalstjóra herfyri fór
til Bretlands at hitta umboð
fyri oljufeløg um somu tíð
sum altjóða oljuráðstevna
varð hildin í býnum.
Umframt at greiða før-
oyingum í Bretlandi frá
oljutilgongdini
høvdu
Eyðun Elttør og Herálvur
Joensen eisini høvi at hitta
umboð fyri oljufeløg, sum
eru virkin á føroyaøkinum,
teirra millum Anadarko,
Amerada Hess og Agip,
sum nú leggur síðstu hond
á sína fyrstu boring. Nógv
virksemi er eisini hjá Agip í
aðrar mátar og hava umboð
fyri føroyska vinnu í sein-
astuni vitjað hjá Agip og
tess samstarvsfeløgum í
Aberdeen. Landsstýrismað-
urin sigur, at fundirnir hava
verið góðir og upplýsandi
og var hann sera fegin um
fundin við Anadarko, sum
hevur eitt 9 ára loyvi á
landgrunninum. Har sýn-
ast tey at hava framhald-
andi áhuga í økinum, hóast
lønandi fund enn ikki er
gjørt.
Meðan Elttør og Joensen
vóru stæddir í London var
altjóða oljuráðstevna "IP
Week" hildin í býnum. Har
vóru nógvir áhugaverdir
fyrilestrar,
sum
eisini
kunnu hava týdning fyri
framtíðar avgerðir í før-
oyskum oljuhøpi.
Tey bæði umboðini frá
føroyska oljumyndugleik-
anum nýttu eisini høvi til at
støkka inn á gólvið hjá
føroyska sendiharranum í
London, John Rajani, sum
er settur til at umboða før-
oysk áhugamál og Føroyar í
Bretlandi. Ein av hansara
framtíðar uppgávum kann
gerast olja og spurningar,
sum eru knýttir at hesi
vinnu. Verður olja funnin
við Føroyar og hugsandi er,
at felt liggja tvørtur um
markið, verða so avgjørt
boð eftir sendimanni okk-
ara í London eisini.
Eyðun Elttør nýtti so
eisini høvi til at hitta
danska
sendiharran
í
London, Tom Risdahl Jen-
sen, har prátið snúði sum eg
olju, fiskivinnu, ES og
álvarsligu støðuna úti í
heimi í sambandi við Irak.
Eyðun Elttør heldur, at
tað hevur týdning fyri
okkum føroyingar at hava
góð viðurskifti við bretar,
nú tað er so sannlíkt, at olj-
an, um nøkur er, fer at
liggja tætt upp at bretskum
øki og møguliga tvørtur um
mark. Hann sær eisini
stórar møguleikar í eini
samvinnu við bæði bretskar
myndugleikar og við ídnað-
in í Bretlandi, her serliga í
Skotlandi,
sum
hevur
drúgvar royndir, ið vit
kunnu læra av. Tað er eisini
hugsandi, at tað lutvíst
verður bretskur oljuídnað-
ur, sum kemur at menna
oljufelt á føroyskum øki, nú
sami ídnaður longu hevur
gjørt sínar royndir beint
hinumegin markið.
Eyðun Elttør, sum á
Londontúri sínum eisini var
við til samkomu fyri føroy-
ingum í London, sigur, at
tað er sera hugaligt at
síggja, hvussu nógvir ungir
føroyingar fara til Bret-
lands at nema sær útbúgv-
ing eisini innan oljuvinn-
una. Tað eru m.a. hesi fólk-
ini, sum skulu vera við til at
manna størvini í eini kom-
andi føroyskari oljuvinnu
heldur landsstýrismaðurin.
MIÐVIKAN
MIÐVIKAN
Undir hesum heitinum fer blaðið av og á
mikudagar í ár at taka upp til viðgerðar ávís
evni av eitt nú vinnuligum áhuga. Í dag nema
vit við nøkur mál í oljuhøpi, sum arbeitt
verður við í løtuni.
Eyðun Elttør, landsstýrismaður her saman við danska sendiharranum í Bretlandi, Tom Risdahl Jensen. Á myndini eru eisini
Herálvur Joensen, aðalstjóri og John Rajani, føroyskur sendimaður í London
Mynd Jan Müller
Á heimtúrinum við Atlantsflog fangaði yvirskriftin á forsíðuni í einum av bløðunum eygað hjá
landsstýrismanninum. Hesaferð var talan um annað slag av olju enn tað Elttør er vanur við at
tosa um. Hesaferð var tað matolja, sum tó eisini í hesum førinum hevur atlit til økið hjá
landsstýrismanninum – í umhvørvismálum
Mynd Jan Müller
Meðan bíðað verður eftir oljuni:
Royna at brúka bíði-
tíð skilagott
C
M
Y
K
13
12