mikudagur 5. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 5. mars 2003
15
14
Nr. 44 - 5. mars 2003
OLJULEITING
Jan Müller
Herfyri var oljuráðstevna
í London, har eitt nú stjór-
in í UKOOA, James May
setti
oljuleiting
kring
Bretland á dagskránna.
Sosialurin hitti mannin og
spurdu vit hann, hvørjar
vónir
oljuídnaðurin
í
Bretlandi hevur til fram-
tíðina hjá Atlantsmótin-
um tvs. økjunum millum
Hetland og Føroyar.
- Eg haldi, at stóru vón-
irnar, sum komu í kjalar-
vørrinum á teimum stóru
oljufundunum í 90-unum,
tá eitt nú 17. útbjóðing
gav so nógvar nýggjar
leitimøguleikar, gjørdust
eitt vónbrot. Men tað eru
framvegis fleiri oljufeløg,
sum varðveita trúnna upp-
á, at meiri olja finst í
undirgrundini har, og at
hon verður funnin fyrr
ella seinni. Vit vita longu,
at har er bæði gass og
olja, men tað fer at taka
longri tíð at finna meira,
tað fer at kosta meira og
feløgini koma at binda
seg til fleiri brunnar.
Tað var tann tíð, tá tos-
að varð um Atlantsmótið
sum tann nýggja Norð-
sjógvin. James May held-
ur ikki, at hetta hugtakið,
nú úrslitini hava verið í
lakara lagi, er farið í søg-
una, men tað hevur ikki
sama týdning longur. Fyri
5-10 árum síðani var tað
beint øvugt, tí bæði Foi-
naven og Schiehallion
fundini skaptu stórt bjart-
skygni.
James May ásannar, at
hóast áhugin enn er til
steðar, so eru fleiri olju-
feløg farin aðrastaðni at
brúka sínar pengar, men
tað eru so eisini komin
nýggj feløg inn í økið. –
Tað skal bara gerast eitt
ella tvey fund fyri at fáa
áhugan at vaksa aftur.
James May eins og allir
aðrir bretar í oljuvinnuni
fylgja
við
spenningi
gongdini á Atlantsmótin-
um, har ein boring hjá
ChevronTexaco stendur
fremst á skránni.
Stjórin í UKOOA vísir
annars á, at tað gongur
væl hjá BP, sum er fyri-
støðufelag fyri tey bæði
framleiðandi
feltini
á
Atlantsmótinum, Foinav-
en og Schiehallion. Bæði
feltini framleiða væl og
arbeitt verður nú við at
byggja út ein part av risa-
stóra Clairfeltinum, sum
byrjar framleiðslu um eitt
ella tvey ár. Annars er
uppá tal at fara undir at
útbyggja enn eitt felt,
Suilven, sum liggur í
sama umhvørvi og ikki
langt frá føroyska markin-
um.
So skjótt sum Clair fer
at framleiða olju verður
talan um at byggja upp
ein infrastruktur í økin-
um við rørleiðingum til
lands, helst til Sullom Voe
í fyrstu atløgu. Ein in-
frastrukturur kann fáa
sera stóran týdning fyri
menningina av økinum.
Hóast tað eru boraðir
einir 200 brunnar tilsam-
ans á Atlantsmótinum so
heldur James May kortini,
at tað sama hevur eisini
verið galdandi fyri at
skilja jarðfrøðina í øðrum
nýggjum økjum sum eitt
nú Norðsjógvin ol. Enn er
man so ikki komin á mál
at skilja jarðfrøðina í øll-
um hesum stóra økinum
millum Hetland og Før-
oyar.
- Tað eru helst tí bæði
einstaklingar og oljufeløg,
sum framvegis trúgva
uppá, at tað ber til at gera
stór olju og gassfund í øk-
inum, men tað fer bara at
taka longri tíð.
Tað er greitt, at bretar,
sum hava tilknýti til olju-
vinnuna, hyggja eisini at
hvussu gongur við Før-
oyar. James May sigur, at
verður eitt fund gjørt á
føroyskum øki í ár ella
næsta ár, so fer tað heilt
givið at hava sera positiva
ávirkan á leitingina á
bretskum øki eisini. Tað
kann koma at seta alt økið
í nýtt fokus.
Upp fyrispurning um
tað verða nýggjar leiti-
rundur á bretskum øki á
Atlantsmótinum í næstu
framtíð sigur James May,
at tað er greitt, at tað í
framtíðini fara at koma
útbjóðingar á Atlants-
mótinum. Tað er tað hann
veit frá DTI, sum stendur
fyri útbjóðing.
MIÐVIKAN
MIÐVIKAN
OLJUBORING
Jan Müller
Fyrst í apríl mánað fer
amerikanski
oljurisin
ChevronTexaco undir sína
fyrstu oljuboring á Atlants-
mótinum í mong ár. Frá
tíðindakvinnuni hjá felag-
num í Bretlandi frætta vit,
at brunnurin verður borað-
ur 3 kilometrar frá føroyska
markinum. Hon sigur, at
stórur spenningur er um
boringina og fer hon eisini
at hava stóran týdning fyri
víðari arbeiðið hjá felag-
num í hesum stóra økinum í
framtíðini. Felagið hevur
bundið seg til at bora enn
ein brunn í hesum lisens-
inum 204/17, men tað er
ikki avgjørt, nær hann
verður boraður.
ChevronTexaco, sum er
ein gamal kenningur á
føroyska
økinum,
fekk
fleiri týðandi teigar í 19.
útbjóðingini
á
bretska
landgrunninum nøkur ár
herfyri. Hesir teigar liggja
allir tætt upp at føroyska
markinum, og hetta er so
fyrsti av brunnunum, sum
felagið fer at bora. Pro-
spektið verður kallað “Fleet
North” og kundi merkt, at
tað er bert eitt av málunum
hjá “Norðurflotanum” hjá
ChevronTexaco.
Tað áhugverda við hesi
boringini er, at hon liggur
mitt ímillum verandi olju-
felt á bretskum øki og so
brunnin, sum Agip fer at
bora í juni. Taka vit fram-
leiðandi feltini bretsku
megin markið og møgulig
onnur fund eisini og so
mest áhugaverdu økini á
føroyska landgrunninum,
so liggur brunnurin hjá
ChevronTexaco mitt í hjart-
anum á hesum øki. Í olju-
ídnaðinum er tí sera stórur
áhugi fyri hesi boringini,
sum kann – um hon er eitt
lønandi fund – birta nýtt lív
í aftur oljuvónirnar á øllum
Atlantsmótinum.
Uppá fyrispurning um
felagið hevur handlað data
frá øðrum feløgum, sum
hava borað í økinum sigur
tíðindakvinnan hjá felag-
num, at tað hava tey ikki.
Felagið fylgir annars eisini
komandi boringini hjá Agip
á føroyskum øki við áhuga.
Hóast talan er um ein
brunn í bretskum øki so
meta oljufeløgini, eisini
tey, sum eru virkan á før-
oyska landgrunninum, júst
hesa boring sum av stórum
týdningi eisini fyri teirra
arbeiðið í framtíðini. Bert
góðar tveir mánaðir eftir at
hesin brunnurin er boraður
setur Agip borin í okkara
megin markið. Tvs. At her
eru tveir brunnar, sum
kunnu
fáa
kollveltandi
týdning fyri alt økið. Úr-
slitið av brunnunum verður
helst tøkt einaferð í summ-
ar. (Á kortinum á síðu 15
sæst, hvar ChevronTexaco
skal bora beint við markið.
Felagið hevur fleiri teigar
norður framvið markinum)
∆
Neyðugt er at økja um
samlaða forstáilsi av
jarðfrøðini og olju-
potentialinum í ein-
um øki, og tað er
neyðugt, at feløgini,
sum eru virkin á
føroyska landgrunn-
inum, samstarva, býta
um upplýsingar, um
data og hava innlit í
data hjá hvørjum
øðrum, soleiðis at
samlaða vitanin
verður økt, og øll
kunnu flyta seg framá
við felags vitan
ÚTISETAR OG OLJA
Jan Müller
Stórur áhugi er millum
føroyingar í útlandinum,
hvussu gongst við ætlanun-
um at gera Føroyar til eina
virkna oljutjóð. Hetta vísti
stóra luttøkan á Føroya-
kvøldinum í London nú um
dagarnar. Herálvur Joen-
sen, aðalstjóri greiddi frá
leitingini higartil. Hann
vísti á, at sjálvt um olja er
staðfest og entá í rímulig-
um nøgdum, so hevur man
enn ikki staðfest, at reser-
voirkvalitetur oa. er av slík-
um slag, at man torir at
siga, at hetta er nakað, sum
fer at verða framleitt. Tað
eru enn nógv spurnartekin
og skal tað gerast munandi
meira arbeiði, áðrenn man
kemur til eina endaliga
støðutakan.
Neyðugt er at økja um
samlaða forstáilsi av jarð-
frøðini og oljupotentialin-
um í einum øki, og tað er
neyðugt, at feløgini, sum
eru virkin á føroyska land-
grunninum,
samstarva,
býta um upplýsingar, um
data og hava innlit í data
hjá hvørjum øðrum, so-
leiðis at samlaða vitanin
verður økt, og øll kunnu
flyta seg framá við felags
vitan.
Herálvur segði eisini, at
tað man hevði fingið burtur
úr fyrstu kanningunum er,
at man kann ikki avskriva
ávís jarðfrøðilig niveau
frammanundan. Tað
er
eingin ivi um, at øll feløgini
fóru til arbeiðis út frá
einum ávísum hugsanar-
hátti. Tey høvdu verið virk-
in eystan fyri Hetland og
har arbeiddu tey út frá
ávísum metingum og veru-
leikum, sum tey so eisini
hildu seg skula fara eftir á
føroyskum øki. Tað vísti
seg, at tað var kanska ikki
júst tað. Tað vísti seg at
vera torført at finna dekk-
lag, sum kundi halda uppá
oljuna, og tí var tað rætt at
hyggja eftir strukturum,
sum liggja djúpri, og tað
vóru
eisini
teir,
sum
goymdu olju. Men tað kann
gott vera, at grynri løg heilt
aðrastaðni á landgrunnin-
um fara at rigga, td. inni á
basaltøkinum segði aðal-
stjórin.
- Vit verða noydd at hava
í huga, at tað her á markin-
um hendir eitt ella annað.
Jarðfrøðin broytist, og tí
mugu vit ikki bara eygleiða
føroyska økið sum eitt
framhald av tí, sum er eyst-
an fyri Hetland.
Hetta er so vitanin vit
hava nú, og hesa vitan hev-
ur Agip, sum fer at bora í
summar. Og teir brúka
sjálvandi hesa vitan í síni
tilrættalegging. Sjálvt um
tað økið og tann struktur-
urin teir skulu bora í í
mangar mátar líkist tí, sum
BP boraði í - og har tað
nettupp var ein trupulleiki
við manglandi segli, sum
kundi halda oljuni aftur -
metir Agip í hvussu er, at
ChevronTexaco bora 3 kilometrar frá markinum í apríl
Oljuaðalstjóri við føroyingar í London:
Enn nógv spurnartekin – basaltknúturin má loysast
Stjóri í felagnum hjá oljufeløgum í Bretlandi:
Oljufund við Føroyar
vil seta Atlantsmót
í fokus
Á hvørjum ári um hesa tíðina er serstøk oljuvika
í London, har oljufólk røða um oljuspurningar í
altjóða høpi. Vikan hevur heitið IP Week. IP
stendur fyri The Institute of Petroleum.
Eitt av evnunum á oljuvikuni í ár var ”UK
Upstream Industry: Exploring the Future” og
vóru fyrilestrarnir skipaðir í samstarvi við
UKOOA, UK Offshore Operators Association,
sum er felagsskapurin hjá oljufyristøðufeløgum,
sum eru virkin í Bretlandi. Hetta er nakað tað
sama sum okkara FOIB.
Millum fyrilestrarhaldararnar yvir hetta fyri
eisini føroyingar áhugaverda evnið var James
May, sum er stjóri í UKOOA.
Fakta
viðurskiftini kunnu vera
øðrvísi á teirra øki, sjálvt
um tað er bara nakrar kilo-
metrar burtur frá har BP
boraði. Vit kunnu so ikki
gera nakað annað enn at
krossa fingrar fyri teimum.
2. útbjóðing nærkast
Herálvur
Joensen
vísti
annars á, at tað, sum síðani
liggur í kortunum hjá okk-
um er at tilrættaleggja
næstu útbjóðing. Hann vísti
á øki, sum altjóða oljuídn-
aðurin í 98 peikaði á, sum
kundu vera áhugaverd.
Økini vestan fyri á land-
grunninum eru uppá stutt
sikt torfør at fara eftir, tí
har er nógv basalt. Tað
verður tí neyvan her man
fer uppá stutt sikt. -Sam-
skiftið vit hava við loyvis-
havararnar á føroyskum øki
bendir á, at økini ídnaðurin
fer at fokusera uppá kom-
andi tíðina verða frá ver-
andi loyvunum í landsynn-
ingshorninum og so norð-
ureftir, bæði upp framvið
Hetlandsrennuni
men
kanska eisini eitt sindur inn
á økini, har t.d. Statoil
hevur 9 ára loyvi tvs. inn í
basalttrupulleikarnar.
So tað at loysa basalt-
knútin er tann stóra avbjóð-
ingin í føroyskum oljuhøpi,
tí stórt sæð allur føroyski
landgrunnurin er dekkaður
av basalti.
Aðalstjórin í Oljumála-
ráðnum metti tí, at um
landsstýrismaðurin er í
góðum lag fer hann í løg-
tingið við uppskoti um, at
ein partur av hesum øki
skal bjóðast út. -Tíðarrokn-
ingin er tann, at í vár fer
partur av teknisku starvs-
fólkunum at samskifta við
oljuvinnuna um eitt kom-
andi útbjóðingarumfar. Um
áhugin vísir seg at vera til
steðar kann tað henda, at
vit longu í heyst biðja fe-
løgini peika út øki. Men vit
vita út frá samrøðum við
feløgini, hvar áhugin er, so
tað kann vera, at nomina-
tiónin verður lopin um og
verður farið beinleiðis til
útbjóðingina.
Men landsstýrismaðurin
skal so í tingið við hesum
og gongur alt sum ætlað
kunnu vit á heysti 2004
veita tey næstu loyvini.
9 ára loyvini
Sosialurin skilur annars,
Oljumálaráðið so smátt er
farið undir at samráðast við
feløgini, sum hava 9 ára
loyvi. Hesi feløgini skulu
innan tríggjar mánaðir geva
Oljumálaráðnum eina frá-
greiðing um, hvat tey ætla
víðari við sínum 9 ára loyv-
um. Talan er um Anadarko,
Agip og Statoil. Sambart
treytunum skulu feløgini
gera av, um tey vilja fara
undir at bora í hesum loyv-
unum nakað áðrenn 17.
august. Tað kann henda, at
feløgini ella einstøk feløg
fara at koma við áheitanum
um at fáa útsett avgerðina
um at bora í eitt ár ella so,
soleiðis at tey fáa gjørt
fleiri kanningar og harvið
betur kunnu gera av nær og
hvar tey kunnu seta borin í.
9 ára loyvini liggja inni á
basaltøkjum.
Keldur Sosialurin hevur
tosað við halda, at nú tað er
so umráðandi at fáa sett hol
á basaltið er ikki óhugs-
andi, at feløg, sum hava 6
og/ella 9 ára loyvi kunnu
fara hvør sær ella saman
um at gera eina boring inni
á basaltinum, og av tí hon
vil vera sera váðilig seta tey
kanska sítt álit á, at krøvini
frá myndugleikunum verða
linari. Tað er ikki óvanligt
aðrastaðni, har oljufeløg
hava bundið seg til at bora
fleiri brunnar men hava
mist trúnna uppá, at olja
finst í loyvinum, at tey so
fáa møguleika at bora aðra-
staðni. Fyri Føroyaøkið
kundi tað merkt, at okkurt
felag ella feløg, sum vilja
átaka sær uppgávuna at
seta hol á basaltið vestan
fyri verandi loyvisøki, ant-
in sleppa undan onkrum av
sínum verandi forpliktils-
um ella fáa aðrar treytir at
virka undir.
West Navion, sum um ein
mánað fer undir enn eina
týðandi boring við markið.
Hetta er tann fjórða boringin
hjá West Navion á Atlants-
mótinum uppá tvey ár. Hinir
tríggir brunnarnir ein á før-
oyskum øki og tveir á bretsk-
um fyri BP og Amerada Hess
hava ikki givið tey úrslit,
sum man hevði vónað. Nú
sleppur manningin á hesum
heimsins mest framkomna
boriskipi at royna eydnuna
fyri fjórðu ferð á
Atlantsmótinum
James May, stjóri: -Eitt
fund við Føroyar vil hava
stóran týdning fyri alt
Atlantsmótið
Mynd Jan Müller
Herálvur Joensen, aðalstjóri í
Oljumálaráðnum greiðir
føroyingum í Bretlandi frá
føroysku oljutilgongdini
Mynd Jan Müller
Framhald á síðu 15
Framhald av síðu 14
C
M
Y
K
14