mikudagur 5. mars 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 44 - 5. mars 2003
Nr. 44 - 5. mars 2003
17
MIÐVIKAN
OLJA OG UMHVØRVI
Jan Müller
Nú um dagarnar var sera
framkomna
oljuskipið
Gramphian
Frontier
á
Havnini fyri at skifta mann-
ing og bunkra. Skipið røkir
vaktar- og bjargingartæn-
astuna kring Foinaven olju-
feltið skamt frá føroyska
markinum. Ein partur av
uppgávuni hjá manningini
umborð er at stuðla vís-
indafólki, havfrøðingum og
fiskifrøðingum frá lærdum
háskúlum í Bretlandi at
kanna djóra- og plantulívið
í havinum, har oljan kemur
upp.
Endamálið við kanning-
unum er at geva vísinda-
fólki nýggjar upplýsingar,
soleiðis at man betur skilur
hetta annars lítið kannaða
umhvørvið. Ein av orsøk-
unum
til,
at
nettupp
Grampian Frontier er so
upplagdur til slíkar kann-
ingar er tann, at skipið hev-
ur ein sera framkomnan
minikavbát,
”Remotely
operated vehicle, ROV”, ið
er ætlaður til at kanna og
bøta um útbúnaðin á hav-
botninum, har oljan kemur
upp.
Við hesum farinum, sum
verður stýrt av brúnni á
oljuskipinum, kunnu vís-
indafólkini útvega sær hóp-
in av upplýsingum frá um-
hvørvinum
rundan
um
oljuútbúnaðin á umleið 600
metra dýpi. Data og upp-
lýsingarnir, sum fáast til
vega frá hesum kanningum,
eru bæði vanliga foto-
myndir, video og prøvar,
verða so viðgjørt á lærdu
háskúlunum. Fyri at mann-
ingarnar á oljuskipunum,
sum dagliga arbeiða í hes-
um umhvørvinum, skulu
fáa innlit í úrslitið av hes-
um kanningum, verður
gjørt eitt sokallað ”Deep
Water Bio-Atlas”.
Tað er greitt, at slíkir
upplýsingar hava eisini
áhuga fyri føroyskar fiski-
frøðingar og teyt fólk, sum
arbeiða við leiting og seinni
helt eisini framleiðslu, ikki
minst nú grundarlag verður
lagt undir eini møguligari
oljuframleiðslu á okkara
egna landgrunni. Tá er gott
at kunna fáa neyvar upp-
lýsingar frá grannnunum
bæði um djóralívið og um,
hvussu vit varðveita eitt
reint umhvørvi. (Keldur
Andy Waring, Grampian
Frontier
og
”Horizon”
tíðarrit hjá BP).
Hóast fyrri brunnur-
in var eitt vónbrot,
hevur Statoil kortini
ikki mist áhugan fyri
Føroyaøkinum. Ar-
beitt verður miðvíst
við at kanna økið
nærri og skal felagið
skjótt taka støðu til,
hvat tað ætlar við sín-
um 9 ára loyvi eisini
OLJULEITING
Jan Müller
Eitt av feløgunum, sum
framvegis hevur stóran
áhuga fyri at leita eftir olju
og gassi í Føroyum er
norska Statoil. Maðurin,
sum stendur aftanfyri hetta
arbeiðið er Rúni Hansen,
sum herfyri fekk litið upp í
hendi ein týðandi leiklut í
Statoil. Øll leiting hjá Stat-
oil, ein partur av Noregi tó
ikki íroknaður, er savnað í
eina deild, Global Explora-
tion, sum síðani er býtt í
økini:
Amerika, Afrika, Casp-
ian/Russia,
Miðeystur,
New Opportunities (Nýggir
møguleikar) og Europe.
Rúni Hansen stendur á
odda fyri Europaøkinum
sum Business & Planning
Manager. Hini í leiðslu-
bólkinum eru flest jarð-
frøðingar av útbúgving, so
uppgávan hjá Rúna er
økonomiski/handilsligi og
planleggingarligi parturin.
Herundir m.a. samráðingar
við onnur feløg, og tey eru
nógv í dag, tí tað er javnan,
at tað eru tillagingar í
ognarpørtum av feltum og
umbýtan/søla/keyp.
Alt
hetta krevur nógva plan-
legging og arbeiði annars,
áðrenn sjálvar samráðing-
arnar fara í gongd, og nógv
fólk eru innblandaði - bæði
búskaparfrøðingar,
jarð-
frøðingar og onnur. Tað er
tiltikið nógvir fakbólkar
innan oljuøkið, og ein nið-
urkóking av einum stór-
arbeiði til eina reglu-úrslit,
sum Rúni málber seg, krev-
ur altið eitt miðvíst og stórt
arbeiði.
Ein stórur partur av hes-
um arbeiði liggur í Sta-
vanger, tí høvuðsskrivstov-
an er har, men London er
eisini ein týðandi partur, tí
Statoil er sera virkið í bæði
Írlandi, vestan fyri Hetland
og á bretska landgrunnin-
um, og tað mesta av hesum
virkseminum gongur út frá
London greiðir Rúni Han-
sen frá, tá vit sessast í rúm-
ligu og stórlignu hølunum
hjá Statoil í London. Rúni
hevur nógv um at vera og
ferðast hann nógv millum
tey trý arbeiðsplássini í
Havn, Stavanger og Lond-
on.
Sjálvt um eingin boring
er í eygsjón júst í løtuni, er
virksemi ikki so lítið við
Føroyaøkinum. Rímuliga
nógv fólk eru knýtt at pro-
jektinum. Statoil hevur tvey
øki, á tí eina hava tey ein
brunn eftir at bora. Meira
seismikkur varð skotin
síðsta ár til tess at finna eitt
gott og prospektivt øki at
seta borin í næstu ferð.
Umframt tað hava tey teir
brunnarnar, ið eru boraðir
at halda seg til. Rúni
Hansen vónar, at alt
hetta saman kann gera,
at tey koma at kenna økið
betri, soleiðis at okkurt
kann
spyrjast
burturúr
næstu ferð - tó at váðin er
stórur í økinum. Avgerð
skal so eisini takast fyri
nýggjuáraloyvunum nú –
tað gongur út 17. august í
ár. Hesi loyvi liggja á
basaltøki, so her er nóg
mikið at takast við í løtuni,
áðrenn avgerð verður tikin,
hvat gerast skal víðari sigur
Rúni Hansen.
Kanna djóralív við oljustøðir
Ferðandi oljustjórin:
Statoil framvegis stóran áhuga
Rúni Hansen er helst ein tann føroyingur, sum situr ovast í stórum útlendskum oljufelag. Hetta
setur eisini stór krøv til dugnaskap og yvirlit og ikki minst ferðing. Skrivstova hansara er bæði í
Havn, Stavanger og í London. Her er hann á veg til arbeiðis í Statoilhúsinum í Regentstreet,
hjartanum á London
Mynd Jan Müller
Framúrgóðar upptøkur á havbotni kring oljufeltið Foinaven skamt frá føroyska markinum. Vit síggja ein stóra havtasku fáa sær
ein góðan gloypibita, ein tosk. Á hini myndini síggja vit tosk, sum vísir tí fremmanda farinum serstakan áhuga
Myndir: Horizon, nov. 2002
Tubbaksroyking er
stórsta umhvørvis-
dálkingargølan í
heimssøguni
Heðin Thomsen
Yvirlækni
Tað er menniskjaligt at
søkja tryggleika og at royna
at burturbeina allar hóttanir
móti sínari vælferð og
lívskvaliteti. Flest øll eru
frá barnsbeini von við at
hugsa um reinføri sum ein
nátúrligan hátt at fyribyrgja
sjúkum og harvið verja lív
og heilsu. Øll vilja sum
eina sjálvfylgju hava eitt
reint umhvørvi, reinan mat
og reina luft. Tað er blivið
til eina politiska grøna
bylgju, sum nú eisini slær
ígjøgnum her hjá okkum.
Fjølmiðlarnir hava seinastu
vikurnar verið nógv upp-
tiknir av at "avdúka" eina
dálkingargølu fyri og aðra
eftir. Fólk harmast. Tað
mest aktuella er, at før-
oyingar lata CO2 í stórum
mongdum út í atmosferuna.
Umhvørvistilvitaði
fólk
krevja at landstýrismaðurin
ger okkurt beinanvegin
(fleiri av teimum roykj-
arar). Onkur helt enntá, at
hann eigur at verða koyrdur
frá.
Nógv verður granskað
og nógv verður gjørt
fyri at tryggja reinføri
Vit hava eina heilsufrøði-
liga starvsstovu, sum ger
eitt stórt arbeiði at tryggja
at matur, sum verður fram-
leiddur her á landi ella inn-
fluttur, ikki er eitraður eitt
nú av salmonella ella øðr-
um smákyktum. Køkar
skulu lúka strangar treytir
um reinføri. Drekkivatn
verður kontrollerað, dioxin
í
luftini
verður
mált.
Sjógvurin verður kannaður.
Øll fiskavirkir skulu lúka
strangar treytir um reinføri.
Alt hetta fyri at minka
vandan fyri eitran og
heilsuskaða á tey, sum
skulu eta matin ella anda
luftina.
Heiluskaðilig evnir eru
funnin í okkara grind og
fiski, hetta verður sum
nakað heilt nátúrligt tikið í
stórsta álvara, tí heilsan hjá
okkara børnum er hótt.
Dygdargóð gransking hev-
ur víst, at børn, sum t.d.
hava kyksilvur í kroppin-
um, gerast eitt vet verri fyri
heilsuliga og mentalt enn
onnur børn. Tí verður
ávarað ímóti at eta grind
meira enn eitt ávíst tal av
ferðum um vikuna, og fólk
rætta seg sjálvandi eftir tí.
Á altjóða pallinum verð-
ur eisini nógv gjørt t.d. sátt-
málar um hægstumørk fyri
útlát av ymiskum evnum í
nátúruna, um so er, at hesi
teoretiskt kunnu hugsast at
skaða umhvørvið. Koyoto
avtalan er bara eitt dømi:
Hvør minnist ikki sending-
arnar av høsnarungum, sum
komu til landið til eini jól.
Har var funnin salmonella í
onkrum unga, og tí var øll
sendingin send aftur av
landinum. Hvør minnist
ikki, tá tær reyðu pylsurnar
blivu gráar, tí at illgruni var
um at litevnið, sum tá var
brúkt, kanska kundi skaða
brúkaran.
Eftir at illgruni varð
reistur um at neytaøði
møguliga kann hugsast at
smitta menniskju og geva
Creutzfeld-Jakob sjúkuna,
var
allur
kjøtídnaðurin
lagdur um, og tað bleiv
bannað at nýta beinmjøl og
heila/møn av neyti til
mannaføði. Fleiri stjórnir
ivast í um tað er rætt at
loyva gen-manupuleraðum
mati á marknaðin fyrr enn
tað er 100% tryggja, at
hann er óskaðiligur.
Alt gott um hesi fyri-
byrgjandi tiltøk og gransk-
ing, tey er neyðug, og tey
gerast alt meira umfatandi
og tey fyribrygjandi tiltøk-
ini strangari.
Tann stóri skógurin,
sum ikki sæst fyri
trøum
Her í Føroyum selja vit í
hvørjum matvøruhandli og
hvørjari kiosk eina nýtslu-
vøru, sum er so eitrandi, at
hon drepur einar 80 føroy-
ingar hvørt ár og ger eina
rúgvu av fólki sjúk. Hon
gevur frá sær eini 4000
evnir, sum eru direkta eitr-
andi. Talan er um sjálv-
gjørda dálking hjá teimum,
sum roykja aktivt og inn-
halera roykin direkta niður
í lunguni, og ósjálvvilja
(passiva) dálking fyri rest-
ina av føroya fólki íroknað
børn. Av teimum vana-
roykjarum, sum roykja
aktivt verður roknað við, at
uml. 50% doyggja av royk-
ingini og restin gerast
meira ella minni sjúk. Ein
passivur roykjari hevur
uml. 30% øktan vanda fyri
at fáa lungnakrabba, um
hann býr saman við einum
roykjara. Á arbeiðspláss-
um, har roykjarar og ikki-
roykjarar sita saman, hevur
ikki-roykjarin 19% øktan
vanda fyri at fáa lungna-
krabba. Deyðatilburðir av
passivari royking svarar
nøkulunda til talið av fólki,
sum doyr í ferðsluni.
Í altjóða høpi verður
roknað við, at í 90'unum
doyðu einar 3 milliónir av
fólki um árið av royking og,
at hetta talið fer at økjast til
10 milliónir um árið í
2020'unum. Sum nú er
verður roknað við, at í
aldrusbólkinum 35 til 69 ár
er uml. 3. hvør deyðatil-
burður hjá mannfólki elvd-
ur av royking og teir, sum
doyggja í hesum aldurs-
bólkinum missa eini 22 ár
av lívinum.
Roykingin er fremsta
identifiserbara og modi-
fiserbara orsøkin til sjúku
og deyða í vesturheiminum
og elvir til fleiri deyðatil-
burðir enn onnur dálking,
vanlukkur (íroknað ferðslu-
vanlukkur),
sjálvmorð,
morð, alkoholmisnýtsla og
narkotika tilsamans. Tað
gleðiliga er, at hendan
orsøkin kann fyribyrgjast
ella heilt beinanst burtur,
um vit vilja.
http://www.druglibrary.org/sc
haffer/tobacco/who-
tobacco.htm
Vanligi roykjarin
roykir ikki av fríum
vilja
Nikotin er at samanbera við
heroin og kokain og er verri
enn alkohol og hash, tá
talan er um bundinskap.
Flestu roykjarir angra, at
tey nakrantíð byrjaðu at
roykja, og tey royna at
leggja av.
Av 100 roykjaum, sum
royna at leggja av uttan
hjálp, eru uml. 90% byrj-
aði at roykja aftur, tá 1 ár er
farið. Um roykjarin fær
hjálp
(roykiavvenjingar-
skeið, medisinka viðgerð
við tyggigummi, tablettum)
so eru tað kortini 70 til
80%, sum byrja aftur at
roykja eftir einum ári.
Roykjarin identifiserar ofta
seg sjálvan við tubakkið.
Hetta vísir seg á tann hátt,
at hann følir seg hóttan sum
persón, tá talan er um at
skerja
ella
burturbeina
tubbakið; hann sigur at
fyribyrgjararnir eru úti eftir
at avskaffa seg (roykjaran),
sjálvt um tað veruliga
motivið jú er at forða fyri,
at roykjarin avskaffar seg
sjálvan. Fleiri hugsa at
fyribyrgjararnir vilja ikki,
at roykjarin skal "vera til" í
samfelagnum, sjálvt um tað
veruliga motivið jú er, at
roykjarin skal vera millum
okkum sum longst (sum
eks-roykjari). Summi siga
bart út, at tey vilja heldur
doyggja enn at gevast at
roykja; ella roykjarin gevur
tilkennar
ta
vælkendu
fatalistisku, resignerandi
støðuna "vit skulu jú øll
doyggja av onkrum" (við
øðrum orðum, so kunnu vit
líka so gott fáa tað skjótt
yvirstaði og roykja okkum í
hel). Sum verju reagerar
hann ofta við sarkasmu,
ironi ella svørtum humor, tá
roynt verður at umrøða
trupulleikan seriøst.
Bundinskapurin er so
stórur, at royking í dag í
læknaverðini verður roknað
sum ein sjúka (á enskum
addiction). Í altjóða diag-
nosu-skránni hjá WHO er
nikotin-bundinskapur bólk-
aður samanvið heroin- og
kokainnarkomani.
Hetta er ikki skrivað fyri at
niðurmeta
roykjaran
á
nakran hátt, hann er í veru-
leikanum tað óseka offrið í
hesum spæli:
Roykjarin (80 - 90%) er
byrjaður at roykja sum
tannáringur, áðrenn hann
hevði sítt vaksna skil og
dømikraft. Hann er, sum
omanfyri frágreitt, svert
bundin av nikotininum og
kann ikki lata vera við at
keypa tubbak og roykja.
Tað er hann, sum leggur
kropp til at blíva sjúkur.
Tað er hann, sum skal
doyggja áðrenn tíðina (við
50% sannlíki) av royking-
ini. Ein steinur omaná byr-
una er so tað, at áðrenn tað
kemur so vítt, hevur hann
goldið
eina
rúgvu
av
peningi fyri tubbakið (hjá
teimum flestu meira enn _
millión kr.).
Royking og kvinnur,
sum eru við barn
Eitt syrgiligt dømi um,
hvussu turvelvandi nikotin
er, er roykingin hjá gravid-
um kvinnum. Allar vilja
sjálvandi teirra barni alt tað
besta og ynskja sær sum
nakað heilt sjálvfylgiligt
eitt sunt og vælskapt barn.
Tær fáa upplýsing frá
lækna/jarðamóður
um
fylgirnar av royking. Hóast
hetta vísa kanningar eitt nú
í Bretlandi, at 70% av
roykjarunum halda fram
við at roykja, meðan tær
ganga við barninum. Av
teimum, sum leggja av
beint áðrenn ella við byrjan
av graviditetinum, byrja
19% at roykja aftur seinni
Deyðilig luftdálking
Framhald á síðu 18
Heðin Thomsen
C
M
Y
K
17
16