Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • mikudagur • 5. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo KÍ missir tveir leikarar Hvørki Meinhardt Joensen ella Kristian í Vági vera at finna í KÍ hópinum hetta kappingarárið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Mánadagurin mundi kennast sum ein av teimum meira tungu hjá KÍ-venjaranum, Jan Joensen. Tveir leikarar boðaðu nevnliga frá, at teir ikki verða partur av hópinum, sum hetta kapp- ingarárið skal verja bláu litirnar í landskappingini. Talan er málverjan, Meinhardt Joensen, og áleyparan, Kristian í Vági. Jan Joensen sigur, at Meinhardt mánadagin fekk boð um, at hann var sloppin á skúla í Dan- mark, og at hann longu týsdagin skuldi við flog- farinum avstað. Mein- hardt hevur annars verið fastur fúsur í KÍ-málinum seinastu kappingarárini, men higartil í ár hevur hann verið nógv darvaður av skaða í rygginum. Ivaleyst verður tað ístaðin ungi Karstin Joen- sen, sum fer at verja KÍ- málið í ár. Karstin hevur í nógv ár verið mettur sum ein av mest evnaríku mál- verjunum í landinum, og nú Meinhardt hevur verið tarnaður av skaða, hevur ungi avloysarin røkt upp- gávuna til fulnar í teimum venjingardystum, sum KÍ hevur spælt. Hartil hevur KÍ eisini evnaríka Róa Egholm í hópinum, og spurningurin er so, um hann fer at fáa nakrar minuttir á vøllinum í ár. Kristian í Vági kom í vár til KÍ úr LÍF, har hann í fleiri ár hevur talst millum vandamestu álopsmenninar, men nú hevur hann so gjørt av at venda aftur til Leirvíkar. Allar helst tí ov nógv tíð skuldi nýtast til venjing og ferðing, um talan skuldi verða um fyrstu deildar fótbólt. Jan Joensen harmast sjálvsagt missin av báð- um leikarunum. - Vit hava higartil ar- beitt við einum hópi upp á 20 leikarar, men hóast vit framvegis eru 18, so er einki at ivast í, at tað kennist hugtungt soleiðis at missa tveir leikarar í einum. - At Meinhardt er farin uttanlands ger sjálvandi, at vit nú eru nakað tynri á málverjasessinum, men hinvegin var helst iva- samt, nær ryggurin hjá honum aftur var somikið sterkur, at hann hevði kunna verið við á liðnum. Kristian kom til felagið, tá venjingarnar byrjaðu í vár, og sjálvur haldi eg, at hann hevur víst góð evni. Sjálvandi skuldi hann fyrst venja seg við ferðina í fyrstu deild, men tað er einki at ivast í, at eg fegin hevði sæð hann spælt í fullgóðari venjing, men tað verður so ikki í ár, heldur venjarin. - Enn haldi eg tó, at vit hava eitt spennandi lið. Sum sagt, so eru vit fram- vegis 18 mans í hópinum, og yvir høvur standi eg fyri tað mesta við einum positivum trupulleika, har góðir leikarar mugu finna seg í at sita á beinkinum, sigur Jan Joensen at enda. Komandi dystir Hondbóltur 1. deild menn 05.03 20.00 Kyndil-Neistin 05.03 20.00 StÍF-VÍF Stórdystir í miðviku Avgjørdi toppdystur- in hjá monnunum verður á Skála, og samstundis bresta grannarnir í Havn sama í dysti um triðja plássið MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Mest sum alt árið hevur verið greitt, at gullstríðið hjá monnunum fór at standa ímillum StÍF og VÍF. Fyrst Kyndil og síðani Neistin hava tó verið nevnd sum sambiðlar, men so hvørt sum árið hevur liðið, hevur staðið alt meira greitt, at tað skuldu verða VÍF og StÍF. Og nú verður fyrri dyst- urin teirra millum í grund- spælinum. Hesa ferð verður dysturin leiktur á Skála, og tað er einki at ivast í, at høllin verður stúgvandi full av fólki, sum fara at koyra á sínar menn. Eingin favorittur Og einki er at ivast í, at á pappírinum er talan um eina víðopna uppgerð, har eingin parturin kann rópast fyri favorittur undan dyst- inum. Vestmenningar hava annars verið teir, sum fyri tað mesta hava sýnt betra spælið í endaspælinum, men seinasta sunnudagin vístu strandingar, at teir nú aftur eru um at finna rætta spælið fram. Hartil siga hagtølini, at StÍF aloftast hevur havt eitt sera gott tak á VÍF seinnu árini. Eitt nú hava teir trý ár á rað sent VÍF úr steypakappingini, og í grundspælinum hava strandingarnir somuleiðis vunnið báðar dystirnar. Hartil hevur StÍF sjálv- andi eisini fyrimunin av heimavølli, men yvir høvur tykist tað vera so í hesum dystum, at tað ræður um at hava rætta dagin hjá liðun- um. Og so kann leggjast aft- urat, at sum støðan er í løt- uni, so kann ein sigur hjá VÍF vera júst avgerandi fet- ið ímóti FM. Hóast liðini eru jøvn í stigum, so hevur VÍF ein munandi betri mál- mun. Ein málmunur, sum kann gerast avgerandi, um liðini hetta til kappingarlok fáa eins nógv stig. Grannauppgerð um bronsuna Seinni dysturin mikukvøld- ið verður í Havn, har grann- arnir báðir, Kyndil og Neistin bresta saman. Hetta líkist mest av øllum einari uppgerð um bronsu- merkini í deildini, og skal metast eftir endaspælinum, so er lítið at ivast í, at Kyndil eru favorittar her. Eftir eitt gott grundspæl, liðið fekk mest sum maksi- malt burtur úr hópinum, tykist Neistin nevnliga vera steðga fullkomuliga upp. Men tað skerst ikki burt- ur, at í innanhýsis uppgerð- unum hevur Neistin vunnið sær eina greiða yvirvág seinnu árini, og skal gongd- in vendast, so skal hetta helst vera júst nú, og fyri tey bláu man løtan miku- kvøldið vera júst rætta løtan at gera hetta. Fyrri partur av gulldystinum verður mikukvøldið á Skála, tá VÍF vitjar StÍF 19 18 Nr. 44 - 5. mars 2003 meðan tær ganga við barn- inum. Fylgjurnar eru øktur vandi fyri spontanari abort, føðing fyri tíðina, lágari burðarvekt, deyðføddum barni. Børn hjá kvinnum, sum hava roykt, meðan tær hava verið við barn, hava øktan vanda fyri at doyggja pinkubarnadeyða og vøggudeyða (knappligan ávæntaðan deyða), tey eru í størri vanda fyri at fáa astma og bronkittis í fyrsta liviári, og seinni hava tey tarnaðan likamligan vøkst- ur og klára seg verri í útbúgvingini enn børn hjá møðrum, sum ikki hava roykt. Føroyingar roykja illa Spurnarkanning, sum Gall- up hevur gjørt fyri Fyri- byrgingarráðið í sept. 2002 vísir, at 37% av føroyingum 15 ár og eldri roykja hvønn dag. Hetta samanborið við 30% av danskarum. Í aldursbólkinum 20 til 29 ár roykja heili 52%, hetta merkir, at vit kunnu rokna við, at umleið ein fjóringur (25%) av øllum, sum nú eru unglingar í 20 - 29 ára aldri, fara at doyggja av royking. Roykitíttleikin í ymisku londunum kann lesast á hesari heimasíðuni hjá WHO: http://cisid.who.dk/tobacco/C onsolidated/TCP1.asp?PY=20 01 Tað er trupult at samanbera millum lond, tí aldursbólk- ar og tað at roykja, er defi- nerað ymiskt í kanningun- um hjá teimum ymisku londunum. Alt, sum verður brúkt í Føroyum av tubbaki, verður innflutt, og er hetta ein brúkbarur parametur at meta nýtsluna út frá., Her verður roknað við, at smugling og tað, sum ferðafólk hava við sær, er týdningarleyst samanborið við ta ovurstóru total- nýtsluna. Besti parameturin er innflutningurin í kg. av tubbaksvøru pr. íbúgva 15 ár og eldri. Innflutninguri liggur í 2001 á samað støði sum í 1997. Nýtslan var í hæddini í 2000 og er minkað eitt vet frá 2000 til 2001. Sum í øðrum londum er talið av fólki, sum roykir av og á ("festroykjarum") lítið, eini 4%. Roykjarin roykir í meðal 12,8 sigarettir um dagin. Hvat er at gera ? Altjóða tiltøk móti tubbaki. Í 1987 kunngjørdi europe- iska skrivstovan hjá WHO sum tann fyrsta í heiminum eina verkætlan móti tubbaki kallað: The First European Action Plan on Tobacco 1987 -1991. WHO tilmælti limalondunum at seta í verk restriktiónir í tubbaksframleiðsluni, út- breiðsluni og marknaðar- føringini. At hækka prísin á tubbaksvørum, verja ikki- roykjaran, at set í verk heilsufremjandi og upplýs- andi virksemi, undirvísing av fakfólki innan heilsu- verkið, og praktiska hjálp til tey, sum leggja av. Limalondini vóru eisini biðjin at "monitorera" t.v.s. at fylgja við gongdini við at gera regluligar kanningar av roykivanum og tubbaks- nýtsluni. Í 1992 var onnur verkætl- anin orðað, nú nevnd verk- ætlan fyri tubbaksfríum Europa: Second Action Plan for a Tobacco-free Europe 1992 - 1996. Hetta skjalið legði serligan dent á at fáa limalondini at sams- kipa arbeiðið og at játta meira pening til tubbaks- fyribyrging. Um miðuna av 90’unum var gjørt upp, at í vestureuropesiku limalond- unum (stórt sæð tað samað sum ES) og í Norðurlond- um var tubbaksnýtslan fall- andi og deyðatilburðir av royking millum mannfólk fallandi, meðan deyðatil- burðirnir av royking mill- um konufólk var hækkandi. Í Eystueuropeisku lima- londunum var bæði tubbaksnýtlsan og deyðatil- burðir av tubbaki hækk- andi. Í 3. verkætlanini fyri tubbaksfríum Europa (The Third Action Plan for a Tobacco-free Europe 1997 - 2001) vórðu sett upp ítøkilig mál, sum lima- londini skuldu náa í hesum tíðarskeiðinum viðvíkjandi príshækkan, atkomiligheit, lýsingum, tiltøk móti smugling, produkt-regule- ring, roykfríum umhvørvi, stuðlan av roykiavvenjing, og upplýsing og undirvís- ing av almenninginum. Úrslitið av hesum tiltøk- um var umrøtt og almanna- kunngjørt í einari frágreið- ing frá ráharrafundi í War- sjawa í februar 2002. Hendan frágreiðingin kann lesast á alnótini: http://www.euro.who.int/d ocument/tob/tobconf2002/ edoc8.pdf Frágreiðingin er bygd á hagtøl og standardiseraðar spurnakanningar í lima- londunum og vísa, at við endan av tíðarskeiðinum 1997 til 2001 er talið av vaksnum roykjarum í lima- londunum sum heild 30%. Í vestureuropeisku londun- um er talið fallandi og óbroytt í eystureuropeisku londunum. Millum ung 15 til 18 ár var talið av roykj- arum eisini 30%, men einki land kundi vísa á fallandi tal av roykjandi ungfólki. Í Mið- og Vestureuropa var standardiseraði títt- leikin av lungnakrabba fallandi hjá mannfólki men hækkandi hjá konufólki. Hetta kemst av at í flestu samfeløgum byrjaðu konu- fólk ikki rættiliga at roykja fyrr enn roykingin hjá mannfólki varð komin í hæddina. Tað mest órógvandi við hesum tølum er, at talið av roykjandi ungfólki er ikki minkað. Minkingin er altso millum tey eldru. Nøkur leggja av, meðan tíð er, áðrenn tey gerast sjúk. Onnur gevast, tá tey føla, at tey eru við at gerast sjúk (roykjaralungur = "orka ikki at roykja meira"). Onn- ur doyggja av roykingini. Tann stóra íløgan við peningi til upplýsing, við- gerðartilboðum og for- boðum hevur við øðrum orðum ikki gjørt tann stóra munin fyri tann týdningar- mesta málbólkin.. Sokall- aða cost-benefit av strate- giini higartil er lítil. Fremst er Svøríki, har tað er eydn- ast, at pressa roykjaratalið niður á uml. 20%; men svenskarar brúka so ístaðin snús og skrá í stóran stíl. Tað, sum fyribyrgjarar rokna við og bíða eftir, er at avmarkingar, restriktiónir, upplýsing og viðgerðar- tilboð eftirhondini blíva so umfatandi, kostnaðarmikil og tilfeingiskrevjandi, at samfelagið kemur til eitt "tipping point", har man hálsar um og sigur: hví ikki fara eftir bóltinum ístaðin fyri eftir manninum. Altso at vøran verður tikin av hillunum. Tiltøk her heima Her í Føroyum gera vit, sum okkara grannalond gera: vøran stendur frið- halga og skínur á hyllunum, meðan vit fara eftir brúk- aranum og siga við hann: skamma teg at tú keypur og brúkar hasa vøruna, tú veist jú, at tað er vandamikið. Man roynir við bæði illum og góðum og við øllum snildum at fáa roykjaran at lata vera. Men sum oman fyri nevnt: roykjarin roykir óansæð, tí hann er bundin "avhengigur". Cost-benefit er lítil. Hóast cost-benefit er lítil, so skulu vit sjálvandi gera tað, sum gerast kann eftir umstøðunum. Sum nevnt eru tað nøkur, sum hóast alt leggja av, og her eru so nøkur mannalív at spara: 1) at hækka prísin á tubbaksvøru hevur víst seg aðrastaðni at minka nýtsluna. 2) roykibann allastaðni har almeningurin kemur og í øllum almennum bygningum og stovnum. Hetta kann fáa tubbaks- nýtsluna at minka hjá teimum, sum eru til arbeiðis, har roykibann er. Tá er tað ein treyt, at arbeiðsplássið ikki gev- ur roykjarunum eitt rúm ella ein krók at roykja í. Haraftrat verjir tað ikki- roykjaran í ein ávísan mun móti passivari royking. 3) bann móti reklamum, eisini teirri reklamu, sum fer fram í sølubúð- um (t.v.s. framvísing av vøruni). 4) hækka aldursmarkið fyri at kunna keypa tubbak til 18 ár ella hægri. 5) upplýsing, sum skal vera so erlig og realist- isk, at hon er ræðandi. Hyggjarakanningar í USA vísa, at hesin upp- lýsingarhátturin virkar best. Stuttligar og undirhaldandi lýsingar/ sjónvarpsinnsløg verður av øllum, bæði roykjar- um og ikki-roykjarum, mett at vera nyttuleys. 6) tilboð um hjálp til tey, sum ætla at leggja av at roykja. Hetta kann vera avvenjingarskeið, sum fakfólk standa fyri. Givið verður samrøðu- terapi/atferðarterapi antin til einstaklingar ella bólkar. Tekur oftast einar 5 vikur við nøkr- um tímum um vikuna. Er serliga effektivt um ein uppfylging verður gjørd við t.d. regluligari kontakt millum roykjara og terapeut. Nikotintyggigummi, plástur, súgvitablettir, nikotininhalator og nasapístr. Tablettir bu- propion. Hetta er apoteksvøra, sum kann hjálpa roykjaranum móti abstinensum og vera ein stuðul undir av- venjingini. Tað krevst ein vegleiðing fyri at brúkarin skal vita, hvussu vøran skal brúk- ast rætt. Hesar vørur kundu hugsast at gerast meira populerar, um tær vóru bíligari. 7) undirvísing av skúla- børnum um royking og vandan við royking. Teir spurningar og tær við- merkingar, sum børnini koma við í hesum tímun- um, eru serliga hugvekj- andi. Tann vanliga skeptiska viðmerkingin er hendan: "Tað kann ikki passa, at tað er so vandamikið, sum tú sigur, tí so hevði tubbak langtsíðani verið bannað". Spurningurin, sum altíð verður spurdur er hesin: "Hvussu ber tað til, at tað er loyvt at selja ?", svar skyldigur. Hvør kann koma við einum góðum svari ? Tað hevði verið gott at fyngið eina debatt um hetta. Tey, sum vilja vita meira, kunnu lesa hesa avbera góðu ritgerðina á heimasíðuni hjá Royal College of Physicians í London: http://www.rcplondon.ac.uk/p ubs/books/nicotine/ Framhald av síðu 17 C M Y K 18