Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a ——" ———— Nr. 113 — 24. juli 1990 hava í dag, men vit sleppa ikki undan at samskipa sjukrahúsini betur. Fyrimunur at vera úr Eysturoynni Uppá fyrispurning um tað er ein lættari uppgáva hjá sær at skula leggja ein sjúkrahúspolitikk til rættis, nú hann umboðar eitt valdømi, sum einki sjúkrahús hevur svarar Olaf Olsen, at hetta uttan iva er ein fyrimunur, tí tá er ein ikki so bundin av lokalpolitiskum áhugamálum. -Eg meti meg annars ikki sum nakran lokal- politkara, men havi eina uppgávu og skyldu sum landsstýrismaður at reka ein politikk, sum er fyri heildina og ikki bert fyri eitt ávíst øki. -Tað verður sagt, at Landssjúkrahúsið í stórri mun skal virka sum sen- tralsjúkrahús. Er hetta ein broyting í fórda sjúkra- húspolitkkinum? -Tað veit eg ikki rætti- liga. Tann rikni politikk- urin hevur verið nokkso ógreiður á tí økinum. Og tað er nettup fyri at fáa hetta meira greitt, soleiðis at ein ikki skal mistonkja ein part av sjúkrahúsverk- inum fyri at arbeiða fyri seg sjálvan uttan at síggja til, hvat gagnar tí saml- aða. Vit mugu hava eina ætlan, soleiðis at vit vita av hvgrjum gðrum, soleiðis at útbygging á einum stað er samskipað við alla heildina, sum er okkara samlaða sjúkrahúsverk. Varðveita ikki niðurleggja -Endamálið við umrøddu ætlan er at varðveita smærri sjúkrahúsini við sínum sergreinum og eisini útbyggja tær, meðan Landssjúkrahúsið verður sentralsjúkrahús. Tvs. at at menning innanfyri heild- argkini skal finnast her. Kemur t.d. onkur sergrein aftrat, so verður hon løgd til Landssjúkrahúsið. -Formaðurin í Styrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús sigur, at hetta tvórturímóti er ein roynd at sabotera tey smærri sjúkrahúsini! -Hann lesur sostatt ikki tað vit hava skrivað. Tí har stendur, at endamálið er ikki at niðurleggja men at varðveita sjúkrahúsini. Men vit mugu eisini síggja í eyguni, at vit hava ikki óavmarkaðar møguleikar til at reka try eins stór sjúkrahús. Vit eru í sparitíðum, og tí mugu vit fremja rationaliseringar og leggja til rættis ein meiri langsiktadan politikk. Vit mugu spara vid skili Síða 5 Olaf Olsen var herfyri í Alandi á fundi saman vid heilsumálaráðharrunum úr øllum hinum Norðurlondunum. Her er hann ávegis til Mariehamn og so langt tað ber til. Tað er ikki ætlanin at redusera smærri sjúkrahúsini til skaðastovur. -Asbjórn Joensen hevur eisini sagt, at vit skulu bara hava trý eins sjúkra- hús í Føroyum, okkum tórvar ikki eitt sentral- sjúkrahús. Okkara sen- tralsjúkrahús er Ríkis- hospitalið. -Eg eri als ikki samdur við honum í tí. Lands- sjúkrahúsið skal vera okkara sentralsjúkrahús so langt vit nú eru før fyri tí. Men tað sum vit íkki kunnu gera her, tað skulu vit brúka Ríkishospitalið til. Men vit skulu á ongan hátt senda sjúklingar til Ríkishospitalið, har vit sjálvir megna tað. Vit mugu gera so nógv vit kunnu sjálvir, men mugu sjálvandi eisini kunna trekkja uppá kunnleika uttanífrá, tá tað er neyðugt. Stýrini -Sjúkrahúsini hava hvor sítt stýri, sum arbeiða rættiliga sjålvstødugt. Er ætlanin at fremja broyt- ingar á hesum økinum? -Eg havi ongar tankar gjørt mær um, at vit skulu hava færri enn tey trý stýrini vit hava í dag. Eitt stýri fyri eitt sjúkrahús skal sjálvandi gera tað, sum tað heldur vera best fyri júst tað sjúkrahúsið, men vit hava eitt sjúkra- húsverk, sum eg sjálvur havi ábyrgdina av sum ráðharri. Tað sigur seg sjálvt, at avgerðir, sum verða tiknar í teimum einstøku stýrunum, mugu taka hædd fyri samlaða sjúkrahúsverkinum eisini. Her er so avgjørt neyðugt við eini samskipan og ikki minst tá hugsað verður um fíggjarligar spurningar. Tað er hesa samskipan, sum vit nú vilja betra og styrkja um. Olaf Olsen sigur, at tað nyttar ikki, at eitt stýri fremur eina útbygging, sum als ikki er í samsvar við útbygging á hinum sjúkrahúsunum. Samskip- an er svarið. -Vit eru noydd til at hyggja frameftir og síggja alt okkara sjúkrahúsverk undir einum. Eitt av fram- tíðar málunum má vera at læknar 00. koma at arbeiða á øllum sjúkra- húsunum, alt eftir hvussu tørvur er á teimum sigur Olaf Olsen. Einki sjúkrahús í Eysturoynni Vit spurdu hann at enda, hvgrja viðmerking hann hevur til oyggjamann sín Viggo Holm, sum aftur og aftur hesi seinastu árini hevur skotið upp at byggja sjúkrahús í Eysturoynni. -Eg haldi ikki vit skulu hava nakað sjúkrahús í Eysturoynni, men við tíðini kann tað bera til at útbyggja heilsusektorin soleiðis, at primera røktin so sum kommunulæknar o.a. verða meira integrerað í sjúkrahúsverkið annars, og tað kann koma Eystur- oynni til góðar. Tað er eisini mín ætlan at samskipa sjúkrahúsverkið við primera sektorin. Tað fer helst at vera bæði bíligari og betri fyri allar partar sigur Olaf Olsen at enda, sum annars einki hevur ímóti, at tað koma fleiri áskoðarnir fram um, hvussu vit menna og samskipa okkara sjúkra- húsverk sum frægast. jan Norðurlandahúsið er opið hesar tíðir á Olavsøku: Olavsøkuaftan 28. kl. 14 —20 Olavsøkudag 29. kl. 14 —20 Månadagin 30. kl. 14 — 18 Olavsøkuframsyningin hjå Listafelag num verður í Høllini og framsyningin hjá Lions verdur i Dansistovuni til 2. august 1990. Kaffistovan er opin hvønn dag og høvi er at keypa kaffi, te, øl, sodavatn, smurt breyð, køkur o.a. Norðurlandahúsið Kunngerð um ognartøku Vísandi til løgtingsløg nr. 13 frå 21. mai 1954 verður við hesum boðað frå, at by- ráðið á fundi tann 24. mai 1988 hevur samtykt at ognartaka soleiðis at matr. nr. 53€ á Strond, sum nú er grótbrot, verður víðkað eystureftii sambært broyting í byggisamtykt góðkend 16. juli 1990 av landsstýrinum. Møguligar kærur skulu verð ndar bý ráðnum innan 23. oktober 1990. Kort, kæruleiðbeining o.a. liggur frammi í býráðsavgreiðsluni frá mána- degi 23. juli til 15. august 1990. Klaksvíkar býráð 20. juli 1990 Hondbóltur Olavsøkuaftan Í høllini á Hálsi 17.30 Neistin — Kyndil 1. deild kvinnur 18.45 Kyndil 1. deild menn — IF Føroyar (útisetar) 20.00 Neistin —KIF 1. deild menn Gundadalshøllin Dansur um Olavsøkuna 27/7 Harmonikulidid 28/7 Black Birds 29/7 Driv 23.00-3.00 22.00 23.00-3.00