hósdagur 26. juli 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 114 — 26. juli 1990
Jóannes fimti
Ferðin úr ti væl vallaðu eystanbygdini og suður til
Skúvoyar var neyvan munin drúgvari tá. Við bussi ella i
opnari lst til Sands. Ein drekkamunnur á Klovanum,
kanska, millum týdlig fólk. Tá var sildberin engin rulli-
bukka, men ein pjøkin fuglur, sum fleyg vandaleysur
fram við Ovaru Ups. Skúvoyingar høvdu postin. Tað
bar til at gista í Niðristovu og stekka inn á gólvið í
Pállshúsi. Eirisgras vaks á Hákunarhellu. Ættarkensl-
uni Uttan úr Stovu slapst ikki undan. Løgd aftrat arv-
inum av háskúlaoynni var hon ein kostur, ið royndist
dyggur — eisini á longri ferðum
Tær komu. A Suðurlandið seinast í fimtiárunum. Til
París í seksti-árunum. Washington og Moskva í áttati-
árunum. Okkurt var at síggja og hoyra. Ein fáligur og
visin Jean-Paul Sartre greiddi í Roskilde 1968 frá
napalm og eðrum ræðuleikum í Vietnam. Ein lítillátin
Palme legði í 1985 fram sjónarmið síni um Norðurlond
sum atomvápnafrítt eki. Sjálvsagt var eitt mynstur í
ellum hesum. Grundarlagið var har. Háskúlarerslan,
sjálvstýrisrerslan, javnaðarrerslan. Grundtvig, Jóann-
es Patursson, P.M. Dam. Treyðugt so, at dust onkuntíð
var fokið niður í teir útskornu stavirnar. So var bara at
telgja boðskapin týðiligari. Sjålvstyrisstevnan gjørdist
sjónskari i seksti-årunum, so sjónsk, at onkur gløddi
vid. Og javnadarstevnan fekk eitt dyggari hugmynda-
frødiligt stødi at byggja å.
Verður hugt aftur um bak í dag, fæst eyga á nøgd og
breidd. Tú hevur verið blaðstjóri. Yrkjari og seguskriv-
ari. Forleggjari. Lærari og skúlastjóri. Politikari, grein-
skrivari, fyrilestrahaldari. Dygd fæst eisini eyga á. Teir
seguligu fyrilestrarnir vóru upplýsandi. Greinirnar, um
Kollafjarðar kirkju t.d., vóru stak góðar. Og kortini —
kanska var breiddin ov breið, og kanska eigur — tá ýtað
verður av fyri framtíðini — at verða stýrt uttan um ov
stóra spjaðing. Hinvegin eru hverki negdin ella breidd-
in í sær sjálvum áhugaverdar. Tað áhugaverda vóru
virðini, sum fylgdu við og rinu við. Ein ávís gávumildni,
eitt sleð av stórtekni. Nakað bragdligt og stimbrandi.
Álvarsemi varð gjørt til leik, uttan at ålvarin minkaði.
Ein ávísur hugni fekk innivist í blaðstjórnum og lærara-
rúmum. Betri hýrur festi í turrar tingmenn. Sumt av
Síða 9
hesum er gloymt og ikki goymt. Kortini ikki alt
Ferðir hava verið nevndar. Tað hendi seg, at onkur
annar mátti út at ferðast. Har var t.d. hesin Javnaðar
flokkurin. Ein alvi hjá sjálvstýrisrersluni, eingin ivi um
tað. Men kanska ikki altíð líka væl handfarin. Líkasum
ov tungur á sær, um at grógva fastur. Tú vaks upp í
honum. Men tá tú vart tilkomin, var tað hann, sum
møtti førka seg. Hann var snaraður. Tann fridarpolit
iska vegin, mentunarpolitiska vegin, sjálvstyrisvegin
Hetta er — fyri ein stóran part — títt verk. Helst er her
talan um eitt slag av samhuga, sum elvir ikki til
lýdni, men til atfinningarsemi. Kanska hevur flokkurin í
framtíðini meira enn nakað annað brúk fyri slíkum sam
huga. Ov nógv lýdni kann spilla ein skipara
So er tað segan. Hon mundi vera tannfæ. Tilvitið var í
ættini. Seinni kom hetta tilvit at vera tínum arbeiðs-
plássi at gagni. Eisini tað varð kvinkað — og meira enn
eitt sindur. Lutvíst av tínum ávum, lutvíst tí dugnalig
starvsfólk tryggjaðu yvirgongdina. Tað gjerdist ein
vælvirkandi, nútíðarstovnur. Trivnaður eyðkennir tað,
eitt lætt lag, sum gagnar viðskiftafólkunum. Men hetta
er ikki alt. Stovnurin hevur — við framsýningum, í sjón
varpssendingum, við ektari viðskiftatænastu gjert
vart við sín týdning sum medvits- og samleikaskapari
Tað er — sagt í hesum viðfangi neyvan av tilvild, at
Kongsbókin um fáar dagar verður handað legmanni
okkara. Nógvar góðar kreftir eiga sín lut í hesum. Men
hetta er m.a. ein sigur fyri Landsskjalasavnið og leiðslu
tess
Til seinast eitt sleð um lyndið. Ein meira enn vanliga
hvestur ansur fyri tí láturverda í tilveruni er tær í kjeti
borin. Ein slíkur ansur kann krydda ta seguligu fatan-
ina. Tær hevur hesin ansur verið hentur á annan hátt
Hann hevur givið teimum ikki fáu misskiljingum, tú
hevur verið fyri, eitt ávíst undirhaldsvirði. Tí eingin ivi
er um, at tú hevur verið misskiltur. Her má leggjast
aftrat: Viðhvert gjerdi tú tær eisini ómak
So er bara at siga: Dixi. Talað er. Driv er í tær. Deyð-
siglari verður tú ongantíð.
HAG
Álit um feroyskt
maskinmeistaraprógv
Tekniski skúlin í Klaksvík hevur av sínum eintingum gjørt álit um
føroyskt maskinmeistaraprOgv
Sjey lærarar å Tekniska Sagt verður, at henda út-
skúlanum í Klaksvík hava biigving lýkur altjóða krøv
gjørt álitið. og gevur loyvi til at vera
Í uppskoti sínum til før- vakthavandi maskinmeist-
oysktmaskinmeistaraprógv ari á skipum við høvuds-
siga tey m.a., at maskin-
meistaraútbúgvingin, ið
samtykt er av danska fólka-
tinginum, sum rímiligt er,
ikki er fyriskipað við okkara
útbúgvingartýrvi fyri eyga.
Nevndin, sum gjørt hevur
uppskotið, mælir til at gera
eina útbúgving, ið byggir á
maskinistprógvið, ið ikki er
við longur í donsku skip-
anini. Maskinistútbúgving-
in var ein hálvt ára åstødis-
útbúgving, har treytin fyri
luttøku var sveinabræv i
ávísum fakum. Lærararnir á
Tekniska skúlanum í Klaks-
vík mæla til at broyta mask-
inistútbúgvingina, taka
summar partar burtur og
gera hana meira tíðarhósk-
andi.
maskinu upp til 3000 KW.
Undirvíst skal verða í at
nýta øll framkomin tól, ið
eru umborð á føroyskum
skipum. Tað skal undir-
vísast í leiðslu og fíggj-
arligum rakstri av skipi, og
næmingarnir skulu eisini
kunnast í almennari vitan.
Upptøkutreytin til út-
Lærarar á Tekniska skúla í
Klaksvík hava sjálvbodnir
gjórt álitið um føroyska
maskinmeistaraútbúgving,
teirra millum Hans Jakku á
Kósini
búgvingina skal verða víðk-
aða royndin hjá fólka-
skúlanum í føroyskum,
enskun, rokning/støddfrødi
og alis/evnafrødi ella annan
hægri lesna. Haraftrat góð-
kenda sveinaroynd eftir
somu reglum, sum verða
nýttar ul aðrar maskin-
meistaraútbúgvingar.
Nevndin heldur, tað hevði
verið gott, um skúlin kundi
skoytt uppí eina verkliga
útbúgving, har sveina-
prógvið ikki røkkur ellaeina
eitt ára verkstaðarútbúgv -
ing fyri t.d. studentar og HF-
arar, sum ikki hava sveina-
bræv.
Skúlin vil
leiga út
Tekniski skúlin í Klaksvík
hevur tók hóli
Sum er brúkar Tekniski = og í ødrum lagi ul tað,
skúliníKlaksvíkikkigll = stovnurin og myndug-
hølini í nýggja skúl-
anum, sum varð ukin í
nýtslu seinasta heyst.
Ætlanin var, at skúlin
skuldi hava fleiri hand-
verksgreinir, eitt nú
veiksreymsútbúgving,
men hon er ongantíð
komin, sjålvtum pengar
eru játtaðir ul útbúgv-
ingina.
Og av tí sama hevur
skúlin fleiri høli, enn
brúk er fyri.
Tí bjóðar Tekniski
skúlin nú tí almenna 600
fermetrar í skúlanum at
nýta, í fyrsta lagi til
handverksútbúgvingar
leikarnir kunnu koma á
samt um.
- Við teirri fíggjarligu
trongstødu samfelagið
er í í huga, og eftir frá-
søgn um neyðugan tørv
á útbúgvingarhglum, er
nevndin fyri stovnin
komin til ta niðurstøðu,
at rímiligt er at bjóða
hølir til tað almenna, so
sleppast kann undan ov
dýrum leigumálum,
skriva Christian Jørg-
ensen, nevndarformað-
ur, og Asbjørn Joensen,
skúlastjóri í brævi til
landsstýrið.