Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 1990síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Sárður á Nólsoyingi og Oli á Havnarbátinum Hver teirra verður meistari I morgin? ftir at hava vant hvort kvold í fýra mánaðir, og eftir at hava unnið tvær ferðir í part á fýra stevnum, liggja Nólsoyingur og lavnarbåturin nærum javnir í stigum. Hvar meistaraheitið -ndar, verður avgjørt eftir fýra minuttum í morgin - og tað kunnu ættliga verða avrikini hjá Ola ella Bárði ið avgera tað Klaksvík vunnu havna- nenn. Nólsoyingarnir ingu 3. plássið. Á Skålafjørdinum vun- nu nélsoyingar. Havna- menn vórðu nr. fýra. Í Vági vunnu havna- menn. Hinir heilt afturi á fimta plássið. Og Í Miðvági vunnu nólsoyingar. Men havna- menn fingu 2. plássið. Verður mynstrið tað sama, verða tað havna- menn sum tryggja sær meistaraheitið í morgin. Fyri fyrstu ferð í ellivu ár. Gongur hinvegin sum tað hevur gingið upp gjøgnum øll 80'ini, verða nólsoyingar frammanfyri. Og tryggja sær meistara- heitið fyri 7. ferð í tíggju ár! Liggja lið um lið Tað verður sagt, at ólav- søkur6durin er tann rætt- vísasti av gllum róðrunum. Streymurin á Havnarvág er lítil og ongin, og umstødurnar eru tær somu, uttan mun til hvat tú liggur. Men tað ger ikki dagsins róður minni spennandi, at Nólsoyingur og Havnar- báturin liggja við síðuna av hver øðrum! Havnarbáturin liggur næst- og Nólsoyingur trid- innast vid Tinganes. Hvørgin kann sigast at liggja betur fyri. Tad verður betra manningin ið vinnur! Smáu marginalarnir verða avgerðandi Og teir sum kunnu hava mestu ávirkan á úrslitið í morgin, eru stýrimenninir Bárður Poulsen og Óli Joensen. Róðurin varir umleið fýra minuttir. Hvert se- kund telur, og bert eitt lítið mistak av stýrimanninum kann gerast sera dýrt í síðsta enda. Tí sannlíkt er, at tað eins og í Miðvági verður minni enn eitt sekund millum Vit hava spurt teir báðar hvussu teir og manningar teirra hava fyrireikað seg til róðurin. Bert vant málið Hjá Havnarbátinum hevur tann broyting verið í venjingini síðani vestan- stevnuna, at teir bert hava róð málið. Teir smáu 1.000 metraranar inn eftir Havnarvág, aftur og aftur. Teir longu túrarnir og styrkivenjingarnar eru nú sleptar. Nólsoyingarnir hava eisini lagt stýri dent á málið enn annars, men hava kortini eisini tikið nakrar longri túrar inn ímillum. Annars hava teir ikki fyrireikað seg gðrvísi uppundir henda róðurin enn aðrar. Í kvold hittast manningarnar sum vant at tosa saman um viður- skiftini, soleiðis at ongi ivamál eru í morgin. - Men at spenningurin er stórri nú enn nakrantíð, er ongin ivi um! Eftir eitt róðrarár har teir hava vant at kalla hvort kveld í einar fýra mánaðir, eru teir nú so nær við meistaraskapið sum teir kunnu vera. Alt Nr. 115 — 27. jul 1990 Mótstóðumenn, men kortini góðir vinir - eisini eftir róðurin í morgin Báðir hava verið í fleiri ár, og hava roynt bæði at tapa og vinna - Bárður kortini mest at vinna. Hann hevur verið ikki færri enn fýra ferðir fóroyameistari við Nóls- oyingi síðani 1985. Óli Joensen var róðursmaður á Ørvi frå 1984 - '87, og tá vunnu teir meistaraheitið tríggjar ferðir. Síðani hann fór umborð á Havnarbátin í 1988 hevur tað ongantíð eydnast - og teir hava ongantíð verið so nær vid sum nú verdur avgjørt eftir fyra minuttum i morgin! Verdur stutt millum båtarnar, kunnu Oli og Bárður við góðari stýring, bæði av báti og taktikki, syrgja fyri, at teirra manning gerst meistari. Hinvegin kunnu teir við bert einum evarska lítlum mistaki vera orsøkin til, at heitid gleppur teimum av hondum. Annar teirra verður dagsins maður í morgin. Og bert annar... S-S- VALUTAKURSIR USA Bretland V-Týskland Svoríki Noreg Frakland Belgia Sveits Holland Italia Finnland Ísland Eysturríki Spania Portugal Kanada Japan Írland Pund .. Króna Króna Pund .. Grikkaland Drakmur Dollari .. Markur . Frankur . Frankur . Frankur . Gyllin ... Skillingur Pesetas . Escudos Dollari .. Yen .... . 1021,00 Ultimo sidsta mån. 635,85 1108,95 380,40 105,11 99,05 113,31 18,523 449,40 337,95 0,5187 162,20 10,70 54,095 6,196 4,3310 544,40 4,1735 1020,30 3,8910 26.7 618,40 1118,25 380,57 104,53 98,70 113,57 18,488 447,80 337,75 0,5200 162,25 10,65 54,090 6,216 4,3300 536,85 4,1055 3,8850 Kelda: Føroya Sparikassi