Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AÐ 8 BT år Ge Nr. 115 — 27. juli 1990 á þá fe, ; Hø sa I a VA HT" 5 Olaf, Eyðun og Annika - føroysk listafólk vid skjótum frama og góðum úrslitum í Danmark. Føroyar kámar í fram- tíðini... Síða 17 Vit lesa javnan um tey í donsku dagbløðunum. Tey plaga at fáa rósur frá leiklistarummælarunum. Tað gongur væl hjá teimum og støðugt framá. Umframt skyldskapin og eftirnavnid, Johannessen, hava tey tað felags, at tey byrjaðu í Havn Eyðun í Havnar Sjónleikarfelag í fimtiárunum, Olaf í einum lítlum leikparti í "Hatursfuglum hjá Grímu og Annika spældi Onnu Frank, tá hon gekk í 3. real í Venjingarskúlanum. Olaf ætlaði ikki at verða sjónleikari, men tað bleiv hann so kortini. Annika hevur altid havt hug at siga søgur á palli. Hóast kappingin um leiklutirnar er beinhørd millum ungar leikarar i Danmark og arbeiðsloysið stórri enn í nøkrum øðrum yrkisbólki, heilt upp í 50%, hava tey bæði systkinini havt nóg mikið at tríva í, síðani tey vóru liðug í leikaraskúla, Olaf í 1986 og Annika í 1987. Øll trý hava verið í Havn í summar. Annika og Olaf byrja nýggja leikárið 1. august, hon á Kongaliga leikhúsinum í Keypmannahavn, hann heldur fram á Arhus Teater og tað ger Eyðun eisini. Vit hittu tey í barnaheiminum hjá Eyðuni í Brekkugotu, í rabarbukvarterinum, og fingu eitt summaprát. Fremst í huga okkara var at fregnast, um vit í allari framtíð bara skulu lesa um avrik teirra í donskum bloðum. Liggur leiðin ikki heim aftur í oðrum ørindum enn í summarfri? Tøgn í gomlu stovuni, meðan sópingarbilurin hjá kommununi stríðist nidan gjógnum Sjurdargøtu. Og framvegis tøgn, tá hann er horvin suður í Heygsbreyt. Endiliga svarar Eyðun trupla spurninginum: - Eg gangi og bíði eftir tí rætta høvinum, réttu upp- gåvuni og umstødunum. Men tað må ikki bíða ov leingi, haldi eg sjálvur. Annika: - Vit eru so við og við blivin nøkur, sum hava sjónleikaraútbúgving. Men í løtuni eru vit spjadd í fleiri londum. Og tað er kanska bara cin spurningur um tíð, nær hesar kreftim ar savnast og gera okkurt saman. - Meinar tú, at øll komc heim í senn? - Tað er ein møguleiki Tad hevði verið stuttligt. Vit tosa nú eina løtu im, hvassu hetta kundi verið gjørt. Eyðun heldur. at initiativid eigur at koma úr Føroyum: nú gera vil okkurt saman! Brúka fólkini, sum eru her og slødd aðrastaðni. Annika er samá i hes- um. gera umsiødurnar soieiðis ner, al lær iokka ivkkum heim aftur? =>