fríggjadagur 27. juli 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- Nei, mær dámar illa
tankan, at vit eru sovorðin
luksusdýr, sum skulu
koma, tá borðið er borð-
reitt. Men tað kann vera,
at vit kunnu gera ein ávís-
an leik saman. Tí eri eg
persónliga mest sinnaður
fyri, sigur Eyðun og legg
ur afturat, at tað hevði ver-
ið eina roynd vert at savna
orku og inspiration og
síggja, hvat stendst av tí
HVORT
SUMMAR
Olaf
- Annika og eg hava á
hvørjum ári, síðani vit
vórðu liðug í skúlanum,
tosað um at gjørt okkurt
og komið heim um
summarið við tí. Hvert
summar, vit hava verið
fara niður aftur,
angri eg, at vit ikki gjørdu
tað
her og
Olaf sigur, at hugurin at
siga føroyingum Eina
gjørdist uppaftur
størri, tå hann så islendska
Nemendaleikhúsið spæla
Glataðu spælimenninar
um vikuskiftið
Annika leggur afturat, at
hon hava ikki
havt stundir til at gjørt
nakað umframt arbeiðið á
leikhúsinum. Tað er hetta,
sum hevur bilað og forðað
fyri, at ætlan teirra ikki er
vorðin veruleiki enn.
Eyðun sigur, at tað
stendur øllum frítt at gera,
sum tey hava hug til,
eisini í Føroyum. Um-
støðurnar her mugu ikki
fáa fólk at falla í fått, held-
ur hann
Eg snerki ikki at
tí, sum er her. Tað, sum
hendir, hendir undir teim-
um umstødum, sum eru
galdandi og við teimum
møguleikum, sum eru.
TVEY ÁR
Framtíðin hjá Anniku og
Olaf sum sjónleikarar er í
Danmark. Har fáa tey bet-
ur brúkt útbúgving sína,
avbjóðingarnar eru stórri
og umstødurnar betri.
- Tað er helst so - enn í
hvussu so er - tí har ert tú
í einum leikaraumhvørvi,
sum er ógvuliga avbjóð-
andi, sigur Olaf.
Tey hava bæði arbeiði
næstu tvey árini. Annika
hevur sáttmála við Konga-
liga leikhúsið í Keyp-
mannahavn og Olaf heldur
fram í leikhúsinum í Ár-
SØLU,
Olaf og
TIL GAMAN
hus. Hann varð annars eis-
ini biðin um at koma á
Kongaliga Leikhúsið, men
svaraði nei takk.
- Tá tú kemur út sum
nýútklaktur leikari, heldur
tú teg duga alt. Men tú
lærir skjótt, at tað gert tú
bara als ikki.
Eg haldi, tað er best fyrr
meg at fara hóvliga fram
og tey árini, eg havi verið
í Árhus, hevur gingið
spakuliga framå. Eg fái
stórri og stórri leiklutir.
Og tvey ár eru onki
BETRI Á
PALLI
Annika og Olaf hava bæði
spælt á palli og í sjón-
varpsfilmum. Hvat dámar
teimum betur?
Fyribils haldi eg, tað
er stuttligari at vera á
palli, svarar Annika.
Men krevur
ikki meira
- Hvert krevur sítt.
Eyðun leggur uppí:
- Onkur hevur sagt, at
vilt tú verða kendur, skalt
tú fara í sjónvarpið, vilt tú
verða ríkur, so skalt tú
spæla film, men vilt tú
verða lukkuligur, skalt tú
spæla sjónleik.
Sambandið við áskoðar-
arnar er tað, sum hugtekur
og tað missir tú í sjón-
varpi og filmi.
Eydun heldur fram og
greidir frå egnum roynd-
um:
- Tå eg arbeiddi her
heima, merkti eg avleid-
ingarnar beinanvegin.
Hetta var positivt, ti reakt-
ionimnar vóru itøkiligar,
men samstundis kundu tær
eisini leggja eitt trýst á
teg. Hesum trýsti eri eg
sloppin heilt undan. Ég
havi fríari rásarúm. Men
hinvegin so vildi eg helst,
at bara føroyingar sótu og
hugdu at tí, eg geri niðri.
Sjálvandi spælir man fyri
teimum, sum koma. Men
eg merki okkurt heilt ser-
ligt, tá føroyskt vinfólk
ella skyldfólk situr í sal-
inum.
FØROYSKA
MAFIAN
Eydun, Annika og Olaf
hava arbeitt nógv saman.
Á Árhus Teater verður, til
gaman, tosað um føroysku
mafiuna.
Men krevur leikstjórin,
Eyðun, meira av Anniku
pallurin
og Olaf enn hinum leikar-
unum - ella kanska minni?
- Tað haldi eg ikki,
svarar Annika.
- Tey try árini, eg var í
skúlanum, var Eyðun rekt-
ari og eisini lærari hjá
mær. Vit høvdu eina ug-
andi semju um, at her í
skúlanum verður arbeitt
og harvið hvarv alt fam-
iljusamband har. Hetta
gjørdi eisini tað, at Vit s6-
ust ikki so ofta uttar. fyri
skúlan. Men vit fingu
virðing hvor fyri øðrum á
tann hátt, at eg eri eg og
tú ert tú, og vil
hittast í arbeiðinum.
At vit hava kent hvønn
annan so væl, hevur gjørt,
at vit kanska ikki altíð
hava havt brúk fyri orðun-
um.
Eyðun tekur undir við
hesum.
- Tað endar bara í einum
vavgreyti, blandar tú sam-
an privat samband og ar-
beiði. Eg havi eina fasta
mynd, ja, tað havi eg ikki
kortini, av Olafi. Men tað,
sum tú sært hjá einum
leikara og tað, sum ræður
Skulu
um, er alla tíðina at síggja
tað nýggja, sum kemur.
Og tá mást tú halda
skermin reinan og ikki
fara at vera privatur.
Hjá mær hevur tað verið
eitt einastandandi høvi at
arbeiða saman við teim-
um, sum eg eri pápi at.
Og eg haldi ikki, starvsfel-
agarnir hava havt trupul-
líkar av ti. Tvgrturímóti
tosa tey um ta føroysku
mafiuna, og har er Páll
Danielsen eisini uppii og,
at nú má hendan føroyska
kulturimperialisman halda
uppat.
Tá tey soleiðis skemta
við tí, kunnu tey neyvan
hava ilt av tí, heldur Eyð-
un.
NÝGGJ
TILVERA
- Nú flytur tú ul Keyp-
mannahavnar. Kennir tú
tað ikki soleiðis, at nú
noyðist tú at klára teg
sjálva?
- Jú, tann tankan havi
eg havt, játtar Annika.
- Eisini tí, at fyri mær
er Keypmannahavn ein
stórbýur, sum eg ikki
kenni. Eg havi ongantíð
búð í Keypmannahavn og
kenni ikki nógv fólk har.
Eitt nýtt leikhús og nýggj
fólk at arbeiða saman við.
Hjá Anniku byrjar ein
"Í Árhus kalla tey okkum fóroysku mafiuna og
tosa um fóroyska kulturimperialismu!"
RS SgSialurin
Nr. 115 — 27. juli 1990
Orð: Høgni
Myndir: Kalmar
= f
- Á Å
Olaf er 29 og Annika 27. Hóast arbeiðsloysið hjá ungum sjónleikarum í
Danmark er stórt, hava bæði sáttmála næstu tvey árini. Kappingin um
føstu stórvini er beinhørd, tí nógvir góðir leikarar eru.
Olaf og Annika skulu bæði spæla í fýra leikum komandi leikár, sum byrj-
ar mikudagin.
heilt nýggj tilvera tann 1.
august. Men hon stúrir
ikki fyri henni. Og hon
hevði hug at royna okkurt
nýtt nú, tí hon hevur verið
í Århus øll árini, síðani
hon byrjaði í skúlanum.
- Hvør verður fyrsti
leikluturin hjá tær á ti
Kongaliga!
- Eg skal venja tveir
leikir í senn. Annar er
"Skærmydsler" hjá Gustav
Wied og hin eitur "Lyst-
huset" og er eftir Jane
Bowles, sum er ensk.
Og Annika fær úr at
gera beinanvegin. "Skær-
mydsler" er ein roynd,
fyrsta framførslan verður
longu um triggjar vikur.
Annika verður við í
tveimum leikum afturat
fyrsta árið á Kongaliga
leikhúsinum.
Olaf skal eisini spæla í
fýra leikum komandi leik-
árið hjá leikhúsinum í Ár-
hus. Tann fyrsti er ein
nýggjur, danskur, "Show-
time" eftir Elo Sjøgren.
Venjingarnar byrjaðu fyri
summarfrítíðina og halda
fram 1. august.
STÓÐ NÓGV
Á Í TIVOLI
Tey trý hittast tó aftur til
frama fyri leiklistina. Tað
hevur nú eydnast Dan-
marks Radio at útvega
fígging til at taka upp
"Greven af Monte Chris-
to". Talan verður um eina
studioupptøku burturav,
men hetta verður í fyrsta
lagi næsta summar.
Annika og Olaf vóru
við í stóru framførsluni í
Tivoli á páskum, tá Mar-
greta drotning fylti 50 ár.
- Tað stóð nógv á, og
eg eri glað fyri, eg slapp
livandi frá tí. svarar Ann-
ika spurninginum, um
hvussu var vid nervunum
hetta kvgldið.
Hon sigur, hon var ikki
sért bilsin, at tey vórðu
biðin um at vera við.
Annika endaði fram-
førsluna við at bera drotn-
ingini eina heilsan frá Erik
Mortensen, danska móta-
skaparanum í París. Og
hon var í einum kjóla,
hann hevði seymað.