Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-07-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. juli 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Olaf framførdi ein tekst hjå H.C. Andersen. IKKI I BLØDINI Lættisoppablødini i Dan- mark hava stóran áhuga fyri sjónleikarum, ikki fyri list teirra, men fyri privatlívinum. Enn hava Annika og Olaf fingið frið. Annika sigur, at onk- untíð hava blød biðið um samrødu við seg, men hon plagar at nokta. - Eg ræðist tað hvgrja ferð. Eg havi ikki hug at koma fram alment, at ljós- ið verður sett á mín per- són á tann hátt. Eg vil siga mína søgu á pallin- um, ikki í blødunum. Tú mást velja og læra at siga nei. So fær man frið. DREYMAR Prátið snarar nú aftur móti framtíðini hjá Anniku og Olaf. Hvat fara tey at gera, tá hesi næstu tvey árini eru farin? - Eg hevði eina ferð ein dreym, og eg havi hann enn, svarar Olaf. - At vera við í einum professionellum leikbólki í Føroyum burturav, men við møgulcika fyri eisini at kunna spæla í Danmark, altso ferðast aft- ur og fram. Sum er havi eg íkki hug at sleppa Danmark heilt. Annika: - Eg komi heim hvørt summar og tað setur altíð okkurt í gongd. Eg fái bæði frið og føli meg fylta, tå eg havi verið heima. Tankar koma og fara um at hoyra til og ikki at hoyra til. At kenna eitt mál og ikki brúka tað málið. Og at hava lært eitt mál og brúka tað málið í mínum arbeiði. Eg kundi øgiliga væl hugsað mær eina ferð at sloppið at hitt fólk her í Føroyum og spælt á før- oyskum máli. Nær tað verður, dugi eg íkki at siga. Eg havi tað sum Olaf, tað er ikki akkurát nú. Eyðun spyr, um tað er baksið, hann sjálvur kenn- ir so væl frá sínum árum í Føroyum, sum fær tey at ivast. Tað halda tey ikki. - Tað kann halda mær aftur, sigur Eyðun. - Onki stendur í stað, tað veit eg væl. Tingini her eru farin víðari og eg og ÁLVARA "Vit droyma um at gera okkurt stórt í Fóroyum!" 15 — 27. juli 1990 sjálvur eisini farin víðari og blivin eitt sindur eldri. Tá vit fara í holt við okkurt, og tað verður ein dag, so skal tað vera so, at vit sleppa at fáast við tað, sum hevur týdning, sjálv- an leikin, og ikki eisini hava alt hitt baksið. Eyðun nevnir tveir leik- skráir Síða 13 Vona 5.000 røkka ir, hann hevur hug at seta upp i Føroyum: "Othello" hjå Shakespeare, sum Hanus Andreassen hevur umsett og "Under Milk- wood" hjå Dylan Thomas. - Eg havi sjáldan lisið nakað, sum eg haldi, er meira íheimligt føroyskt enn "Milkwood". - Eg kundi eisini hugsað mær, áðrenn tað verður ov seint, at gjørt tveir filmar úr Føroyum. Søgur úr smáum umhvørvum hava ein boðskap at bera. Eyðun heldur, at nógvar søgur hjá William Heine sen er væl egnaðar at gera film eftir. Til dømis er "Laterna Magica" sum eitt filmshandrit. IKKI KAPPING Annika og Olaf hava fylgst nøkunlunda á leik- arabreytini. Hvørgin hevur havt stórri leiklutir enn hin, ummælini hava verið ngkunlunda tey somu, og sum oftast góð. Men er ikki vandi fyri kapping, ella enntá 9v- undssjúku, gongst ødrum knappliga betur? - Nei, svara bædi. - Eg eri fegin, tå tað gongst Olafi væl. - Jú, kapping er. Eg vil verða lika góður sum Annika. Men hetta er ein positiv kapping, leggur Olaf aftur- at. - Og so er ikki so stórur vandi fyri, tey taka leiklut- ir hvør frá ðrum, er tann logiska nidurstødan hjá Eyðuni. Vit kunnu ikki lata vera við at seta tann banala spurningin, sum allir leik- arar fáa fyrr ella seinni: hvgnn leiklut droyma tey um at fáa? Olaf er ikki í íva: Hamlet hjå Shakespeare. Annika hevur ikki nakr- an einstakan leiklut, hon bidar eftir. Men hon av- dúkar, at henni dámar ser- liga væl Ibsen. So kanska hon verður Nora eina- ferð.... Orfeus Eyðun Johannessen skal næsta ár seta upp leikin "De fortabte Spillemænd" í Oslo. Eyðun sá uppseting- ina hjá Nemendaleik- húsinum í Havn sunnu- kvgldið og vit spurdu hann, um hann hevur lagt sær okkurt í geyma úr henni. - Tú situr sjálvandi við antennunum úti: ná, loystu tey hatta upp á handan mátan, so kanst tú ikki gera so- leiðis. Men, hinvegin, fær man hugskot, "in- put", sum tað eitur. So formast tað eftir um- stødunum og einum sjálvum og kemur út sum okkurt annað í hinum endanum. Men tað, sum eg fekk gleðiliga játtað, er, at evnið í hesi søguni er so heilt einastandandi við- komandi. "Maður er mans gaman" er kanska nakað tugt. Men vit hava havt lyndi til nú í mong ár at analysera alt út frá Freud og psyko- logi. Lívsneisti, list og náttúra eru so saman- tvunnin, at fólk sjálvt undir kørgustu umstød- um kunnu avsanna alt hetta, sum eftir øllum at dóma avnoktar lívið. Persónliga upplivdi eg, at hendan søgan er eisini min søga. Eg kenni meg ikki sørt sum ein Orfeus, sum glatadu spælimenninir studladu i sinari tid. Og tað er hópurin av Orfeusum í Føroyum í løtuni. Og teir koma ikki av ongum. Teir koma av einari fortíð, sum byrjaði við Bakar Hansen og teimum, sum vóru uttan um hann. Og hesir "snill- ingarnir", sum nú eru spjaddir ymsastadni, koma og framføra eina stéra symfoni, ikki eina staka vitjan i einum pakkhúsi, sum Hamburgar Filharmoni- orkestur í Glataðu spælimonnunum, men í Norðurlandahúsinum ella Sjón- leikarhúsinum. Tað er í hvussu so er mín vón. Eg haldi ikki, leik- listin kann reformera samfelagið. Men leik- listin er tann list, sum savnar alla list. Hon er tydningarmikil spegil i einumhvørjum samfel- ag at uppliva seg sjålvt i. Vit siggja aftur å ein- um leikpalli slikt, sum vit kenna, men kanska skiigva til viks. Årsins størsta listafram- sýning er sjálvandi ólav- søkuframsyningin í Norð- urlandahúsinum, sum letur upp ólavsgkuaftan kl. 14.00. 176 verk hjá 65 fólkum, kendum, ókendum, ung- um og eldri. Øll sleppa við. Men øll verk hjá øll- um sluppu tó ikki upp at hanga. So stórt er Norður- landahúsið heldur ikki. Í fjør vóru tó 190 verk á framsýningini. dagin kl. 18.00. Søluframsyning er og Utlendski gesturin í år prísirnir liggja år 600,00 er Lotta Andersson úr kr og uppeftir. Annars er Svøriki, sum hevur fimm framsyningin ikki ødrvisi oljumålninga sum so enn hini årini. Men kanska rákar kreppan møguleikarnar hjá fólki at keypa. Í 1988 seldist fyri hálva millión Framsýningin er ikki bara tann størsta, men €ls- ini best vitjaða. Í fjør læt Listafelagið 4.000 skráir prenta og tað var ov líuð, tær blivu einfaldliga uppi. So í ár verða prentaðar 5.000. Skráin er sum vant lutaseðil og vinningurin listaverk. Drigið verður, tá framsýningin endar miku- hd Listafólk hava seinastu dagarnar stríðst við at fáa avgjórt, hvar tey nógvu verkini skulu hanga ella standa. Hetta er ikki bara sum at siga tað, tí framsýringini skal vera ein harmonisk eind. Men puslispælið gekk upp aftur í ár og so var eftir at hanga upp. Her er Kári Svensson í ferð við at hanga upp ein málning. Framsýningin letur upp ólavsókuaftan kl. 14.00.