hósdagur 2. august 1990síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
entan å
framsyning
- Vit eru í ferð við at gera kluftina millum mentan
og gerandisdag stórri. Fólk flest hava ikki aðrar
Í
valmøguletkar enn millum BBC og bingo, tí
mentanin er blivin framsýningarlutur í Norð-
urlandahúsinum, segði Marna Jacobsen í ber-
søgnu rødu síni, hon helt í Føroya Fólka-
háskúlafelag ólavsókuaftan
Ég fari fyrst av ellum at
takka háskúlanum fyri
tann heiður, at verða biðin
at halda reðu her á stað-
num.
Í uppvekstri mínum eri
eg ikki beinleiðis ávirkað
av háskúlaandanum, sum
eg meti hevur uppruna-
ligu retur sínar í bónda-
mentan, í staðin eri eg
uppvaksin í fiskimanna-
umhvervi fyri síðan at
enda sum bóndakona
heima á Sandi. Hendan
sameining av fiskimanna
og bóndamentan er mítt
steði undir hesari reðu um
mentan.
Tann vanliga merkingin
av mentunnarhugtakin-
um er, at tað er nakað fólk
skapa í gerandisdegnum,
men hóast hetta er vanlig
hugsan, so er týðiligt, at
fert tú at spyrja fólk, hvat
mentan er, so fara tey at
ivast, tí enn vísir mentan
seg at vera nakað, ið hong-
ur uppi yvir gerandisdeg-
num, nakað ið er dygdar-
betri og vakrari enn ger-
andisdagurin.
Hetta, at mentanin
hongur uppi yvir gerand-
isdegnum, kemur ikki bert
til sjóndar í drotningar-
vitjanum og eðrum tiltek-
um fyri útlendingum, men
verður eisini hildið í hevd
innan tað vit vanliga kalla
føroyska mentunnarpall-
in
Hesin pallur hevur skift
manning, tey gomlu, sum
høvdu retur sínar í eini
farnari tíð, eru útskift við
onnur, sum hava sínar røt-
ur í nýggju tíðini.
Hesi illskast júst inn á
at mentanin verður gjørd
til framsýningarlut, nak
að. sum ikki hevur við ger
indisdagin hjá teroying
At gera, í
gr tí er spenn
5 tier penn
indi at kanna, hvat man
so hevur at seta i stadin
vendi
og snari mær, so dugi eg
bert at siggja, at i høvuds-
heitum er alt vid tad
men hvussu eg so
gamla, mentanin sveimar
framvegis uppi yvir høvd-
inum å okkum.
Vistu eru mangar hug-
myndir broyttar, men enn
hevur fåur tikið avleiðing-
arnar av hugtakinum
mentan sum nakað skap-
að í gerandisdegnum.
Tað, sum vit hava fingið
í staðin er meiri pro-
fessionalisma — meiri ser-
kunnleiki.
Hevuðsbroytingin inn-
an mentan er, at fyrr var
viðurkent at summi vóru
fínari og meira mentað
enn onnur, soleiðis er enn,
men afturat hesum letur
man eitt sindur av yvir-
skotinum seyra niður til
tey ómentaðu, tey, sum
bara hyggja at sjónvarpi,
spæla bingo og koyra skít.
Hvat vil tað í roynd og
veru siga, at mentan er
nakað, sum verður skapað
í gerandisdegnum og
hvussu samsvarar hetta
við tann samfelagsbygn-
að, vit hava og tey ideal
hetta samfelag hevur at
miða seg eftir?
Í orðinum samfelag
liggur ein fatan av, at vit
eru felags um eitthvert. Í
orðinum demokratiskt
samfelag liggur haraftur-
at tað, at vit ikki bara
hava nakað til felags, men
at vit standa á jøvnum
føti, ell menniskju hava
líka virði, men fara vit
afturum hesar frasurnar,
so sæst dag og dagliga, at
so er ikki. Vit eru eitt fólk,
men tað sum sagt verður
um at vit mugu hava ein
felags identitet, er mein-
ingsleyst, tá hesin identi
| t
ir vit leita so eftir bert
y ARK
Ði t 1 IKK
k A f
men tad, sum er undrun
arvert fyri ikki at siga
paradoksalt er, at krøvini
til list eru blivin alsamt
harðari, leiðin fram til
vidurkenning innan før-
oyska mentunnarpallin
gerst smalari og smalari.
Tad er munurin millum
tey føgru orðini, tær
vekru myndirnar og so
tað, sum í veruleikanum
verður gjert, eg sipi til.
Lat meg taka nekur
demi fyri betur at greiða
frá hesum:
Tað fyrsta, ið fellur mær
í huga er orðið post-
modernisma. Eitt, sum
eyðkennir hesa rerslu er,
at alt er ógreitt ella alt er
meguligt. Á sama hátt
sum samfelagsgongdin er
ógreið/flekjaslig, virðis-
metingar skifta alla tíð-
ina, tað, sum er brúkiligt í
dag, er óbrúkiligt í morgin
og so tann hóttan vit hava
hangandi uppi yvir okk-
um um kjarnorkukríggj,
AIDS, dálking og annað,
alt hetta speglast í post-
modernistisku listini, tú
kanst ikki spáa um fram-
tíðina longur.
Postmodernisma er eis-
ini í Føroyum, og eitt sum
eyðkennir hana í t.d. bók-
mentum er, at hon er
óskiljandi hjá stersta
partinum av okkum, hon
krevur serkunnleika, men
føroyski mentunnarpall-
urin hevur skundað sær
vid sinari vidurkenning,
tey siga, at kanska um
100 år fara øll at skilja
hetta, so vónandi er hetta
ein uggi hjá rithevundan-
um.
Samstundis er eitt krav
til listina, at hon má ikki
vera ov persónlig, tí so
hevur hon ikki almennan
áhuga, her hugsi eg um
yrkingar hjá Astrid Joen
sen, sum vórðu skírdar so
leiðis. Hetta er legið, tá
hugsað verður um, at nær
um øll skilja hennara yrk
ingar og nærum ongin tær
hjá Carl Johan Jensen
Ein partur av svarinum
er kanska tann, at hon er
kvinna, sum skapar út frá
Nr. 117 — 2. august 1990
royndum sínum í ger-
andisdegnum, ein
gerandisdagum, sum
nógvar aðrar kvinnur
kenna seg aftur í, men
sum av monnum verður
hildið at vera uttan
áhuga, men hetta er ikki
alt svarið.
Eitt annað meguligt
svar er at tað eru summi,
ið duga at fóta sær í tí
heiminum, sum eitur fín-
mentan, tey kenna spæli-
reglarnar, tí tey sjálvi eru
við til at gera teir.
Hetta fær meg at hugsa
meira um málið. Tað er
vanligt at hoyra at vit ell
eru líka góðir føroyingar,
uttan mun til hvussu vit
duga at brúka málið.
Hvussu ber tað so til at
slíkt, ið ikki verður hildið
at lúka krevini til gott fer-
oyskt mál, verður feiðað
av borðinum, er tað ikki tí
at onkur ikki dugir málið
kortini?
Í felagsskapinum LISA
verða krevini eisini harð-
ari, nú skal listin sensurer-
ast, soleiðis at bert tað all-
arbesta fær innivist í hes-
um felagsskapi. Tað skal
ikki nógv hugflog til at
ímynda sær, hver fer at
verða umboðaður har.
Lat so pebilin stuttleika
sær við sínum framsýn-
ingum á Vestanstevnu og
ødrum bygdastevnum, hjá
LISU fáa tey ikki innivist.
Sjálvt hetta at taka
myndir er nú blivið ser-
kunnleiki, tað, sum fyrr
kundi vera til miklan
stuttleika hjá fólki, skal
nú vera list, lat so hini
stuttleika sær við sínum
barnsligu myndum, tiknar
á idiotsikraðum mynda-
tálur
toium
Eitt, sum eyðkennir
borgarliga samfelagið er
ein uppbýting í bólkar,
um vit kalla tað stættir
ella klikur ella okkurt
triðja, er líkamikið fyri
meg júst nú, men tað er
vanligt, at hver roynir at
verja sítt. Hvat hendir tá
tað vanliga fólkið roynir
at troðka seg inn og taka
burtur av teimum rætt-
indum, sum borgarin hev-
ur?
Eg havi tvey skemtilig
lokal dømi, ið lýsa ógvu-
liga væl hvat kann henda:
Sigi eg Kirkjubemúrur-
in — so siga ell — jú hann
kann bólkast undir ment-
an, men sigi eg ferjulega,
so rysta øll á høvdinum og
siga nei — ferjulegur hava
so avgjert onki við ment-
an at gera!
Ætlanin var ikki at
sannfera áhoyraran um
tað ovugta, men bert vísa
á hvat hendi tá mentan og
veruleiki brustu saman.
Jú, allir mentunnarpávar
vóru á gosi, tær siglings-
leiðir, ið har vórðu skotnar
upp sum alternativ, vóru
so postmodernistiskar, at
ein og hver við eitt sindur
av skili fyri streymviður-
skifti risti á høvdinum. Og
tað bleiv ikki tala bara til
fólkið, nei, málningalistin
bleiv eisini tikin í nýtslu í
herferðini og tað sjålvt »i
fjendens lejr«. Alt fyri at
sannfera fólkið um, at
hetta var also for galið!
Eitt gott kom tó burtur
úr ellum hesum, og tað
verður sagt uttan ljótar
baktankar: ongantíð er
tað blivið kjelað so nógv
fyri Kirkjubemúrinum
sum nú!
Eitt annað skemtiligt
dømi, er okkara heimliga
sangarinna, sum fór í
hernað móti meira etabler-
aðum listafólkum, hon
brúkti stutt sagt tey rætt-
indi, sum borgarliga sam-
felagið hevur givið okk-
um, nevniliga einkarrætt-
in til tad, ein hevur skap-
ad Tann sjonleikur, id ta
var, tað var sum við gull-
hornunum á »de
higer og søger« hóast nú
var tað ikki eftir gullhorn-
unum, men eftir himmal-
vegnum.
sinnl
Føroyski dansurin er ofta eisini å framsyning
Nu kann man sjålvandi
spyrja, hvat øll hendan
uppramsingin av dømum
skal til, er endamálið ein
romantiskur boðskapur
um, at alt, sum verður
skapað er líka gott, skulu
vit nú niðuraftur á tað
steðið, har bókin verður
ummæld eftir, um perman
er snotulig ella ei?
Nei — tað var ikki ætl-
anin, men heldur at vísa á,
at vit mugu geva okkum
far um, at vit eru í ferð við
at gera kluftina millum
mentan og gerandisdag
størri.
Sum er, hava flest fólk
ikki aðrar valmøguleikar
enn millum BBC og bingo,
tí mentanin er blivin fram-
sýningarlutur í Norður-
landahúsinum.
Í hesum tíðum, sum
summi kalla postmodern-
istiska, er tað meira neyð-
ugt enn nakrantíð, ikki at
missa sambandið við seg-
una, tí hon kann meira enn
nakað annað siga okkum
orsøkina til hví skilið er
sum tað er. Tað kann sig-
ast við einfaldari mynd úr
náttúruni, at uttan retur
er ongum lív lagað.
Við hesum orðum havi
eg hug at venda aftur til
háskúlan.
Tað verður mangan
spurt, um háskúlin hevur
nakað grundarlag í nú-
tíðar samfelagnum. Eg vil
halda, at hevur háskúlin
havt nakað grundarlag
fyrr, so hevur hann tað
ikki minni nú, nú m.a. tí at
háskúlin ger tvertur ímóti
restini. Hann metir fólki
soleiðis sum tey eru, ella
sum Steinbjørn segði, at
hann skal hjálpa næming-
unum at skilja, at hann er
nakað, kann nakað og eis-
ini hjálpa honum at finna
nýggjar síður av sjálvum
sær.
Takk fyri og góða ólav-
seku.