hósdagur 2. august 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
(2
EF vil hava eina
nýggja handils-
skipan við Feroyar
-sum skal samsvara við teirra politikk á ymsum økjum. Um skipanin
skal bera heitið fríhandilsskipan veldst um samráðingarúrslitið. M.a.
hetta stendur í teirri samráðingarheimild, sum samrådingarnevnd EF
hevur fingið frá EF-Ráðnum. Stóða verður ikki til í hesi heimild, um
miðast skal ímóti eini fríhandilsavtalu.
Hetta og mangt annað áhugavert stendur í tí notati, sum før-
oyska samrådingarnevndin hevur gjórt um samráðingarnar vid EF
higartil og latið landsstýrinum.
Tað hevur eydnast okkum at fáa eitt eintakið, og nú so nógv
verður tosað í Føroyum um, at fólk flest vita ov lítið um, hvat í
veruleikanum gongur fyri
seg í
hesum
týdningarmiklu
samráðingunum millum Føroyar og EF, fara vit at prenta umrødda
notat í heilum líki. Hetta notat varð tó skrivað, áðrenn samráðingar
vóru í Bruxelles í juli. Urslitið av teimum samráðingunum kenna vit.
Har kom lítið og einki nýtt fram. Nýtt samráðingarumfar verður í
september.
Samráðingargongdin
Eftir at legmaður hevði verið
i Brussel 7.-8. mai at greiða
umboðnum fyri EF-nevndina
og EF-Ráðið frá feroysku po
litisku sjónarmiðunum byrj-
aðu samráðingarnar á em-
bætismannastigi í Brússel
28.-29. mai 1990. Næsta sam
ráðingarumfar var í Keyp-
mannahavn 21.-22. juni og 3.
umfar var í Brússel 18.-20.
juli. Í august er EF í summ-
arfri. 4. samrådingarumfar
verður væntandi 18.-19. sep-
tember. Talan hevur verið
um at halda seinasta fundar-
umfarið í Feroyum, men nær
tað verður, er óvist
Stevnumið partanna
Tá ið EF-Kommissiónin setti
gongd á málið í oktober 1988
var endamálið at rætta ein
skeivleika: at feroyskar ver
ur høvdu ymsan toll í ymsum
EF-londum, serstakliga 0-toll
i Danmark. Kommissiónin
helt tollfrælsið í Danmark
vera uttan heimild og helt
annars at tað var ótolandi, at
tollurin í Bretlandi og Írlandi
var annarleiðis enn í restini
av EF
Steðan hjá donsku stjórn-
ini og feroysku myndugleik-
unum var tann, at tollfrælsið
í Danmark átti at verða varð-
veitt, men at stundin helst
var komin at broyta 1974-
skipanina til okkurt betri.
Svarið til Kommissiónina í
desember 1988 var tí, at vit
ikki kundu góðtaka tað, hon
segði um heimildarloysið fyri
tollfrælsið í Danmark. Hin-
vegin skiltu vit, at ynskiligt
kundi verið við eins tolli á
føroyskum verum i allum EF
og skutu sostatt upp, at ein
nýskipan varð gjerd, ið bygdi
á, at núverandi tollfrælsi fyri
føroyskar verur í Danmark
varð útbreitt til at umfata
restina av EF
Seinni, t.e. í august/sep-
tember 1989, varð hetta fer-
oyska og danska sjónarmiðið
útbygt til eitt uppskot um
eina fríhandilsavtalu millum
Feroyar, Danmark og EF.
Uppklárandi
samráðingar
Tá høvdu uppklárandi sam-
reður á embætismannastigi
bent á, at EF-Kommissiónin
fyrst og fremst hevði hugsað
sær eina »neutrala« loysn, so-
leiðis at tollsemdirnar frá
1974 vórðu varðveittar, og at
tollfrælsi útflutningurin til
Danmarkar (og partvís til
Bretlands) varð tryggjaður í
óbroyttari negd við tollfríum
kvotum. Skuldi nakar bati fá-
ast í mun til hetta, so skuldi
EF hava fiskakvotur aftur-
fyri.
Hesum sýttu feroyingar
fyri og tí varð frá fer-
oysk/danskari síðu skotið
upp, at loysnin skuldi vera
reint handilspolitisk: Báðir
partar skuldu geva hverjum
eðrum tollfrælsi fyri so vítt
gjerligt allar verur: ídnaðar-
verur, landbúnaðarverur og
fiskaverur.
Samráðingarheimildin
hjá EF-Kommissiónini
EF-Kommissiónin kom um
ársskiftið 1989-90 til ta nið-
ursteðu, at skuldi hon sam-
ráðast við Damark/Feroyar
um eina slíka loysn, kravdi
tað eina samráðingarheimild
frá Ráðnum. Uppskot til
samráðingarheimild varð
sent Ráðnum í februar og
samtykt í apríl 1990.
Í hesi samráðingarheimild
tekur EF ikki steðu til, um
miðast skal ímóti eini frí
handilsavtalu. Teir vilja hava
eina nýggja handilsskipan
við Feroyar, sum skal sam-
svara við politikk teirra á
ymsum økjum. Um skipanin
skal bera heitið fríhandils-
skipan, veldst um samráðing-
arúrslitið.
Teir taka til eftirtektar, at
Feroyar ikki vilja lata fiski-
kvotur aftur fyri tollsemdir
fyri fiskaverur.
Teir ásanna tann týdning
fiskaútflutningurin hevur
fyri Feroyar, men halda seg
kortini ikki kunna geva Fer-
oyum óavmarkað tollfrælsi
fyri allar fiskaverur
Teir vilja vera við at hetta
ikki hevði verið í samsvari
við fiskivinnupolitikkin ella
við handilspolitikkin hjá EF.
Í staðin vilja teir bjóða toll-
frælsi fyri tær verur, ið fer-
oyingar í roynd og veru út-
flyta til EF. Fyri fleiri verur
tó avmarkað til tær negdir,
higartil hava verið innfluttar
úr Feroyum (Miðaltalið 1985-
87 + 10%). Fyri sonevndar
viðkvæmar verur verður å-
sett eitt tollfrítt >kontin
gent< ella ein tollfri »kvota«,
fyri tær »møguliga við-
kvæmu« verurnar verður
ásett eitt tollfritt »loft«
Munurin millum eitt »kon-
tingent« ella eina »kvotu« og
eitt »løft« er, at tå id kon
tingent kvota er uppbrukt
Í 2u rer m i
arnar riad va ra
ar øgm ur É ANL €
Delor
Nr. 117
Teir taka til eftirtektar, at
føroyingar afturfyri vilja
geva teimum tollfrælsi á
ídnaðar- og búnaðarverum.
Upp undir 1. samráðingar-
umfar í mai 1990 legði EF-
Kommissiónin fram eitt til-
boð um tollviðgerð av fiska-
verum. Í hesum tilboði varð
tollfrælsið á heilt nógvum
týðandi fiskaverum avmark-
að við »kvotum« og »loftum«.
Feskur botnfiskur varð heilt
fríur, burtursæð frá konga-
fiski, ið hevði eitt loft. Fryst
upsaflak hevði tollfría kvotu,
somuleiðis sild, makrelur,
laksur og síl. Eitt tollfrítt loft
varð ásett fyri annan saltfisk
enn tosk. Loft varð ásett fyri
royktar verur, fyri rækiur, og
kvota fyri nógv viðgjerdar
fiskaverur og pilkaðar rækj-
ur (kap. 16). Har „aðrar vør-
ur< eru nevndar í tollskránni,
verður eisini skotið upp, at
hava eitt tollfrítt loft. Í skjali
l. er yvirlit yvir hetta upp-
skot.
A fundinum í Brussel í mai
varð frá føroysk/danskari
síðu harðliga funnist at hes-
um tilboði, sum hóast tað
kundi sigast at geva fult toll-
frælsi fyri føroyskan fiskaút-
iutning, sum hann var sam
insettur í 1985-8
í, Kortini for
SL € )
k I
arð } )
xx
x
( £
við åvisum undantøk
um, har EF veruliga kund
progva, at innflutningur ur
Årni Olafson er vid i
føroysk/donsku samráð-
ingarnevndini, sum nu
skal gera eina roynd
aftrat at koma til eitt
úrslit. Tað verður í næsta
mánað. Spyrst einki
burtur úr tá heldur so
verður málið helst tikið
upp av nýggjum og helst á
politiskum plani
Føroyum var til veruligan
skada.
EF-Kommissiónin helt fast
um, at tað var ímóti øllum
hennara politikki at gera so.
Teir vildu reglu fyri reglu í
tollskránni játta tollfrælsi
fyri verur, ið feroyingar veru-
liga vórðu áhugaðir fyri at
útflyta við avmarkingum,
har hetta varð mett neyðugt.
Frá føroysk/danskari síðu
varð gingið við til at royna,
um ein líkinda loysn kundi fá-
ast við mátanum hjá
Kommissiónini. So varð
neyðugt hjá Kommissiónini
at beta munandi um tilboðið
Færri fiskasløg ella verur
áttu at vera mettar »vid
kvæmar«
Nyggja føroyska
uppskotið
Fyri tær verur, har tollfrælsi
rð avmarkað, skuldu loft
nytast heldur enn kvotur
r Á r
eru bí
Låg 55 ”
> SK i
loft gerast so rumlig, at
inligar broytingar í fram
2. august 1990