Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-08-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 1990síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= Nr. 117 — 2. august 1990 Arbeiðsklæðini bíða eftir tær, Óli! Tað má vera hugstoytt at vera fiskimaður og síggja, at stórur partur av inntøkuni kemur úr landskassanum og ikki frá av- ríkum Óla Jacobsens í sínum drúgva starvi sum formaður í Feroya Fiski- mannafelag. tí hver er landskassin. Jú, tað eru Palleba og Marsanna, og her ímill- um finnur tú fyrst og fremst foroyska fiskimannin. Soleiðis sum »vidgerdin« hjá Óla Jacobsen av uppskotunum hjá lands- stýrinum um broyting av bygnaðinum í fiskivinn- uni hevur artað seg, er líkt til, at aðalmálið hjá hon- um í ellum hesum er ein roynd at seta fiskimenn- inar upp ímóti Tjóðveldis- flokkinum, tí flokkurin hevur víst vilja til at loysa teir trupulleikar, fiski- vinnan er í. Óli vil partú sleppa at hanga eitt ella annað ljótt heiti um hálsin á Tjóðveldisflokkinum, tí flokkurin hevur hættað sær at loysa upp í fløkjuni i føroyskum vinnulivi. Hetta ger Oli samstund- is sum teir flokkar — og fyrst og fremst Javnaðar- flokkurin (hansara flokk- ur!), ið ikki er sinnaður at rætta hond frá síðu á fiski- vinnuøkinum, í friði og náðum sleppa at sita í andsteðu og smírast (teir skriva kanska eina yvir- lýsing av og ál. Eg haldi, at er tað so umráðandi hjá Óla at geva nekrum flokki eitt ókvæmisspjaldur um háls- in, so kundi hann hósk- andi hongt tað um hálsin á Javnaðarflokkinum, sum tilætlað skal vera tann, ið skúmar róman av útspillingum Óla Jacob- sens av Tjóðveldisflokkin- um. Í svari sínum til mín, har hann vil hava meg at seta eitt heiti (helst illa- vorðið) á Tjóðveldisflokk- in, kemurOli til ta niður- steðu, at tað er >... Javn- aðarflokkurin, ið rennur sneisaørindi fyri fiski- menn...!< og ikki Oli sjålv- ur, ið rennur sneisaørindi fyri Javnaðarflokkin. Ájú, mangt kann pappírið nýtast til. Tað er lagað manni at siga seg renna sneisaørindi fyri fiskimenn, tá ið ein flokk- ur hevur sett seg í and- steðu uttan ávirkan, tí hesin ikki tordi at halda fram orsakað av egnum kleyvarskapi. Alla seinnu helvt av 80- unum sat Javnaðarflokk- urin í Tinganesi við bukt og báðum endum í fiski- vinnumálum; Atli Dam var fiskimálaráðharri og Vilhelm Johannesen ali- málaráðharri. Hesir høvdu tá teir bestu møgu- leikar, ið hugsast kunnu til at fáa fiskivinnuna á beint — til frama fyri før- oyska fiskimannin, fiska- fólkið og samfelagið alt. Hesi árini drupu vit nógv meiri fisk enn neyðugt. Tá ið vit ikki sjálvi megnaðu at gera av við tað, sum fyri var, so innfluttu vit hópin av útlendskari ar- beiðsmegi, bæði til skip og virki. Hví læt floksfelagið Óla Jacobsens, Atli Dam, táverandi fiskimálaráð- harri, ikki ein part av hes- um tilfeingi svimja í frið soleiðis, at ein sterri part- ur av hesum gjerdist gýt- ingarfert til gagns fyri føroyska fiskimannin? Táið vit vistu, at grunn- arnir ikki toldu trýstið samstundis, sum meira enn nóg mikið var at gera á flakavirkjunum: Hví eggjaði Javnaðarflokkur- in so ikki til at fáa meira burtur úr ráfiskinum inni á virkjunum. Sannleikin er, at ongan- tíð áður í nýggjari tíð hev- ur hevið til stovnsrekt og umlegging av framleiðsl uni til partvís víðari góðsking verið so gott sum árini 1985-88, tá ið Javnaðarflokkurin sat við fiskivinnumálum, bæði á sjógvi og landi. So hví skal Óli júst nú, tá ið Tjóðveldisflokkurin hevur sett spakan í til tess at loysa upp í fiskivinn- uni, leita uppi og niðri eft- ir einum hverjum ljótum heiti at seta á Tjóðveldis- flokkin? Hetta halda nógv vera sera legið og lítið virðiligt fyri ein mann, ið sjálvsagt skal umboða eitt óheft Feroya Fiskimanna- felag og ikki eina and- stødu, ið einki hevur gjørt fyri at beta um steðuna. Tað má vera hugstoytt at vera fiskimaður og síggja, at stórur partur av inntekuni kemur úr lands- kassanum og ikki frá av- rikum Óla Jacobsens í sín- um drúgva starvi sum for- maður í Feroya Fiski- mannafelag, tí hver er landskassin? Jú, tað eru Palleba og Marsanna, og her ímillum finnur tú fyrst og fremst føroyska fiski- mannin. Fiskimenn eru ikki nøgdir vid, at Oli Jacob- sen soleidis einvist leggur eftir einum politiskum flokki, ið hóast alt roynir at ganga nýggjar leiðir. Sjálvsagt ert tú ikki nøgdur við alt; og tað vildi verið legið, um so var, men av einum fiskimanna- felagsformanni at hanga tjóðveldisfólk út sum svíkjarar og nátthúgvur, ið royna at gera nakað, man teir, ið kanska eiga hevuðsábyrgdina av óskil- inum, sleppa snikkaleysir, man tykjast mongum fiskimanni og føroyingi yvirhevur ovboðið, serliga tá ið oll vita, hvar Óli Ja- cobsen sjálvur stendur po- litiskt. Kom nú niður aftur á jørdina, Oli; arbeiðsklæð- ini bíða eftir tær. Vit vóna oll, at kósin, sum nú er sett, er hin rætta. Er hon ikki tað, má væl bera til at leggja hana eitt sindur eðrvísi, soleiðis at fer- oyska skútan kemur á beint. Eingin meira enn eg sjálvur, sum eri uppvaks- in í einum fiskimanna- heimi, ynskir teimum, sum stríðast á havinum og ganga á einum keldum betonggólvi | á einum flakavirki, tær bestu semdir, tí tað eru teirra avrik, ið bera øllum tí før- oyska samfelagnum uppi. So er hetta eisini sagt! Fjúrtandi kemur aftur 22. august, og eg ivist í, um eg leggi í at keglast í summarfrítíðini; hon er bara einaferð um árið! Góða ólavseku, ell som- ul — og framhaldandi gott summar! Vilmund Jacobsen, blaðstj. Prioriteringin í Tórshavnar kommunu Tað er ikki fyri at vera óreinur ella negativur, eg skrivi, men nú eg var í Dr. Jakobsen's getu og sá tað, sum har er gjørt, kundi eg ikki lata vera at hugsa um, hvussu prioriterað v dur. Aðrenn eg komi við tí, eg hugsaði um, lat meg so, fyri at ongin misskiljing skal vera, beinanvegin siga, at mær dámar væl tað, sum gjert er, eisini at tað er gjert. Men tá vit nú hava ráð til hetta (og tað ivist eg ikki í, at vit hava), hví hava vit so ikki eisini ráð til at lata MBF-bussin koyra? Og hví hava vit ikki somuleiðis ráð til, at tey, sum búgva »Undir Fjalli« kunnu gjalda eina leigu, sum er soleiðis, at tey klára hana og samtíðis kunnu hava eitt lív við síð- una av? Flogvøllin á Glyvurs- nesi tori eg ikki at nevna!! Betur er um eini 100 år, at søgan tå kann siga frå eini fjøld av nøgdum borg- arum, enn um hon bert sigur frå minnisvarðum yvir eitt býráð ella ein arkitekt, sum vóru í Havn í 1990. Hesir minnisvarðar kunnu lættliga gerast skemdarstengur yvir hesi! A ON eee A Um Arnstein Niclasen og smoltstødina i Sørvågi Í januar í ár fingu alibrúk á Servágsfirði loyvi frá Feroya Landsstýri til smoltsteð, treytað av at tey lokalu loyvini vóru í lagi. Hesi loyvi vórðu skjótt í lagi, bæði frá kommunu, hagapertum, náttúrufriðingarnevnd og eðrum. Men loyvið frá landsverkfrødinginum, her var tað Arnstein Niclasen, sum hevði ar- beiðið undir sær, var trup- ult at fáa fatur í. Maðurin bleiv kontaktaður á fyrsta sinni fyrst í februar, men ikki fyrr enn út í juni mánaða kom loyvið frá honum. Hesin maður hevði 5 mánaðar um at gera eitt arbeiði, sum kundi gerast uppá 5 dagar. Hví hevði hesin so langa tíð um hetta? Jú, orsekin var tann einfalda, at mað- urin ongantíð var á skriv- stovu síni. Tær umleið 30 ferðirnar, ið telefonerað varð til hansara, var hann úti. Tvær ferðir fekst sam- band við hann, men tá bleiv telefonerað heim til hansara privat um døg- urðatíð sunnudagar. Mað- urin hevur so nógvar nevndir at meta upp í, at hann ikki hevur tíð at rekja sítt veruliga arbeiði. Her ger tað seg nokk eis- ini galdandi, at ein má meta upp til nevndarfund fyri at fáa len har, meðan lenin verður goldin frá landsverksfreðingsstovn- inum, um persónurin ger nakra nyttu ella onga. Okkara skattaplágaðu fólk gjalda dýrt fyri at fáa búskapin á føtur aftur, og er tað harmiligt at vita, at ein partur av okkara skattapeningi skal fara til lønir til slíkar jassar. Út í juni mánaða kom so loyvi frá landsverkfreð- inginum, og manglaði nú bert loyvi frá S.E.V. at brúka vatnið úr Vatndals- vatnið til smoltfram- leiðslu. S.E.V. nevndin hevði fund í fyrru helvt av juli, Arnstein Niclasen er formaður har, og var við- tikið av honum og eðrum har at nokta okkum at brúka vatnið. Hesin sami maður hevði í 5 mánaðar frammanundan ligið hjá landsverkfreðinginum og bølt á umsókn okkara, hann hevði fingið okkum til at gera tekningar til kr. 72.000,00, uttan við ein- um einasta orði at siga okkum frå, at SEV. i síðsta enda før at nokta, og å S.E.V. fundi vidger hann málið so kyniskt og samvitskuleyst. Ein vón- ar, at tað á landsins stovn- um ikki sita fleiri slíkir persónar, tí slíkir eru ein ringur svullur í tjóð okk- ara. Klæmint Weihe! >Ring- ur fuglur drýtur í egið reiður<, sigur orðatakið. Nú ert tú so væl fyri í makt og mæti, at tað kann gera tær tað sama, um tað eru nekur arbeiðspláss meira ella minni í heim- bygd tíni. Tú hevur troðkað teg fram til høgt starv, vil fegin virðast sum hegt lærdur, men tað at tú kannar tær handan dunnuhylin har uppi til el- framleiðslu, prógvar týðu- liga tín naiva, andaliga habitus. Eitt annað er, at hendan bygd hevur aðrar ætlanir við vatninum, enn tú hev- ur, og har mást tú lúta. Leif Nolsee, Servág