hósdagur 2. august 1990síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
. tíðindablaðið
på øv K t > 10) ið
i Qynd
ði ð Skarðs Be
ður, at bert er loyvt at seta upp tjøld,
hú g vaskihús eru til staðar
Landsstýrið hevur gjørt eina kanning
støduna á Servágsfirði við yvirliti
isku dálkingarkeldurnar o
lutfalsliga árin teirra. Alitið er lagt fyri
|
|
kunningar
Landsstvrid heldur fast vid, at um
Á
-
her heima eigur at vera betri
vart. enn tað er. Hetta eigur at verða
gjørt hóast trupular figgjarligar um
steður
Landsstýrið umhugsar tí at seta á
Grunnurin er
ætlaður at veita stuðul til tiltøk, sum
kunnu fremja vernd av umhvervinum.
Landsstýrið hevur verið virkið á al-
tjóða fundum um umhvervismál. Ser-
liga viðvíkjandi bretska endurvinning-
stovn umhvervisgrunn
arverkinum í Dounreay hevur landsstýr-
ið mótmælt bæði fyri bretsku stjórnin:
og teim londum, sum ætla at flyta atom-
burturkast til Norður-Skotlands
20. Samferðslumál
Í dum. har almennu útreiðslurnar
verða skerdar, er samferðslugkið tað øk-
ið, sum mest kennir fylgjurnar av nidur-
skurðunum
Vegaarbeiðini eru ikki so nógv, sum
áður. men kortini hevur verið roynt at
hava tey arbeiði, sum eru í gongd, býtt
út á landsins ymisku eki
Tunnislarbeiðið í Suðuroynni og á
Streymoynni heldur fram, hóast tað er
nógv slakari enn áður. Arbeiðið fram til
munnan av einum komandi Gásadals-
bergholi er í gongd.
Nakrar sterri havnabyggingar eru
framvegis í gerð, men roknast kann ikki
við, at farið verður undir fleiri nýggjar
havnabyggingar fyribils, tí kommunur-
nar aftra seg við at fara undir slík stór-
Petur Reinrt og Eivind Vilhelm heilsaðust
eisini aftaná tingfundin
rumsteðum
við núverandi tiggja
arbeiði
Bæði Strandfaraskip Landsins og
Bygdaleiðir merkja fíggjarligu skerjing
arnar. men kortini kann sigast, at tæn
astusteðið framvegis er hampuliga gott.
Smyril er farin í nýggja samferðslu
rutu til Skotlands, leigaður av privatum
skipafelag til farmasigling. V æntandi og
vónandi eydnast hetta tiltak til frama
fyri bæði foroyskan útflutning og inn-
flutning
Ferðamannatalið á flogrutunum mill-
um Føroya og útheimin hevur verið
minkandi seinasta árið. Kappingin mill-
um Atlantic Airways og Danair er tí eis-
ini harðnað.
P/f Atlantic Airways hevur fingið um-
figgjad flogfarid og betir hetta nakað
um fíggjarviðurskifti felagsins.
Sum hevuðspartaeigari fylgir lands-
stýrið við gongdini hjá felagnum og skal
eg endurtaka, at feroyska felagið er
komið fyri at vera. Hetta snýr seg jú um
einasta ferðamannasamband okkara við
útheimin 8 mánaðir av árinum.
21. Undirgrundin
Nevndin, sum samgongan setti at stíla
fyri samráðingum um undirgrundina,
hevur sent donsku stjórnini uppskot um
eitt sindur broytt kommissorium hjá
serkønu arbeidsnevndini, sum skal
halda fram í arbeiðinum og finna eina
endaliga loysn.
Samgongan er sinnað at fáa greitt
hetta mál skjótt. Eisini tí tað kann ger-
ast aktuelt at geva loyvi til royndar-
boringar eftir ráevni í undirgrundini.
22. Vidurskifti við EF 0.a.
Samrådingarnar vid EF um eina nyggja
handilsskipan eru vorðnar drúgvari enn
væntað.
Í fjør heyst samdust landsstýrið og
ríkisstjórnin um, at besta leiðin at
ganga í hesum samráðingum var at
biðja um eina fríhandilsskipan, har allar
verur, ið seldar vórðu partanna millum,
vóru tollfriar, tó kanska við einstøkum
Nr. 117 — 2. august 1990
undantekum. Vit vildu undir ongum
umsteðum lata fiskikvotur afturfyri
tollsemdir fyri feroyskan fisk.
EF hevði ógvuliga langa tíð um at
taka stødu til hetta uppskot. Ikki fyrr-
enn í apríl í ár tók Ráðharrastovnurin í
EF undir við uppskoti frå EF-nevndini
um eina samráðingarheimild, sum
kortini er soleiðis orðað, at hon kann um-
fata bæði eina fríhandilsavtalu sum
hana, vit ynskja, og eina minni víð-
gongda handilsskipan, ið EF tykist
heldur vilja hava.
Undir vitjan í Brússel fyrst í maí
hevði løgmadur høvi at hitta politiskar
talsmenn fyri EF, ið søgdu seg væl
skilja føroysku ynskini, harimillum, at
Føroyar ikki vildu lata sær lynda einans
it selja EF råvørur Tollfrælsid skuldi
isini umfata vidgjørdar vørur
va samrådingar verið á em
Síðani hé
bætismannastigi, higartil í trimum um
forum, og verður tað fjórða væntandi
1m hálvan september
Fad er einki yvir at dylja, at stødan
hjá EF-umboðunum í hesum samráðing
um higartil hevur verið eitt vónbrot
Tey uppskot, EF hevur sett fram um
tollfrælsi á fiskaverum eru í fleiri týð
andi forum avmarkað til nøgdir, ið ikki
samsvara við framtíðar tervin hjá fer
oysku útflutnignsvinnuni.
Kortini hava vit ikki mist alla vón um,
at EF skilir tørv okkara, skilir, at tær
handilssemdir, vit bjóða afturfyri, ikki
eru heilt týdningarleysar, og eisini skilir
sín egna politiska tørv á eini loysn, sum
ikki bert teir sjálvir, men eisini vit
kunnu liva við.
Landsstýrið roknar sostatt við, at
semja fæst við EF um eina fríhandilsav-
talu, tá ið líður út á heystið, og at hon
kann fáast at virka 1. juli 1991.
Landsstýrið er farið undir at fyrireika
tær broytingar, ið gerast skulu í fer-
oysku avgjaldsskipanini, til tess at vit
kunnu halda okkara part av komandi frí-
handilsavtaluni.
Tá ið samráðingarnar við EF eru
loknar, er ætlanin at samráðast um frí-
handilsavtalur við EFT A-londini, við tí í
hyggju at geva feroyskum verum so
víðar ræsur sum gjerligt í tí umfatandi
europeiska búskaparekinum, ið samráð-
ingarnar millum EF og EFTA miða
ímóti at stovnseta.
Landsstýrið roynir eisini at fylgja við
í samráðingunum millum EF og EFTA
um at skapa tað europeiska búskapar-
ekið, EES. Enn eru hesar samráðingar
komnar ógvuliga stutt. Eisini fylgja vit
við í tí orðaskifti um viðurskiftini við
EF, ið hevur tikið seg upp í hinum
Norðurlondunum.
Umframt handilsviðurskifti hevur EF
nógv annað samarbeiði. Legtingssam-
tyktin um, at Feroyar vera uttanfyri EF
stendur við. Men ríkisfelagsskapur okk-
ara við limalandið Danmark ger, at
steða verður at taka til ymiskar týdn-
ingarmiklar spurningar í framtíðini.
Skipanin av eini politiskari EF unión,
um hon verður veruleiki, setur krev til
politiskar avgerðir føroyskumegin.
Rættiliga sannlikt er tað, at EF fer at
skipa fyri eini valutaunión, t.v.s. at oll
limalondini fáa sama gjaldoyrisvirði. Tá
ið vit frammanundan eru í gjaldoyris-
samgongu við Danmark, fara vit at vera
við í eini slíkari gjaldoyrissamgongu.
Tað fer at seta krev til skilagóðan fer-
oyska búskaparpolitikk í framtíðini.
Sum heild fara vit at vera við í einum
sterri altjóða handilssamskifti og ikki
minst aftaná, at alt Eystureuropa letur
sínar marknaðir upp, eiga vit at hava
eyguni opin fyri ellum selumeguleikum
og ødrum samarbeiðsmeguleikum, sum
til dømis joint ventures
Vit eiga ikki at vera ræddir fyri at
kanna meguleikar fyri at seta virki á
stovn í eðrum londum ella at lata aðrar
seta seg niður her á landi
Heid KK Eg t Í ísa altjóða
ggingarstovnu burt í at virka í
Fero og Kanska lag ggavu okk
Eitt år er nú farið síðani núverandi
samgonga av Fólkaflokkinum, Sam
bandsflokkinum og Tjóðveldisflokkin-
um varð skipað
Bæði innan- og uttanlands var stórt
bilsni um, at ein slík politisk saman-
renning kundi fáast í lag. Men hesir
flokkar sóu ta álvarsligu steðu, land
okkara var komið í, og teir tóku saman
hendur við tí endamáli at endurreisa fer-
oyska samfelagið og fyrst og fremst tað
búskaparliga og vinnuliga grundarlagið.
Eingin roknaði við, at tað fór at verða
lætt, og ell vistu, at tað tók sína tíð. At
tað fór at mekrjast og kennast í hverjum
króki í samfelagnum, bæði hjá tí ein-
staka, hjá familjum á bygd og í bý og á
arbeiðsplássunum eru øll greið um.
Stór tek eru tikin hetta árið. Fólkið
hevur borið tungar byrðar, minni pening
um hendi, goldið tvungna uppsparing, í
ávísum førum vandi fyri arbeiðspláss-
um, láns- og kreditt-meguleikarnir hava
verið verri og tyngst hevur tað kennst
hjá teimum, sum settu búgv hesa sein-
astu tíðina, meðan grundstykkja- og
húsaprísirnir vóru í hæddini orsakað av
ovurvirkseminum.
Tey tyngstu búskapartiltekini eru
gjørd og tey, sum skulu fáa vinnuna
aftur á feti, eru júst frá hondini. Tey,
sum nú skulu fremjast, eru tey, sum
aftur spakuliga skulu menna tann pri-
vata búskapin, tann hjá einstaklingin-
um og familjuni. Ikki við stórum studn-
ingum og almennum tænastuvirksemi,
men við ein betri lenar- og skattaskipan.
Vónandi stendur politiska samgongan
saman um hetta og vónandi skilir eisini
andsteðan, at einki verður vunnið við
opportunistiskum orðklúgvarí.
Latið okkum halda fast við tað, sum
vunnið er, latið okkum beta um tað, sum
ikki eydnaðist heilt, men tó er ein bati,
og latið okkum halda fram við at gera
tað, sum eftir er, fyri at endurreisingar-
arbeiði skal eydnast.
Landsstýrið
letur 10 hús
Sjálvt um landsstýrið nú Tað er
heldur aftur við at veita
stuðul, gav tað úrslit, at
sviin Sivard Wallenberg var
í Føroyum í vår og bað um
stuðul til at byggja hús á
Filipsoyggjunum fyri.
Landsstýrið samtykti her-
fyri at játta pengar at byggja
10 hús fyri. Hetta er ikki
húsabygging, sum vit hava í
Føroyum, tí húsini kosta
bert 6.500 krónur at byggja
hvort
sera stór.
felagsskapurin
Skandinaviska Barnamiss-
ionen, sum stendur fyri hesi
húsabyggingini á Filips- várs
oyggjunum, har neyðin er
Barnamissiónin
riynir at fáa bæði mynd-
ugleikar og fólk annars í
øllum norðurlondum at lata
pengar tl hús á Filips-
oyggjunum. Húsini verða
efur teimum,
sum geva. Húsini, sum før
kallað upp
oyingar fíggja,
beint sunnanfyri høvuds-
staðin Manila. Farið verður
væntandi at byggja tey til
Ella Niclasen, sum ar-
beiðir fyri Skandinaviska
Barnamissionen í Føroyum,
er fegin um at landsstýrið
eisini tekur undir við hjálp-
ararbeiðinumn á Filips-
oyggjunum og letur heilsa
1, sum hava stuðlað.
øllun
ver }
verða b randi
F
RA 7.