leygardagur 4. august 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
tíðindablaðið
Scansat/TV 3
ur hann fyri tveimum — Henry de Vici og
Carol Serverance, sum bæði eru álvars-
liga sjúk. Tá ið hann fær hendur á einum
nýggjum hjarta, ivast hann ikki, men
gevur Henry hetta nýggja hjartað. Í
byrjanini sær skurðviðgerðin út at vera
væl eydnað, men nakað seinni doyr
Henry. Dr. Vrain tekur sær hetta nær, og
tá ið hann seinni á einari ráðstevnu hittir
Dr. Aldo Gehring og hoyrir um eftirgjørd
hjørtu, hesin framleidir, fer hann at sam-
starva vid hann. Hesi hjørtu rigga væl til
dyr, men sunnheitsstyrid hevur bannad
nytslu av hesum hjørtum til menniskju.
Carol Severance gerst alsamt sjukari,
men einki hjarta er til taks
Donald Sutherland spælir Dr. Thomas
Vrain
Sunnudagin kl. 16.00:
Tann stóri
vinningurin
Am. familjufilmur frå 1985
Familjan Maris er ein vanlig familja, har
påpin
smidju, medan mamman, Julie, er hår-
fríðkanarkvinna
Frank, arbeiðir á einari bilverk-
Tey droyma um eina-
ferð at fáa sina egnu fyritøku og gerast
tor fyri at geva teimum trimum bernun-
um nakað. Ein dagin sær alt út til at
eydnast — Julie vinnur eina milliard doll-
arar Men ov nógvir pengar er heldur
IKKI gott
Sunnudagin kl. 18.10
Remington Steele
Stolin hugskot
Remington Steel skal kanna og finna út
av, hver tað er, sum hevur stolið hug
skotini hjá einum kendum mótaskapara
Fyri at fáa fleiri upplýsingar, ger Rem-
ington av saman við Lauru at lata seg í
okkurt annað. Laura letur seg í sum foto
model, og Remington sum ein vanligur
seljari. Tey hava ikki verið leingi í móta
húsinum, fyrr enn tey uppdaga, at nógv
annað enn tjovari gongur fyri seg har. Øll
tykjast hava okkurt at krógva — og ser-
liga tá ið ein kundi verður funnin myrdur
Sunnudagin kl. 19.00:
A Fire In The Sky
Richard Crenna
Am. filmur i tveimum pertum. Ein stør
komet er á veg móti jerðini, og útrokn-
ingarnar visa, at hon fer at lenda i
Phoenix, Arizona um átta dagar. Fyri at
sleppa undan at flyta fólk úr býnum, ger
forsetin av, at kometin skal spreingjast í
luftina við kjarnorkuleðing
Hetta verður hildið loyniligt, men sjón-
varpskvinnan Sharon Allan frættir um
hetta. Ein vísindamaður setir seg í sam-
band við hana. Hann hevur roknað út
leiðina hjá kometini. Hann eitur Jason
Voight, og hann sigur, at hann er ikki
sannferdur um, at tað fer at eydnast at
spreingja kometina. Og um eingin skipar
fyri at flyta fólkini úr býnum, er deyðin
vísur ..
Sunnudagin kl. 21.00:
The Sundowners
Deborah Kerr, Robert Mitchum og
Peter Ustinov
Ymerikanskur filmur frá 1960. Padd)
Carmody er ur Australia. Hann er altid å
ferð og arbeiðir eitt sindur, har hann
kemur. Kona hansara, Ida og sonurin
Sean, hava altíð fylgt honum við ollum
ognum teirra í einum hestavogni. Tey
hava altíð havt tað gott, men í seinastuni
hava Ida og Sean ynskt, at tey skuldu
búsetast fast onkustaðni, og hetta dámar
Paddy einki
við einum
Paddy fær arbeiði saman
Venneker, á einum
stórum garði, og har sleppur Ida eisini at
arbeiða. Hon og Sean trívast sera væl har
og tey royna at fáa Paddy at verða ver-
andi
vallara,
Mánadagin kl. 21.00:
Love Mary
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1985.
Ein sega um bardagan hjá einari ungari
kvinnu móti fordómum, at vera orðblind
og álvarsligari sjúku.
Tá ið Mary Groda-Lewis er 6 ára
gomul, verður hon hildin at vera analfa-
bet og verður send á eitt gentuheim. Har
lærir hon so við og við at lesa, og tá ið
hon hevur hug at halda fram at lesa, ber
tað ikki til av figgjarligum orsøkum, og
tá er hon eisini við barn og påpin vil ikki
vera við, at hann eigur barnið. Hon fær
eitt barn afturat og tá fær hon heilableð-
ing. Mary hevur nógv at berjast fyri og
hon gevur ikki upp. At enda lesur hon til
lækna, og tað gongst henni væl.
Týsdagin kl 20.00:
Tevhundurin
Unglingin Henrik hevur altíð havt
trupulleikar og hevur ofta verið skeivu
megin lógina. Hann er meginpartin av
tíðini á einum verkstaði hjá einum vin-
manni og roynir at gera dreymar sínar til
veruleika. Hann vil so fegin gerast kapp-
koyrari. Men tá ið ein skúlafelagi roynir
at kroysta pengar úr honum, ger hann av
einsamallur at gera eitt bankarán. Faber,
sum fyrr hevur hjálpt dronginum, kemur
uppí
Nr. 118 — 4. august 1990
Týsdagin kl. 21.00:
The Man who loved
Cat Dancing
Amerikanskur filmur frá 1973. Tá ið her-
ovastin Jay Grobard giftist vid tí vøkru
indiánarakvinnuni Cat Dancing, vilja
starvsfelagar hansara einki hava við
hann at gera longur. Eftir at Jay hevur
dripið ein mann, sum gjerdi seg inn á Cat
Dancing, verður hann settur í geglið. Tað
eydnast honum at flýggja, og hann fylg-
ist við einum byrsumanni. Har meta teir
Catherine, eini ungari kvinnu, sum er
rýmd undan nfånfinum, sum var harðlig-
ur. Nú eru tey øll saman og flýggja ...
Mikudagin kl. 20.05:
Lívið um tey 30
Mamma kemur
Øll eru góð við mammu Hope, uttan
Hope. Nú hava foreldur hennara ætlanir
um at koma at vitja, og Hope gerst so
spent, at Michael og øll vinfólkini gerast
nærum i ørviti av henni …
Mikudagin kl. 23.10:
M.A.S.H.
Hawkeye er noyddur at operera ein sjuk-
ling hjå Oberst Potter, ti hann hevur
uppdagað, at Potter undir skurðvið-
gerðini ikki hevur tikið øll granatpettini
úr sárinum. Potter er ørkymladur um
hetta, og hann er bangin um, at hann er
um at missa handalagið sum skurðlækni.
Hann fer at tosa við sålarfrødingin
Sidney Freedman. Charles fær nóg inikið
av Hawkeye og øll fara at skeldast ...
Hósdagin kl. 18.00:
Fimm gentur í París
6. partur
Allar fimm genturnar hava fingið arbeiði
eyka, og hetta ger at tær ikki noyðast at
hugsa um pengarnar alla tíðina. Clemen-
tine hevur hitt ein japanara og hann er
eitt elektroniskt flogvit. Hann broytir alt
í íbúðini hjá teimum, og brádliga er alt
stýrt elektroniskt …
Håsdagin kl. 21.00:
The Ploughman's
Lunch - En. leikur frá 1983
James Penfield er blaðmaður, sum skriv-
ar tað, hann hevur hug til — um tað er
satt ella ikki. Hann verður forelskaður
uppi í Susan Barrington, og fyri at gera
seg betri enn hann er í hennara eygum,
lýgur hann um seg sjálvan. At enda verð-
ur alt so flekt, at hann veit hverki út ella
inni ...
Fríggjadagin kl. 17.30:
Grannarnir
Eileen er ikki vís í, um Des er pápi Brad-
ley, og hon fer tí til Perth at kanna málið
gjøllari. Shane og Madge royna at fáa
Nikki at verða góðan við Lauru aftur, áð-
renn hon fer heim.
Fríggjadagin kl. 19.00:
Hon sá eitt morð
Jessica er til jarðarferðina hjá Henry
Vernon, tá ið hjákona hansara Phyllis
kemur rópandi, at Henry er ikki deyður
av hjartatilburði, men hann er myrdur. Í
øllum rokinum, kemur onkur undir kist-
una. Lokið fer av, og ell verða skelkað, tá
ið tey síggja, at líkið er als ikki Henry,
men onkur annar. Læknin, sum hevur
skrivað deyðsváttanina heldur fast við,
at Henry er deyður, men hvar er líkið?
Og hver liggur í kistuni?
Fríggjadagin kl. 21.00:
Sin of Innocence
Megan Follows og Dermot Mulroney
Amerikanskur filmur frá 1986. Hin 16
ára gamla Jenny og tann 18 ára gamli
Tim hittast, tá ið ávikavist mamma og
pápi teirra flyta saman, saman við børn-
um teirra. Hesi bæði ungu gerast góð, og
í fyrstani krógva tey tað fyri foreldr-
unum. Alt verður á gosi, tá ein kemur
fram á tey í kamarinum hjá Tim. Pápi
Jenny finnur útav, hvat hendir, og hann
hóttir við at krevja foreldramyndug-
leikan til hana og lítla beiggja hennara
Kyle, meðan mamma Jenny ivast í at
fara frá hesum nýggja manninum ...