Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 45 - 6. mars 2003 Nr. 45 - 6. mars 2003 3 Í gjár vóru 50 ár, síð- ani teir sovjetsku myndugleikarnir almannakunngjørdu, at landsins leiðari, Josef Stalin, var deyð- ur 73 ára gamal. Hóast navn hansara er tengt at forfylging, fólkamorði og øðrum ræðuleikum, eru tað framvegis russar, ið meta hann sum ta stóru hetjuna 50 ÁR SÍÐANI Árni Joensen Á nýggjárinum í 1953 var sovjetski leiðarin, Josef Stalin, í ferð við at fyrireika eitt nýtt átak ímóti jødum og nøkrum av sínum næstu medarbeiðarum. Í januar avdúkaðu myndugleikarnir, at nakrir av læknunum hjá leiðaranum høvdu lagt eina ætlan um at beina fyri fleiri av teimum ovastu leiðarun- um í Kreml. Ein av med- arbeiðarum Stalins, Andrej Zjdanov, var júst deyður, og Stalin vildi vera við, at tað vóru læknarnir, sum høvdu myrt hann, og at teir eisini ætlaðu at beina fyri fleiri øðrum. Alt fyri eitt varð skipað fyri einum átaki ímóti drápsmonnunum, og tá tað varð avblást í apríl, vóru fleiri av læknunum, sum teir flestu vóru av jødiskum uppruna, deyðir orsakað av píning undir avhoyringunum. Josef Stalin, sum upp- runaliga æt Josef Vissa- rionovitsj Dzjugasjvili, fekk veruliga vind í tey politisku seglini seinast í 1920-árunum. Maðurin úr Gori í Georgia var ein meiri at kalla ókendur limur í leiðsluni undir og aftan á kollveltingina. Hann var ikki tann stóri røðarin, og tað lá heldur ikki so væl fyri við penninum. Tað vóru tí tey fægstu, sum hugsaðu um hann sum eftirmann hjá Vladimir Lenin, tá hesin doyði í januar í 1924. Kommun- istaflokkurin sat nú við øllum valdinum, og Stalin, sum var aðalskrivari í flokkinum, nýtti støðu sína til at rudda allar teir trúgvu medarbeiðararnar hjá Len- in av vegnum. Flokkurin fekk valdið yvir statinum, og andstøða var eingin. Í 1930-árunum komu tey stóru Moskva-rættarmálini, har mótstøðumenninir hjá Stalin vórðu ákærdir fyri landasvik, dømdir til deyða og avrættaðir. Persónsdyrkan Hesir leiðararnir vórðu strikaðir úr øllum sovjetsk- um søgubókum, og myndir av teimum vóru heldur ikki at síggja nakrastaðni. So seint sum fyrst í áttatiárun- um bar tað ikki til at prenta nøvnini á teimum, sum høvdu sitið í teirri fyrstu kollveltingarstjórnini hjá Lenin. Stalin skipaði eisini fyri at umskriva søguna hjá kommunistaflokkinum, so hann sjálvur fekk megin- partin av æruni. Í 1930-árunum gav Stalin boð um at umskipa sov- jetska landbúnaðin, ein av- gerð, sum elvdi til, at fólk í stórum tali doyðu í hungri. Fleiri milliónir bøndur vórðu tiknir og fluttir í fangalegur, har teir vórðu settir at fullføra stórar ídn- aðar- og útbyggingarverk- ætlanir. Millum kommunistar í Vesturheiminum gjørdist Stalin tann stóra fyrimynd- in, og tað almenna propa- gandatólið syrgdi fyri, at innanlands varð hann um- røddur sum mannaættar- innar sól, ein sannur snill- ingur og sum tann stóri lær- arin hjá øllum. Einki vís- indaligt verk, ja, sjálvt ikki ein einasta blaðgrein kom á prent, uttan at víst varð til brøgdini hjá Stalin. Hendan persónsdyrkanin gjørdist serliga stór, tá Stalin undir seinna heimsbardaga tók leiðsluna yvir hermegini. Undan heimsbardagan- um hevði Stalin skriva und- ir ein ikki-álopssáttmála við Nazitýskland. Tað gjørdi, at Sovjetsamveldið fekk ein part av Pólandi, Estland, Letland og Litava. Teir skuldu eisini fáa Finn- land, men finnlendingar settu seg upp ímóti tí. Í fleiri ár sýttu sovjetsku myndugleikarnir fyri, at teir høvdu gjørt ein slíkan býtissáttmála við Týskland, og í veruleikanum kom tann almenna sovjetska viðurkenningin ikki fyrr í 1991, tá Sovjetsamveldið var dottið sundur. Tá kom eisini fram, at Stalin hevði givið boð um at skjóta 15.000 polskar heryvir- menn í mars í 1940. Trý ár seinni komu týskararnir fram á hópgrøvina, men Moskva helt fast um, at tað vóru týskarar, sum høvdu skotið polsku heryvirmenn- inar. Uppgerð Persónsdyrkanin var ong- antíð so stór sum um tað mundið, tá Stalin fylti 70 tann 21. desember í 1949. Úr Prag fór eitt tok fult av gávum til sovjetska leiðar- an, og Pravda prentaði føðingardagsheilsanir í fleiri mánaðir. Tað kann tí tykjast løgið, at hóvastákið um Stalin tagnaði at kalla beinanvegin, eftir at hann var deyður í 1953, men í veruleikanum byrjaði ein uppgerð við tíð hansara beinanvegin. Bara fáar mánaðir eftir at Stalin var deyður, varð tann tiltikni løgregluovasti hansara, Lavrentij Berija, dømdur til deyða og avrættaður. Tann nýggi floksformað- urin, Nikita Khrusjtsjov, tók tað fyrsta veruliga stigið til eina uppgerð við Stalin-tíðina í teirri tiltiknu røðuni á floksfundinum í februar í 1956. Fimm ár seinni, á floksfundinum í 1961, funnust fleiri røðarar at Stalin, og tey næstu árini vórðu standmyndir av Stal- in brotnar niður, og tann søguligi býurin Stalingrad fekk navnið Volgograd. Í dag eru vesturlendskir og russiskir søgufrøðingar á einum máli um, at Stalin var tann ringasti hópdráps- maðurin í 20. øld. Teir eru eisini á einum máli um, at hansara politisku evni stóðu ikki mát við tað um- dømið, hann hevði innan- lands, men hinvegin er eingin ivi um, at hann átti sín lut í, at týski herurin mátti dvína á eysturher- mótinum. Vestureftir? Tað hevur ofta verið spurt, hvørjar tankar Stalin mundi gera sær, tá tann reyði herurin sópaði týskararnar undan sær vestureftir. Averell Harriman, sum var amerikanskur sendiharri í Moskva eitt tíðarskeið undir seinna heimsbardaga, hevur greitt frá einari samrøðu, sum hann hevði við Stalin uttan fyri Berlin á sumri í 1945. Harriman helt fyri við Stalin, at tað mundi vera hugaligt hjá sovjetska leiðaranum at kunna hitta sínar sameindu í sjálvum Berlin. - Aleksandur Fyrsti kom heilt til París, svaraði Stalin. Tað er einki at ivast í, at Stalin dugdi søguna um Napoleonskríggini, men um hann hevði hugsað sær at halda fram til París, er ikki greitt. Men hinvegin er eingin ivi um, at Sovjet- samveldið hevði hernaðar- ligar ætlanir um eitt átak vestureftir. Um nakrar politiskar ætlanir vóru um tað í Stalin-tíðini er har- afturímóti ógreitt, tí sam- felagið var sera illa fyri eftir tann ovurhonds stóra missin undir seinna heims- bardaga og tað náðileysa stýrið. UTTAN ÚR HEIMI JOSEF STALIN – ringasti bøðilin í 20. øld Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýndu samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Svend Holm Hvalba doyði og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Suðuroyar- og landssjúkrahúsinum. Tøkk øll tit, sum fylgdu og hjálptu okkum við jarðarferðini. Tøkk fyri uppringingar, blómur, kransar og gávur til Akurin. Hjartans heilsan Familjunnar vegna Petra Millum kommunistar í Vesturheim- inum gjørdist Stalin tann stóra fyri- myndin, og tað almenna propa- gandatólið syrgdi fyri, at innanlands varð hann umrøddur sum manna- ættarinnar sól, ein sannur snillingur og sum tann stóri lærarin hjá øllum. Einki vísindaligt verk, ja, sjálvt ikki ein einasta blaðgrein kom á prent, uttan at víst varð til brøgdini hjá Stalin Bygningurin sum Føroya Fiskasøla heldur til í er nú lýst- ur til leigu. Fiskasølan fer at flyta sítt virk- semi oman í Vágs- botn einaferð í mei mánaði. Endamálið er millum annað at fáa Fiskasøluna innaftur í býarmyndina FISKASØLAN Solby A.Eliasen Hóast leigusáttmálin hjá Fiskasøluni í núverandi bygninginum úti í Havna- dali er galdandi inntil aug- ust mánaða, so vóna tey at kunna flyta oman í snotu- ligu hølini í gomlu smiðj- uni hjá Wenzel í Vágsbotni longu í mei mánaði. – Við hesum vilja vit hava Fiskasøluna fram aft- ur, sigur stjórin, Árni Arge, sum heldur, at Fiskasølan hvarv, tá hon fór út í Havnadal. Og hann heldur, at tað er onki betur enn Vágsbotnur, tá tað snýr seg um at fáa Fiskasøluna fram aftur í býarmyndina. – Vit halda eisini, at tað er best, at ein Fiskasøla liggur við vatnið, sigur Árni Arge og vísir samstundis á, at tað verður munandi meiri brúk- aravinarligt hjá bæði veitar- um og brúkarum. Stjórin á Fiskasøluni sigur tó, at tað sum so ikki er nakað galið við bygning- inum, sum tey húsast í nú, uttan at hann liggur so langt frá býnum. – Um hesin bygningurin kundi verðið fluttur nærri býnum, so høvdu vit væl kunnað hildið fram her, sigur hann og leggur afturat, at tað verður eisini stuttligari og áhugarverdari hjá starvsfólk- unum at arbeiða í býnum. Bygningurin í Vágsbotni er gjørdur í stand, men tað arbeiðið er ikki heilt liðugt enn. Tá tað verður liðugt, flytur Føroya Fiskasøla í nýggju hølini. Tað starvast 40 fólk í Føroya Fiskasølu, har av 16 í Havn. Hini starvast hjá dótturfeløgum í Onglandi, Fraklandi og Danmark. Fiskasølan sjónligari í býarmyndini Um alt gongur eftir ætlan, so flytur Føroya Fiskasøla einaferð í mei mánaði í bygningin niðri í Vágsbotni, har gamla smiðjan hjá Wenzel var Mynd: Jens K. Vang Um alt gongur sum tað skal, so fer brennistøðin á Hjalla at brenna við fullari orku aftur hósdagin, men av tí at hon hev- ur verið stongd í eina tíð, so er nógv rusk niðurfyri nú BRENNISTØÐ Solby A. Eliasen Brennistøðin á Hjalla gavst at brenna leygarmorgunin, og tey hava ikki tikið ímóti ruski síðani seinasta miku- dag. Orsøkin er, at umvæl- ingar verða gjørdar á múrverkið í ovninum. Hetta er nakað, sum verður gjørt einaferð um árið vanliga. Onkuntíð hevur tað verið oftari. Frá brennistøðini verður sagt, at hetta er eitt arbeiði, sum ein má vera varin við. Tí tað krevur sína tíð til uppturkingar, og tað hevur tikið longri tíð hesu- ferð enn vanligt. Og tí verð- ur brennistøðin ikki opin aftur fyrr enn hósdagin. – Um alt gongur sum tað skal, so vænti eg, at vit kunnu brenna aftur sum vanligt hósmorgunin ella einaferð hósdagin, sigur stjórin á brennistøðini. Men tað sigur seg sjálvt, at nógv rusk hevur hópað seg upp dagarnar, meðan tikið hevur verið ímóti, men ikki brent. Og tí kann væntast, at tað verða langar bíðirøðir teir fyrstu dagar- nar. Stjórin væntar, at øll næsta vika eisin fer at ganga, áðrenn rættlag er komið í aftur. Og hetta hev- ur eisini við sær, at tað ikki fer at lata seg gera at taka ímóti ruski aftur fyrr enn mánadagin. Men frá Brennistøðini verður tó sagt, at tey taka ímóti org- aniskum ruski frá størri fyritøkum ella stovnum. – Tað mugu vit royna at gera, tí tey noyðast at sleppa av við teirra rusk, sigur stjórin. Men hann leggur dent á, at tað fer at verða rættuliga trongligt ta fyrstu tíðina eftir, at tey lata uppaftur. Tað hava royndir- nar frá undanfarnum árum eisini víst. Tey eru greið yvir tað á brennistøðini, men tílíkt arbeiði má og skal gerast, og tá er onki annað at gera enn at steingja støðina, meðan arbeiðið verður gjørt. Brennistøðin á Hjalla letur uppaftur hósdagin C M Y K 3 2