hósdagur 6. mars 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 45 - 6. mars 2003
Nr. 45 - 6. mars 2003
5
Mánadagin 24. febru-
ar gav Frímerkja-
deildin á Postverki
Føroya út tvey nýggj
frímerki. Í 2003 fara
fleiri broytingar fram
viðvíkjandi føroysku
frímerkjunum.Tað
skal verða stuttligari,
læruríkari og harvið
meira lokkandi at
savna føroysk frímerki
FRÍMERKI
Magnus Gunnarsson
Í nýggja faldaranum "Nýtt
úr Føroyum", sum Frí-
merkjadeildin gevur út fýra
ferðir um árið, skrivar deild-
arleiðarin
á
Frímerkja-
deildini, Knud Wacher, um
endurnýggjanina av før-
oysku frímerkjunum: Í 2003
fara fleiri broytingar fram
viðvíkjandi teimum før-
oysku frímerkjunum. Broyt-
ingarnar hava til endamáls
at laga frímerkini til nútíð-
ina, og økja um leiklutin hjá
frímerkinum sum mentunar-
boðbera við at teingja frí-
merkini saman við inter-
netinum. Á Frímerkjadeld-
ini eru tey sannførd um, at
nýmótans filateli fer at
snúgva seg um at savna
vitan um lond, list, náttúru,
mentan og mentanarsøgu
gjøgnum frímerki, og at luta
hesa vitan við onnur gjøgn-
um
internetið,
á
frí-
merkjaframsýningum o.s.fr.
Endamálið við
broytingunum
Endamálið við broytingun-
um er fyrst og fremst at
gera dagliga postin meira
undirhaldandi og læruríkan
við frímerkjum við ymisk-
um evnum og myndevnum.
Hvørt frímerki skal verða
ein eggjan til at fara út á in-
ternetið, og leita eftir meiri
upplýsingum um ta søgu,
frímerki avmyndar. Nýggi
frímerkjahátturin
verður
forvitnisligari og meira
upplýsandi bæði fyri frí-
merkjasavnarar og móttak-
arar av postinum. Ørk við
seks, átta ella tíggju frí-
merkjum, áljóðandi sama
virði, verða givin út, og øll
frímerkini avmynda eitt
ávíst evni.
Har afturat skal tað verða
stuttligar og læruríkari og
harvið meira lokkandi at
savna føroysk frímerki. Vit
vilja røkka hesum máli, utt-
an at tað gerst dýrari at
savna føroysk frímerki, sig-
ur Knud Wacher, deildar-
leiðari á Frímerkjadeildini.
Á nýggju frímerkjunum
sum komu út 24. februar,
hevur listamaðurin Anker
Eli Petersen teknað og de-
signað myndirnar um forn-
norrøna gudakvæðið "Vølu-
spá". Hini frímerkini við
myndum frá Vágatunnlinum
hevur Kári Holm Olsen
designað, og Per á Hædd
hevur tikið myndirnar.
Stuttligt og læruríkt av savna føroysk frímerki
Kári Holm Olsen á marknaðardeildini hjá Frímerkjadeildini
hevur designað frímerkini um Vágatunnulin, og Per á Hædd
hevur tikið myndirnar
Anker Eli Petersen listamaður hevur teknað og designað
nýggja frímerkini »Vøluspá«
Knud Wacher, leiðari á Frímerkjadeildini
Vágatunnilin: virði 5 kr. Tvey frímerki eru í røðini
Vøluspá: Virði 6,50 kr. 10 ymisk frímerki eru í røðini
„Nýtt úr Føroyum“ kemur út
4 ferðir um árið
Ågot aftur í
føroyska flotan
Gamla línuskipið
Ågot, sum varð strik-
að úr føroysku skipa-
skrásetingini, er nú
komin aftur í flotan.
Skipið eitur nú
Jógvan S og fer at
royna við línu undir
Føroyum
FISKIVEIÐA
Edvard Joensen
Partafelagið
Nakkur
í
Klaksvík
hevur
keypt
gomlu Ågot, sum hevur
skift navn og fingið fiski-
loyvini hjá línuskipinum
Skørini og útróðrarbátinum
Barinum. Skipið eitur nú
Jógvan S.
Jógvan S stendur í løtuni
á sleipistøð í Klaksíkk, har
hann verður gjørdur klárur
til fiskiskap undir Føroyum.
Jógvan Lützen, reiðari,
sigur, at skipið hevur ikki
nokk av fiskidøgum til at
klára seg við teimum báð-
um loyvunum, sum eru
fingin. Hvussu gjørt verð-
ur, tá dagarnir eru uppi,
verður neyðugt at finna út
av, sum frálíður, sigur
hann.
Jógvan S fær ávísar av-
markingar í mun til Skør-
ina, sum hevði loyvi at
royna í klettin, sum tikið
verður til. Tað sleppa stóru
línuskipni ikki, og í hendan
bólkin kemur Jógvan S,
vísir reiðarin á.
Sann sigur at hann veit
ikki reiðiliga, hvat gjørt
verður, men vísir á, at teir
hava, sum er, bara umleið
helvtina av teimum døgum,
teir meta seg hava brúk fyri.
Alt, sum gjørt er í
málinum um fiski-
loyvið til Jógvan S, er
gjørt við heimild í
lógini um vinnuligan
fiskiskap, sigur
Fiskimálaráðið
FISKILOYVI
Edvard Joensen
Alt, sum hent er í málinum
um gomlu Ågot, sum nú
eitur Jógvan S. er í tráð við
lógina um vinnuliga fiski-
skap, sigur deildarstjórin á
Fiskivinnustovuni í Fiski-
málaráðnum.
Hóast Jógvan S er næstan
eina helvt størri enn bæði
Skørin og Barið tilsamans,
er ikki talan um nakra øk-
ing av veiðitrýstinum, sigur
Andras Kristiansen, deild-
arstjóri á Fiskivinnustov-
uni. Tað er staðfest í til-
søgnini um fiskiloyvið,
sum latin er smápartafel-
agnum Nakki, í og við, at
fiskidagarnir hjá bátunum
Skørini og Barinum eru
umroknaðir til Jógvan S.
Tilsøgnin um at flyta
fiskiloyvini hjá Skørini og
Barinum er givin í skrivi frá
Fiskimálastýrinum tann 29.
apríl 2002. Har verður eis-
ini sagt, at ein treyt, sum
fylgir við, er at eigarin av
loyvinum, tað vil siga smá-
partfelagið Nakkur, váttar
fyri fiskimálastýrinum - nú
Fiskimálaráðið - at Barið
og Skørin:....»ikki verða
sett inn í vinnuliga fiski-
skap aftur«.
Hendan tilsøgnin verður
sostatt grundarlag undir, at
Skørin ikki kann koma
aftur í flotan fyri trolbátin
Leitið, sum sagt verður
bæði av vinnufóli og polit-
ikarum, at ælanir skulu
vera um. Sosialurin prent-
aði í gjár teir spurningar, vit
ætlaðu at seta Fiskimála-
ráðnum um hetta mál, men
sum ikki vórðu settir, tí
eingin var at hitta í Fiski-
málaráðnum, sum kundi
svara teimum.
Eftir at blaðið við spurn-
ingunum var komið á gøt-
una, hava vit so tosað við
Fiskimálaráðið, sum váttar,
at eingin umsókn er komin
um at fáa Skørina inn aftur
í fiskiflotan fyri nakað av
teimum
førunum,
sum
nevnd eru í blaðnum miku-
dagin.
Somuleiðis váttar eigarin
av Leitinum og Gáshøvda
fyri Sosialinum, at slík um-
sókn fer heldur ikki at
koma.
Andras
Kristiansen,
deildarstjóri á Fiskivinnu-
stovuni, sigur, at tað er ikki
rætt at brúka grein fimm í
lógini um vinnuligan fiski-
skap til at prógva, at fiski-
før ikki kunnu skifta mill-
um høvuðsbólkar.
Hann sigur, at tann grein-
in er sett i lógini, tá øll skip
vórðu uppmáld av nýggjum
og farið varð at brúka
merkingina BT í staðin fyri
BrT. Hetta varð tá gjørt,
fyri at eingin skuldi koma
tvørt fyri av einum møgu-
ligum muni, sum kundi
standast av nýggju uppmát-
ingini, soleiðis at skip, sum
møguliga lógu á markinum
til eitt nú 110 tons, kundu
detta burtur ímillum.
Alt er farið fram eftir lógini
Alt, sum farið er fram í mál-
inum um gomlu Ågot -
Jógvan S - er gjørt við
heimild í lógini um vinnulig-
an fiskiskap, sigur deildar-
stórin á Fiskivinnustovuni
Kvinnur um allan
heim halda felags
bønardag í morgin. Í
Føroyum verður byrj-
að klokkan 19.30 á
trimum ymiskum
støðum
BØNARDAGUR
Edvard Joensen
Altjóða kvinnubnardagur
verður hildin í morgin.
Talan er um tvørkirkjuligt
tiltak, sum hildið verður
fyrsta fríggjadag í mars á
hvørjum ári. Í ár eru tað
kvinnur úr Libanon í Mið-
eystri, sum skipa fyri og
hava valt tema.
Í ár er heitið á tiltakinum
»Halgi Andi - fyll okkum«,
sigur
franciskanarsystur
Marisa, sum er ein teirra, ið
stendur fyri føroyska part-
inum av tiltakinum.
Hon sigur, at i Føroyum
veðrur biðið í trimum ym-
iskum støðum klokkan
hálvum átta í annaðkvøld. Í
Mariukirkjuni í Tórshavn, í
Soli Deo Gloria í Klaksvík
og í Missiónshúsinum í
Vági. Í Mariukirkjuni fer
Triple Trio’in úr Ebenezer
eisini at syngja, sigur Systir
Marisa.
Dagurin, sum verður
hildin um allan heim, byrj-
ar í sólarrenningini á Tonga
í Kyrrahavinum og fylgir so
sólini allan vegin, til hon er
aftur hjá grannunum hjá
Tongaoyggjunum, Samoa,
hinumegin datolinjuna.
Næsta ár verður aftur
bønardagur fyrsta fríggja-
dag í mars. Tá verða tað
kvinnur úr Panama, sum
fara at skipa fyri og seta al-
tjóða heitið. Í Føroyum
verður tað tá meinigheitin í
Hoyvík, sum fer at standa
fyri.
Altjóða kvinnubønardagur
C
M
Y
K
5
4